fríggjadagur 2. mai 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 83 • 2. mai 2008
Vikuskifti
20
átrúnaður
Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Succes fæst
við samstarvi
Men vit hildu áfram at byggja
borgargarðin, til hann var
allur komin upp í hálva
hædd. Og fólkið starvaði við
góðum huga. (Nehemia 4,6)
Tá Nehemia lýsir seg sjálvan, ger
hann tað opið og erligt – um sorg
sína um toftirnar í Jerúsalem; um
bøn sína um vegleiðing og teir
dagarnar, tá hann ivaðist í, um
hann fór at yvirliva. Men tá tað
snýr seg um tað ótrúliga avrikið at
endurreisa múrarnar í Jerúsalem
eftir bert 52 døgum, gevur hann
øðrum heiðurin. »Vit endurreistu
múrin, tí fólkið starvaðist av
heilum hjarta«, soleiðis sum enska
týðingin sigur. Tað eru eingi mørk
fyri tí ein kann røkka, so leingin
eingin berjist fyri at fáa heiðurin.
Tey seinnu árini hevur forsang
arin í tónleikabólkinum U2, Bono
víðkað virksemið til annað enn
tónleikin og er vorðin ein týðandi
forsprákari fyri teim hjálparleysu
og kúgaðu. Áhugavert er eisini,
at hann er Bíbliulesari, og hevur
lært seg at samstarva við onnur,
til tess at røkka endamáli sínum.
Hann hevur tosað við statsleiðarar,
fíggjarfólk, ídnaðarleiðarar, kend
fólk – øll sum hava møguleika at
hjálpa teimum menniskjunum,
hann ynskir at røkka. Hvar lærdi
Bono at vera bundin at øðrum;
at vera ein partur av einum bólki
og at taka ímóti hjálp frá øðrum?
Rokkstjørnur tykjast vera sjálvglað,
isolerað og líkasæl um onnur. Tað
er tí at so nógvir tónleikabólkar ikki
kunnu halda saman.
Viðmerkingin hjá Bono er: »Tað
eru tíðir, tá fólk eru so upptikin
av sær sjálvum og krøvunum til
tilveru teirra, at tað er trupult
at vera í einum tónleikabólki.
Fólk ynskja at vera harrar í teirra
egna ríki. Eg haldi, at tá fólk
gerast eldri, missa tey so líðandi
evnini at broyta meining og at
argumentera. Ein upplivir tað bæði
í familjuni og millum vinir. Úrslitið
er, at ein fær færri og færri menn
iskju rundan um seg, og sum tey
eru samd við. Og soleiðis endar
lívið í keðiligari líkasælu«.
Ynskir tú at uppliva succes,
mást tú læra teg at samstarva.
(Kelda: ucb.dk)
orðið
Føroysk
hvítusunna í
Danmark
Esbjerg: Teir føroyingar, ið
hava áhuga at luttaka við møtir
í Danmark á hvítusunnu, fáa
eitt gott høvi til hetta seinni í
mánaðinum. Hesa høgtíðina
skipar føroyski trúboðarin, Heri
Elttør fyri møti í missiónshúsinum
Bethania í Esbjerg. Møtini byrja
fríggjakvøldið 9. mai og halda
fram til sunnudagin. Høvuðstalari
verður Thomas Dam, formaður
í føroysku Heimamissiónini. Eitt
líknandi tiltak varð roynt í fjør í
Hirtshals við góðum úrsliti. Hetta
vóru fólk so væl nøgd við, at
avgjørt er at royna tað aftur í ár.
Gerhard skrivar
kirkjusøgu
Prestar: Í farnu viku kom út
bókin »Rendsborg Danske Kirkes
Historie«, sum presturin Gerhard
Hansen hevur skrivað. Tann
262 síðu stóra bókin er um 40
ára tíðarskeiðið í hesi kirkjuni
– frá 1946 til 1986. – Hetta er
ein søga, sum sigur frá sterkum
vilja, ósemjum, toli og kærleika
at finna ein samleika í danska
minnilutanum í Týsklandi eftir 2.
heimsbardaga, verður sagt um
hana. 64 ára gamli rithøvundurin,
Gerhard Hansen var í tíðarskeið
inum 198187 prestur í Rends
borg og hevur frá 198792 í
Vestmanna og Vágum. Bókin
fæst í bókhandlum kring landið.
Willow Creek-
stevna í heyst
Heimamissiónin: Fyri tveimum
árum síðani varð skipað fyri
eini serstakari leiðarastevnu
á Toftum. Henda var so mikið
væleydnað, at ætlanin er at
endurtaka stevnuna, tó við
øðrvísi leisti. Hetta verður
ein Willow Creekstevna sum
verður hildin saman við øðrum
samkomum. Heitið á stevnuni er
»Global Leadership Summit« og
verður í Norðurlandahúsinum.
