Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mai 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 83 • 2. mai 2008 Vikuskifti 9 Eiler Rasmussen er millum dómararnar, sum leiða dystir í bestu mans­ deildini í fótbólti. Á hesari myndini, sum liggur á heimasíðuni hjá NSÍ, stríðast spælari hjá Víkingi og NSÍ um bóltin. Og onkur, sum hevur lagt myndina á heimasíðuna nym.fo, heldur, at dómarin sær rættiliga spentur út. Tað kunnu vit bara taka undir við – hann hevur næsta hug at skalla bóltin sjálvur skemt Í rangastrúpan Er okkurt komið í rangastrúpan, er hetta komið heilt skeivt í hálsin. Og soleiðis er eisini við teimum útsagnunum, sum vit hava prentað niðanfyri. Eisini hóast hesar útsagnir eru á prenti. Samstundis sum vit prenta hesar, vilja vit við hesum senda eina áheitan til lesarar okkara um at siga frá, um líknandi skeivleikar ella bara løgnar útsagnir eru at síggja í prentaðu miðlunum. Fráboðanir um hetta kunnu sendast okkum við bæði bræv- og telduposti. Løgmaður kirurgur? Løgmaður má skera ígjøgnum á sjúkrahúsøkinum ÚF Nógvir bátar ella ferðafólk? Størri áhugi at sigla til Skotlands Vikublaðið Og vit sum hildu, at hon var grundarlagið Oljan er ein hóttan móti vælferðini Olivant Neyðsemjan er ikki ein semja Samgongan: Ongar semjur ­ bert neyðsemjur Olivant Rógvi mannar eitt heilt lið Rógvi og Hødd spældu javnt Dimma Bara teir ikki fáa ilt í nakkan OM­vinir líta aftureftir og frameftir Sosialurin So hart spæla teir heldur ikki »Víkingar fríkendir fyri morð« Dimma.fo Eitt av okkara blaðfólkum kom fram á hendan lyktapelan í Eysturoynni herfyri. Eitt er, at akfør, sum koyra á vegnum skulu hava nummarplátu, men vit hava ikki ofta upplivað lyktapelar við nummarplátu. Spurningurin er so, um hesin lyktaplein skuldi fingið parkeringsbót fyri at standa á gonguteignum. Lyktapeli við nummarplátu Tunguna mitt í munninum Spentur dómari Djór kunnu loyva sær so nógv meira, enn vit menniskju kunnu. Tað verður ikki hildið verða hóskandi, at fólk hava tunguna hangandi úr munninum – skuldi líka verið onkur ovbyrjað løta – men tað kunnu djórini saktanst – og tað sæst eisini á hesum myndunum, sum eru av heimasíðni place­for­laugh.com Barrack Obama, sum ætlar sær at gerast næsti forsetin í USA, ferðast nógv í hesum søgum. Her er hann á veg úr flogfari, men tykist ikki rættiliga vita, hvar hann er staddur. Kundi verið í Vágum? Ja, tað er ivaleyst einasti møguleiki at fáa hann til Føroya – at hann flýgur skeivt Hvar eri eg?