Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mai 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 83 - 2. mai 2008 Land Rover 60 Tann 30. apríl vóru liðin 60 ár, síðani tann fyrsti bilurin av slagnum Land Rover bleiv vístur fram á einari bilastevnu í Amsterdam. Í dag eru Land Rover-bilarnir kendir fyri sítt haldbæri, og her kann nevnast, at teir hava framvegis einstakar lutir, sum eru teir somu sum í tí fyrsta. Í dag eru fimm ymsar útgávur á marknaðinum. Land Rover er framvegis væl umtóktur. Í fjør vórðu 226.000 nýggir bilar seldir, og tað er tað mesta nakrantíð. Land Rover er góður kavabilur (Mynd: Vísir) Spyrja um CIA-flogfør Kjakið um fangaflogførini hjá amerikonsku fregnartænastuni CIA hevur ikki lagt seg í Grønlandi, og nú vilja fleiri politikarar hava fulla greiði á, hvørjar avtalur eru gjørdar um flutning í grønlendskum loftrúmi. Tað skal Aleqa Hammond, landsstýriskvinna, siga uttanríkis- og trygdarpolitisku nevndini hjá Landstinginum, sum hevur boðsent henni til samráð. Politikararnir vilja hava at vita, um danir hava kunnað landsstýrið um sínar avtalur við USA. Í morgin verður leikurin Othello eftir Shakespeare frumframsýndur í Sjón­ leikarhúsinum í Havn. Tað er spildurnýggi, sjálvstøðugi leikbólkurin »Huðrar«, ið stendur aftanfyri verkætlanina við Hans Tórgarð í leikstjóra­ sessinum. Men er tað ikki rættiliga ambitiøst at fara sum spildurnýggjur, óroyndur leikbólkur at seta ein slíkan stóran og klassiskan leik upp? Jú, sjálvandi er tað tað, heldur eygleiðarin hjá Sosialinum framførsla Sunneva H. Eysturstein sunneva@sosialurin.fo Myndir: Astrid Mohr Tað er ikki hvønn dag, at ein leikur eftir Shakespeare verður settur upp her á klettunum. Og so slett ikki av so óroyndum leikarum, sum teimum handan leikbólkin »Huðrar«. Hetta er ein sjálvstøðugur bólkur av ungum áhugasjónleikarum, ið hava sligið seg saman at seta nøkur spennandi ting í verk, púra óheft av øðrum bólkum og feløgum. Ein slík verkætlan er altíð áhugaverd, og eg havi tí sett meg í samband við leikararnar og spurt, um eg kann sleppa at forvitnast um hetta vegna Sosialin. Júmen gamaní! Eg skal bara koma framvið, tá tað passar mær. Og tað geri eg. Virðingin Eg komi inn aftanfyri pallin. Inn í eitt rokaligt høli. Havi annars bara verið í Sjónleikarhúsinum, tá tað hevur verið stásað og snollað til tiltøk av ymsum slag. Eg gangi beint inn í eitt intenst huglag í totalum friði. Øll eygu vendast og hyggja spyrjandi at mær. - Á, hatta er Sosialurin, letur í Hans Tórgarð, sum eg spakuliga gangi eftir gólvinum íigjøgnum dramatiska huglagið, ið fyllir rúmið. Eyguni fylgja mær. Enn í totalum friði. Eg kenni innaní mær, hvussu virðingin fyri umhvørvinum vaksur og byrjar at skína út ígjøgnum eyguni á mær. Og eg royni, alt eg kann, at vera rólig, ikki vera ov fjollut og fyri alt í verðini at ansa eftir, at eg ikki snávi á onkrum luti, ið liggur á gólvinum, so eg geri meg fyri skommum. Eg klári at skinkla meg niður ígjøgnum illa farnu trappurnar, frá pallinum og niður á gólvið. Í friðinum blívur ýlið frá trappunum øgiliga gjøgnumtreingjandi, og eg royni at sannføra meg sjálva um, at tað er also ikki eg, sum geri, at tað larmar so. Tað eru