fríggjadagur 2. mai 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 83 • 2. mai 2008
Vikuskifti
12
Mentanarstríðið
Í fyrsta parti av hesi greinarøð
varð greitt frá tí embætis
mannavaldi, sum ráddi í Føroyum
undir fyrra heimsbardaga, eitt
vald, hvørs høvuðsmerkir vóru
tann illa dámda grein sjey og
amtmansins og próstsins støða
á tingi sum ikkivaldir limir við
atkvøðurætti. Í hesum fjórða og
seinasta parti skal verða greitt
frá, hvussu hetta vald fall.
Aftan fyri stríðið um grein
sjey leikaði eitt stríð av meiri
grundleggjandi slag, hvørs
høvuðsspurningur var hesin: hvat
mál skuldi vera mentanarmál
føringa í framtíðini, móðurmálið
ella danskt? Í sambandinum ráddi
(tá nøkur fá eru undantikin) tann
hugsan, at móðurmálið var eitt
heimamál, ið hevði sama virði og
somu tign sum eitt nú jútskt ella
fynskt í Danmark, men at danskt
var høvuðs og kulturmálið.
Í sjálvstýrinum vóru fólk
samsint og ivaleys í, at móður
málið var mentanarmálið,
framtíðarinnar mál, og øll orka
og allur tokki hjá hesum fólkum
vóru bundin at stríðnum til at
búgva føroyskt til henda framtíðar
leiklut.
Tann ranga myndin
Hetta mentanarstríð bleiv hesi
árini ført á øllum hugsandi
hermótum, á gøtuni, á tingi,
í bløðunum, á fólkafundum, í
sjónleiki og skaldskapi. Sjónskast
vóru bløðini, har blaðstjórin á
Dimmalætting Oluf Skaalum
og Kristin í Geil, blaðstjóri á
Tingakrossi, seint og tíðliga
høgdu eftir hvørjum øðrum.
Lesarin eigur at gera sær greitt,
at fólk í sjálvstýrinum frá byrjan
gjørdu tað púra greitt, at tað at
tey hugsaðu sær føroyskt sum
høvuðsmálið á ongan hátt merkti,
at tey vóru ímóti donskum.
Danskt skuldi vera tað fremsta
fremmandamálið í føroyska
skúlanum, og ruddilig undirvísing
í donskum máli og bókmentum
skuldi vera ein fastur táttur í
skúlanum.
Men so lætt slapp sjálvstýrið
ikki. So leingi sambandið hevði
meiriluta á tingi og átti tey
føroysku umboðini í ríkisdegnum,
hevði sambandið møguleika at
geva tí danska almenninginum
sína mynd av sjálvstýrisins
politikki. Og henda mynd var,
sakliga sæð, eintáttað og
bronglað. Ár eftir ár bleiv júkað,
at sjálvstýrið vildi reka danskt
mál úr Føroyum.
Edward Mortensen
mýkir danir
Umboð fyri sjálvstýrið høvdu
lítlan møguleika at verja seg
ímóti hesum rangsnúgvingum, og
komu av tí sama í dýrastu neyð.
Royndi onkur úr sambandinum
at málbera seg varliga ella
nýanserað, so vóru alt varsemi
og allar nýansur burtur, tá ið
teirra metingar, sum vanligt
var um hetta mundið, vórðu
tiknar uppaftur av donskum
blaðmonnum ella politikarum.
Sjálvstýrismenn komu á henda
hátt í tí danska almenninginum
at standa sum fíggindar hjá
donskum máli og danskari
mentan, hóast veruleikin var
tann, at teir ikki bara roknaðu
danska andsmentan sum part
av sínum førningi, men at teir í
stóran mun vóru sprotnir úr einum
donskum andaligum baksýni.
Tá ið Edward Mortensen í mai
1915 varð valdur inn í ríkisdagin,
broyttist henda myndin. Nú
hevði ein maður, sum í sínum
hjarta var sjálvstýrismaður,
og sum kendi viðurskiftini og
høvuðspersónarnar út í æsir, høvi
til, sitandi á fyrstu parkett, at
greiða frá sjónarmiðunum hjá sær
og lagsbrøðrum sínum. At Edward
var ungur, vælvandur og gløggur,
var honum sjálvsagt bara ein
fyrimunur.
Tá ið menn sum H.P. Hansen
komu við tí gamla sjabbinum
um hatur til danskt, vísti
Edward honum aftur sakliga
og samstundis so dyggiliga,
at har var ikki meira at siga.
Edward Mortensen megnaði
veruliga at gera mongum
donskum politikarum greitt, at
sjálvstýrisfólk ikki vildu donskum
til lívs, at hetta bara vóru fólk,
sum vóru góð við sítt land, sítt
mál og sína mentan, og sum
høvdu eina góða og rættvísa sak
at berjast fyri.
