fríggjadagur 2. mai 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
2
klumman
Nr. 83 • 2. mai 2008
Gev mær
andsperr!
Las í fjør eina av mongu
stuttligu bloggunum hjá
Gunn Weihe Reinert, og tað
er eisini higani íblásturin til
hesa klummu stavar. Hon
hugleiddi tá um danska orðið
‘snue’, sum hon helt vantaði
á føroyskum. Orðið, sum
hevur týdningin: ‘tá liggur
man og puttar seg undir
dýnuni og tímir ikki at fara
upp’, sum Gunn tók til. At
‘snue’ ber snøgt sagt ikki til á
føroyskum. Sama er galdandi
fyri orðið ‘nusse’. Í Danmark
kunnu tvey fólk gott ‘nussa’.
Tað ber ikki til á føroyskum.
Sambært orðabókini kann
man fjasast, men tað er ikki
ordiliga tað sama. Smáputl er
eitt annað uppskot, men tað
haldi eg, vit kunnu avskriva
við tað sama.
Jú, rætt er tað, at nøkur av
hesum hugnaligu og fjálgu
orðunum vanta í føroyska
málinum. Spurningurin er so,
um tað er nakar trupulleiki?
Tað meti eg, sum ordiligt
føroyskt mannfólk, at tað er
tað absolutt ikki! Tí eg skal
pínadoy ikki ‘snua’. Nei, tá eg
sovi, so sovi eg til eg vakni
og fari upp. Restin er rein
tíðarspilla! Og ‘nussa’? Gud
forbarmi seg! Hatta kunnu
donsku mannfólkini taka
sær av. Skal eg partú vera
kerligur, so gev mær ein koss
ella tað, sum betur er! Tí at
sova, tað kann eg fyrihalda
meg til. Og ein kossur, tað
veit eg, hvat er fyri nakað.
Eg og onnur ordilig føroysk
mannfólk.
Og so hava vit eisini nakað,
sum danskir menn, og danir í
heila tikið, ikki hava. Vit hava
andsperr! Tað ber nevniliga
ikki til á donskum, andsperr.
Nei, danir hava ‘ømme
muskler’. Jesus kristus altso!
Hvat er tað fyri nakað? Gev
mær andsperr í langar banar,
so kunnu danir hava eymar
vøddar – og ‘snua’ og ‘nussa’
fyri rest. Hart og kontant!
Rólant Waag Dam
blaðmaður
rolant@sosialurin.fo
Heini bloggar úr Ísrael
Komandi tíðina fer Heini í Skorini, sum er í starvsvenjing á donsku ambassaduni í Tel Aviv, at skriva
bloggar í vikuskiftisinnlegginum hjá Sosialinum. Heini fer at skriva um og úr gerandisdegnum í Ísrael.
M
aysar hevði júst gjørt máltíðina til
reiðar. Nýbakað breyð og ein stór grýta
við eplum. Øll fýra børnini sótu til borðs á
grasplenuni uttanfyri lítlu húsini. Og júst sum
mamman kom út úr køkinum, var tað heila
knappliga yvirstaðið. Ein stór eksplosión. Eitt
oyðilagt hús. Og – tá dustið hevði lagt seg og
viður og grót ruddað til viks – fimm lívleysir
kroppar. 40 ára gamla húsmóðirin Maysar
Abu Muatik og hennara fýra børn, seks ára
gamla Ruida, fimm ára gamla Salah, trý ára
gamla Hanna og nýføðingurin Musad. Lítla
løtu seinni stóð húsfaðirin uppi yvir lívleysu
familjuni. Beduinski flóttin Ahmed, sum hesa
lagnustund, tá ísraelsk flogfør bumbaðu í Beit
Hanoun norðarlaga í Gaza týsdagin, var farin
eitt ørindi.
Ljóskastararnir eru aftur vendir ímóti ísraelsku
krígsførsluni í Gaza eftir omanfyri nevndu
hending týsmorgunin í vikuni, sum fór. Síðani
Annapolis-ráðstevnuna í november í fjør, tá
sokallaða friðargongdin varð uppafturtikin við
samráðingum millum ísraelsku og palestinsku
stjórnina, hava millum 200 og 300 sivilir
palestinar latið lív av ísraelskum álopum
(talið varierar alt eftir, hvør keldan er). Og
eftir tilburðin týsdagin, tá tríggir militantir
palestinar og fýra sivil lótu lív, hava ísraelskir
og altjóða fjølmiðlar saman við altjóða
samfelagnum aftur sett spurnartekin við, hví
so mong sivil liggja eftirá,
tá IAF (Israeli Air Forces)
fremur síni álop. ST er
komið við enn eini fordøm-
andi resolutión, sum ST so
líkt ongar avleiðingar fær.