– Vit meta, at stevnan kann
geva góðan íblástur í uppgávu
okkara sum leiðarar í kristiliga
arbeiðinum, sigur Thomas Dam,
formaður í Heimamissiónini.
Enn er eingi útlit fyri
at Runavíkar Sjómans-
heim letur upp aftur
Runavík: Átta mánaðir eru
nú farnir síðani Runavíkar
Sjómansheim lat aftur.
Tað stongdi 1. september í
fjør, men enn er ógreitt, hvussu
framtíðin verður við heiminum.
Kristian Martin Petersen,
formaður í stýrinum fyri
sjómansheimið, sigur, at teir hava
fingið fyrispurningar um at leiga
heimið.
Støða er kortini ikki tikin til
hetta enn, men tað verður í næst
um, sigur hann við mission.fo.
Um heimið ikki verður útleigað,
verður tað helst lýst til sølu og
selt, um nóg góður prísur fæst
fyri tað.
Sjómansheimið í Runavík
er knýtt arbeiðinum hjá Sjó
mansmissiónini, ið aftur er
ein av arbeiðsgreinunum hjá
Heimamissiónini.
Sjómansheimið
framvegis stongt
Tað er einki eindømi, at
eitt føroyskt sjómansheim
letur aftur. Hetta er sama
gongdin, sum ein sær aftur
innan hetta virksemið í
Danmark
Broytta arbeiðsmynstrið hjá
dønum hevur aftur havt sær, at
færri og færri sjómenn ferðast til
danskar havnir.
Ringarnir av hesi minkingini hava
eisini breitt seg til sjómansheimini,
sum í síni tíð vóru 42 í tali.
Miðskeiðis í februar mánaði
í ár vóru einans níggju eftir, og
seinni sama mánaðin skuldi eitt
teirra seljast aftrat. Hinvegin
verður væntað, at hini fara at
yvirliva sum sjómansheim við
hotellvirksemi sínum.
Tinna Glisbo, sum saman við
manninum eru fyristøðupar á
Fredericia Sømandshjem klagar
kortini ikki um raksturin.
Í Fredericia vitja dagliga eini
56 skip, og hevur sjómansheimið
eini 30 vitjandi um dagin. Til døg
urðan sunnudag eru tey ofta upp
ímóti 100 gestum til borðs.
Vit hava sjálvandi ein ávísan
rætt. Men vit skulu eisini hava
pening til tað sosiala virksemið.
Hann fáa vit umvegis hotell
virksemið, sigur hon.
Færri havnir – størri
skip
Formaðurin fyri Skagen Sømans
hjem, Per Rasmussen er ikki ímóti
hugsanini at ein skal forvinna til
raksturin við hotellvirksemi.
Hetta er eitt sindur troyttandi,
men hetta er tann veruleikin, sum
vit standa í, sigur hann.
Per Rasmussen staðfestir, at
samstundis sum talið av sjómans
heimum fækkast, er ein partur av
Danmarkarsøguni við at hvørva.
Men tað er ein natúrligur
útviklingur, nú tað bert eru 8
sjómansheim eftir. Veruleikin
er, at havnirnar fækka og skipini
gerast størri og størri.
Hetta mugu sjómansheimini
eisini skipa seg eftir, sigur hann.
Nú eru bert átta heim eftir
Havn: Nú sunnudagin kl. 14 verður ein heldur øðrvísi sunnudagsskúli í Meinigheitshúsinum í Havn.
Tá verður nevniliga ein ommu og abbadagur.
Til høvið kunnu børnini bjóða ommu síni og sínum abba við, ella onkrum sum tey eru góð við.
Við sunnudagsskúlanum fer ein abbi at hava tekstin og ein omma fer at fortelja eina søgu.
Eisini fer barnakórið í Sørvági at syngja. Aftaná verður ein drekkamunnur at fáa.
Øll eru hjartaliga vælkomin at vera við, bæði børn, foreldur teirra og sjálvandi ommurnar og
abbarnir, verður sagt úr sunnudagsskúlanum í Meinigheitshúsinum.
Ivasamt er, um Sjómansheimið í Runavík
letur upp aftur sum slíkt
Ommu- og abbadagur
Seinasta: Letur upp 1. juni
Hóast døpru útlitini er nú greitt,
at Jaspur Langgaard av Nesi,
fer at lata Runavíka Sjómans
heim upp aftur 1. juni, skrivar
Trúboðin sum kom út í dag.