fríggjadagur 2. mai 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 83 - 2. mai 2008
13
viðmerkingar
Lat meg fyrst takka tær,
góði Sofus fyri at tú tímdi
at koma við eini viðmerk
ing til tey fáu orðini eg
segði í Útvarpinum
flagdagsmorgum.
Tá eg las tína viðmerk
ing, fekk tað meg at hugsa,
at eg kanska ikki hevði
verið nóg greiður í við
merking míni, og at tað var
tí, tú ikki hevði fatað tað,
ið eg legði dent á – ella
ætlaði at leggja dent á í
útvarpsinnslagnum. Men at
fara so langt viðsíðina av,
átti tú ikki, um tú hevði
lurtað væl eftir – ella viljin
var til staðar.
Well – at verða upp
ringdur kl. 08:30, og
standa har við berari reyv,
beint komin undan brúsuni,
eru ikki tær bestu umstøð
urnar til eitt beinleiðis
útvarpsinnlegg.
Men tá ið eg í dag 1. mai
lesi viðmerkingina hjá
skilamanninum Sonna
Jacobsen á Vágaportali
num, so havi eg helst ikki
verið heilt av leið kortini.
Eg skal beinanvegin
siga, at eg eri púra samdir
við tær í, at sjálvandi átti
ungdómurin í Vágum og
aðrastaðni í Føroyum havt
møguleikan at íðka tann
ítróttin sum umfatar moto
cross og speedway, og skal
eg verða tann fyrsti at
stuðla eini slíkari ætlan.
At tey ungu fingu eina
motocross ella speedway
breyt, kundi – sum tú sigur
– fingið tey at avgergarað,
sloppið av við furstratiónir
og aggressiónur undir skip
aðum og tryggum umstøð
um – har eg eri eisini har
púra samdir við teg. Eisini
vildi hetta gjørt, at hesi
ungu blivu betri og trygg
ari ferðandi á vegunum.
Men sum tú væl veitst
Sofus – so kostar alt hetta
pening, men eg loyvi mær
at halda, at ein slík ætlan
hevði kostað so nógv
minni enn t. d. ein fótbólts
vøllur, at sett í verk.
Kanska onkur kommuna
vaknar aftan á hesi innsløg
ini/viðmerkingar hjá
okkum báðum.
Men Sofus – hvussu
leingi hava vit ikki bíðað
eftir eini koyri og hálku
breyt – 40 ár?
Málið verður tikið úr
skuffuni undan hvørjum
løgtingsvali, men tá ið
valið er farið afturum, so
verður málið aftur lagt
niður í skuffuna.
Eg haldi, at vit báðir
kunnu verða samdir um, at
hevði ein slík koyri og
hálkubreyt verið gjørd, so
hvødu vit sloppið undan
nógvum av teimum
óhappum – smærri og
álvarsligum – sum vit hava
havt á okkara vegum
gjøgnum tíðina. Ja – helst
hevði eisini okkurt manna
lív verið spart.
Eg kann nevna, at vit í
Vágum hava tríggjar fót
bóltsvøllir, tríggjar fim
leikahøllir, eina ítróttarhøll,
og ætlanir eru um at
byggja eitt stórt íttróttarøki
í Sandavági við m. ø. fót
bóltsvølli og tað sama er
ætlanin í Sørvági umframt
ítróttarhøll eisini – alt hetta
til ítrótt har bóltur er við í
spælinum.
At bygt eina motocross
ella speedway breyt í Vág
um hevði verið eitt baga
tell, tí sum tú sigur, so eru
nógv lendi í Vágum sera
væl egnað til júst hetta –
og kann hetta lætt gerast
uttan tann heilt stóra
kostnað.
Og sum tú eisini sigur,
so kanska hetta hevði skapt
ein nýggjan Ole Olsen,
Hans Nielsen ella Gunder
sen – hvør veit.
Nú fór eg kanska eitt
sindur av sporinum, so lat
meg venda aftur til prut
koyringina í Vágum.
Lat meg beinanvegin
siga, at henda skilaleysa
prutkoyringin og hesi
óforsvarligu foreldrini als
ikki er nakað eindømi í
Vágum – nei soleiðis er
tíverri óskilið um alt
landið!
Nú leggur tú tað soleiðis
út, at løgreglan í Vágum
kriminaliserar ein stóran
part av Vágoynni – maka
til møsn skal ein leita
leingi eftir Sofus.