Valdsharrarnir í Hamas
lova hevnd, meðan ísra-
elski verjumálaráðharrin
Ehud Barak gevur Hamas
ábyrgdina og sigur, at krígsstrategiin hjá
Hamas er tilvitað at føra kríggj millum sivilu
íbúgvarnar í Gaza.
Tvístøðan er kend. Við 1,5 milliónum íbúgvum
á einum øki, sum einans er 46 kilometrar til
longdar og í miðal sjey til breiddar, er Gaza
eitt av heimsins fólkatættastu økjum. Eitt
frímerki, sum er stúvstappað við fólki, og
hvørs valdsharrar føra kríggj ímóti Ísrael við
støðugum rakettálopum inn í Suðurísrael.
Og við sonevnda trygdarmúrinum, sum Ísrael
hevur bygt kring allan geiran, er ikki hugsingur
um at flýggja. Kríggið verður ført millum sivil,
og tá ísraelsk flogfør og stríðsvognar við
veldigari styrki fremja sínar operatiónir, koma
sivilu íbúgvarnir í skotlinjuna.
Hernaðarliga og politiska leiðsla Ísraels er
sostatt fangað millum øðrumegin at virða
altjóða humanitera lóggávu og hinumegin at
ganga kravinum á møti um nationala trygd
og um at verja íbúgvarnar í Suðurísrael,
hvørs ótti fyri næsta rakettálopinum er
vorðin ein integreraður partur av teirra lívi.
Og sum oftast víkir fyrra atlitið fyri tí seinna,
tí national trygd er og verður essensurin í
ísraelskum politikki.
***
Bert 40 kilometrar norðanfyri Gaza njóti eg
samstundis Tel Aviv saman
við ísraelskum vinfólki
og praktikantum á hinum
sendistovunum. Tá vit eru
á strondini í vikuskiftinum,
síggja vit ísraelsku F-16
falkarnar flúgva suður
til Gaza væl vitandi, at
rakettirnar haðani ikki røkka
norður til okkum. Tá eg komi
til arbeiðis um morgnarnar og gjøgnumgangi
fjølmiðlarnar á 11. hædd í einum modernaðum
háhúsum, lesi eg um ræðuleikarnar afturvið
einum heitum kaffikoppi og rundstykkjum.
Tá eg mánakvøldið í vikuni var til reseptión
hjá amerikanska ambassadørinum í eini
luksusvilla við snollaðum diplomatum, al-
skyns víni, blágrønum uttandura svimjihyli
og fisufornemmum pinnamati í friðarliga
forstaðnum Herzliya, tosa og tosa og tosa
vit um konfliktina – men eru kortini so
langt burtur frá krígsins harða veruleika.
Og tá eg so hætti mær inn á Vestara áar-
bakka ella til markið í Gaza fyri eina løtu at
vera ævintýriskur adrenalinsøkjandi krígs-
romantikari, veit eg, at eg altíð kann flýggja
aftur til konformitetin, um tað gerst ov heitt.
Hetta er andsøgnin við at liva í Ísrael í hesum
døgum. Konfliktin livir allastaðni kring okkum,
men kortini nær hon ikki mín gerandisdag. Eg
kann fylgja krígnum úr stuttari fjarstøðu, uttan
at gerast partur av tí. Men fyri Ahmed, sum
týsdagin misti konu og fýra børn, er kríggið
ein tvungin lagna. Ein sorgarleikur, sum ikki
kann lýsast við orðum.
“Men banka upp undir borðið Heini”, sum
ísraelska vinkona mín Nurit ein dagin tók
til, “tí tú vart ikki her í 2006, tá Hizbollah-
rakettirnar regnaðu inn yvir alt Norðurísrael í
36 dagar, ella undir seinnu intifada´ini beint
eftir aldaskiftið, tá bussar og kaféir í Tel Aviv
vórðu sprongd í luftina”, slær Nurit fast.
Og hon hevur rætt. So skjótt sum kríggið
einaferð er komið heilt inn at lívinum, er
alt broytt. Tí tá merkir friðurin í dag ikki, at
morgindagurin eisini verður friðarligur.
heini_skorini@yahoo.com
- Og tá eg so hætti mær inn
á Vestara áarbakka ella
til markið í Gaza fyri eina
løtu at vera ævintýriskur
adrenalinsøkjandi
krígsromantikari, veit eg, at
eg altíð kann flýggja aftur
til konformitetin, um tað
gerst ov heitt
Hin ófriðarligi friðurin
Kríggið í Gaza verður ført millum sivil, sum týsdagin kravdi lívið hjá móðir við fýra børnum. Mynd: Ashraf Amra, AP