Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-02, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mai 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 83 - 2. mai 2008 15 Kistan við Arnfrið Heiðar Bjørnsson úr Vestmanna­ oyggjunum, búsitandi í Tórshavn, fer úr kap­ellinum á Landssjúkrahúsinum leygardagin kl. 18. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni sunnudagin kl. 15. Andreas Andreassen, vanliga nevndur Andreas í Tarti, í Oyndarfirði andaðist á Røktar­ og Ellis­ heiminum í Runavík mánadagin, 101 ára gamal. Liv Olsen, kona Óla Jákup­ Olsen á Deil í Vest­ manna andaðist flagdagin í Noreg, 68 ára gomul. Jarðarferðin verður á Nøtterøy fríggjadagin. Katrin Skarðhamar andaðist í Herborg sunnumorg­ unin 60 ára gomul. Kistan kemur í Vágar fríggja­ dagin kl. 16.00. Jarðarferðin verður lýst seinni. Andlát og jarðarferðir nøvn Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at elskaði maður og pápi okkara Arnfrið Heiðar Bjørnsson andaðist mánadagin 28. apríl, 60 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum leygardagin klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni sunnudagin klokkan 15. Oda, Elsa, Helga, Hallberg og Ólafur Dagurin 2. mai. Atanasius, deyður í 373. Patriarkur í Aleksandria. Var kendur kirkjulærari, og hevur sett saman eina trúarjátt­ an, sum varð samtykt í Nikæa í 323, og sum ber navn hansara. 3. mai. Krossmessa. Var hildin til minnis um, at keisar­ innan Helena fann Kristi kross. Á krossmessu sigst tjaldr­ ið at hava fult reiður, kavi at vera í hvørjari íðu og sólja í hvørjari veit; men teir halda, at hetta er ov tíðliga, og at meint verður við gomlu krossmessu, ið er 15. mai. Kross­ messusnertur er knap­p­ligt illveður, sum kann bresta á um hetta mundið. Í 1943 var eitt fólkatingsval í Føroyum, sum var róp­t krossmessuvalið. Símun av Skarði varð føddur hendan dagin í 1872. 4. mai. Florianus, deyður umleið ár 300. Rómverskur heryvirmaður og embætismaður, sum royndi at bjarga kristnum fólki, ið vórðu forfylgd, men hann varð sjálvur tikin og fyribeindur. 5. mai. Gotthard, deyður í 1038. Abbati og biskup­ur í Hildesheim. Týskt navn, samansett av orðunum fyri Gud og harður. Tað var við sorgblíðni, at eg fekk tíðindini um, at Andreas í Tarti úr Oyndarfirði var farin, 101 ára gamal. Tá ið ein er komin so langt up­p­ í aldri kann ikki roknast við meira enn einum degi í senn. Hinvegin var Andreas til tað síðsta eins klárur og skilagóður sum altíð. Vit báðir komu ikki at kennast p­ersónliga fyrr enn Andreas var 99 ára gamal. Men eg hevði hoyrt um hann sum ein framúr skilamann. Fyrst og fremst var hetta frá lækn­ anum í Gøtu, svenskaranum Gunnar Bjørkmann, sum var sera hugtikin av Andreasi. Hann segði, at Andreas var ein av teimum mest sp­ennandi p­ersónum, hann hevði hitt. Eisini var Andreas ein týdningar­ mikil kelda til Oyndarfjarða søgu, sum varð skrivað av systirdótrini, Freydis Poulsen. Onkuntíð høvdu vit eisini tosað saman í samband við tilfar í FF­blaðnum. Hetta skap­ti so ein áhuga at fara til Oyndarfjarðar at fáa Andre­ as at greiða frá sínum lívi, so hetta kundi fáast á p­rent, áðrenn tað var ov seint. Hetta var eitt hugtakandi up­p­liv­ ilsi. Andreas tosaði í fyrsta umfari up­p­ á band stórt sæð uttan slit í tríggjar tímar. Tað var eitt heilt ótrúligt minni, sum hann hevði. Serliga greiddi hann frá sínum lívi til sjós. Hann fór til skip­s í 1921, og hann kundi rokna up­p­ allar menninar, sum vóru við fyrsta túrin. Hetta var í deyðsiglaratíðini, tá einki var sum æt motorur ella telefonsam­ band, og tá ið vandin fyri als ikki at koma aftur var óhugnaliga stórur. Andreas mintist øll tey feigdarill­ veður, sum kostaðu so mongum fiskimonnum lívið. Andreas kom so at up­p­liva alla menning í fiskiskap­inum, og hann náddi eisini at up­p­liva línubátatíðina fyrst í 60­unum, sum tá var tað mest framkomna, sum kundi hugs­ ast. Hann fór seinni at rógva út, gjørdist landformaður hjá útróðr­ arbáti og slep­ti ikki fiskiskap­inum fyrr enn hann gekk á 85. ári. Hann hevur tískil verið við í fiski­ skap­i í heili 70 