fríggjadagur 2. mai 2008síða 35
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 83 - 2. mai 2008
35
Kristi Himmalferðar
dag 2008 fylti Tvøroy
rar Kirkja 100 ár, og
gjørt verður burturúr
100 ára haldinum. Alf
Stefferud úr Noreg er
komin at vitja í hes
um sambandi, tí hann
hevur serligan áhuga
í hesi kirkjuni, sum er
gjørd í Noreg
KirKja 100 ár
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Tvøroyrar Kirkja verður í
hesum døgum hátíðarhildin,
tí kirkjan er 100 ár. Nógv
verður gjørt burturúr, men
forvitnisligt er, at ein maður
úr Noreg er komin hendan
vegin at vitja, tí hann hevur
heilt serligan áhuga í kirkj
uni.
Tvøroyrar Kirkja er stór
trækirkja. Tað vóru sonevn
du Mortensensmenninir á
Tvøroyri, ið lótu kirkjuna.
Hetta var í framburðstíðum
á Tvøroyri, ið var eitt hitt
skjótast vaksandi stað í
landinum tá. Kirkjan er ser
støk, tí hon er prógv um
handverk, ið neyvan sæst
nakrastaðni í dag.
Kirkjan er úr Noregi,
gjørd á Strømmen Trævare
fabrik. Og júst í Strømmen
er Alf Stefferud eitt slag av
økisgranskara, ið hevur ser
stakan áhuga í tí søguliga.
Hóast hann ger hetta av áhu
ga, so er hann sera íðin, og
fær væl burturúr, og fleiri
bøkur hevur hann latið
skrivað, millum annað um
Strømmen Trævarefabrik,
og javnan heldur hann fyri
lestrar um júst hetta.
Alf er á ferð í Suðuroynni,
saman við konu síni. Hann
hevur havt samband við
Einar Larsen, ið stendur
fyri Fornminnisfelagnum á
Tvøroyri. Og tá høvi nú var
at koma til Føroya í sam
band við, at krikjan á Tvør
oyri gjørdist 100 ár, so tók
Alf møguleikan at síggja
kirkjuna í veruleikanum.
Hesa kirkju, sum hann hev
ur skrivað um í samband
við søguna um træverkið í
Strømmen.
Alf greiðir frá, at síðani
1985 hevur handilsmiðdepil
verið, har træverkið áður
helt til. Eitt skifti var eisini
stálverkstað í Strømmen.
Hann veit nógv um søguna,
og dugir hana uttanat og er
fryntligur og prátingarsam
ur, tá vit hitta hann í Vági,
har hann og Einar Larsen
steðga á eitt bil fyri at hitta
blaðmannin, meðan teir eru
á ferð kring Suðuroynna.
Grivin í Havn
Hann greiðir frá, at norska
træfyritøkan seldi og bygdi
hús kring allan heim. Á
Tvøroyri eru fleiri hús frá
norsku fyritøkuni, umframt
kirkjuna, og í 1905 bygdi
fyritøkan Telegrafstøðina í
Havn. Í hesum sambandi
veit Alf forvitnisliga søgu
um ein av montørunum,
Hans Kristian Gulbrandsen,
sum ikki vendi heimaftur
til Noregs. Hann doyði
nevniliga í Føroyum. Hann
fekk tyfus og doyði í 1906
og liggur hann grivin í
Havn, har grøvin enn sæst.
Alf Stefferud er virkin,
hóast hann nú er farin um
pensjónsaldur. Umframt at
halda fyrilestrar um ymiskt
søguligt í Strømmen øki
num, so er hann eisin í
felagsskapi, ið hevur til
endamáls at endurskapa
nakað av tí farna, ið hevur
við ánna og virksemið har
at gera, t.d. at endurbyggja
vatnmyllur og onnur tól, ið
vórðu nýtt í framleiðsluni
fyrr. Og slíkar ætlanir kosta
pening, men her hevur Alf
verið góður stuðul við bóka
skriving síni, og enn ein
bók kemur frá hansara hond
um í heyst, og vinningurin
fer beinleiðis til ætlanirnar
hjá felagsskapinum.
Alf var sera hugtikin, tá
hann mikukvøldið kom við
Smyrli inn á Tvøroyri, og sá
Tvøroyrar
Kirkju.
Hesa
kirkju, sum hann hevur
skrivað um, og sæð upp
runatekningarnar av. Alt til
far í bókini um Strømmen
Trævarefabrik liggur goymt
á norska landsskjalasavnin
um, eisini upprunatekning
arnar til norsku kirkjuna,
sum nú hevur staðið á Tvør
oyri í 100 ár.
Hátíðarhald
Gjørt verður burtuur, nú
kirkjan á Tvøroyri hevur
100 ár á baki. Sálvur 100
ára dagurin er settur at vera
Kristihimmalferðardag.
Byrjað var við guðstæn
astu Kristi Himmalferðar
dag klokkan 11:00, har
Jógvan Fríðriksson, bispur,
prædikaði og Ljómur sang.
Klokkan 14:00 var borðhald
fyri innbodnum á Hotel
Tvøroyri. Myndaframsýn
ing lat upp klokkan 15:00 í
skúlahøllini í Trongisvági
og alment borðhald var í
ítróttarhøllini í Trongisvági
klokkan 18:00. Har var
Christian Majdal, fyrrv. for
maður í danska Fólkatingin
um, gestarøðari. Pápi hansa
ra var prestur á Tvøroyri og
Christian er føddur har og
livdi fyrstu barnaár síni á
Tvøroyri.
Fríggjadagin er mynda
framsýningin opin og klokk
an 20:00 er gospelkonsert í
Tvøroyrar Kirkju, har m.o.
Guðrun Sólja Jacobsen, Jon
hild A. Nielsen og Sólfríð
Bech og Jens Lisberg lutta
ka.
Leygardagin
heldur
myndaframsýningin
fram
klokkan 15. Klokkan 14:30
er matiné í kirkjuni við
Tvøroyrar
Hornorkestri.
Klokkan 15 er fyrilestur í
kirkjuni, har Jákup Reinert
Hansen tosar um Jákup
Dahl og sálmayrking hansa
ra. Klokkan 19:00 er kon
sert í Tvøroyrar Kirkju.
Sunnudagin er barnaguðs
tænasta klokkan 14:00, har
Barnakórið í Glyvra Kirkju
syngur. Myndaframsýning
in letur upp klokkan 14:00.
Tvøroyrar Kirkja 100 ár
Tvøroyrar Kirkja er 100 ára gomul og er serstøk. Stórur træbyggningur, og handverkið verður í dag mett sum listahandverk, og slík
byggiætlan verður neyvan endurtikin í dag
Mynd: Dagfinn Olsen
Jónsvein Bech, prestur, avmyndaður inni í Tvøroyrar Kirkju
Mynd: Dagfinn Olsen
Alf Stefferud er úr Strømmen
í Noregi, har kirkjan á
Tvøroyri er gjørd. Hann
hevur serstakan áhuga í tí
søguliga í hesum sambandi,
og vitjar á Tvøroyri, nú
kirkjan er 100 ár
Mynd: Dagfinn Olsen
Mynd av grøvini hjá norska montørinum, sum var við til at
byggja Telegrafstøðina í Havn í 1905. Hann doyði av tyfus í
1906. Á krossinum stendur; Hans Kristian Gulbrandsen, født i
Norge 29. november 1866, død i Thorshavn 25. februar 1906.
Ein prestakona lovaði at passa grøvina, so longi hon livdi