fríggjadagur 2. mai 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 83 - 2. mai 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Tann 18. apríl andaðist
Torvald Joensen í Norðra
gøtu 82 ára gamal. Hetta
var kanska ikki heilt óvænt
að, tí heilsan hevur verið
nakað svikalig seinastu tíð
ina. Men annars hevur
hann virkað sera bragd
ligur fram til fyri kortum.
Torvald var norðra
gøtumaður í báðar ættir.
Hann var sonur Onnu
Jovinu, ættað av Brúnni
og Zacharias Karl, ættað
ur úr Frammistovu. Teir
vóru fimm brøður, sum
komu til: Andreas Petur,
Sámal Jákup, Hendrik og
Frits. Torvald var yngstur,
og hann er tann seinasti,
sum er farin.
Torvald var sera hegnig
ur, og sum ungur fór hann
til Klaksvíkar í smiðju
læru. Men hugurin til
sjógvin hevur verið ov
stórur, so hann fór til
skips. Hann kom at sigla
í mong ár, eisini sum
motorpassari.
Millum annað var hann
fleiri ár í Íslandi í 50
unum, sum nógvir føroy
ingar gjørdu tá. Hetta
var í teirri tíðini, tá ið
okkara skipafloti var í
ringum standi, og før
oyskir fiskimenn í hundr
að og enntá í túsundtali
fóru við íslendskum fiski
skipum.
Seinni í 50unum fór
hann við sluppini Báran,
sum svágur hansara Eiv
ind hjá Havna Jákup var
reiðari á. Vit skuldu havt
verið saman, hann sum
motorpassari, tá ið eg
sjálvur fór til skips fyri
júst 50 árum síðani við
Báruni, men tá var hann
sjúkur. Seinni komu vit
at sigla saman, og havi
eg bert góð minnir um
Torvald.
Torvald giftist 3. desem
ber 1955 við Ragnu, dóttir
Magdalenu og Tummas
Jakku á Geilabø. Thorvald
og Ragna bygdu beint við
húsini á Geilabø og komu
vit tí at búgva í sama
grannlagi. Tí sóust vit eis
ini javnan og fingu hvørja
ferð eitt prát. Torvald var
vitugur og fyrikomandi og
altíð við tí góða orðinum.
Seinastu ferð vit hittust var
bert fyri vikum síðani.
Tað verður ein saknur ikki
longur at hitta Torvald í
túninum.
Sigast kann, at granna
lagið hevur verið gott.
Hetta er eisini Ragnu við
hennara milda og trúfasta
sinnalagi fyri at takka.
Í mong ár koyrdi Tor
vald rutukoyring. Í veru
leikanum var tað lættari at
ferðast millum Havn og
Gøtu tá enn nú. Ringt
varð til nr. 66, og so var
ein heintaður í túninum og
koyrdur út á Toftir, haðani
tað bert tók ein hálvan
tíma til Havnar við Tróndi
og Dúgvuni, sum vóru
munandi hugaligari at ferð
ast við enn einum bussi.
Tað sama var heim aftur,
og ein varð settur av í tún
inum. Í dag verða ferðafólk
við bussinum sett av langt
inni í Gøtudali! Torvald
koyrdi eisini í fleiri ár við
skúlabørnum til Fugla
fjarðar.
Torvald kom at arbeiða
á fiskavirkinum í Gøtu,
og her var eisini brúk
fyri hansara hegni. Mask
inmaður var hann jú góð
ur. Á virkinum arbeiddi
Torvald til hann var 75
ára gamal.
Torvald fer ikki í
gloymskuna. Hann hevur
verið við til at skipa fyri
einum ”undirhúsi” í Norðra
gøtu. Hetta fekk navnið
Torvalds Kaffi sum viður
kenning til Torvald fyri
allar kaffimunnarnar, hann
hevði gjørt á Fiskavirkinum,
tá menn sunnumorgnar leit
aðu inn hagar, tá Torvald
fór at hyggja maskinarínum
fyri at tryggja sær, at alt
var í lagi í arbeiðstíð
mánadag.