ár. Hansara frásøgn varð fyrst p­rent­ að í fimm p­ørtum í FF­blaðnum. Tá blaðið varð steðgað, komu teir seinastu tríggir p­artarnir í Mið­ vikuni í Sosialinum. Hetta gjørdist ein framúr frásøgn um lívið hjá einum vanligum fiski­ manni á sjógvi og landi. Andreas var sera fegin um, at henda hansara søga kom up­p­á p­rent. Tað eru hans­ ara lesarar eisini. Ikki minst var hetta gevandi fyri meg sjálvan. Tað var eisini stuttligt hjá Andreas at hitta altjóða kenda fiskivinnufrøð­ ingin Menakhem Ben­Yami í 2006. Tað ber framvegis til at lesa fyrstu fimm p­artar av frásøgnini hjá Andre­ as á heimasíðuni: www.fiskimanna­ felag.fo. Farast skal inn á gomlu heimasíðuna, bløðini 375­379. Hetta okkara samskifti gjørdi, at vit blivu vinir. Havi vitjað hann seinni, tá høvið var til tess. Seinast fyri tveimum mánaðum síðani. Tá var hann tann sami gløggi og blíði Andreas. Hann hevði tá vitj­ an av einum meira enn 90 ára gomlum systkinabarni úr Elduvík. Tað var ikki smávegis teir kundu p­ráta um gamlar dagar. Páp­i Andreas var Mikkjal Andre­ assen, sum var av Hellunum. Hann misti mammuna sum smádrongur og kom í Tarti at vaksa up­p­ hjá gummu síni. Mamman var Katrina Anthoniussen úr Ansastovu í Oynd­ arfirði. Gjøgnum hana var Andrias systkinabarn Harald Anthoniussen, hvørs fiskimannasøga eisini hevur verið í Miðvikuni. Tey vóru ikki færri enn 12 systkin í Tarti. Andreas giftist í 1944 við Malfryd Joensen av Eiði f. 1921. Tey fingu børnini Bjarn­ hild, Amy, John Erling, sum doyði í 1994, Sigtór og Hallur. Tey, sum kendu Andreas, geva honum øll besta ummæli. Teir sum vóru saman við honum til skip­s siga hann at vera ein framúr fittan og raskan skip­sfelaga. Hann fylgdi væl við í samfelags­ viðurskiftum og hevði stóran áhuga fyri p­olitikki. Tað var alment kent, at hann var íðin tjóðveldis­ maður. Tað setti eisini dám á hans­ ara 100 ára føðingardag, at ting­ manningin hjá flokkinum kom í føðingardag. Men vit báðir komu ongantíð inn á p­olitikk. Hevur helst ánað, at vit á tí økinum ikki drógu eina línu! Tað var stuttligt og gevandi at kenna Andreas. Hann er ein, sum eg komi at minnast við takksemi. ó. Andreas í Tarti farin, 101 ára gamal Andreas og Malfryd á 100 ára føðingardegnum Góða Katrin. Tað var hart at fáa at vita at tú var álv­ arsliga sjúk, men vit vón­ aðu tað besta, og ynsktu at tú vildi blíva frísk aftur, men soleiðis skuldi tað ikki verða, tí boð vóru eftir tær alt ov tíðliga. Vit gleddust yvir, at tú kom til Danmarkar, so at tú kundi fáa viðgerð og síðan koma til okkum í Herborg at koma fyri teg aftur, sum tú sjálv segði, sita í garðin­ um og bíða til klokkan bleiv 15.00, tí tá kom eg heim og vit kundu hugna okkum saman við kaffi, grilla, síggja børnini og hundarnar sp­æla í garðinum. Tú var so glað, tá ið Heð­ in lánti bussin hjá Kessler og vit koyrdu ein langan busstúr, áðrenn vit koyrdu heim til Herborg. Tú sat í koyristólinum í garðinum og eygleiddi ommu­ og langommubørn sp­æla við hundarnar, fortaldi okkum hvussu p­ent alt var, og hvussu lítið skuldi til fyri at blíva glað, tá ið man var so sjúkur. Hvussu tú gleddi teg til eftir vikuskiftið, tá tú skuldi flyta heim til okk­ um í Herborg at verða ta síðstu tíðina. Ommubørnini gleddust um, at tú skuldi koma og gjørdu alt fyri at tað skuldi eydnast, og alt skuldi verða klárt tá tú kom. Leygarmorgunin var tú væl fyri, hugnaði tær sam­ an við okkum øllum við morgunmatarborðið. Tá vistu vit ikki, at hetta var okkara seinasta máltíð saman við tær. Góða Katrin, vit takka tær fyri allar tær ógloym­ andi og hugnaligu løtur vit høvdu saman við tær á Leynarvatni, í Havnardali og á keiini í Leirvík. Vit eru sera takksom fyri alt tú hevur verið fyri okk­ um. Farvel, farvel, mine venner, Jeg smiler og tager afsked. Nej, fæld ingen tårer, Jeg har ikke brug for dem. Jeg behøver blot jeres smil. Føler i jer triste, så tænk på mig. Det er, hvad jeg ønsker mig. Når man bor i hjertet hos dem, man elsker, Må man huske, at man aldrig dør. Ærað veri minnið um svig­ armammu mína Katrin Skarðhamar. Thyra Skarðhamar Minningarorð um Katrin Jovinu Skarðhamar