fríggjadagur 2. mai 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 83 - 2. mai 2008 ]
Fimleikalist í
Norðurlanda
húsinum
Flik-flak við fúk-
andi ferð, søgan
um Jeanne d´Arc í
rørlsum og mynd-
um, kulur Hip Hop
dansur, og mangt
annað hugtakandi
verður at síggja í
Fimleikalistini
Fimleikur
tíðindaskriv
Í fjør sá Fimleikalistin fyr
stu ferð dagsins ljós, og
eydnaðist hon so mikið
væl, at fyrireikarnir av
gjørdu, at hava hana aftur.
Eins í fjør eru tey luttak
andi liðini vald á árligu
f imleikaframsýning
unum hjá Havnar fim
leikafelag. Hesi hava víst
eitt hvørt serstakt sum
fyrireikingarbólkurin
hevur mett passaði væl til
Fimleikalistina.
Hvat er Fimleikalist?
Jú, Fimleikalistin er ein
fimleikalig uppliving, har
áskoðarin, í ein góðan
tíma, fær høvi at uppliva
tað besta í kappingar
fimleikinum og tað besta
í
breiddarfimleikinum.
Fimleikarar
á
høgum
støði vísa fantastiskar og
forvitnisligar rørslur og
verður tiltakið kryddra
við ymiskum, sum ikki
verður avdúkað her.
Við hesum vil nevndin
í Havnar fimleikafelag
vísa
almenninginum,
hvussu nógv fimleikurin
í Føroyum hevur ment
seg seinastu árini, og vil á
henda hátt varpa ljós á
fimleikin og listina, sum
tað í veruleikanum er.
Einans tvær sýningar
verða 18. mai. Tann fyrra kl.
15 og tann seinna kl. 18.
Grand Prix Finalan
í talvi, verður
telvað leygardagin
í hølum Havnar
Telvingarfelags
Talv
Tíðindaskriv
Talan er um ta 9. GP
kappingina í røðini, síðani
kappingin byrjaði seinasta
heyst. Undirtøkan hevur
verið góð og kappingin er
skipað soleiðis, at til tess at
fáa GPplasering, krevst at
luttikið er í Finaluni og 5
undankappingum. Í Final
uni verða telvað 9 umfør,
har hvør telvarin hevur 15
minuttir í part til talvið.
Undan finaluna liggur
Olaf Berg úr Sandavágs
Talvfelag best fyri 3 stig
fremri enn Ólavur Simonsen
úr Klaksvíkar Talvfelag,
sum samstundis er í harðari
kapping um at halda fast
um 2. plássið við Torkil
Nielsen úr Sandavágs Talv
felag,
meðan
Finnbjørn
Vang úr Klaksvíkar Talv
felag er nakað aftari, men
tó hevur møguleikar.
Telvað verður somuleiðis
um Grand Prix styrkis
virðislønir, sum merkir, at
telvarar verða býttir upp í
styrkisbólkar og kappast
innanhýsis í sínum styrkis
bólki um GPplaseringar.
Rógvi E. Nielsen, úr
Sandavágs Talvfelag, verð
ur uttan iva vinnari av 1.
styrkisvirðislønini, meðan
kappingin er sera hørð um
2. styrkisvirðislønina, ímill
um Jónfinn Thomsen úr
Sandavági og Hjalta Toftum
Jógvansson
úr
Havnini.
Høgni E. Nielsen úr Sanda
vági liggur sera væl fyri at
vinna 3. styrkisvirðislønina,
í kapping við Herborg
Hansen, Vagnur Dam og
Einar Gregersen. Spennandi
kapping verður ímillum
Johan Hentze úr Sunda
lagnum, Heðin Gregersen
úr Klaksvík og Sáru Traber
Olsen úr Havn um 4.
styrkisvirðislønina.