Kaffi gjørdi hann fram
vegis í nýggja undirhúsin
um, har nógvir størri og
smærri ”heimstrupulleikar”
hava verið loystir. Men
Torvald verður eisini minst
ur fyri tað hann var. Ein
álitismaður í odd og egg.
Sum aðrir gøtumenn
hevði Torvald stóran áhuga
fyri fótbólti. Hetta gav
honum eitt serligt álitis
starv, og tað var at passa
fløggini hjá GÍ. Var nakað
á vási, syrgiligt ella gleði
ligt, var tað Torvald, sum
vant fløggini á stong og
tók tey niður aftur.
Alt hetta virksemi
gjørdi, at Torvald kendi
nógv fólk, og hetta kom
eisini til sjóndar hendan
dagin, hann fór til gravar.
Kirkjan var full, og tað
er sjáldan, at tað hevur
verið eitt so stórt fylgi í
kirkjugarðinum.
Thorvald og Ragna
fngu fýra børn, Snorri,
Tollakur, Álvur og Marj
un. Synirnir búgva allir í
Norðragøtu og Marjun í
Fuglafirði, so tey hava
havt øll børnini um seg.
Tað eru fleiri barnabørn,
og Torvald náddi júst
ikki at gerast langabbi.
Vit eru mong, sum
koma at minnast Torvald
við takklæti.
ó.
Til minnis um Torvald
Føðingar
9. apríl fingu Marilyn Hansen og Búgvi Poulsen í
Horsens ein son. Hann var 49 cm langur og vigaði
3257 gr.
19. apríl fingu Mirjam og Kári Vitalis, Klaksvík, eina
dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3550 gr.
23. apríl fingu Jóna og Jákup Pauli Danielsen, Trongis
vági, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3960
gr.
23. apríl fingu Súsanna Jacobsen og Hávarður í Stóru
stovu, Argjum, eina dóttur. Hon var 53 cm long og
vigaði 3685 gr.
24. apríl fingu Maja Højsted og Danny O. Højsted,
eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3610 gr.
24. apríl fingu Sissal Rasmussen og Jákup Sørensen,
Tórshavn, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði
3125 gr.
24. apríl fingu Maria og Hans Jákup Jacobsen, Mið
vági, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3450
gr.
25. apríl fingu Hanna og Hilmar Sam Lamhauge,
Glyvrum, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði
3100 gr.
25. apríl fingu Karina og Andrzej Stretowicz, Sanda
vági, eina dóttur. Hon var 57 cm long og vigaði 3900
gr.
26. apríl fingu Anja Salberg Olsen, Kollafirði, og
Høgni Christiansen, Vestmanna, ein son. Hann var 52
cm langur og vigaði 4070 gr.
26. apríl fingu Nathalia og Anfinn Isaksen, Klaksvík,
ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3250 gr.
27. apríl fingu Ann Gvødny og Johannes Ólavsson,
Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði
3400 gr.
28. apríl fingu Winnie Delmarsdóttir og Søren Poulsen,
Hoyvík, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði
3330 gr.
29. apríl fingu Randi Sólsker og Sigfríður Abrahamsen,
Eiði, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 3950
gr.
29. apríl fingu Hervør og Ove Heinesen, Bø, eina
dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 2800 gr.
29. apríl fingu Rúna Egholm, Kvívík, og Temel Yildiz,
Horsens, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði
3100 gr.
29. apríl fingu Vónbjørt Berg og Kári Streymoy,
Glyvrum, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði
3235 gr.
1. mai fingu Astrid Joensen og Ólavur Christiansen,
Fuglafirði, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði
3550 gr.
Torvald og Ragna á gullbrúðardegnum
Mikudagin 30 apríl fingu fýra bygningssnikkarar prógv á
Tekniska Skúlanum í Havn.
Teir eru f.v.: Andras T.M. Davidsen, Vatnsoyrar, Fríði
Johan Jacobsen, Tórshavn, Janus Brix Kamban, Tórshavn,
og Karl Åge Hansen, Tórshavn.
Mynd: Jens Kristian Vang
Bygnings
snikkarar
fingið prógv
www.sosialurin.fo