Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-02, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mai 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 83 - 2. mai 2008 23 tíðindi Smábørn hava gjørt herverk fyri yvir 100.000 krónur á dagstovninum við Løgmannabreyt Herverk Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað var ikki ein tespulig sjón, sum møtti einum starvsfólki á dagstovninum við Løgmannabreyt, tá ið tað um hálvgum tíggju tíð­ ina í mikukvøldið fór inn á stovnin at vita, hví ljósið í kaffistovuni varð tendrað. Inni gingu nøkur smábørn frá sjey ára aldri, upp til níggju ára aldur. Og tey høvdu rættiliga gjørt um seg, tí ímeðan tey hava verið inni, hava tey framt herverk sum yvir­ gongur allan forstand. Tey hava rætt og slætt raserað allan dagstovnin, sum hann er. Enn er ongin meting gjørd av skaðanum, men hann er so umfatandi, at hann fer at kosta fleiri hundraðtúsund krónur at umvæla. Tey vita eisini, at herverk­ ið er framt í einum tíðarbili upp á góðar tríggjar tímar, tí klokkan seks um kvøldið fór vaskikonan til hús og klokkan hálvgum tíggju, vórðu børnini tikin á búri. Í hvørjum króki Børnini hava verið í hvørjari skuffu, hvørjum skapi og á hvørjari hyll og raserað og oyðilagt. Tað sær annars út til, at hava verið rættiliga fitt og meinaleyst í fyrstuni: Børn­ ini høvdu fingið sær kakao­ mjólk í hvør sítt bikar, sum enn stóðu á einum borði. Tey høvdu eisini verið í frystiboksini eftir pylsum, sum tey høvdu lagt í ovnin at steikja. Men kakao varð ongantíð drukkið og ovnurin varð ongantíð tendraður, tá árenn tey komu so langt, gekk alt onkusvegna fullkomiliga yvir gevind og børnini fóru at herja og oyðileggja. Her skal viðmerkjast, at ein høvuðsavbrótari er, sum sløkkir komfýr, ovn og grill og hann varð framvegis sløktur. Næstan allur matur, ið var á stovninum, er kleimd­ ur út og nógvastaðni er alt fult av einum tjukkum grey­ ti av putursukuri, sukuri, kakao, kaffi, vatni, mjólk, soyu, ediki, sinnoppi, ketsjuppi, sukurmolum urtapottamolt, uppvaskievni og hvat ið annars inni var av føstum og flótandi. Samstundis eru hurðar, veggir og dýnur málaðar við tusj og stólar og borð liggja rundvelt á gólvinum og perlur og annað hjá børn­ unum at spæla við, er stroytt út eftir gólvinum. Tað er eisini rættiliga nógv beinleiðis oyðilagt, bæði telda, telefon, sjón­ varp, kaffimaskinur og ann­ að. Tey harmast eisini um, at ein rúgva av tekningum hjá børnunum og dagbókin hjá dagstovninum eru heldur ikki sloppin undan. Av tí at børnini vórðu tik­ in á búri, veit løgreglan eisi­ ni hvørji tey eru, so málið er uppklárað. Skelkandi Fía Nattestad, leiðari á dag­ stovninum við Løgmanna­ breyt, er rættiliga skelkað av hendingini og tað eru øll hini starvsfólkini eisini. Hósmorgunin vórðu øll starvsfólkini boðsend á møta á dagstovninum at síggja skilið og at fáa eina frágreiðing um støðuna. ­ Tað er skelkandi at slíkt kann henda, sigur Fía Natte­ stad. Hon sigur, at børn plaga altíð at spæla við dagstovnin um kvøldarnar, men tey hava aldrin havt trupulleikar av hesum áður, uttan okkurt smávegis órudd, sum tað neyvan slepst undan. Men í hesum føri eru eini fimm børn, tríggjar gentur og tveir drongir, í aldrinum 7­9 ár farin inn ígjøgnum eitt opið vindeygað og hava raserað allan dagstovnin. Sorl í barna­ garði í Havn Myndirnar á teimum næstu síðunum tala fyri seg Mynd: Jens Kristian Vang