týsdagur 3. juli 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 124 - 3. juli 2001
21
gult21 cyan21 magenta21 svart21
Gamli verjuspælarin
hjá gøtumonnum,
sum nú er álopsálit
hjá EB/Streymi, var
aftur sunnudagin
maðurin, sum
avgjørdi
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Síðani á norðoyarstevnu
hevur tað verið gott fót-
bóltslag í Sundalagnum og
á Eiði. Og sunnudagin
gjørdist
lagið
uppaftur
betri, tí tá eydnaðist tað
EB/Streymi at vinna á
heimavølli fyri fyrstu ferð í
hesum kappingarárinum.
Einasta málið fingu teir,
tá eitt stórt korter var farið.
Soran Anghel sendi horna
innfyri úr vinstru, og enn
eina ferð vísti Jón Sigurd
Gleðisheygg, at tað liðið,
sum letur hann standa púra
leysan mitt fyri og fimm
metrar úr málinum, tað
verður sektað. Jón Sigurd
drønstútaði, so bólturin fór
í málið, og tað vísti seg at
vera nóg mikið til sigurin
og øll stigini.
Sum at vinna FM
Í 1986 var Jón Sigurd
Gleðisheygg, sum tá var 19
ára gamal, ein av verju-
spælarunum á GÍ liðnum,
sum vann FM. Hann var á
liðnum í Gøtu inntil hann í
1991 flutti til Danmarkar. Í
1997 kom hann aftur til
Føroya. Hann búsettist í
Sundalagnum og var í fjør
við til at hjálpa EB/Streymi
upp í bestu deildina – sum
álopsspælari.
– Tað var stuttligt í fjør,
og tað er sera hugaligt, at
tað hevur gingið so frægt í
ár, sum tað hevur gjørt. Vit
eru væl greiðir yvir, at tað
verður ikki okkara lutur at
kappast um heiðursmerk-
ini. Fyri at teljast ímillum
tey bestu, so er neyðugt, at
tú hevur einar fimm spæl-
arar, sum í fleiri ár hava
spælt í bestu deildini, og
sum harvið eru førir fyri at
stýra dystunum. Tað hava
GÍ, B36 og HB, men tað
hava vit ikki, staðfestir Jón
Sigurd Gleðisheygg, og
hann heldur fram:
– At fyritreytirnar eru
vánaligar, og at tað er tor-
ført ber við sær, at tað
kennist uppaftur hugaligari
at vinna. Tá vit vunnu á
norðoyarstevnu, kendist tað
næstan sum um vit høvdu
vunnið FM, og tað var
sjálvandi hugaligt at vinna
á heimavølli ímóti NSÍ. Vit
vóru hepnir, men vit kundu
væl havt vunnið við fleiri
málum. Í 2. hálvleiki, tá teir
trýstu, fingu vit fleiri
møguleikar upp á kontra,
har ikki minst Soran Ang-
hel var vandamikil. Eyð-
finn Joensen fekk bóltin í
málið aftanfyri Jens Martin
Knudsen. Tað var kolldømt
fyri rangstøðu. Tað kann
væl vera, at talan var um
rangstøðu, men um so var,
so var tað sera tepurt, sigur
Jón Sigurd Gleðisheygg.
Einki hugflog
NSÍ hevði bóltin kanska
tríggar fjórðingar av tíðini.
Men teir brúktu hann ikki
serliga væl. Ian Højgaard
royndi at skipa spælið, men
tað fleyt ikki serliga væl, og
sjálvandi kom tað illa við,
at heimaliðið so tíðliga
hevði fingið málið, sum
legði eitt so stórt trýst á
gestandi liðið.
Onkuntíð vóru ábending-
ar um, at teir í NSÍ væl
vistu, at tað, sum ráddi um
hjá teimum, var at taga
spælið sundur, í síðunum at
spæla seg til baklinjuna og
so at leggja innfyri, men
teir megnaðu hetta alt ov
sjáldan.
