Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mai 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 [ Nr. 83 - 2. mai 2008 ] Joan Bláfoss vann um vikuskiftið altjóða triathlon-kapping á hálvum ironman- teini TriaThlon Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í hálvum ironman skulu íðkararnir fyrst svimja 1,9 km. Síðani verða 90 km súkklaðir, áðrenn endað verður við hálvum marathon – 21 km. Joan nýtti 4 tímar, 8 minuttir og 24 sekund um drúgva teinin, og hetta var skjótari, enn nøkur onnur kvinna í kappingini megn­ aði. Joan, ið til dagliga venur og býr í Keypmannhavn, hevur íðka triathlon síðani 2002, og hevur serliga tey bæði seinastu árini hækkað støðið hjá sær munandi. Triathlon er ein sera tíðar­ krevjandi ítróttur, har tað krevst einar 20­30 tímar av venjing um vikuna. ­ Tá ið vit byrjaðu við svimjingini merkti eg, at hetta kundi blíva ein góður dagur. Tað føldist sera gott, og tá eg kom upp úr vatn­ inum sá eg, at eg hevði svomið væl skjótari enn eg fyrr havi gjørt. Súkklingin gekk eisini væl hóast tað var eitt sindur ringt at finna eina góða rútmu. Á veg út á renningina legði eg meg á eitt triðjapláss, og longu á øðrum út av fýra umgangum av renningini hevði eg runn­ ið meg upp á fyrsta plássið. Beinini føldust góð, so før­ ingin skuldi “bara” haldast í mál, segði Joan eftir kapp­ ingina. ­ Tað er ringt at seta orð á eitt sovorðið upplivilsi. Mín dreymur hevur verið at vunnið eina altjóða kapping, men at tað skuldi eydnast longu nú hevði eg ikki vænt­ að. Eg havi arbeitt hart ímóti tí og arbeiði hart víð­ ari, so tað ikki verður fyrsta og seinasta kappingin eg vinni, leggur hon afturat. SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Joan vann í Lissabon Ríkiliga nógv av skaðum hava helst gjørt sítt til, at sáttmálin ikki verður longdur. Men tað er einki, sum bendir á, at evnaríki miðvallaleikarin vendir aftur til heimligu kappingina fyri tað FóTbólTur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Seinastu árini hevur hann verið mettir sum ein tann evnaríkasti føroyski fót­ bóltsspælarin. At Manchest­ er City úr ensku Premier League valdi at gera sátt­ mála við Christian Restorff Mouritsen borgar eisini fyri góðsku, men alt bendir á at eftir summarsteðgin verður tað ikki í tí felagnum, at Christian fer at spæla fót­ bólt. Skiftir felag Jákup í Stórustovu, sum er umboðsmaður hjá Christ­ iani, váttar, at talan verður ikki um nýggjan sáttmála við Manchester City. ­ Tað eru ivaleyst fleiri orsøkir til hetta. Tá hann hevur spælt, hevur Christian staðið seg væl. Men hann hevur átt sín stóra lut í skaðum, og kappingin um plássini hevur verið hørð. Á eykaliðnum hava teir fýra miðvallaleikarar, og tveir teirra hava verið sera støð­ ugir alt árið, og tí hava mongu skaðarnir hjá Christ­ iani helst kosta í so máta. Enn veit Jákup í Stóru­ stovu ikki, hvar Christian Restorff Mouritsen fer at spæla fótbólt eftir summar­ steðgin, men tað tykist sera sannlíkt, at talan framvegis verður um útlendskt felag. ­ Tað er eingin, sum ivast í evnum hansara, og enn er Christian bara 19 ára gamal. Tá transfer vindeygað letur upp í summar, verður tað opið fram til 31. august, og innan ta tíð hava vit greitt framtíðina hjá honum. At skifta felag er jú sum so ikki nakað óvanligt, tá tú ert yrkisspælari, sigur Ják­ up í Stórustovu. Enn hevur Christian Restorff Mouritsen ikki spælt á føroyska A­landslið­ num í undankappingardysti. Men á U21­liðnum hevur hann gjørt vart við evni síni. Eitt nú í Italia. Tá hevði Christian annars júst verið skaddur, men hann var á vøllinum seinastu løt­ una av tepra 2­1 tapinum, og tá frættist úr landsliðs­ leguni,at hann tá tók fleiri av italsku eygleiðarunum á bóli. Men um tað verður í Italia ella aðra staðni, at hann fer at royna fótbólts­ eydnuna, er tó ikki víst enn. Christian fer úr Manchester ÍF kærir dómaran Í Fuglafirði eru tey somikið ónøgd um dømingina í Runavík, at tey hava sent kæru inn til FSF FóTbólTur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í triðja hálvleiki á Rás2 vóru orðini, sum spæla­ rarnir høvdu at bera dóm­ aranum, alt annað enn vøkur. Serliga ilskaðust fugl­ firðingar um, at teir mettu bæði brotsspørkini hjá NSÍ sum bílig, eins og teir hildu Óla Hansen vera rangstaddan, tá hann skoraði triðja mál­ ið. Eitt er, at hesir dómar bóru við sær, at ÍF ikki vann stig í dystinum. Annað er, at tveir fuglfirð­ ingar sóu reytt í dystin­ um, og tí standa til at fáa leikbann til dystin móti B71 komandi umfarið. Og mest sannlíkt er tað hetta, sum hevur fing­ ið leiðsluna í ÍF at reagera. ­ Gera vit einki, so hendir so slettis einki. Vit vóna sjálvandi, at FSF ásetur nýggjan dyst, men undir øllum umstøð­ um vilja vit hava, at leikbannini hjá Alexndar Jovevic og Balazs Sinko verða strikað, sigur Dan Petersen, formaður í ÍF. Hann vil ikki nágreini­ liga siga, hvat annað stendur í kæruni, men tað er greitt, at tey í felag­ num meta, at dómaraav­ rikið mikukvøldið var undir lágmark. Men nú er kæran so send FSF, og so vóna fuglfirðingar, at kæran verður viðgjørd alt fyri eitt. Joan Bláfoss hevði alla orsøk at fegnast, tá hon gjørdist fremsta kvinnan í knallharðari triathlon-kapping í Lissabon