Eitt ”vanligt” brot á
ferðslulógina er ikki nøkur
”kriminell” gerð.
Men – fylgjurnar av, at
foreldrini lata teirra børn
koyra á pruttli – lógligum
ella ikki – tað kann, um
illa vil til, koma undir
revsilógina, og annars at
koma at fáa ræðuligar
fylgjur fyri barn teirra.
Koyrir eitt barn og ger
skaða á persón ella lutir
hjá øðrum, so kann eitt
endurgjald í milliónaupp
hædd gerast verunleiki,
sum barnið kemur at hanga
upp á ein stóran part av lívi
sínum. Hetta líkamikið um
barnið er undir 15 ár, tá ið
skaðin hendur!
Eitt pruttl, sum onga
nummarplátu hevur, er ikki
tryggjað!
Koyrir eitt barn yvir 15
ár eitt fólk í hel á prutli, so
kann ákærðan koma at
ljóða upp á óviljað mann
dráp. Hevur tú Sofus ella
heldur tú, at foreldrini
hugsa um hetta, tá ið tey
lata barnið keypa eitt pruttl
fyri konfirmatiónspengar
nar – ella sjálvi keypa
barninum eitt pruttl?
Eg havi hoyrt umbering
ar so sum „barnið eigur
sjálvt konfirmatiónspeng
arnar“ – ella „eg klári ikki
at stýra hesum (nokta
barninum at keypa prutl)”
ella ”øll hini sleppa, so
má mítt barn eisini sleppa“
Maka til tápuliga um
bering skal ein leita leingi
eftir – er hetta ikki bara ein
umbering fyri at „fáa
frið“?
Hava hesi foreldur
hugsað um, at tað næsta
prutlið, tey kanska noyðast
at keypa til barnið, kanska
má verða eitt trýhjóla
prutl, ella ein eldrivin
koyristólur, sum barnið við
einum træpinni í munni
num, sum einasta møgu
leika, hevur at stýra hesum
koyritóli við?
Tú skrivar, at nú sita
ungdómar við stórari skuld
– at tað prutlar undir
lokinum, dreingirnir kóka
av illsini og hugsa um, at
hevna seg inn á Regin
Jespersen.
Tú veit ikki, hvat tú tosar
um Sofus – einki er
undómurin í Vágum
soleiðis fullur av hevndar
huga – teir vita fullvæl, at
tað er skeivt, teir hava
gjørt, og teir eru eisini so
skilagóðir, at teir taka
ábyrgd av hesum – um teir
ikki blíva villeiddir av
foreldrum, sum forsvarða
teirra gerðir, ella sjálvi
hava stuðla teimum í hes
um – nú knappliga foreldr
ini kanska noyðast í penga
pungin at gjalda bót o.a.
Vit eiga ein góða ung
dóm í Vágum, og løgreglan
í Vágum hevur eitt gott
samband við umgdómin í –
ikki bara Vágum, men í
øllum okkara økið her
undir Vesmanna.
Løgreglan í Vágum
hevur í mong mong ár
skipað fyri undirvísing, so
at hesi ungu, tá ið tey fylla
16 ár, kunnu fara upp til
og klára eina roynd til
knallertkoyrikortið.
Vit vitja javnan inni í
nýggja ungdómsklubba
num í Vestmanna, og hava
vit varhugan av at tey eru
glað fyri okkara vitjan.
Tíverri er enn ikki ung
dómsklubbi í í øllum
bygdum í Vágum.
Lat meg enda við at
fortelja tær Sofus – at eg í
míni skjótt 38 ár sum
løgreglumaður, havi tikið
mangt ólógligt prutlið, og
eg havi sæð mangar syrgi
ligar lagnur júst av hesi
skilaleysu prutlkoyring og
orsaka av óforsvarligum
foreldrum.
Tað er kanska seliga eitt
mál, sum helst ongantíð
ferð frá mær.
Eg hevði tikið ein ungan
drong fyri at koyra ólógl
iga á prutli – hann hevði
fingið loyvi frá pápanum at
keypa eitt prutl fyri kon
firmatiónspengarnar.
Kvinnurnar eru sum oftast
meira skilagóðar á hesum
økinum, so mamman hevði
altíð verið í mótið hesum.
Eg, kom – fyrstu ferð eg
tók sonin – heim til tey,
bankaði á dyrnar og segði
míni ørindi. Eg fekk eins
so verbala lortaspann oysta
yvir meg frá pápanum –
„hava tit einki annað at
gera“ o.s.f. o.s.f.
