Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mai 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 83 • 2. mai 2008 Vikuskifti 6 Lesihugurin hevur altíð verið stórur, og íbúðin hjá Sævar Jóhannesson í Reykavík og føroysku konu hansara, Emmu Hansen, er full av bókum og skjølum. Sævar er sera áhugaður í bæði søgu, siðsøgu, politisøgu, hernaðarsøgu og serligum hendingum í farnu øld. Kriminalløgreglumaðurin, ið er ættaður úr Vestmannaoyggjunum, har pápin var løgreglumaður, er fremsti íslendski serfrøðingur í at týða fingramerki. Hann hevur ikki talið á teimum nógvu brots­ verkunum, ið eru uppkláraði við tekniskum prógvum frá hansara arbeiði, men talan er um nógv hundrað mál, har brotsmaðurin er avdúkaður ígjøgnum tey fingra­ merki, ið eru sett á stað ella lutir. Tá Sævar Jóhannesson fyri skjótt 50 árum síðani møtti føroysku gentuni, sum seinni gjørdist kona hansara, fortaldi omma hansara, at hon átti eina mostur, ið flutti til Føroya í 1898. Sum ung hevði mosturin tænt á Eystfjørðinum, har hon møtti einum føroyingi, ið bað hana koma til Føroya at giftast við sær. Hann fór undan, og nakað eftir kom hon aftaná. Komin til Føroya var ongin maður at taka ímóti henni, og har stóð hon við øllum sínum viðføri og visti ikki síni livandi ráð. Meðan hon stóð har, kom ein kona til hennara, sum rak eitt gistingarhús niðri við havnina, og hon sá á íslendsku gentuni, at hendan hevði trupulleikar. Gentan dugdi sjálvandi ikki føroyskt, og tí bjóðaði konan henni at arbeiða hjá sær á gistingarhúsinum. Seinni møtti íslendska gentan – ið varð kallað Gynna – einum ungum manni í Kirkjubø, sum kallaðist Jóannes Hansen, og hetta gjørdist maður hennara. Saman fingu Guðrún Jónsdóttir Hansen og Jóannes Hansen trý børn. Jóannes, Jón og Gúðrun. Jón er tann Jón Hansen, ið best er kendur fyri at hava stovnað lastbilafyritøku við sama navni, sum í nógv ár var ein tann størsta í Føroyum. Í dag er tað abbasonurin, Jón Hansen, ið rekur fyritøkuna. Hin bróðurin, Jóannes Hansen, gjørdist skipari og reiðari, með­ an systirin, Guðrún Margrét Joensen, bleiv bóndakona í Bø. Stig varð tikið til eina stóra familjuveitslu á Mýrisnípuvegi, har íslendski frændin varð boðin við. ­ Alt familjufólkið bæði í Havn og aðrastaðni kom við, og tað var virkuliga stuttligt. Seinni havi eg skrivað ættarsøguna um bæði familjuna í Íslandi og í Føroyum og býtt eitt hefti út til familjulimirnar, sum tey hava verið sera glað fyri, sigur Sævar Jóhannesson. Hann vísir á, at hann hevði í nógv ár havt ein góðan vinmann í Føroyum, Mourits Mohr Joensen, uttan at vita av, at hann var í familju við konu hansara, Emi Fridu Joensen. Seks abbabørn í Føroyum Sævar Jóhannesson byrjaði sum løgreglumaður í 1960, og fyrstu trý árini arbeiddi hann í búna, men bleiv so kriminal­ løgreglumaður í teknisku deild, har hann kom at arbeiða við at lesa og týða fingramerki. Og sjálvt um hann fór á eftirløn fyri fimm árum síðani, so arbeiðir hann framvegis hálvan dag. Við øðrum orðum hevur hann á leið 45 ára royndir við hesum arbeið­ inum. Hann hevur nógv tey sein­ astu árini verið tann førandi – fyri ikki at siga – einasti, íslendski serfrøðingurin á hesum økinum. Fann familjuna í Føroyum Íslendingurin Sævar Jóhannesson, sum er kriminalløgreglumaður í Reykjavík og serfrøðingur í fingramerkjum, var giftur við føroysku konu síni í nógv ár, áðrenn hann fann útav, at hann sjálvur hevði familju í Føroyum. Hann gjørdi av at fara at leita eftir føroysku ættarbondunum Ættarbond Orð & myndir Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Sævar Jóhannesson er ættaður úr Vestmannaoyggjunum, men flutti sum blaðungur til Reykjvíkar, har hann hevur búð og arbeitt innan løgregluna síðani