fríggjadagur 2. mai 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 83 - 2. mai 2008
Málsviðgeri í
skúlamálum
Tórshavnar kommuna
Av tí at ein av okkara málsviðgerum er farin í annað spennandi
starv, verður søkt eftir dugnaligum málsviðgera at umsita m.a.
skúlamál.
Tórshavnar kommuna er virkin og fjølbroytt á skúlaøkinum.
Vit sóknast eftir einum fólki, sum hevur hug og áræði at ganga
á odda at tryggja, at námsfrøðiliga innihaldið í kommunalu
skúlabygningunum er á høgum stigi. Kommunan arbeiðir í
løtuni við eini heildarætlan fyri skúlaøkið, sum fevnir um
fólkaskúlan, musikkskúlan og kvøldskúlan. Partur av arbeiðs-
uppgávuni verður at samskipa hetta arbeiðið og tryggja gott
arbeiðslag við fakfólk og brúkarar.
Mentamáladeildin
er deild undir trivnaðarfyrisitingini. Deildin umsitur tann
partin av føroyska skúlaøkinum, ið við lógum um fólkaskúla,
frítíðarundirvísing o.a. er skipaður hjá kommununum. Til
deildina hoyra: Fólkaskúlarnir, musikkskúlin, kvøldskúlin,
býarbókasavnið, býarsavnið, svimjihøllin og stadionøkið.
Kommunan bjóðar
eitt áhugavert starv við fjølbroyttum uppgávum, har tú arbeiðir
sjálvstøðugt og hevur góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari
menning.
Nakrar av høvuðsuppgávunum eru:
tBUMVUUBLB½PHTUBOEBGZSJWFSLUMBOVN²TLúlaøkinum og
gera útgreinandi arbeiði í hesum sambandi
tBUTBNTLJGUBWJÙTLÈMBS
TUPWOBS
GFMHPHFJOTUBLMJOHBS
TVNWJSLB
á mentamálaøkinum
tBUWFHMFJÙBPHSáðgeva leiðslu og politiska myndugleikanum í
spurningum á skúla- og mentamálaøkinum
Førleikakrøv
Umsøkjari skal hava viðkomandi útbúgving og kunnleika til økið.
Umsøkjari skal duga føroyskt og enskt og hava kunnleika til teldu á
brúkarastigi.
Kunnleiki til fyrisitingarrætt er ein fyrimunur, men eingin treyt, tí at
kommunan skipar støðugt fyri skeiðum fyri starvsfólki á hesum øki.
Persónligir eginleikar
Umráðandi er, at umsøkjarin er áhugaður í mentamálaøkinum, er
fyrikomandi og dugir væl at samskifta bæði innan- og uttanhýsis.
Viðkomandi skal duga at leggja til rættis og kunna arbeiða sjálvstøðugt.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast til ber. Løn sambært sáttmála við avvarðandi
yrkisfelag.
Meira fæst at vita
um starvið við at venda sær til Jákup Simonsen, deildarleiðara, ella
Ingibjørg Berg, trivnaðarstjóra, telefon 30 20 10.
Umsóknir
saman við upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera Tórshavnar
kommunu, postrúm 32, 110 Tórshavn í hendi í seinasta lagi mánadagin
26. mai 2008.