fríggjadagur 2. mai 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Nr. 83 • 2. mai 2008
Vikuskifti
Signar Haraldsen er vestmenn
ingur, 37 ára gamal. Hann er
fastur kokkur umborð á vaktarog
bjargingarskipinum Tjaldrinum.
Tveir kokkar eru knýttir at
skipinum, ein er umborð hvønn
túrin. Hin kokkurin er vágbingurin,
Harry Jacobsen, sum hevur siglt
við Tjaldrinum øll árini, síðan
skipið kom – í 32 ár tilsamans.
Harry fyllir 67 í mai. Hendan
túrin er hann í landi, nú Signar
er umborð, men næsti túrur, sum
byrjar í dag, verður hin seinasti
hjá honum. Tá Harry kemur í land
aftur um 14 dagar, gevst hann at
sigla og fer í land við pensjón.
Harry Jacobsen og Eyðbjørn
Lervig úr Leirvík hava siglt við
Tjaldrinum heilt síðan fyrsta dag.
Signar Haraldsen, sum er
útbúgvin hotellog resturatións
kokkur, byrjaði at sigla fyri
Vaktar og Bjargingartænastuna
í 1997. Ólavur Halgi var seldur,
og Nim varð leigaður til at røkja
vaktarhald og bjarging saman við
Tjaldrinum.
Eg var fyrst umborð á Nim og
síðan við Gorm, ið eisini var eitt
vaktarog bjargingarskip, sum
stovnurin leigaði úr Danmark.
Í ár 2002 fór Signar umborð á
Tjaldrið, og har hevur hann verið
øll árini síðan. Onkran túr hevur
hann loyst av umborð á Brimli, og
tað var her, vit hittu hann fyrstu
ferð fyri nøkrum mánaðum síðan.
Tað er eisini haðani, myndirnar á
hesi síðuni eru.
11 mans eru við Tjaldrinum í
senn, og 12 eru umborð á Brimli.
Teir eru 14 dagar umborð í senn
og 14 dagar í landi.
Hetta er ein góð skipan, halda
teir, sum sigla við hesum skipum.
Nú vit vendu okkum aftur til
Signar mikudagin í hesi vikuni,
var hann umborð á Tjaldrinum,
sum var á leiðini vestanfyri.
Arbeiðsumstøðurnar hjá
kokkinum eru góðar umborð á
Tjaldrinum, men tær eru uppaftur
betri umborð á Brimli. Maturin
er hin sami. Mær dámar hetta
sjólívið ógvuliga væl, men tað
skerst ikki burtur, at tú onkuntíð
spælir tær við tankan kanska at
royna aðrar møguleikar.
Men hvussu bar tað so til,
at Signar gjørdist hotellog
resturatiónskokkur?
Tá eg var liðugur við 10. flokk,
fór eg við Fram úr Vestmanna,
sum var ein lutfalsliga lítil og
gamal ísfiskatrolari. Vit partrol
aðu saman við Vesturbúgvanum.
Eg var við Fram í eitt ár ella so,
og onkuntíð loysti eg kokkin av.
Umborð á Fram var kokkurin eisini
á dekkinum.
Hann sigur, at skiparin á Fram,
Jákup á Rógvu og kokkurin á
Hotel Borg, sum hotellið tá
kallaðist, vóru svágrar, og Jákup
eggjaði honum til at søkja á Hotel
Borg.
Signar ringdi sjálvur til kokkin,
og tað var eingin trupulleiki. Hann
kundi koma í læru á hotellinum.
Hetta var í 1988, tá hann fyri 20
árum síðan var 17 ára gamal.
Tá vit vóru flestir, vóru vit átta
lærlingar í køkinum á Hotel Borg.
Samanhaldið var ógvuliga gott,
og mær dámdi sera væl.
Tá Signar hevði eitt lítið ár eftir
av lærutíðini, fór hotellið, sum
so mangt annað í Føroyum fyrst í
nítiárunum, av knóranum. Men tá
var hann so heppin, at hann slapp
út á matstovuna Maxim, sum var
í Alberts Hall á Argjum, at gera
seg lidnan við læruna.
Eg gjørdist hotellog restura
tiónskokkur í 1992, og eftir hetta
arbeiddi eg í umleið eitt ár á
matstovuni Maxim.
Signar sigur, at honum dámdi
eisini væl á Maxim, men ásannar,
at tað gekk heldur trekt móti
endanum, sum hann tekur til.
Hetta var ein sera trupul tíð
í meginpartinum av føroyska
samfelagnum, leggur hann aftrat.
Av Maxim fór hann niðan aftur
á sama hotell, har hann eini fimm
ár frammanundan var byrjaður at
læra.
Nú átti Smyril Line hotellið.
Nógv var broytt, og fólkini vóru
ikki tey somu. Kortini dámdi mær
væl, og eg var har tey næstu
árini, til eg fór umborð á Norrønu
sum kokkur á sumri í 1996.
Nú sigldi Signar við gomlu
Norrønu um summarið og var
eisini onkran cruicetúr við
skipinum uttanfyri vanligu
summar vertíðina.
Um veturin var eg við øðrum
skipum, og eg róði eisini út við
báti úr Vestmanna.
Einar tveir túrar var hann
soleiðis sum kokkur við rækju
trolaranum Margrethu uppi við
Svalbard. Tað vóru nólsoyingar,
sum áttu Margrethu.
Í einar tveir mánaðir tilsamans
var Signar fyrsti kokkur við
gomlu Norrønu. Tá var bara
hovmeistarin yvir honum, men
sum hann tekur til, so gjørdi
hovmeistarin ikki mat.
Mær dámdi væl at sigla sum
kokkur við gomlu Norrønu, men
eg havi ikki hugsað um at søkt ein
slíkan kjans aftur, síðan eg fór at
sigla við Tjaldrinum burtur av.
Signar Haraldsen sigur, at bátur
var altíð í húsinum hjá teimum í
Vestmanna, og sum heilt ungur
dámdi honum væl at vera á floti,
antin tað var við snøri ella við
byrsu á fuglaveiði.
Beiggi mín hevur eitt 8
mannafar, men nú eru túrarnir
hjá mær á opnum báti ikki nógvir,
leggur hann aftrat.
umborð
Maxim-kokkur
við Tjaldrinum
Umborð
Vilmund Jacobsen
blaðmaður
vilmund@sosialurin.fo
Hendan dagin, vit tóku myndir av Signari Haraldsen, kokkaðist hann umborð á
Brimli, sum lá við vestaru bryggju í Havn. Mynd: Vilmund Jacobsen
Signar hevur gjørt gullash til døgurða, og vit fingu eisini ein bita saman við
manningini á Brimli. Mynd: Vilmund Jacobsen
Sum 17 ára gamal fór hann í læru sum hotell-og restauratións-
kokkur á Hotel Borg. Tá hotellið fór av knóranum, gjørdi hann
seg lidnan við læruna á matstovuni Maxim í Alberts Hall á
Argjum. Seinastu árini hevur hann verið fastur kokkur
umborð á vaktar-og bjargingarskipinum Tjaldrinum