Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mai 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 83 • 2. mai 2008 Vikuskifti 14 mítt land Føroyar Føroyar mítt land Hjá teimum, sum kanska hvørki eru morgun- ella kvøldfólk, er høvi at hoyra tær sendingarnar í røðini »Føroyar mítt land«, sum hava verið sendar í vikuni. Tað verður í einari sending á Rás2 sunnudag klokkan 13. Umrøðuevnini hesa vikuna hava verið: motorbátar, bygdir fyrst í 20. øld; staðarnøvn fram við bakkanum frá Boðanesgjógv til Hvítanesgarðar; føroyski tjóðbúnin, hesa ferð um uttanápløgg og sokkar til kvinnubúnan; og seinasta sendingin hesa vikuna var um Huldheygg í Hjarðardali í Kunoy. Tey, sum skrivaðu og bóru fram sendingarnar hesa vikuna, vóru Marius Rein, Janus Mohr, Nicolina Jensen Beder og A. Guttormur Djurhuus. Rás2, sunnudagin klokkan 13.00 Føroyar mítt land í næstu viku: 5/5 Halgir Winther Poulsen 6/5 Eirikur Lindenskov 7/5 Nicolina Jensen Beder 8/5 Andreas Andreasen 9/5 Petur Martin Petersen Hvønn gerandisdag kl. 8, kl. 9, kl. 22 og kl. 23, (týsdag tó 22.30) Íbúð – Jónas Broncksgøta 19-4, Tórshavn Íbúðin er í einari hædd á 48 fermetrar + 4 fermetrar hjallur / goymslurúm. Har er inngongd, durur / gongd, baðirúm, kamar og køkur / borðsstova / stova. Hartitl er hjallur og goymslurúm. Íbúðin liggur sera væl fyri í veðurgóðum og eldravinaligum umhvørvi mitt í býnum, har stutt er til alt. Prísuppskot : 1.200.000,00 Sethús – Undir Klakki 39, Klaksvík Húsini eru í 3 hæddum – samlað búvídd uml. 180 fermetrar og ein kjallari við garagu á 60 fermetrar. Grundøkið er 507 fermetrar. Byggiár er 1987. Húsini eru betong upp til vindeygahædd, restin er timbur, hava plastikkvindeygu og aluminiumstak. Í ovastu hædd eru 3 kømur, 1 hjúnarrúm og wc. Í miðhæddini er durur, gongd, trappuuppgongd, baðirúm, køkur, brúggers/vaskirúm og vinkul-stova. Í niðastu hædd er innbygd garaga og fýrrúm/ kjallararúm. Prísuppskot : 1.200.000,00 Sethús – á Signabø 30, Signabøur Snotuligu húsini eru í 3 hæddum., sum hvør er 85 m2 - samlað búvídd 255 m2. Í ovastu hædd er hjúnarkamar, 2 kømur, baðirúm og útiloft. Í miðhæddini er durur, gongd, wc, køkur, bryggers og stova. Í niðastu hædd er fýrrúm/kjallararúm, kamar, hobbyrúm, wc og trappurúm. Húsini eru úr timbri, grundin er úr betongelementum við 100mm bjálving og tekjan aluminium. Húsini liggja í barnavinarligum umhvørvið og sparkivøllur er tætt við. Bussambandið er sera gott, tað tekur 20 min til Havnar. Og tað tekur bert fáar min til barnagarð, dagrøkt, skúla, skótahús, svimjihøll, handlar o.a Um hóskandi boð fæst. Grundøki í Vesturbýnum Stórt grundøkið í Vesturbýnum, 648 fermetrar til víddar. Stykki er sera slætt og liggur friðaligt og frítt fyri, nakað av útsýni. Grundøkið liggur beint við dagstovn og komandi skúladepil við Marknagilsvegin. Skjótt heim í miðbýin. Um hóskandi boð fæst.