Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mai 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 83 - 2. mai 2008 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Einar meiri tolsamar Føroyar Fyrsti mai er sum kunnugt altjóða verkamanna- dagur, og dagurin var í gjár hildin um stóran part av heiminum. Dagurin verður nýttur til at seta fram krøv um løn, javnstøðu, um fólkaræðiligar ábøtur og ikki minst at minna á mannarættindi og samhaldsfesti. Tað er tí sera viðkomandi, at ein av røðarunum á fyrsta mai fundinum í høvuðstaðnum nýtti høvið at tala um tolsemi og samhaldsfesti. Hesi evni eru aktuel orsakað av altjóðagerðini, ið hevur elvt til stóra fólkaflyting til Europa. Tjóðríkið, ella nationalstaturin, er í stórari broyting, serstakliga í Europa, ið fyri stóran part er vorðið ein arbeiðsmarknaður. Europa dregur sum ein magnetur fólk úr øllum heiminum til sín, og vandin fyri at fólk verða býtt upp í vit og hini, er stórur. Óttin fyri tí, sum er fremmant og øðrvísi, eyðkennir í stóran mun politikk og samfelagsorðaskifti, ikki minst í størsta landinum í ríkisfelagsksapinum. Hóast Føroyar etniskt eru einsháttaðar, so kemur hetta rákið til okkara antin orsakað av einum sterkari tilknýti til ES ella einum stórum tørvi á arbeiðsmegi. Samskiparin hjá Amnesty International hevur tí púra rætt, tá hon ávarar ímóti vandanum við at seta fólk í bás. Hon vísti á, at tað verður so lætt at skapa fíggindamyndir. Hon sipaði ivaleyst til vandan við at skera eitt nú allar muslimar yvir ein kamb orsakað av tí yvirgangi, sum viðgongdir muslimar hava framt. Víðari minti røðarin á, at samhaldsfesti er ikki bert nakað, ið vit gera fyri fólk í øðrum londum. Tað merkir eisini, at vit skapa eitt samfelag, sum er merkt av tolsemi og har rúmd er fyri øllum, eisini teimum, sum kanska ikki rættiliga passa inn í tær annars rættiliga homogenu Føroyar. Vit eru jú gávumild við hjálp til fólk í so væl grannalondum sum í menningarlondum tá á stendur, men at tað kanska ikki er so lætt at vísa tollyndi og samhaldsfesti, tá fólk av øðrum etniskum uppruna og trúgv koma til land okkara ella mótvegis øðrvísi landsmonnum. Tað er her okkara kristni mannatokki skal standa sína roynd. Vit kunnu ikki avbyrgja okkum frá alheiminum, og vit eiga ikki at avbyrgja okkum frá alheiminum, men taka hesa avbjóðing í álvara. Hetta setir stór krøv til heim, dagstovnar, skúla og politisku skipanina. Bera vit okkum rætt at sum kristin og siðmentað tjóð, so fara vit at megna hetta. Vit mugu ikki enda við at gera somu mistøk sum eitt nú donsku stjórnarflokkarnir, men heldur líta at teimum londum, sum hava megnað at taka ímóti innflytarum uttan, at hetta hevur elvt til fremmandahatur og samfelagsspenningar. Tað er gott, at vit verða mint á hesi viðurskifti ein dag sum hin fyrsta mai, og tað er ikki fyrstu ferð og vónandi heldur ikki síðstu ferð, A.I. átekur sær lutin sum okkara samvitska. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Niels Petersen niels@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00­13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Navni mín Kári Davidsen hevur skrivað fleiri lesara­ brøv um orðabøkur, eisini um Orðabókagrunnin og meg sum formann. Álop hansara minna meg á orðini hjá Dennis Healey, tá ið hann helt ávísar ábreiðslurnar vera “like being savaged by at dead sheep”. Stutta av tí langa er, at Kári Davidsen hevur skriv­ að týsk­føroyska orðabók – ikki sum idealistur, men