fríggjadagur 2. mai 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 83 • 2. mai 2008
Vikuskifti 13
Det føltes som et frisk Luftdrag
med Bud om Vaar og Sommer,
da det glade Budskab fløj over
Lande, at vi paa en Gang skulde
blive befriede for det rytterske
Embedskompagnis tre øverste
Spidser ... som en Udluftning
af aargammelt Mug og lummer
Sengehalm.
Tað vildi so til, at fólkatingsvalið
og løgtingsvalið fullu næstan
samstundis, tað fyrra var
tann 22. apríl og tað seinna
tann 24. apríl 1918. Á tí fyrra
valinum fall Edw. Mortensen, og
Andrass Samuelsen varð valdur.
Dimmalættingar sigursæla
viðmerking um hetta sigur ikki
lítið um tað politiska áralagið í
Føroyum um hetta mundið:
I Gaar saas Edw. Mortensen paa
Folketingets Tilhørerplads hvorfra
han misundelig kiggede ned paa
sin sejrrige Modkandidat Hr.
Samuelsen.
Men á løgtingsvalinum tveir
dagar seinni var sambandið
fyri ósigri. Víst fekk sambandið
fleiri atkvøður enn sjálvstýrið,
men av valtekniskum grundum
fekk sjálvstýrið fyri fyrstu
ferð meiriluta á tingi, 11 ting
menn ímóti sambandsins 9
tinglimum. Tað nýggja løgtingið
valdi Jóannes Patursson til
landstingsmann.
Ein próstasetan
Um hetta mundið vóru Føroyar,
í stóran mun orsakað av
adressumálinum, komnar inn
í eitt tíðarskeið, eyðkent av
einum nýggjum paradigma,
har sjálvstýrið nú hevði somu
yvirvág, sum sambandið fyrr
hevði havt. Stríðið millum báðar
partar linkaði ikki av hesi grund,
men helt fram við óminkaðum
beiskleika.
Serliga eitt mál fekk eld í
sinnini, kanska tí tað hevði
so stóran mentanarpolitiskan
týdning. Spurningurin var hesin:
hvør skuldi taka við sum próstur
aftan á A.C. Evensen, sum var
deyður á vetri 1917?
Av trimum umsøkjarum komu
bara tveir, Gulak Jacobsen,
prestur í Suðuroy, og Jákup Dahl,
prestur í Suðurstreymoy, upp á
tal. Sambandið helt upp á Gulak
Jacobsen, sjálvstýrið upp á Jákup
Dahl. Báðir umsøkjararnir vóru
yrkjarar, men annars er neyvan
nakar ivi um, at Dahl, sæð frá
øllum sjónarmiðum, var maðurin
við tí dyggara førleikanum.
Hann hevði tá virkað sum
fyribils settur próstur og víst,
at hann megnaði at gera
umsitingarligt arbeiði. Hann hevði
skrivað ta fyrstu fullfíggjaðu,
føroysku mállæruna, týtt ritualini,
týtt meginpartin av sálmunum í
Gamla Testamenti til føroyskt,
hann hevði umsett Markusar
evangelium (sum tó ikki var givið
út), og hann var um at leggja eitt
sálmabókauppískoyti til rættis
saman við Símuni av Skarði, og
hann hevði bæði yrkt og týtt ein
hóp av sálmum og víst, at hann
átti sannar skaldagávur.
Hóast Dahl soleiðis var framúr
væl skikkaður til próstaembætið,
er lætt at skilja, at hvørki Rytter
ella sambandsins oddamenn vildu
hava hann settan sum próst. Tí
var nakar maður, sum í sínum
persóni umboðaði sjálvstýrisins
mentanarpolitisku stremban, so
var tað Jákup Dahl.
“En smuk Mand”
Rytter mælti til at seta Gulak
Jacobsen, og biskuppurin, Osten
feld, fylgdi hansara tilráðing.
Men eina ferð enn gjørdi Edward
Mortensenávirkanin seg
galdandi, og eina ferð enn valdi
danska stjórnin at fara í part
við sjálvstýrinum ímóti Rytter
og sambandinum. Tann danski
kirkjumálaráðharrin, Poulsen,
setti, ímóti biskupsins ynski, á
sumri 1918 Jákup Dahl í embætið
sum Føroya próstur.
