fríggjadagur 2. mai 2008síða 5
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
5
Nr. 83 • 2. mai 2008
Hjarnar í alla nátt
Karl Martin Samuelsen og hansara menn í
Hjarnum duga at blása fólk um koll við góðum
rocktónleiki. Til Straight Parade fara teir at savna
sítt besta tilfar og blása tað út til fólkið. Sangir
sum Alla Nátt, So Excited, Breaking My Heart og
aðrir verða at hoyra, tá ið Hjarnar – við Jørgen
Dahl – fara á pallin leygarkvøldið.
Nýggja country-stjørnan
Hallur Joensen er heitasta navnið í føroyskum tónleiki
í løtuni. Hann hevur júst givið fløgu út, sum hevur selt
óvanliga nógv hesa fyrstu vikuna. Næstan 2.000 fløgur eru
seldar eftir fáum døgum, og tað er óhoyrt í nýggjari tíð.
Leygarkvøldið hevur Hallur Joensen útgávukonsert, og hann
fer at syngja sangir av nýggju útgávuni til Straight Parade.
Við sær hevur hann eina paradu av góðum tónleikarum.
vápnini fram aftur
Svakligt show
Ólavur Klakk er nakað fyri seg í
føroyskum tónleiki. Tá ið hann
gerst til Ólavur Presley í bólkinum
Rag Rags kann eingin steðga
honum, og soleiðis verður eisini
hesaferð.
- Tað verður akkurát soleiðis,
sum fólk rokna við, at tað verður.
Ólavur Presley hevur altíð verið
svakur, og tað fer hann eisini altíð
at verða. So fólk fáa eitt ordiligt
show og eitt ræðuligt ýl, sigur
Ólavur Presley.
- Rag Rags spæla so sjáldan
longur, men tá Statshospitalið
letur dyrnar upp, so fara vit út og
spæla eina konsert, sigur hann.
Ólavur Presley hevur roynt
bæði eitt og annað, tá ið hann
hevur verið á palli við Rag Rags.
Einaferð skuldu teir lata, sum um
hann bleiv hongdur, men tað gekk
heilt ikki heilt eftir vild, og Ólavur
kom illa fyri á pallinum.
- Eg misti ikki lívið ta ferðina,
so eg kann spæla aftur
leygarkvøldið, men vit fara ikki at
royna at heingja meg aftur. Tað
verður undirhald og tónleikur, og
Rag Rags er ein bólkur, sum skal
upplivast, sigur Ólavur Presley.
Umframt Rag Rags verða eisini
Dynamitt, Hjarnar, Hallur Joensen
og Jørgin Dahl at hoyra á Straight
Parade tiltakinum. Eisini fara tveir
bólkar, sum eru valdir út á konsert
í Virkishúsinum, at hita upp.
Straight Parade byrjar
leygarkvøldið kl. 22.00.
Jógvan Olsen verður á pallinum saman við Hjarnum, og hann
skal eisini spæla við Hallur Joensen. Mynd: Høgni Thomsen
Ólavur Presley and his Dirty
Rag Rags fara at hava enn
eina av sínum sermerktu
framførslum leygarkvøldið.
Mynd: Álvur Haraldsen
Hallur Joensen hevur útgávukonsert til Straight Parade. Mynd: Høgni Thomsen