NSÍ sendi eina rúgvu av
høgum bóltum inn ímóti
málinum hjá EB/Streymi.
Knút Vesturtún og Andrzej
Pacek vóru miðvallarar,
men teir hjálptu teimum í
miðverjuni væl at halda
tørn, og Gunnar á Steig
royndist væl í málinum.
NSÍ fekk eina rúgvu av
hornaspørkum, men teir
vunnu ongantíð luftkríggið
í EB/Streyma brotsteig-
inum.
Menninir hjá NSÍ, sum
eiga at megna at taka
søkina í egnar hendur, tá
kollektivið so at siga ikki
megnar at lyfta liðið fram
til
sigur,
eksploderaðu
ongantíð so mikið, at tað
kundi bera til, og tað hjálpti
heldur ikki, tá Jens Martin
Knudsen fram ímóti dyst-
arenda fleiri ferðir fór
framvið í hornasparks-
støðum.
EB/Streymur-NSÍ
1-0 (1-0)
1-0: Jón Sigurð
Gleðisheygg 20
Dómari: Oddmar
Andreasen (HB)
EB/Streymur: Gunnar á
Steig – Alfred Jacobsen,
Ólavur Poulsen, Christian
Carlsson
–
Halltórur
Joensen, Knút Vesturtún,
Andrzej Pacek, Andreas
Dahl, Eyðfinn Joensen –
Jón Sigurd Gleðisheygg,
Soran Anghel
NSÍ: Jens Martin Knudsen
– Gert Langgaard, Arnfinn
Langgaard, Djóni N. Joen-
sen, Jónstein Petersen –
Sonni L. Petersen, Ian Hø-
jgaard, Brynjolvur Nielsen,
Eddie Mikkelsen – Christ-
ian Høgni Jacobsen, Ken
Nónklett
Fyri fyrstu ferð í ár vunnu
teir hjá EB/Streymi ein
heimadyst, og nú hava teir
veruliga fingið luft í
botnstríðnum
Pólverjin trívist
væl í EB/Streymi,
har hann er fastur
maður á miðvøll-
inum og tekur sær
av venjingini
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Viðhvørt
loysir
tað
nógvar trupulleikar, at
ein spælari flytir frá ein-
um felagi og í eitt annað.
Eitt gott dømi um hetta
er pólverjin, Andrzej
Pacek, sum fyri stuttum
er fluttur til EB/Streym.
Pacek, sum er 36 ára
gamal (hann er føddur
10. november í 1964)
kom til Klaksvíkar í
1999, og hann var hetta
sama árið við til at gera
KÍ til FM vinnara. Pacek
var fastur fúsur á lið-
num. Í fjør var Pacek
aftur í Klaksvík, men tá
gekk ikki so væl, og
pólverski miðverjin var
ikki so fastur maður á
liðnum hjá Tomislav
Sivic, sum hann hevði
verið hjá Tony Paris.
Eftir kappingarlok í
fjør var greitt, at tíðar-
skeiðið hjá Pacek í
Klaksvík var liðugt.
Landsmaður
hansara,
Piotr Krakowski, var
vorðin venjari hjá B36,
og har fekk Pacek høvi
at royna seg í ár. Men
tað var skjótt greitt, at
tað fór at verða meiri
enn torført hjá honum at
vinna pláss í miðverjuni,
har hann skuldi kappast
við Arnbjørn Danielsen,
Egil Zachariasen, Her-
bert í Lon Jacobsen,
Klæmint Matras, Pól
Thorsteinsson,
Jens
Kristian Hansen og iva-
leyst onkran annan eis-
ini.
Tí var tað, at Pacek
flutti til EB/Streym. Har
var hann fyrstu umførini
í miðverjuni. Síðani
hevur Bergur Magnus-
sen gjørt av, at pólverjin
skal røkja sentrala og
verjukenda miðvallar-
plássið, og at Knút
Vesturtún skal flytast
eitt sindur longri út í
høgru.