Stutt eftir tók eg aftur
sonin fyri at koyra á ólóg
ligum prutli – eg gloymdi
at siga, at hann hevði ikki
nátt aldur til at hava
koyrikort.
Aftur hesa hesaferð eg
bankaði á dyrnar heima hjá
teimum, fekk eg somu
verbalu lortaspannina frá
pápanum sum m. a. rópti í
høvdið á mær: ”eg eigi
sonmin sjálvur og eg ráði
yvir hvat hann sleppur – og
far so til helvitis við tær” –
alt hetta meðan sonurin
hoyrir. Eg hoyrdi mannuna
inni í gongini siga – ”eg
segði við teg at hann
(sonurin) skuldi ikki sleppa
at keypa knallert”.
Eg kundi tá ikki bara
mær, men segði við pápan,
at kanska næstu ferð eg
komi og banki upp á
dyrnar, so er tað fyri at
fortelja tær at sonurin
kemur ikki heimaftur.
”skrub av við tær” var
heilsanin eg fekk.
Tað bar tíverri so á, at
eina tíð aftaná, stóð eg
aftur og bankaði uppá
dyrnar – hesaferð var
sonurin ikki við – og pápin
segði bonskliga ”hvat vil tú
nu – er tú aftur her”.
Eg segði við pápan – at
tíverri hendi tað, sum eg
segði við teg seinast eg var
her – sonurin kemur ikki
heimaftur – hann liggur á
Landssjúkrahúsinum og er
deyður – hann hevði koyrt
seg í hel á einum ólóglig
um prutli.
Hesaferð leyp pápin
beint á meg og rópti ”hví
fanin gera tit ikki nakað
við hatta, ístaðin fyri at sita
í Jónas Broncksgøtu og
spæla ludo”.
Eg mátti biða tey koma
við mær út á Landssjúkra
húsið at identificera
(prógva) at tað var teirra
barn, sum lá har á stál
borðinum á skaðastovuni
og at síggja hann, kanska
fyri seinastu ferð, (áðrenn
han bleiv lagdur inn á 6
tímar stovuna, við einum
snóri festan á seg, sum var
bundin í eina skipan, sum
skuldi siga frá, um hann
vaknaði við aftur – hetta
hendir ongarntíð – og ein
seðil við frámerki bleiv
bundin til aðru stórutá á
barninum) Hetta seinasta
segði eg sjálvandi ikki við
foreldrini, men eg visti at
so var.
Tað er henda syrgiliga
sjónin, sum enn situr inni í
mær – tá tann annars prúði
pápin – og mamman saman
kropin fylgdust við mær
inn á skaðastovuna.
Upp á eitt splittsekund,
var alt teirra lív, teirra
heim og teirra framtíð í
skjeljasorið.
Eg hugsaði við mær
sjálvum Guð vit hvat
mannam hugsaði – hon
hevði so ofta sagt við
pápan, at hetta var ikki rætt
at sonurin slapp at keypa
sær prutl og hvat mundi
pápin hugsa, meðan tey
gingu inn móti hurðini á
skaðastovuni – hetta var jú
hansara dumstolta avgerð,
sum var atvoldin til støð
una sum hon nú var.
Eg sá ella hoyrdi ongan
tíð aftur nakað til hesi
foreldur – hoyrdi at tey
vóru farin av landinum. –
Men sonurin – hann liggur
enn úti við Velbastaðvegin.
Tað er millum annað
hetta eg vil fyribyrgja og
sum var tað eg ætlaði at
siga (poengið) í míni
viðmerking í Útvarp
Føroya flaggdagsmorgun.
P. s. Góði Sofus – tú ert
altíð so hittinorðaður,
skemtingarsamur og
beinrakin við tínum við
merkingum í bilasending
ini hjá ÚF – halt fram við
hesum, mær dámar hetta
sera væl – men eg kann
ikki lata vera við at prika
teg eitt sindur: Góði Sofus
– set nú handan fallhjálmin
á høvdið, tá ið tú koyrir á
tíni heilt fantastiska vøkru
motorsuklu – sjálvt um
hann kanska órógvar tínar
vøkru slangukrúllur eitt
sindur.
Viðmerking til lesarabrævið »Og hvat so, Regin Jespersen«
– skrivað av Sofus í Horni Hansen í Sosialinum 30. apríl
Sýslumaður í Vágum
Regin
JespeRsen