bara trappurnar, sum eru gamlar. Tær ljóða heilt sikkurt altíð so. Tað er heilt vanligt, at tær larma. Tað er ikki mín skyld. Ungt og listarligt - Hans, sigur djúpa og eyðkenda røddin hjá Harra Tórgarð, tá eg rætti mína hond fram og presenteri meg sjálva. Eitt fast og kontant handalag, sum sigur mær, at maðurin aftanfyri er sjálvsikkur og beinrakin. Eg hyggi runt. Leikararnir eru hvør sítt stað í hølinum. Tey eru í hvør sínum heimi og skiftast at tosa saman, at flenna og venja. Við ein vegg situr ein við knøunum upp undir seg og einari hond fyri eyguni. Ein annar gongur runt á gólvinum og syngur, meðan hann snúrar ein stav í allar ættir; minnir meg um eina krúnurakaða útgávu av Frank Sinatra. Tvær smílandi gentur dansa og flenna, fnisa um okkurt, sum ikki kemur mær við. Hans er farin upp á pallin at smíða eina træplátu, og stutt eftir liggur ein triðja genta á hesi somu træplátu; í støðum heilt lívleys, meðan hon letur seg glíða oman eftir henni. Hon spælir deyð. Hetta er so deiliga bohemiskt. Deiliga ungt og listarligt. Ókommersielt. Serliga í mun til teir leikir, ið hava verið frammi seinastu árini í poleraðum Hoydalar hami. Ikki tí, at tað ikki eisini er gott. Hetta er bara nakað heilt annað, sum eg ikki havi sæð leingi her í landinum, og sum er ógvuliga nøktandi at uppliva. Vakti beinanvegin áhuga - Ja, eg bleiv knapliga uppringdur ein dagin, byrjar Hans við at siga, tá vit hava sett okkum niður við hvør sínum glasi frammanfyri okkum. - Í hinum endanum av rørinum fekk eg fortalt av einari ungari kvinnurødd, at tey eru nøkur, ið vilja seta Othello eftir Shakespeare upp. Eg hugsaði beinanvegin, at tey máttu vera skítsvøk. Eitt er at kasta seg út har, ið tað er djúpast, men nakað heilt annað er at leypa útí har, ið tú ert sikkur í, at tú fert at drukna, sigur Hans stórsmílandi. - Men tað vakti beinanvegin mín áhuga, so eg avgjørdi at hittast við teimum. Tey virkaðu at taka tað í álvara, og tá sigur mann ikki nei. Leikurin er styttur øgiliga nógv, ert tú svakur; at spælt hann í fullari longd hevði tikið einar fýra tímar, og tað krevur eina sovorðna helvitis erfaring bara at koma nær námind av tí. Men tey høvdu altso fingið Jónu Thomsen at vera við sum koreograf, og vit hava fingið inkorporerað koreografiina hjá Jónu soleiðis, at hon virkar sum eitt forteljandi element - onkrastaðni hava vit koyrt allan tekst burturúr scenunum, og lata rørslurnar og tónleikin fortelja ístaðin. Hetta er ikki nakar musikal, men totalteatur við dansi og tónleiki og einum fimm mans orkesturi. Altíð aktuelt Hans virkar glaður og spentur. Tað er øgiliga sjónligt, at hetta er ein verkætlan, ið hann veruliga tímir at arbeiða við. Áhugin osar av honum, sum hann greiðir frá og veipar við ørmunum, meðan tað skvatlar í glasinum. - Othello er altíð ein aktuellur leikur. Hann handlar um øvund, mótsetningar, at úthalda kaos í samfelagnum, at skapa rammur, har ein kann yvirliva. Um kosmisk ting, sum foreina okkum menniskju. Tað snýr seg eisini um meira persónlig forhold; um Djarvir ungir sjónleikarar Leikararnir eru: Sóley Danielsen, Búi Rouch, Durita Dahl Andreassen, Dávur Djurhuus, Tjóðhild Patursson, Jákup Wardum og Edvard Skúvadal