Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-02, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mai 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 83 • 2. mai 2008 Vikuskifti 19 Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Vaksandi áhugin fyri arabiskum bókmentum vísir, at fólk nú vilja aftur um floymin av dagligu tíðindunum frá muslimska heiminum, meta bókafólk Bókatíðindi Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Tá bókaforløg leita eftir nýggjum bókum, venda tey í alsamt størri mun eyguni móti Miðeystri og muslimska heiminum. Lesarar vísa nevniliga støðugt størri áhuga fyri fyri søgum, sum lýsa gerandisdagin og mentanina í teimum londum, sum seinnu árini hava staðið ovast á breddanum í vesturlendska tíðindaflutninginum. Og á altjóða bókamessuni í London herfyri varð eisini fyri fyrstu ferð varpað serligt ljós arabiskar bókmentir. Kenna okkum aftur Tað eru serliga metseljarar, sum Drageløberen og Yacoubians hus, ið fara fram í ávikavist Afganistan og Egyptalandi, sum hava latið upp dyrnar til arabiska heimin, sigur Merete Borre, forlagsstjóri fyri týddar bókmentir á Gyldendal, við Kristeligt Dagblad. Hon hevur júst verið við til at geva út nógv róstu skaldsøguna Huset ved moskeen eftir iranska rit­ høvundan í útlegd Kader Abdolah. ­ Støðugt fleiri lesarar fáa eyguni upp fyri, at tær góðu søgurnar eisini eru at finna aðrastaðni enn í Amerika ella Onglandi. Eg haldi, at lesarar nú vilja hava eina meir fjølbroytta mynd av muslimska heiminum enn hana, vit fáa í dagliga tíðindastreyminum, sigur Merete Borre. Hesum er Ulla Prien, cand.phil á Universitetinum í Keypmanna­ havn, samd í. Hon vísir á, at tað nú er vorðið pláss fyri øðrum enn bara religiøsum lýsingum av muslimska heiminum, ið annars hava merkt kjakið mest. ­ Fagrar bókmentir geva eina góða lýsing av gerandisdegnum, sum hann sær út aftan fyri politiska kjakið. Bøkurnar geva okkum nakað, ið vit øll kenna aftur, nevniliga kenslur, sambond millum menniskju og teirra tankar um lívið, sigur Ulla Prien. Femikrimiin blástemplað Vit vita tað væl ­ nýggjastu tíð­ indi innan sonevndu femi­krimi­ søgurnar eru farin at líkjast í so nógv teimum næst nýggjastu. Men ikki hesuferð, tí seinast vit frættu, er femi­krimisøgan farin í bókmentasøguna. Í bókini Den nordiske femi­ krimi – læbestiftslitteratur eller fornyelse af en genre roynir høvundurin Frank E. Andresen at finna fram til, hvat tað er, sum ger hetta slagið av bókum til metseljarar kring allan heim, og á hvønn hátt hetta tykist at vera eitt serligt norðurlendskt fyribrigdi. Sambært høvundanum, byrjaði hetta rákið annars við bókunum hjá ensku P.D. James fyrst í sjeytiárunum og kvinnuliga detektivinum Cordelia Grey. Við norðurlendsku høvundunum kom tó munandi meir privatlív og kær­ leikstrupulleikar við í søgurnar. Í løtum minna lokabrøgdini millum kynini um tær kærleiksfløkjur, vit annars kenna best frá Jane Austen, og er hetta kanska tað, sum hugtekur mest við bókunum, heldur høvundurin. Sambært ummælum er Den nordiske femikrimi væl skrivað, gløgg og tankavekjandi uttan at gerast tungur akademiskur lesnaður. ave Gjøgnum vindeyguni í Yacoubians húsi sleppa lesararnir at kaga inn í eitt egyptiskt samfelag, har rotinskapur og lívsgleði vagga saman í síni egnu sjarmerandi rútmu Umrøða Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Ein av mest umrøddu bókunum úr arabiska heiminum seinnu árini er Yacoubians Hus eftir egyptiska høvundan Alaa al­Aswani. Søgan fer fram í 1990 árunum undir Golfkrígnum og er ein bítandi men sera undirhaldandi lýsing av dupultmoralska og korrupta egyptiska samfelagnum. Opið hús Karmurin um søguna er Yacoubians hús, ein bygningur í 10 hæddum í miðbýnum í Kairo. Húsið er til í veruleikanum, men í bókini verður tað ímyndin av egyptiska samfelagnum og savnandi eind fyri eitt óvanliga litríkt og ymiskt­ háttað gallarí av meir og minni orginalum typum, sum halda til í húsinum. Sjálvt húsið er ikki minni merkisvert við sínum súlum úr marmor og glæsiligu svalum. Upprunaliga vóru marglætisíbúðirnar í hús­ inum ætlaðar ríkum útlendingum, men eftir egyptiska kvettið í 1952, flýddu teir flestu av teimum av landinum. Sostatt stóð Yacoubians hús opið fyri lokalum íbúgvum og ikki minst fyri undirhaldandi søguni hjá Alaa al­Aswani. Á ovastu hædd hevur ein fjøld av fátækum arbeiðararum hersett tey umleið 50 lagurrúmini og umskapað hæddina til eitt slag av slummi. Á hinum hæddunum húsast alt slag av fólki, frá gjeikarum, pútudevlum og listafólkum til blaðstjórar, businessmenn og aristiokratar, sum hava sæð betri dagar. Eisini er onkur víðgongdur islamskur yvirgangsmaður at hitta í eini av íbúðunum. Rotinskapur og lívsgleði Sum frá líður tvinnast lagnurnar hjá hesum litríka harkaliði saman, sum oftast fyri at avdúka eitt stættarbýtt og korrupt samfelag, har tey ríku útnytta tey fátæku, har vina­ og kenningapolitikkur telur meir enn førleikar og har ungdómsins idealisma brádliga umskapast til vandamikla fundamentalismu. Men træðrirnir, ið binda hesi menniskjuni saman, eru ikki allir bara rotnir. Kanska eru teir í veruleikanum ofta serliga sterkir, har teir vísa, at lívsgleðin, blíðskapurin og kærleikin eru líka týðandi eyðkenni fyri hetta samfelagið, sum rotinskapurin. Onkursvegna fær høvundurin hesi bæði at vagga lið um lið í eini tølandi rútmu, sum geva bókini eina serstaka kyniska sjarmu og hava gjørt hana til metseljara kring allan heimin. Litríkur rotinskapur í Kairo Stórur áhugi fyri arabiskum bókmentum Lesarar venda sær støðugt oftari til skaldsøgur, ið lýsa lívið og gerandisdagin í muslimskum londum Við bókini ”Yacoubinas hus” gevur egyptiski høvundurin Alaa al­Aswani eitt sjáldsama livandi innlit í eitt arabiskt samfelag Den nordiske femikrimi er ein væl skrivað lýsing av, hvat tað er, sum ger krimisøgur við kvinnum sum høvuðspersónum til so stórar metseljarar