Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-02, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mai 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 83 - 2. mai 2008 ] Brøndby danskur steypavinnari Talan var um undirhaldandi drama, tá ið stórfelagið, sum hevur verið kreppurakt stóran part av kappingarárinum, vann 3-2 á Esbjerg Tað var proppfult á áskoðaraplássunum, tá ið Brøndby í dag vann donsku steypafinalouna 3-2 á Esbjerg. Intensiteturin var stórur frá fyrsta bríksli, og fimm fín mál undirstrikaðu, at undirhaldsvirðið var høgt, hóast tað ikki alla tíðina var so ógvuliga væl skipað spæl. Brøndby hevur verið í tungum sjógvi alt hetta kappingarárið. Leingi var liðið í vanda fyri at flyta niður, og einasta vónin fyri altjóða luttøku næsta kappingarár var sigur í steypakappingini. Venjarin Tom Køhlert hevur verið venjari í nógv ár, men hetta var fyrsta ferðin, at hann var partur av steypafinaluni. Hann var ovurfegin eftir steypasigurin, tá ið hann undirstrikaði týdningin av sigrinum: - Vit eru aftur á pallinum. Finalusigurin var endurroysn av liðnum. Hetta var fínur, tættur, spennandi og dramatisk uppgerð. Hetta eru orð, sum plaga at verða sett á góða finalu, sigur venjarin við heimasíðuna hjá Brøndby. Hetta var sætta ferðin, at Brøndby vann donsku steypakappingina. Esbjerg venjarin, Troels Bech, var vónbrotin yvir tapið, men hann rósti sínum monnum fyri gott avrik og fyri, at teir vístu góðan moral, tá ið teir tvær ferðir svaraðu aftur, eftir at Brøndby hevði lagt seg á odda. Sigursmálið til 3-2 skoraði Brøndby veteranurin Martin Retov, tá ið tað restaðu fimm minuttir. Svenski Samuel Holmén setti hol á fyri Brøndby, og svenski Max von Schlebrügge skoraði til 2-1. Bæði Esbjerg málini skoraði Søren Rieks. Tað er kanska hósk- andi, at russiski høvuðsstaðurin er pallurin, tá Roman Abramovich skal fullføra stóra dreymin. At leiða Chelsea upp á ovastu tindarnar Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo »Chelski«. Soleiðis ljóðaðu yvirskriftirnar alt fyri eitt, tá Roman Abramovich fyri skjótt fimm árum síðani keypti Chelsea frá Ken Bates, sum hevði satsað ov nógv í royndunum at leiða felagið á ovastu tindarnar. Russiski dollar-milliard- erurin boðaði alt fyri eitt frá, at hann vildi gera Chelsea til besta felagið í Onglandi, í Europa og í heiminum. Fyrsta stigið var at strika milliarda-skuldina, sum var í felagnum, og síðani vórðu aðrar milliardir nýttar til at keypa spælarar fyri. Chelsea var brádliga felagið, sum bestu spælararnir settu heilt ovarliga á sínum ynskislista, og nøvn sum Petr Cech, Michael Ballack, Claude Makelele, Didier Drogba, John Obi Mikel, Michael Essien, Andriy Shevchenko hava funnið vegin fram til hópin. Við Jose Mourinho sum stýrimanni varð enska meistaraheitið vunni tvær ferðir á rað, men í fjør misti Chelsea heitið til Manchest- er United. Og fyrstu dystirnar av hesum kappingarárinum var einki, sum bendi á, at hetta skuldi broytast. Chel- sea hevði stórar trupulleik- ar, og tá Rosenborg vann sær javnleik á Stamford Bridge, hevði Abramovich fingið nóg mikið. At tað so gjørdist ísraelski Avraham Grant, sum undan hesum var ítróttastjóri, sum settist í venjarasessin, høvdu tey fæstu vænta. Men hóast hann enn hevur síni mótstøðufólk, so kunnu fá teirra siga, at Grant ikki hevur gjørt eitt gott arbeiði. Í Premier League er Chelsea ájavnt Manchester United í stigum, nú bert tvey umfør eru eftir, og