fríggjadagur 2. mai 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindi
Nr. 83 - 2. mai 2008
- Ein stendur púra
spyrjandi um, hvat
fær smábørn at gera
slíkt herverk, sigur
sálarfrøðingurin,
Heri Kragesteen
Sálarfrøði
Snorri Brend
Hoyvík: Eins og so nógv
onnur, kom hendingin í
barnagarðinum við Løg
mannabreyt púra óvart á
hann.
Sum sálarfrøðingur sær
hann eitt slíkt herverk út frá
fakligum fortreytum, og
hann staðfestir tí stutt yvir
fyri Sosialinum:
Hetta var so ikki vanligt
barnaspæl, men ein má vist
heldur kalla slíkt fyri rættili
ga forskrúvað spæl!
Heri Kragesteen vísir til
tað kenda dømið um tey
húsini í bygdini, og sum
standa tóm rættiliga leingi:
Fyrst verður ein einstakur
rútur brotin, síðani tann
næsti og aftur ein. Næstu
løtuna eru allir rútarnir og
hurðin brotin, og húsini í
sori innan!
Men eg dugi sera illa at
skilja, at børn kunnu finna
uppá at gera slíkt herverk í
einum barnagarði, sigur
Heri Kragesteen.
»Fluernes Herre«
Fá dømi munnu vera um so
grov herverk, men tær
»mekanismurnar« ið kunnu
føra til slíkar gerðir, eru
kortini lýstar í bókmentum.
Mong hava helst lisið bók
ina »Flugudrotturin« eftir
William Golding.
Tá Heri stutt skal lýsa
ógvusligu hendingina við
Løgmannabreyt, so er inni
haldið og gongdina í bókini
helst tað sum kann lýsa het
ta best.
Her enda fleiri skúla
dreingir á eini oydnari oyg
gj, har teir skulu royna at
lívbjarga sær. Teir sleppa at
ráða einsamallir fyri borg
um, tí eingin vaksin er at
siga teimum ímóti ella at
rættleiða teir.
Úrslitið av hesum er, at
teir lata instinkt síni ráða,
og hevur hetta sera ógvus
ligar avleiðingar við sær, tá
tað ringasta og myrkasta í
menniskjanum soleiðis kem
ur undan kavi.
Tað er ikki vanligt at før
oysk børn finna uppá at
gera slík herverk.
Men her er okkurt løgið
hent, og sum hevur viðført
hesa sera ógvusligu hend
ingina, sigur Heri Krage
steen.
Forskrúvað spæl í
barnagarðinum
Starvsfólk, børn og
foreldur fáa nakrar
dagar at koma fyri
seg aftur í, men
mikudagin fer
dagstovnurin við
Løgmannabreyt at
taka børn innaftur
Herverk
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað
er
nú
greitt,
at
Dagstovnurin
við
Løgmannabreyt tekur ímóti
børnum aftur mikudagin
eftir umfatandi herverkið
mikudagin.
Tað varð avgjørt á fundi
ímillum
býráðið
og
starvsfólkið á stovninum í
morgun.
Annars hava tey arbeitt at
kalla í døgndrift við at
vaska og taka upp eftir
herverkið og tað eru tey við
at vera liðug við, so fyri
tað, kundu tey tikið ímóti
børnum mánadagin.
Men
Býráðið
og
starvsfólkið eru samd um,
at geva børnum, starvsfólki
og foreldrum tveir dagar í
næstu viku at koma fyri seg
aftur í.
Heðin
Mortensen,
borgarstjóri, sigur, at tað er
rættiliga nógv, sum skal
keypast av nýggjum, bæði
leikur, telda, telefonir og alt
møguligt annað, sum skal
til fyri at endurreisa stovnin
og tað verða teir næstu
dagarnir so brúktir til.
Hinvegin er nógv annað
stórarbeiði, sum eisini skal
gerast, eitt nú skulu veggir
málast, tí teir eru útsmurdir
við tussj, men tað arbeiðið
verður gjørt so líðandi tað
næstu tíðina.
Nú fara tey so at ringja
runt til foreldrini at greiða
teimum frá støðuni.
Tey foreldur, sum vilja
hava børnini heima, kunnu
so gera tað. Men vilja
foreldur hava børnini í
ansing frá mánadegnum,
verður ongin trupulleiki at
herberga teimum á øðrum
stovnum í Havn.
Heðin Mortensen sigur,
at serfrøðingar á Barna og
ungdómsdeildini
hjá
býráðnum fara nú at tosað
við
starvsfólkini
og
fyrireika tey at taka ímóti
børnunum aftur og tey
verða
eisini
til
staðar
mikudagin og tosa við børn
og foreldur, tá ið stovnurin
letur uppaftur.
Lata uppaftur
mikudagin
Myndir: Áki Bertholdsen