Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-02, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mai 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 83 - 2. mai 2008 ] Veteranarnir glitraðu KÍ venjarin, Eyðun Klakstein, var bæði fegin og lættur, eftir at hansara lið hevði vunnið fyrsta landskappingar­ dystin í ár: ­ Eg fegnist um, at liðið ikki varð tikið av fót­ um, hóast vit fingu mál ímóti okkum beinanvegin. Tað boðar frá góðum morali. Eg fegnist eisini um, at veteran­ arnir stóðu seg so væl, nú teir aftur vóru førir fyri at vera ímillum teir fyrstu ellivu. Jan Andreasen og Harley Bert­ holdsen spældu sera væl. Teir høvdu stóran týdning fyri, at tað hekk so væl saman. Ungu menninir stóðu seg eisini væl, og tað boðar frá, at breiddin á liðnum er stór. Hálvt marathon leyg- ardagin Leygardagin klokkan 17 verður startskotið til FM­kapp­ ingina í hálvum marathon latið av. Teinurin, sum er 21,1 km langur, byrjar og endar á Bursatanga. Umframt at talan er um FM­kapping, er talan eisini um opna kapping. Og tí kunnu øll tey, sum hava hug at royna seg, tekna seg til kappingina. Tilmelding fer fram á heimasíðuni, www. athletics.fo, og er evsta freist fyri hesum fríggjakvøldið. Klaksvíkingar vóru greitt omaná, men eftir misnýtt brotsspark var um reppið, at 2-1 sigurin glapp KÍ av hondum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í gjár vann KÍ fyri fyrstu ferð í átta mánaðir fulla úrtøku á heimavølli. Síðsti sigurin undan hesum var 26. august í fjør, tá ið VB/Sumba varð sent til hús við 6­3 tapi. Síðani tá hava fýra landskappingar­ dystir verið í Klaksvík, sum KÍ hevur fingið eitt stig burturúr við samlaða mál­ muninum 5­13! At tað gongur illa at finna málið var mikukvøldið stað­ festing av. KÍ var á odda 2­ 1 eftir 1. hálvleik. Seinna umfarið hevði heimaliðið greiða yvirvág. John Hamm­ er rakti í stólpan, og í fleiri førum var tætt við, men í málskjóting vóru heima­ menninir sørir eftir steðgin. Misnýttu brotsspark B71 spælararnir, sum vóru týðuliga darvaðir av at Gud­ mund Nielsen noyddist at fara skaddur av vølli longu eftir hálvan tíma, tóktust lítið hugaðir at leypa á, hóast teir í málum lógu undir. Miðvall­ arin Flavio hevði góða skot­ roynd, sum landsliðsmálverjin pareraði tíðliga í 1. hálvleiki, og tað var tað. Í fimm minutta yvirtíðini, sum tóktist kennast serliga long fyri heimafólkið, var um reppið, at hálvur møgu­ leiki stóðst til B71. Eftir langa framlegging stýrdi tryggi Milic Curcic við høvdinum bóltin aftur til Jákup Mikkelsen, sum var skjótur út og tók bóltin fyri nøsini á álopsspælara. Serliga Símun Joensen hjá KÍ mundi kenna seg lættan. Í síðstu løtu í vanligu leiktíðini hevði hann mis­ nýtt risa møguleika at stað­ festa heimasigurin. Eftir fínt uppspæl frá Kristoffuri Jak­ obsen varð Kristian á Lakj­ uni feldur í brotsteiginum, og Símun Joensen varð settur at skjóta brotssparkið: ­ Eg ætlaði at senda bóltin upp í annað hornið, men eg rakti ov nógv undir bóltin, sum fór langt upp um málið. Tíbetur kostaði hetta ikki stig. Tað hevði ikki verið sambært leikgongdini, um vit høvdu mist stig. Vit høvdu hugburðin frá 2. hálvleiki í Fuglafirði við okkum, og tað var huga­ ligt, at stríðsvilji og hugflog í 2. hálvleiki gingu upp í hægri eind, heldur brotssparksskjútt­ in, sum plagar at vera tryggur úr ellivu metrum. Málini Tey bæði fyrstu málini – tá ið B71 legði seg á odda, og tá ið KÍ javnaði – mintu nógv um hvørt annað og stóðust bæði av stórum mistøkum: Tumm­ as Pauli Olsen, sum var einsa­ mallur heilt á B71 