mikukvøldið stóð so greitt, at tað verða júst somu lið, sum skulu stríðast um stóra europiska steypið á Luzhniki Stadion í Moskva, har føroyska landsliðið annars vitjaði fyri sjey árum síðani. Fergie vildi hava Liverpool Sjálv hálvfinalan móti Liverpool gjørdist júst so spennandi, sum tey flestu vónaðu. Og hóast Chelsea helst sendir nakrar vinar- ligar tankar til John Arne Risse, sum gjørdi sjálvmál í 94. minutti á Anfield fyri viku síðani, so var samlaði sigurin hjá Chelsea í lagi. Verður hugt at ensku kappingini, sum í løtuni má sigast at vera heimsins harðasta, so er tað væl eisini í lagi, at tað eru júst Man- chester United og Chelsea, sum spæla europisku finaluna. Men fyri tað hevur Sir Alex Ferguson loyvi at hava sína meining. Og hon er púrasta greitt, at hann vildi hava Liverpool í finaluna. Ikki so nógv, tí hann heldur hetta vera eina lættari uppgávu. Men heilt einfalt, tí hann metir, at tað verða munandi færri við- haldsfólk hjá Manchester United til finaluna nú. Hetta tí vandi er fyri, at Abramovich sjálvur keypir bróðurpartin av atgongu- merkjunum, og at hann síðani letur hesi til Chelsea- fjepparar! Chelsea-Liverpool 1-1 (1-0) (3-2 eftir longda leiktíð): Abramovich nærri dreyminum Roman Abramovich hevur nýtt onkra staðni millum tríggjar og fýra milliardir upp á Chelsea. 21. mai hevur hann møguleika at røkka stóra dreyminum Mynd: Polfoto/AP Chelsea-Liverpool 3-2 eftir longda leiktíð (1-1 (1-0)) 1-0: Didier Drogba, 33. 1-1: Fernando Torres, 64. 2-1: Frank Lampard (br.), 98. 3-1: Didier Drogba, 105 3-2: Ryan Babel, 117. Chelsea: Petr Cech, Ashley Cole, John Terry, Ricardo Carvalho, Joe Cole (Nicolas Anelka, 90.), Frank Lampard (Andriy Shevchenko, 119.), Michael Essien, Claude Makelele, Michael Ballack, Didier Drogba, Salomon Kalou (Florent Malouda, 70.) Gult kort: Eingin Liverpool: Pepe Reina, John Arne Risse, Jamie Carragher, Alvaro Arbeloa, Martin Skrtel (Sami Hyypia, 22.), Steven Gerrard, Xabi Alonso, Yossi Benayoun (Jermaine Pennant, 78.), Javier Mascherano, Fernando Torres (Ryan Babel, 98.), Dirk Kuyt Gult kort: Xabi Alonso, Alvaro Arbeloa Skot (á málið) Chelsea 19(11), Liverpool 15(5) Fríspørk Chelsea 20, Liverpool 19 Hornaspørk Chelsea 5, Liverpool 9 Rangstøða Chelsea 8, Liverpool 4 Possession Chelsea 45%, Liverpool 55% FAKTA um dystin Lampard mintist mammuna Kenslurnar fingu frítt at fara, tá Frank Lampard sendi Chelsea á Moskva-kósina. Í umdystinum hildu Chelsea-spælararnir seg hava skorað, tá Essien sendi bóltin í netið, men tað málið varð kolldømt. Lítla løtu seinni feldi Hyypia tó Ballack, og so fekk Lampard møguleikan úr 11 metrum. Bara seks dagar eftir, at hann hevði mist mammu sína, kundi Lampard ískaldur senda brotsspark í netið, og talan var um rørandi myndir, tá hann við tárunum rullandi eftir kjálkunum ognaði sítt helst týdningarmesta mál nakrantíð til mammuna. United eru betri Didier Drogba, sum skoraði tvey mál í hálvfinaluni móti Liverpool, sigur heldur óvæntað, at Manchester United eru favorittar undan Champions League-finaluni í Moskva. – United hava eitt fantastiskt lið. Helst tað besta í Onglandi. Men vit duga eisini bæði eitt og annað, og sigurin hjá okkum vikuskiftið gevur okkum eisini sjálvsálit undan stóru uppgávuni, sigur Drogba við ensku miðlarnar. Brøndby hevur ikki havt tað lætt í ár. Men í gjár kundu spælararnir so fegnast, tá teir hóast alt fingu bæði steypasigur og pláss í Europa burtur úr kappingarárinum