Hetta
hevur
riggað væl, og EB/
Streymur hevur fingið
seks stig tríggjar teir
seinastu dystirnar – trý í
Klaksvík á norðoya-
stevnu og trý á heima-
vølli, tá NSÍ vitjaði
síðsta sunnudag.
Men Pacek hevur eis-
ini víst aðrar dygdir,
síðani hann kom til
EB/Streym. Hesar sein-
astu
vikurnar
hevur
hann alt meiri tikið
ábyrgd í at stýra venj-
ingini. Bergur Magnus-
sen hevur framvegis
ábyrgdina av liðnum,
meðan Pacek fyri tað
mesta røkir venjingina.
Neyvan mundu teir í
KÍ og B36 gruna, at
royndi maðurin hevur
sovorðin
evni,
men
sovorðið kemur ofta til
sjóndar, tá evnini í smáu
bygdafeløgunum skulu
gagnnýtast sum frægast.
Og hvør veit, kanska
Pacek okkurt av kom-
andi árunum fer at vera
venjari í onkrum før-
oyskum felag?
Pacek stóran
leiklut
Tað er sum at vinna
FM
21
20
Nr. 124 - 3. juli 2001
gult20 cyan20 magenta20 svart20
Í stórtapinum á
Svangaskarði var tað
ógvuliga týðuligt, at
klaksvíkingar
framvegir eru heilt
illa fyri
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Eftir B68 tapið í Gøtu
mikukvøldið søgdu vit, at
hugburðurin
hjá
tofta-
monnum var góður, og at
teir ivaleyst kundu brúka
hann í komandi dystunum.
Sunnudagin hevði B68
vitjan av KÍ, og tað var
eingin ivi um, hvat liðið
hevði betri hugburð, og
hvat liðið hevði meiri at
bjóða uppá. B68 vann 4–0,
og teir høvdu møguleikar at
skjóta uppaftur fleiri mál.
Onkra ferðina í 2. hálvleiki,
tá yvirtakið hjá heima-
liðnum var sera sjónskt, og
møguleikarnir vóru upp-
lagdir, vardi tvørtræið, og
onkra aðra ferðina vardi
Meinhard Joensen í KÍ
málinum væl fyri.
Eingin tyngd og
sjálvsálitið er burtur
Hjá klaksvíkingum vóru
allir spælararnir tøkir uttan
Alexander
Djordjevic.
Hann hevði meitt fótin
undir venjing, og sjálvsagt
var tað stórur saknur í
honum. Alexander er førur
fyri at temja bóltin og at
avrika nakað einsamallur.
Ikki minst í einum dysti
sum honum á Svangaskarði
var stórliga brúk fyri einum
sovornum manni.
Tá KÍ næstsíðsta sunnu-
dag eftir tógvið stríð vann
2–0 á FS Vágum, varð tað
lagt eitt sindur upp til, at nú
mundi
botnurin
vera
náddur, og at nú mundu
stigini
fara
at
koma.
Avrikið á Toftum var ikki
ein staðfesting av hesum.
Á KÍ liðnum vóru tríggir
spælarar, sum ikki vóru í
nóg góðari venjingarstøðu
at spæla í bestu deildini, og
tað er einki at siga til, um
tað viðhvørt tykist sum um
unglingaspælararnir
eru
eitt sindur moyrir. Teir
spæla í hvussu so er tvær
ferðir um vikuna og við-
hvørt tríggjar ferðir.
Alt hetta hevði við sær, at
eftiransingarnar ikki vóru
nóg tættar, og tað var lítil
broddur
í
framrættaða
spælinum. KÍ hevði í øllum
dystinum tvey forkølaði
skot innanfyri málkarmin,
og tað er einki at siga til, at
tað í einum slíkum føri
gongur út yvir lagið og
sjálvsálitið. Tað kom so at
siga ikki fyri, at ein KÍ
spælari bjóðaði av ein ímóti
einum og vann avbjóðing-
ina, og so sigur tað seg
sjálvt, at tað ber illa til at
fáa nakað serligt burturúr.
