fríggjadagur 2. mai 2008síða 36
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 83 - 2. mai 2008
lýsingar
KUNNGERÐ
UM RUDDING
Vestmanna kommuna hevur sett sær fyri, at
bilvrak, akfør, bingjur og lutir annars, sum uttan
góðkenning frá kommununi rekast á almennum
ella privatum økjum, skulu verða beind burtur
og latin góðkendum móttakara.
Sambært § 1 í umhvørvislógini og § 1, stk. 4, í
náttúrufriðingarlógini er ikki loyvt at lata órudd
liggja og rekast á almennum ella privatum
uttanduraøki, og sambært § 10 í lógini um
burturkast er tað ikki er loyvt at lata ónýtilig
akfør liggja og rekast í haga, fjøru, á sjógvi, fram
við vegi ella aðrastaðni.
Sambært § 61 í ferðslulógini kann løgreglan
beina burtur ella selja skrásetingarskyldug akfør,
sum standa uttan nummarplátu á almennum
vegi.
Tey, sum eiga/hava frammanfyri nevndu akfør/
lutir o.t. á almennum ella privatum øki, skulu
beina hetta/hesar burtur skjótast gjørligt.
Verður hetta ikki gjørt innan 17. mai 2008, beinir
kommunan tað burtur fyri eigarans rokning.
VESTMANNA KOMMUNA
Til Sølu
Um hóskandi boð fæst
• Komatsu PC130 árg 2003
• Koyrt 3800 tímar
• Hydrauliskt skifti v/3 skuffum
• Hydraulik til brekkara
Áhugað ringið tlf 213577
Tórshavnar kommuna
Øll søla og tiltøk, sum skulu vera á ólavsøku ella lýsast
í ólavsøkuskránni í ár, skulu nýta serligt umsóknarblað.
Umsóknarblaðið fæst í Snarskivuni og á heimasíðu
kommununnar.
Freistin at lata inn umsóknarblaðið er sett til fríggja-
dagin 20. juni 2008 kl. 16.00.
Umsóknir, sum koma inn eftir 20. juni 2008 kl. 16.00,
verða ikki viðgjørdar.
Ólavsøkan 2008