Sostatt eru ábendingar
um, at Sandavágs Talvfelag,
kann gerast heilt stóri sig
ursharrin, tá seinasti leikur í
Grand Prix 07/08 er leiktur
leygardag seinnapart.
Talvfinalur um vikuskiftið
Sjáldan fara spælarar
og fjepparar eftir
lítlari løtu ígjøgnum
so stór kenslulig
sveiggj, sum NSÍ
og ÍF spælarar
og viðhaldsfólk
fóru tað við Løkin
mikukvøldið
FóTbólTur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Um fótbóltsundirhald verð
ur vigað í málum og brots
spørkum, so var 2. hálv
leikur í oyggjauppgerðini
millum NSÍ og ÍF í Runavík
so undirhaldandi, sum tað
ber til at ímynda sær. Har
afturat var intensiteturin
stórur, og tað gjørdist eyka
dramatiskt,
tá
ið
tveir
fuglfirðingar í sama minutti
vórðu riknir av vøllinum.
Dramatikkurin
var
so
stórur, sum tað næstan ikki
ber til at rokna við í yvir
tíðini. Eina løtu vóru fugl
firðingar omaná, so tey á
Skálafjørðinum, so aftur
teir reyðu og so teir gulu,
meðan teir reyðu rættuliga
hingu við nevinum, tá ið
síðsta
bríkslið
hevði
ljóðað.
Í desperatari roynd at fáa
fulla
úrtøku
varð
NSÍ
liðformaðurin Óli Hansen,
sum frammanundan hevði
skorað tvær ferðir úr ellivu
metrum, fluttur í fremstu
røð. Meiri enn minuttur var
farin av yvirtíðini, tá ið
liðformaðurin á rangstøðu
markinum heilfluktaði í
málið.
32 til heimaliðið, og tað
kendist sum um, at nú var
ballið buðið hjá ÍF, sum
hevði svarað aftur og javnað
til 22, eftir at teir høvdu
mist tveir menn! Málskjútti
í tí førinum var Bartal
Eliasen, sum vísti framúr
hugburð og saman við
eyðsýnda Høgna Madsen á
miðvøllinum tók einastand
andi ábyrgd á seg, tá ið
mest stóð til. Av brotsteig
armarkinum í høgru smekk
aði hann bóltin upp í
handara hornið.
Men ballið var ikki buðið
hjá ÍF, hóast stóra vónbrotið,
sum 32 leiðslan í yvirtíðini
var fyri teir. Dómarin peik
aði fyri triðju ferð á ellivu
metra blettin, og vongverjin
í høgru, Áki Petersen, sendi
bóltin á tvørtræið. So bríksl
aði dómarin fyri síðstu ferð,
og áskoðararnir mundu iva
leyst vera eins pøstir, sum
spælarar ofta kenna seg.
Tað hevði verið dramatikk
ur fyri allar pengarnar.
Brotssparksdómarnir hava
fingið og fáa ivaleyst stóra
umrøðu. Tá ið Óli Hansen,
sum við trimum málum
gjørdist dagsins maður hjá
heimaliðnum, javnaði til 1
1, var tað við brotssparki,
sum
linjudómarin
hevði
veittrað fyri. Innskifti Øssur
Dalbúð stútaði, og bólturin
kom í armin hjá Bartali
Eliasen. Tá ið Óli Hansen
við brotssparki legði NSÍ
við ellivu monnum framum
teir níggju fuglfirðingarnar,
hevði dómarin bríkslað, tí
hann metti, at Bartal Eliasen
hevði togað Øssur Dalbúð
niður.
Áki Petersen fekk møgu
leikan úr ellivu metrum, tí
dómarin metti, at Johan
Troest
Davidsen
hevði
skumpað óregluliga í brots
teiginum.
Í spennandi steypadysti
num ímóti HB fyrr í ár
umsetti Áki Petersen tvær
ferðir brotsspark til mál,
men hesa ferð kiksaði hann:
Hetta var orduliga súrt.