At
mótstøðumenninir
fingu fleiri mál, sum boð-
aðu frá, at avtalurnar í
verjupartinum sviku, gjørdi
tað uppaftur minni hugaligt
hjá klaksvíkingum.
Alt gekk undan
Fyrstu løtuna vóru eingir
málmøguleikar, men í 17.
minutti fekk B68 hol á.
Arnold
Joensen
sendi
horna innfyri úr vinstru, og
Súni Fríði Johannesen var
púra leysur við nærra
stólpan, tá hann stútaði til
1–0.
Tað lá í luftini, at tað
heldur fór at vera heima-
liðið enn gestirnir, sum
fóru at fá mál, og lítla løtu
undan steðginum gjørdist
hetta veruleiki. Eftir at KÍ
hevði vunnið bóltin í egn-
um brotsteigi og royndi at
byggja upp, mistu teir eftir
tvørsending í høgru. B68
gjørdi skjótt av, bólturin
varð spældur í vinstru til
John Hera Dam, sum legði
flatt innfyri, Súni Fríði
Johannesen hevði ryggin
ímóti málinum og trillaði út
frá til Fróða Benjaminsen.
Meinhard Joensen megnaði
ikki at halda flata skot-
inum, bólturin fór akkurát
um strikuna, og teir reyðu
fóru at hvíla seg við røttum
ryggi, meðan teir bláu
hingu við høvdinum.
Í 2. hálvleiki gjørdist
munurin uppaftur meiri
eyðsýndur. Fróði Benjam-
insen og Øssur Hansen
stýrdu miðvøllinum, Jan
Petersen stýrdi verjuni, og
Oleif Joensen og Messias
Perreira
høvdu
ongar
trupulleikar at halda KÍ
álopsmonnunum.
Arnold Joensen skoraði
triðja málið beinleiðis upp
á horna úr vinstru, og tá
B68 fekk fjórða málið, átti
Súni
Fríði
Johannesen
síðsta heimafótin. Tað sigur
ikki so lítið um verjuspæl-
ið, at høgrabeinti spælarin
slapp at snara um seg
sjálvan – til høgru, sjálv-
andi – áðrenn hann næstan
av baklinjuni sendi innfyri.
Ólukkutíð fyri klaks-vík-
ingar rakti bólturin í fótin á
einum av teirra monnum og
so var 4–0.
B68 hevur við sigri ímóti
HB møguleika at fara í
hugaliga
summarfrítíð,
meðan tað einki er at siga
til tað, um klaksvíkingar
stúra fyri, at teir komandi
vikuskifti skulu spæla í
Gøtu.
B68-KÍ 4-0 (2-0)
1-0: Súni Fríði Johannesen
15
2-0: Fróði Benjaminsen 44
3-0: Arnold Joensen 76
4-0: sjálvmál (Jan Andrea-
sen) 80
Dómari: Suni Johansen
(SÍF)
B68: Magnus Poulsen –
Oleif Joensen, Jan Peter-
sen, Messias Perreira –
Marlon
Jorge,
Arnold
Joensen, Fróði Benjamin-
sen, Øssur Hansen, John
Heri Dam – Marcello Mar-
cellino,
Súni
Fríði
Johannesen
KÍ: Meinhard Joensen –
Atli Danielsen, Jan Andrea-
sen, Ove Nysted – Harley
Bertholdsen, Fríðin Ziska-
son, Símun Joensen, Jan
Joensen, Allan Joensen –
Tomislav Sivic, Hjalgrím
Elttør
B68 setti KÍ so rudduliga
upp á pláss
Men føroysku
spælararnir tykjast
at vera mest sum
horvnir úr norsk-
um fótbólti
NOREG
Jóannes Hansen
Flestu landskappingar-
nar í Europa eru fram-
vegis í summarfrí. Men í
Noregi verður spælt av
lívsins kreftum. Sunnu-
dagin var trettanda um-
farið á skránni. Tað vil
siga, at nú er norska
landskappingin
hálv-
runnin. 26. og síðsta
umfarið verður á skránni
síðsta
sunnudagin
í
oktober. Burtursæð frá
teimum vikuskiftunum,
tá landsdystir verða á
skránni, fara teir í
Noregi at spæla hvørt
vikuskiftið frá nú av og
inntil síðst í oktober.