sum kapitalistur. Davidsen er sum so flestu onnur óður eftir verðini og vil hava nógvar pengar fyri sítt stríð. Maðurin hevur sera sterka rættvísiskenslu og vil hava “tað sama sum hinir”. Tíverri er ongin eftir­ spurningur eftir hansara útboði, týsk­føroyskari orðabók, í øllum førum kann ongin lønandi útgáva hugsast av bók hansara. Mentamálaráðið ræður á hvørjum ári yvir umleið eini millión, ið verður brúkt til orðabókagerð. Viðhvørt er stuðul latin beinleiðis – menn sum Jonhard Mikkelsen og Annfinnur í Skála hava fingið slíkan stuðul. Við­ hvørt er stuðul latin um­ vegis hin privata Orðabóka­ grunnin. Grunnin stovnaði Christian Matras á sinni, og fæst hann við at geva út orðabøkur og nýta sølu­ inntøkuna til fleiri orðabøkur. Mín lutur er at umboða Fróðskaparfelag Føroya í nevndini – og sum for­ maður at ansa eftir, at viðtøkur og mannagongdir verða hildnar og at umboða grunnin úteftir. Millum umboðan mína hevur verið at gjørt avtalu við Mentamálaráðið um at geva út føroysk­týska orðabók eftir Ulf Timmer­ mann. Hendan er liðug, men bíðar eftir ávísum rættingum. Mentamála­ ráðið heitti á grunnin um eisini at geva út týsk­ føroyska orðabók. Grunn­ urin játtaði, treytað av stuðli frá ráðnum, umframt at vit vildu hava sáttmála við vanligum treytum orðaðan. Vandamálið er, at Kári Davidsen umframt føstu løn sína sum rættiliga væl løntur studentaskúlalærari vil hava fleiri árslønir fyri orðabókasmíð. Grunnurin hevur ikki ráð til hetta rættiliga stóra pengakravið, men hevur boðið Kára Davidsen umleið eina millión krónur fyri antin alt handritið teldutøkt ella fyri part av handritinum til prentútgávu. Tó at vit ikki sleppa at síggja verkið í fullum líki, hevur Orðabókagrunnurin ta fatan, at handritið er alt ov stórt til prentútgávu ætlað skúlabrúki; helst eru alt ov nógv leitorð við, teirra millum samansett navnorð ella serlig fakorð, ið ikki leggja nakað stórvegis afturat verkinum. Men Davidsen er ikki nøgdur við tilboð okkara, serliga ikki út frá síni fatan av, hvussu tingini áttu at verið; hann hevur lýst hetta við at endurgeva nakrar hugleiðingar hjá ávísum barnaskúlalærara og við annars sera ósannførandi at siga øll onnur hava mis­ fatað tað stórverk, ið ongin sleppur at sígga. Davidsen er eisini sera ræddur fyri, at handritið skal verða stolið frá honum, tí gjørd­ ust samráðingar um manna­ gongdir sera drúgvar. Óttin er tó ógrundaður; Davidsen er vardur av upphavsrætti, ongin ætlar at stjala frá honum, og ongin vinningur hevði verið í at gjørt tað. Orðabókagrunnurin hevur annars heimasíðu www.obg.fo, har stóra føroyska orðabókin (móðirmálsorðabókin) liggur ókeypis. Grunnurin vónar at vera við at endurskoða hesa megin­ orðabók okkara, umframt at grunnurin ætlar at skipa dagførdar orðabøkur í telduportal. Grunnurin ætlar næst at geva út føroysk­týska orðabók og dansk­føroyska orðabók, tá ið hesar eru liðugt tillagað­ ar. Harumframt vil grunn­ urin fara undir at skriva spansk­føroyska, fransk­ føroyska og aðrar orða­ bøkur til skúlabrúks. Hesar skulu eyðvitað skipast væl, so høvundar verða væl viðfarnir og løntir so hvørt og ikki skulu skriva fyri seg sjálvan uttan lesarar og uttan løn. Kári Davidsen er altíð væl komin at skriva undir sáttmála sín, síggja bók sína útgivna – og fáa viðurlag sítt. Deyðseyða­ skriving hansara skal ikki skaða hann. Orðabókabrask formaður í Orðabókagrunninum KÁRI Á RógvI Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Lesið - so eru tit við