fríggjadagur 2. mai 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 83 - 2. mai 2008
Bókin Faroe Islands
Today kemur
seinni í ár út í skúla
bókaútgávu saman
við bókum um
Grønland, Ísland og
Hetland, sum verða
latnar øllum skúlum í
umrøddu londunum
Bøkur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Flestu føroyingar munnu
kennast við bókina Faroe
Islands Today, har ein ljós
hærd kvinna í føroyskum
klæðum prýðir kápumynd
ina. Bókin er liður í eini
útgávurøð, ið eisini umfatar
bøkur um Grønland, Ísland
og Hetland. Higartil eru
bøkurnar komnar út hvør
sær, men í august mánað er
ætlanin at geva tær út sum
samlað bókasett. Samstund
is koma bøkurnar út í eini
skúlabókaútgávu, sum verð
ur latin øllum skúlum í
umrøddu londunum.
Bøkur fyri friði
Tað er íslendingurin, Hall
dór Pálsson, sum gevur bøk
urnar út á forlagnum Prent
leikni ehf. Hann greiðir frá,
at upprunaliga hevði hann
sett sær sum mál, at geva ein
slíka bók út um hvørt land í
øllum heiminum. Tann upp
gávan gjørdist tó truplari,
enn hann hevði ímyndað
sær, so í staðin setti hann
sær fyri, at fáa bøkurnar um
Vestnorðurlendsku londini
út til so nógv fólk, sum yvir
høvur gjørligt. Tí hevur
hann í fyrstu atløgu lagt seg
eftir, at prísurin á bókunum
er munandi lægri, enn van
ligt er fyri bøkur av slíkum
slag.
Næsta stig verður, at geva
bøkurnar út sum skúlabøkur.
Hetta fellur væl í tráð við
avgerðina hjá Vestnorður
landaráðnum um at skipa
frálæru í folkaskúlunum
um hesi londini við støði í
felags frálærutilfari. Ráðið
hevur í hesum viðfangi víst
stóran áhuga fyri bókunum
hjá Halldór Pálsson, sum
sjálvur eisini sær aðrar og
størri møguleikar í einum
slíkum frálæruátaki.
Eg eri rættliga sannførd
ur um, at flestu stríð í heim
inum botna í vantandi vitan
um hvønn annan. Jú fyrr
børn læra um mentanina í
øðrum londum, tess størri
er eisini møguleikin fyri, at
tey sum vaksin sýna virðing
og forstáðilisi mótvegis hes
um londum, sigur Halldór
Pálsson, sum eisini hevur
givið bókarøðini undirheitið
”Bindiliðið í friðarliga sam
bandinum millum lond”.
Í løtuni sita tvey fólk á
lærda háskúlanum í Reykja
vík og skriva læraravegleið
ingar til bøkurnar, sum
eisini verða týddar til vest
norðurlendsku málini.
Javnan dagførdar
Eins og hinar bøkurnar í
røðini, er Faroe Island
Today skipað sum greinar,
ið lýsa ymsar samfelagstætt
ir. Greinarnar eru skrivaðar
av
serfrøðingum
innan
hvørt øki, og er hetta uttan
iva ein av orsøkunum til, at
bøkurnar
eru
so
væl
umtóktar, heldur Halldór
Pálsson, tí tað gevur útgáv
unum stórt trúvirði.
Eisini verða bøkurnar
dagførdar
við
jøvnum
millumbilum. Eitt nú kom
fyrsta útgávan av bókini um
Føroyar út í 2006, og verður
hon longu nú endurprentað
í dagførdari útgávu.
Higartil er bókin seld í
20.000 eintøkum og verður
hon nú endurprentað 12.500
eintøkum.
Kend bók um Føroyar sum skúlabók
Íslendski forleggjarin,
Halldór Pállson, gevur
í august mánað út eitt
samlað bókasett, sum
umfatar bøkur um Føroyar,
Ísland og Grønland
Mynd: Jens K. Vang
Bókin ”Faroe Islands Today” verður nú endurprentað í nýggjari
dagførdari útgávu
Baugur selt MK One
Sum væntað valdi leiðslan í íslendska felagnum Baugur
Group at selja onkra av sínum ognum, og valið fall á
bretsku handilsketuna MK One. Tað er ikki greitt, hvat
Baugur fekk fyri handilsketuna, men prísurin var helst
nakað niðan fyri tey 55 milliónir pundini, sum Baugur
keypti MK One fyri í 2005, skriva íslendsk bløð. Bretskla
blaðið Daily Telegraph skrivaði í gjár, at MK One hevur
verið í stórum trupulleikum og hótt av gjaldssteðgi.
Tyrlan er framtíðin
Ferðslan á teimum donsku vegunum er vorðin so stór og
fer at veksa uppaftur meiri í komandi árum , og tað fær
nú menn at skjóta upp at brúka tyrlur til at flyta fólk aftur
og fram við. Tað eru longu tey, sum hava valt at brúka
tyrlu, og í dag eru 105 tyrlur skrásettar. Thorbjørn Ancker
hjá Statens Luftfartsvæsen sigur við Ritzau, at kunnu
tyrlurnar gerast bíligari og friðarligari, kunnu tær blíva
eitt alternativ til verandi ferðslu.
Í Danmark kann tyrlan gerast alternativ til
bilferðsluna
Mynd: Polfoto)