fríggjadagur 2. mai 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 83 - 2. mai 2008
Heðin Mortensen tek
ur so hjartaliga synd
í børnunum, sum
hava framt herverkið
á Dagstovninum við
Løgmannabreyt og
hann heitir staðiliga á
øll um at taka væl ímó
ti teimum, tá ið tey
koma aftur í skúla
Herverk
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Tað er heilt ómetaliga
synd í børnunum, sum
komu sær í ta støðu, at tey
hava framt so umfatandi
herverk á dagstovnin við
Løgmannabreyt.
Tað heldur Heðin Morten-
sen, borgarstjóri í Havn.
Hann heitir tí staðiliga á
øllum um at taka væl ímóti
teimum, tá ið tey koma aft-
ur í skúla, tí sjálvandi skulu
tey víðari í lívinum.
Annars er borgarstjórin
sjálvandi eisini harmur um,
at so umfatandi herverk er
framt ímóti dagstovninum.
Og hann sigur, at komm-
unan fer nú at umhugsa
støðuna fyri vita um tiltøk
skulu setast í verk fyri at
fyribyrgja, at slíkt hendir
aftur.
Ein tilburður, sum hesin,
hevur onki fordømi og borg-
arstjórin heldur, at spurn-
ingurin er eisini um hetta
bara er ein einstakur tilburð-
ur, sum altíð kann koma
fyri.
Men tað er sjálvsagt, at
vit fara at eftirmeta støðuna
fyri at vita um nakað skal
gerast fyri at tryggja kom-
mununa ímóti at slíkt hendir
aftur.
- Talan kann vera um at
seta ávaringarskipanir upp,
ella talan kann vera um at
gera mannagongdir fyri,
hvussu farast skal fram, tá
ið starvsfólk fara av einum
stovni, sum hesum, sigur
borgarstjórin.
- Tað er altíð betri at fyri-
byrgja, men spurningurin
er, hvussu ofta, vit kunnu
vænta okkum so ógvusligar
hendingar, sum hesa og,
hvussu stór tiltøk, skulu set-
ast í verk.
Annars sigur hann, at tey
hava ruddað og vaskað í
døgndrift og tað ber til at
fáa dagstovnin í so frægan
stand til mánadagin, at hann
kann taka ímóti børnum.
Men tað er eisini ein
spurningur um at endur-
nýggja alt tað, sum er brot-
ið, kaffimaskinur, sjónvarp,
telefonir, teldur, leikur og
annað og tað kann eisini
taka sína tíð.
Møguliga verður eisini
neyðugt at mála innan og at
skifta hurðar og annað inn-
búgv.
Borgarstjórin tekur
synd í børnunum
Myndir: Áki Bertholdsen