Norskur fótbóltur er –
sæð við føroyskum eyg-
um – ikki so áhuga-
verdur nú, sum hann var
í fjør. Frá og við í dag av
er Julian Johnsson ikki
Sogndal spælari, men í
staðin Hull spælari. Kurt
Mørkøre er framvegis í
Sogndal, men hann tyk-
ist ikki at vera í nánd av
besta liðnum.
Sunnudagin var Sogn-
dal og vitjaði í Bodø.
Úrslitið var 2–2, og tað
vóru serliga skiftisspæl-
ararnir, sum gjørdu um
seg. Tað restaðu fýra
minuttir av vanligu leik-
tíðini, tá Rune Buer
Johansen, sum var inn-
skiftur á Sogndal liðið,
legði Sogndal framum
2–1, men gleðin yvir
tað, sum teir hildu vera
sigursmálið, var stokkut.
Tá tríggir minuttir vóru
farnir av eykatíðini,
javnaði Vegard Sannu,
sum hevði verið á vøll-
inum síðsta hálva tíman,
og tað var um reppið, at
heimaliðið vann, tí í
síðsta álopinum sendu
teir á tvørtræið.
Bodø/Glimt,
sum
spældi javnt fyri fjórðu
ferð upp í slag, var
komið á odda, tá fimm
minuttir vóru farnir, og
Mons Ivar Mjelde hevði
javnað
við
rimmar
fluktara í 34. minutti.
Bodø/Glimt er á triði
niðasta plássinum. Tað
er hetta plássið, sum ber
endaspæl um eitt pláss í
bestu deildini við sær.
Sogndal er, nú kapping-
in er hálvrunnin, sjey
stig
omanfyri
hetta
plássið.
Rosenborg
kom
á
fyrsta plássið sunnu-
dagin. Teir fingu eitt stig
ímóti Brann úr Bergen.
Úrslitið var 3–3. Merk-
isvert var tað, at hetta
var fimti dysturin á rað í
landskappingini
og
steypakappingini,
at
Rosenborg ikki vann.
Men javnleikurin var
nóg mikið at fáa odda-
sessin, tí Viking Sta-
vanger
tapti
2–1
í
Molde. Bæði Rosenborg
og Viking Stavanger
hava 27 stig.
Støðan, norska tippeligan
vunnintapt
mál-
dystir
v- j - t
mál málmunur
stig
1
Rosenborg
13
8-3 -2
32
12
20
27
2
Viking
13
8-3 -2
24
11
13
27
4
Odd. Grenl. 13
8-2 -3
21
11
10
26
5
Lillestrøm
13
8-2 -3
22
17
5
26
6
Stabæk
13
8-1 -4
17
20
-3
25
3
Brann
13
6-4 -3
29
17
12
22
7
Molde
13
6-3 -4
23
19
4
21
8
Moss
13
5-1 -7
16
17
-1
16
13 Lyn
13
3-4 -6
13
19
-6
13
9
Sogndal
12
4-1 -7
12
25
-13
13
10 Strømgodset13
2-4 -7
16
26
-10
10
11 Tromsø
13
3-0 -10
8
18
-10
9
14 Bodø/Glimt 13
1-6 -6
10
20
-10
9
12 Bryne
13
2-2 -9
12
23
-11
8
So bragdaði loksins hjá
toftamonnum, tá teir vunnu
sannførandi á heimavølli
móti KÍ, sum hinvegin tykist
vera steðgað heilt upp
Sogndal aftur
stig á útivølli
C
M
Y
K
20