Sum longu nevnt var Edward
í hugsan ein modernaður sosial
liberalur politikari, og tá ið hann
styðjaði Teir Radikalu, gjørdi
hann tað ivaleyst heilhugaður.
Hann var endaður sum ein stuðul
hjá tí radikalu stjórnini í eini
vandafullari tíð, og hann fekk sín
stuðul afturløntan.
Eitt søguligt fjarrit
Ein heilt nýggj og øðrvísi støða
hevði tikið seg. Fólk í tí radikalu
Zahlestjórnini førdu nú fram,
ávirkað av sjarmuátakinum hjá
Edwardi Mortensen, at ein ikki
átti at óttast sjálvstýrishugaðar
føringar, tvørturímóti, ein átti at
virða hesi fólk, sum høvdu tokka
til sítt mál og sína mentan.
Og soleiðis gekk tað til, at
tað almenna Danmark kom at
standa undir liðini á sjálvstýrinum
– ímóti Rytter og sambandinum.
Henda nýggja og heilt øvugta
støða kom at vera serliga sjónsk
undan fólkatingsvalinum tann
22. apríl 1918. C.Th. Zahle læt
tann 15. mars hetta árið fjarrita
til Rytter, at hann í sínum bløðum
m.a. hevði úttalað:
Jeg ønsker Hr. Mortensen
genvalgt, først fordi han er en
dygtig Repræsentant for færøske
Interesser, og saa fordi han er en
paalidelig Støtte for Ministeriets
Politik. Jeg ønsker naturligvis
et Medlem til Landstinget, paa
hvem dette kan anvendes. Det er
galt at fortolke den Kærlighed,
som Færingerne har til deres
Hjemstavn og Sprog, som et
Tegn paa Danskfjendtlighed.
Vedligeholdelsen af det gode
Forhold mellem Færøernes
danske Borgere og os
hernede beror meget paa vor
Beredvillighed til at forstaa
Færingernes Krav paa Frihed ...
Rytter ger bart
Zahle var ikki bara danskur
forsætisráðharri, men samstundis
eisini løgmálaráðharri við
serligari ábyrgd fyri føroyskum
viðurskiftum. Svenning Rytter
var sum amtmaður í Føroyum
beinleiðis undir Zahle. Ivaleyst
hevur hann følt seg sum ein
embætismann, sum stóð á
varðhaldi fyri donskum áhuga
málum í einum fjarum og lutvís
fíggindaliga sinnaðum oyggja
landi.
Og nú fekk hann sendandi eitt
fjarrit, har tað stóð svart upp
á hvítt, at hansara egni harri
og húsbóndi var farin í part
við fíggindanum og enntá vildi
hava hansara mótstøðumenn,
Edw. Mortensen og Jóannes
Patursson, valdar inn í ávikavist
fólkatingið og landstingið.
Svenning Rytter gjørdi í hesi
støðu ikki mætari enn at siga
upp. Hann bað tann 17. mars um
at verða loystur úr starvi og, um
tað var gjørligt, fluttur í annað
embæti. Men ikki nóg mikið við
tí. Sorinskrivarin Thygesen og
fútin Vest løgdu samstundis síni
embætir niður og bóðu um at
verða fluttir.
Hetta seinasta tykist, um ein í
dag skal meta um tað, ógvuliga
løgið. Rytter var embætismaður
og politikari við atkvøðurætti á
tingi, so hansara ónøgd við Zahle
og hansara uppsøgn høvdu yvir
sær eitt slag av skilvísi. Men
Thygesen og Vest vóru óheftir og
uttanveltaðir embætismenn og
áttu als ikki at havt latið við seg
koma. Høvdu teir kanska í roynd
og veru ongantíð verið óheftir?
Várvindar
Tá ið tíðindini um uppsagnirnar
spurdust, var sigursrómur
millum sjálvstýrisfólk. Við
einum kasti sluppu tey av við
tríggjar máttmiklar danskar
embætismenn. Tað mundi vera
mongum greitt, at víst fóru
dugnaligir embætismenn aftur
at koma til Føroya, men neyvan
fólk av tí ráðaríka Rytterslagnum.
Og sama summar frættist, at
blaðstjórin á Dimmalætting, Oluf
Skaalum, fór at leggja sítt starv
niður og flyta til Danmarkar.
Um uppsagnirnar hjá Rytter,
Thygesen og Vest skrivaði Kristin
í Geil í Tingakrossi:
• Adressumálið – fjórði partur
Nýtt paradigma
Hanus Kamban
Greinarøð
C.Th. Zahle var danskur forsætisráðharri frá 1913 til 1920.
Í hansara tíð var gott áralag millum ta donsku stjórnina og
føroysk sjálvstýrisfólk
Á fólkatingsvalinum tann 22. apríl 1918 vann Andrass
Samuelsen á Edwardi Mortensen