fríggjadagur 2. mai 2008síða 3
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 83 - 2. mai 2008
3
manni í fiskivinnu-og til-
feingismálum, sum hevur
sagt, at vinnan skal hava
bestu
karmar
at
virka
undir.
Ov lítil kapping
Formaðurin í Ráfiskaseljar-
unum,
Jóhannus
Olsen,
sum eisini er reiðari og
skipaeigari, sigur, at í løtuni
hevði tað verið ein hjálp,
um avmarkingin við teim-
um 25% varð tikin burtur.
Hann heldur, at skip og
bátar eiga at hava so góðar
møguleikar at sleppa av við
fiskin sum gjørligt.
- Eru prísirnir betri á
marknaðinum uttan fyri Før-
oyar, eiga vit at kunna fara
eftir teimum.
Jóhannus viðgongur, at
føroysku fiskavirkini hava
verið ófør at bjóða upp á
fisk
av
landgrunninum,
men hann ásannar eisini, at
í seinastuni hava virkini
havt trupulleikar við at tikið
undan, sum hann tekur til.
- Av ymiskum orsøkum
hava vikini ikki havt so
góða keypiorku í seinastuni,
sum tey helst skuldu havt,
og tí hava tey heldur ikki
havt somu møguleikar at
bjóða á fiskamarknaðinum.
Hann sigur, at úrslitið, vit
hava sæð í seinastuni, er, at
kappingin um ráfiskin hev-
ur verið ov lítil, og hetta
hevur so aftur gingið út yvir
fiskaprísirnar – øvuta veg-
in.
Viðurskiftini broytt
Jóhannus Olsen sigur, at
orsøkin til, at tey 25%, sum
skipini kunnu landa uttan-
lands, ikki hava verið so
nógv frammi í almenna
kjakinum, er, at virkini sum
heild hava klárað seg væl í
kappingini um fiskin á
marknaðinum.
- Vit hava kunnað fingið
tann prís fyri fiskin í Før-
oyum, sum vit hava havt
brúk fyri. Virkini hava klár-
að seg væl í kappingini,
men soleiðis hevur ikki ver-
ið í seinastuni.
Hann ásannar, at soleiðis,
sum keypiorkan og prísirnir
hava verið á føroyska fiska-
marknaðinum í seinastuni,
hevur avmarkingin í søluni
uttanlands verið ein trupul-
leiki.
- Vit kunnu ikki fara fleiri
túrar í slag av landinum við
fiskinum, tí tá koma vit
beinanvegin undir loftið við
teimum 25%.
Jóhannus Olsen sigur, at
tað eru skipabólkar, sum í
seinastuni hava havt brúk
fyri at farið av landinum,
nú stórur partur av føroysku
fiskavirkjunum hava verið í
aldudali og hava havt torført
við at fáa raksturin at hanga
saman.
Av landinum
Vit spurdu eisini Jóhannus
Olsen, um vandi ikki er
fyri, at allur ráfiskurin av
landgrunninum fer av land-
inum, um avmarkingarnar
verða avtiknar.
- Nei, tað halda vit ikki.
Vit vilja sleppa at selja
fiskin, har vit fáa besta
prísin fyri hann, og tað
hevur – sum eg segði – ver-
ið gleðiligt at sæð, at før-
oysku virkini hava staðið
seg væl í kappingini og enn-
tá hava havt besta prísin.
Hann sigur, at føroysku
virkini hava verið rættiliga
dugnalig at bjóða upp á
fiskin, men skip og bátar
mugu hava møguleikan –
um prísirnir eru betri uttan-
lands – at fara av landinum
við einum størri parti av
fiskinum enn teimum 25%.
- Nú eftirspurningurin í
Føroyum er minkaður, er
hetta ikki minst umráðandi
í løtuni, sigur Jóhannus
Olsen, reiðari og formaður
í Ráfiskaseljarafelagnum.
Í blaðnum mánadagin
fara vit at hava eina viðmerk-
ing frá Ráfiskaseljarafelag-
num um úttalilsini hjá for-
manninum í Ráfiskakeyp-
arafelagnum.
- Keypiorkan hjá
fleiri virkjum hevur
verið lítil, og tí hevur
eftirspurningurin eftir
ráfiski eisini verið ov lítil,
siga ráfiskaseljarar
Mynd: Vilmund Jacobsen
Danskir fiskimenn
eru í dag so foku
seraðir um gott
arbeiðsumhvørvi, at
hetta nú eisini sæst
aftur í hagtølum við
nógv færri álvars
ligum vanlukkum
umborð á skipum og
bátum
Fiskimenn
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Danska Sjóferðslustýrið er
komið við tølum fyri 2007
sum vísa, at einans 14 álv-
arsamar arbeiðsvanlukkur
hendu umborð á donskum
skipum og bátum í 2007.
Við øðrum orðum merkir
hetta, at bert tríggir av
hvørjum 1000 fiskimonnum
verða raktir av arbeiðsvan-
lukkum í eitt ár.
Hetta tal er nógv minni
enn tølini fyri sigling í aðr-
ari vinnu enn fiskivinnuni.
Taka vit skip niðanfyri
3.000 tons, vísa tølini, at í
miðal 9,9 av hvørjum 1000
siglandi eru fyri skaðum og
við skipum, sum eru størri
enn 3.000 tons, er talið 6,7 í
miðal fyri hvørji 1000
sjófólk.
Ein av teimum, sum fylg-
ir væl við, hvussu gongur á
hesum øki í fiskivinnuni, er
Mogens Nielsen, stjóri í
Fiskeriets Arbejdsmiljøråd,
og hann ber fiskimonnum
stórt rós.
- Fiskimenn taka trygdina
í stórum álvara, og tað eru
ikki onnur enn fiskimenninir
sjálvir, sum taka sær av
trygdini umborð á fiski-
skipunum, sigur hann.
Tølini yvir arbeiðsvan-
lukkur umborð á fiskiskip-
um eru fallin í stórum stig-
um seinastu fýra árini..
Í 2001 og 2002 var talið
av álvarsligum arbeiðsvan-
lukkum umborð á fiskiskip-
um 53. Í 2003 minkaði tað
niður í 46, og í 2004 var
talið 30.
Í 2005 vóru danir niðri á
27 arbeiðsvanlukkum fyri
hvørjar 1000 fiskimenn –
og í 2006 var talið 24.
Metstóra minkingin var í
2007, tá talið av álvarsligum
arbeiðsvanlukkum umborð
á
donskum
fiskiskipum
bert var 14.
Mogens Nielsen er sann-
førdur um, at ein orsøk til
minkingina
er
trygdar-
skeiðið, sum tekur tríggjar
vikur, sum yngra ættarliðið
tekur, áðrenn lagt verður út
á hav.
Fiskimenn meira
bevístir um trygd
Fiskimenn eru vorðnir meira bevístir um trygd á sjónum
Mynd: Rógvi K. Mouritsen