Spælið
flýtur
væl
hjá
okkum, og eg haldi avgjørt,
at vit eiga at fáa í hvussu so
er eitt stig. Men heldur ikki
hesa ferð vóru marginalirnir
við, staðfesti óføri mið
vallarin Høgni Madsen.
Hvør er orsøkin til, at
spælið gongur so væl?
Vit tora at hava bóltin
og at bjóða okkum til.
Harvið verður minni trýst á
liðnum, enn tað hevði verið,
um vit sparkaðu bóltin fram
og so beinanvegin vórðu
settir undir trýst av mót
støðumonnunum,
heldur
Høgni Madsen, sum avgjørt
roknar við, at uppaftur fleiri
stig fara at koma, um tað
fer at eydnast at halda fram
við leikgongdini, sum hevur
verið higartil.
Fyrstu ferð fuglfirðingar
vóru á tindinum var lítla
løtu undan hvíldini, tá ið
Nenad Saric úr vinstru
sneiddi framvið tveimum,
áðenn hann við fínum skoti
sendi bóltin upp í handara
málhornið.
Í Runavík fegnast teir
sjálvandi yvir øll stigini.
Sammett við meistaraárið í
fjør restar nógv í leikliga,
men tað boðar frá dygdum
hjá toppliði, tá ið tað uttan
gott spæl eydnast at vinna
fulla úrtøku og harvið at
vera millum toppliðini.
At venjarin ikki er nøgdur
sæst aftur í, at hann skiftir
fólk. Tað plagar ikki at vera
honum fyri. Hesa ferð vóru
Einar og Dejan settir uttan
fyri. Í borðunum eru verju
trupulleikar, og framrættaða
spælið er ikki, sum tað
hevur verið.
ÍF
NSÍ
NSÍ-ÍF 3-2 (0-1):
NSÍ upp á tindar og gjøgnum dalar
Talan var um framúrskar
andi framsýningar, tá Fim
leikalistin í fjør var koyrd av
barkastokki
Mynd: Hannis P. Wardum
Tað var um hár gjørt, at
ÍF tók stig við sær móti
meistarunum, hóast teir
móti dystarenda vóru
undirmannaðir við tveimum
spælarum. Brotssparkið í
yvirtíðini varð tó misnýtt, og
so fekk NSÍ øll stigini
Mynd: Álvur Haraldsen
Rangers er í UEFA Cup finaluni
Einki mál kom í vanligu leiktíðini, hvørki í fyrru ella seinnu
hálvfinaluni í UEFA Cupkappingini. Í yvirtíðini í Firenze kom
heldur einki mál, og tí var neyðugt við brotssparkskapping.
Fiorentinamálverjin, Sebastian Frey bjargaði brotssparkinum hjá
Barry Ferguson, sum var fyrstur at skjóta. Men Fabio Liverani og
veteranurin, Christian Vieri brendu fyri Fiorentina, og tá hinir 4
brotsparksskjúttarnir hjá Glasgow Rangers greiddu sín setning, eru
skotarnir klárir til finaluna ímóti Zenit Sankta Pætursborg, sum
verður á City of Manchester Leikvøllinum mikukvøldið 14. mai.
Ovurfegin Smith
Tað kann væl vera, at Fiorentina hevði uppiborið betri.
Men vit einum ótrúliga stríðsvilja megnaði Glasgow
Rangers at standa móti trýstinum. Og tað var einki at siga
til, at venjarin hjá felagnum var væl nøgdur eftir sigurin.
Hetta var eitt fantastiskt úrslit, og eg eri ovurfegin vegna
øll í og kring felagið. Vit vistu av, at vit komu undir trýst,
men vit megnaðu at halda høvdinum kalt segði Sir
Walther Smith um sínar spælarar, sum veruliga stríddu
seg gjøgnum ódnarveður í Firenze, segði Walther Smith
eftir minniliga sigurin í brotssparkskappingini.