toppinum, skoraði eftir langt útspark framum KÍ verjuna, og tá ið Rodrigo javnaði, var tað eftir framlegging frá Harley Berth­ oldsen úr høgru. Tríggir gulir vóru kring brasiliumannin, sum kortini fekk loyvi at gerast leysur og av brotsteigar­ markinum at smekka inn við handara stólpanum. Miðverjin Ovi Nysted, sum eftir steðgin fór skaddur av vøllinum, var meistari fyri sigursmálinum. Úr 22 metr­ um sendi hann fríspark dygst inn við stólpanum. Skotinum bilti einki, men spurningurin er, um tað í hesum førinum kann sigast tað sama um verjupartin hjá B71. ­ Við leiðslumálinum komu vit í ynskistøðu. Men stórt verjumistak oyðilegði ta støðuna fyri okkum, og uppgerðin av málmøguleik­ um boðar frá, at tað var lítið veiggj í okkum í 2. hálvleiki, var staðfestingin hjá sand­ oyingum, tá ið teir saman við trúgvu áskoðarunum, ið fyrstu løtuna høvdu havt tað heilt gott, fóru úr aftur Klaksvík, har líkindini høvdu verið góð fyrstu løt­ una, áðrenn tað øtlaði eitt sindur. Men veðrið hugsaðu sandoyingar neyvan um, tá ið teir fóru um ella rættari undir Leirvíksfirði. KÍ-B71 2-1 (2-1): Stórur lætti í Klaksvík Kristoffur Jakobsen og liðfelagarnir í KÍ munnu draga andan nakað lættari, eftir at tað mikukvøldið eydnaðist KÍ at vinna fyrsta heimasigurin í átta mánaðir Mynd: Álvur Haraldsen B71 KÍ Heima við Margáir vann EB/Streymur trygt 3-1 á Víkingi. EB/Streymur hevur enn ikki tapt í ár, og liggja teir nú á einum deildum fyrsta plássi Fótbóltur Pætur Albinus patur@sosialurin.fo Líkindini at spæla fótbólt mikukvøldið vóru góð, og nógvir áskoðarar vóru møttir upp við Margáir til dystin. Víkingur stríðist framvegis við at fóta sær í Formuladeildini, meðan trýstið heldur var størri á heimaliðnum, sum væntast at stríðast heilt frammi í deildini í ár. Heimaliðið hvassari Dysturin byrjaði javnur, har bæði liðini fingu spæl­ ið at koyra væl. Tað kom tó sum ein hvøkkur hjá heimaliðnum, tá ið Egil á Bø longu tíðliga í fyrra hálvleiki mátti av vøllinum við skaða. Í hansara stað kom ein væl upplagdur Marcell Balog, sum var væl við frá byrjan av. Góða og framrættaða spæl­ ið førdi við sær, at eitt mál tóktist at vera ávegis. Hetta kom eisini tá ið lítið korter var leikt, og var tað nýggi leikarin hjá EB/ Streymi, Høgni Zacharia­ sen, ið skoraði hetta. Víkingur hevði lítla yvir­ vág í spælinum, men held­ ur at teir megnaðu at javna, var tað heimaliðið, ið økti um leiðsluna. Mál­ skjútti var Arnbjørn Han­ sen, sum setti høvdið á eitt gott innlegg. 2­0 sá leingi út til at gerast hálvleiksstøðan, men stutt fyri hálvleik eydnaðist tað Víkingi at minka um munin. Víkingur fekk hornaspark, og eftir ein størri bardaga um bóltin í brotsteiginum, endaði alt við, at ein EB/ Streym­ari beindi bóltin í egið net. Hálvleiksstøðan var tískil 2­1 til EB/ Streym. Lítil og eingin ivi Í seinna hálvleiki vísti heimaliðið góðan álopsfót­ bólt, og teir vístu eisini, at teir eiga nógvar góðar bólt­ spælarar. Levi Hanssen vísti seg sum ein góðan spældeilara, og vongspæl varð eisini nógv nýtt. EB/ Streymur hevði gott tamar­ hald á støðuni, og eitt korter fyri leiklok fingu teir málið, ið avgjørdi dystin. Hans Pauli Samuelsen fangaði bóltin í feltinum, og við hansara triðja landskapping­ armáli gjørdi hann tað til endaligu støðuna, sum har­ við gjørdist 3­1 til EB/ Streym. Fulla úrtøkan sendur steypavinnararnar úr Sundalagnum á eitt deilt fyrsta pláss við HB. Vík­ ingur liggur mitt í deildini, har teir hava seks stig fyri fimm dystir. EB/Streymur-Víkingur 3-1 (2-1): EB/Streymur basti víkin- gunum Vikingur EB/S