Fyri sambandið var hetta ein
serliga svárur smeitur. Flokkurin
hevði vant seg við, frá tíðini
tá ið tann myndugi Fríðrikur
Petersen hevði havt valdið, at
prósturin var teirra maður. Nú
bleiv ein rættiliga ungur og sera
virkin prestur settur, sum ikki
bara var sjálvstýrismaður, men
hevði sett sær sum mál at týða
halgubók til føroyskt. Málið vakti
stóran ans, og Dahls eginleikar
og enntá hansara útsjónd vórðu
umrødd á fólkatingi, har Andrass
Samuelsen m.a. segði hesi
ógloymandi orð:
Nu fik man det Indtryk af den
højtærede Kirkeministers
Udtalelser, at jeg oven i Købet
havde sagt, at Provst Dahl
ikke var nogen smuk Mand:
Ministeren opdagede imidlertid,
at hann var en smuk Mand. Jeg
maa paa det allerbestemteste
benægte at have udtalt noget
som helst om, at Hr. Dahl ikke var
en smuk Mand.
Trúbótin fullførd
Fáur man í dag duga at gera
sær greitt, hvussu stóran
týdning henda próstasetan á
sumri 1918 fekk fyri okkara lítla
oyggjaland á síni trilvandi leið inn
í modernitetin. Við hesi útnevning
fekk tað bíbilska týðingarverkið
hjá Jákupi Dahl eina tilelving og
ein myndugleika, sum bara kundu
vaksa um tess týdning.
Ein grundtanki bæði hjá Dahl
og háskúlamonnunum var jú, at
trúbótin gamaní var komin til
Danmarkar og Íslands, men at
hon, so leingi móðurmálið ikki var
kirkjunnar og skúlans mál, ikki
av røttum var komin til Føroya.
Tað fall, sum Elsa Funding greiðir
frá í sínum verki um føroyskar
bíbliutýðingar, Jákupi Dahl, Victor
Danielsen og K.O. Viderø í lut
at laga hetta seinasta klípið í
Luthers garð her heima. Seinni
komu tær apokrýfisku bøkurnar í
týðing eftir Axel Tórgarð.
Sambandið grønkar
Um hetta mundið blástu
paradigmuskiftisins vindar yvir
um stikið og inn á sambandsins
markir. Í sambandinum hevði
ment seg ein nýggjur tjóðskapar
ligur vongur, sum vildi mýkja
tað stívrendu og stirvnu kósina,
sum Oliver Effersøe, Fríðrikur
Petersen, Andrass Samuelsen og
Oluf Skaalum høvdu umboðað. At
tað eisini fyrr høvdu verið røddir,
sum ikki vildu ganga tann gráa og
grýtuta sambandsvegin, er Anton
Degn eitt gott dømi um.
Umboð fyri hesa nýggju
leiðina vóru m.a. Poul Niclasen
og H.C.W. Tórgarð. Tá ið sjálv
stýrisins nýggi løgtingsmeiriluti
í 1918 og 1919 samtykti at
avtaka ásetingarnar í grein sjey,
komu hesir báðir við einum
broytingaruppskoti, sum lá nakað
miðskeiðis millum sjálvstýris
og sambandsstevnuna, og sum
kanska um hetta mundið hevði
verið ein rímilig loysn á hesum
máli. Men teirra uppskot fall,
danska stjórnin vildi ikki eftirlíka
sjálvstýrisins samtykt, og sostatt
stóð grein sjey við líka til 1938.
Eitt annað dømi um samband
sins mýktu kós var tað, at
Poul Niclasen varð settur sum
blaðstjóri á Dimmalætting.
Poul Niclasen var, so tykist ið
hvussu er, ein frísinnaður maður
við livandi áhuga fyri søgu og
mentan. Hann dugdi væl at skriva
føroyskt, og hereftir sóust oftari
og oftari, sum teigar av grønsku
og gróðri, føroyskar greinar í
Dimmalætting.
Tann svarta junkaratíðin var
farin.
Hans Andrias Sølvará: Adressumálið.
Um donskføroysk viðurskifti undir fyrra
heimsbardaga. Fróðskapur 2007.
172 síður. Kr. 200.
Jákup Dahl varð í 1918 settur í embætið sum Føroya próstur. Henda próstasetan vakti miklan ans, og enntá Jákups
útsjónd varð umrødd í ríkisdegnum. Myndin er tikin í Karise, har Dahl var lærari 1906-07
Poul Niclasen, sum í 1918 gjørdist blaðstjóri á Dimmalætting, umboðaði eitt
nýtt, grønari samband