týsdagur 3. juli 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 124 - 3. juli 2001
19
gult19 cyan19 magenta19 svart19
skjótt uppspæl í høgru varð
bólturin sendir inn fyri B36
málið, og tá Arnbjørn drál-
aði var Birgir Jørgensen
fyrstur á og sendi í kassan.
Hóast lítla hvøkkin, sum
hetta máli ivaleyst gav B36,
so tóktust vertirnir als ikki
at taka ávaringina í álvara.
Leikferðin varð sett niður.
Teir hildu seg kanska hava
gjørt nóg mikið, og trýstið,
sum áður varð lagt á VB
liðið, varð meira ella minni
slept.
Hetta viðvirkaði sjálv-
andi eisini til, at um-
støðurnar hjá VB batnaðu,
og tað gingu heldur ikki
nógvir minuttir, so høvdu
teir minkað munin niður í
eitt mál.
Aftur var tað Birgir, sum
var upp á spæl. Hann var
mest sum komin inn um
B36 verjuna, og tá Arn-
bjørn so royndi at steðga
honum, gjørdist úrslitið
brotsspark til gestirnar. Eitt
brotsspark
sum Tórður
Holm setti ósvikaliga trygt
í netið.
Verjan helt
Restina av dystinum sluppu
tey hjá heimaliðnum sostatt
at nýta á pínubeinkinum.
Eini vildi nú rigga hjá hvítu
monnunum. Flytingarnar á
miðvøllinum vóru at kalla
ongar, so gongd fekst ong-
an tíð á spælið, sum gav so
gott úrslit í seinna.
Tá vágbingar høvdu bólt-
in, gekk tað tó so toluligt at
vinna hann aftur. Í øllum
førum tá talan var um
verjupartin.
Miðvøllurin
hekk framvegis ikki saman,
og tað gjørdi ikki støðuna
betri í so máta, at Klæmint
Matras noyddist skaddur av
vøllinum í seinna hálvleiki.
Sum nevnt, so var B36
framhaldandi toluliga væl
skipað í verjupartinum, og
tað var hóast alt eisini hetta,
sum kortini bjargaði teim-
um sigurin í land. VB
megnaði ikki at spæla seg
fram til nakran veruligan
málmøguleika eftir seinna
málið, Teir høvdu tak á í
verjuni, royndu at trýsta á
miðvøllinum, men seinasta
pettið til veruliga at seta
seg ígjøgnum B36-verjuna
riggaði ongantíð.
Fyri B36 er tó einki at
ivast í, at vandin fyri einum
VB-máli alla tíðna lúrdi.
Teir høvdu longu fingið
tvey mál mest sum burtur
úr ongum, og heimamenn-
inir vóru tí ávaraðir um, at
gesttirnir væl kundu gera
onkran vørr afturat.
Tað gjørdist tó ikki til
meira enn hóttanina, og tí
kundu B36 draga andan
lættari, tá dysturin var
lokin. Teir staðfestu enn
eina ferð støðuna sum
einasti avbjóðarin hjá gøtu-
monnum, og eru nú seks
stig undan triðja liðnum á
stigatalvuni.
Hetta liðið eitur ikki
longur
VB.
Vágbingar
mistu hetta plássið eftir
tapið, men longu komandi
vikuskiftið hava teir aftur
ein møguleika at vinna seg
upp. Teir vitja tá vesturi í
Vágunum, og tað er ein
dystur, sum helst eigur at
kasta trý stig av sær.
B36 tekur tá ímóti runa-
víkingum, og so leingi GÍ
heldur á at vinna, eru treyt-
irnar hjá B36 einfaldar
undan hesum dystinum.
B36-VB 3-2 (3-0)
1-0: Jákup á Borg 14
2-0: Jákup á Borg 16
3-0: Heðin á Lakjuni 34
3-1: Birgir Jørgensen 60
3-2: Tórður Holm (br.) 70
Dómari: Niklas á Líðar-
enda (GÍ)
Hóast hann ikki skoraði sunnudagin, so var John Petersen allan dystin atvold til høvuðbrýggj
hjá VB verjuni
19
18
Nr. 124 - 3. juli 2001
gult18 cyan18 magenta18 svart18
Eftir at B36 í fyrra
hálvleiki hevði hótt
við at hólva
vágbingar av, var um
reppið, at gestirnir
kortini fingu fatur á
einum stigi
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk/Álvur
Haraldsen
Sunnudagin var aftur eitt
slag av toppdysti í Gunda-
dali, tá næst- og triðfremsta
liðið i landskappingini hjá
monnum hittust. Stríðið
stóð sjálvandi fyrst og
fremst um, hvat av liðunum
framyvir skal elta gøtu-
menn, sum higartil hava
verið fullkomuliga einaráð-
andi.
Tvey lið í viðgongd
Hóast talan soleiðis var um
tvey lið, sum at síggja til
skuldu verið rættiliga jøvn,
so var helst einki at ivast í,
at B36 átti leiklutin sum
favorittar. Síðani teir í
fjórða umfarinum taptu fyri
GÍ, hevur pílurin at kalla
bert peiggja uppeftir, og í
fleiri av sigrunum, sum
liðið hevur vunnið, hevur
talan verið um rættiligan
sjampanjufótbólt.
Hinvegin kundi heldur
ikki síggjast burtur frá teirri
sannroynd, at vágbingar eru
verjandi meistarar, og hóast
nøkur tap tíðliga á árinum
góvu nakrar skeinur, so
hava úrslitini peikað rættan
vegin aftur í seinastuni.
Uppskriftin hjá meistar-
unum hevur í flestu førum
verið ein vælvirkandi verja,
har mótstøðuliðini at kalla
einki pláss fáa, og so ein
álopspartur, sum í stóran
mun er bygdur á dygdirnar
hjá teimum báðum pólverj-
unum, Krzystof og Robert
umframt máltevinum hjá
Birgiri Jørgensen.
Trýst á VB
Tað tóktist eisini frá byrjan
av dystinum greitt, at tað
fyrst og fremst var verju-
parturin, sum vágbingar
vildu hava at rigga. Fyri at
tippa eitt hitt vandamesta
álopsvápnið hjá B36 var
Marek Vierzbicki at síggja
aftarliga á vøllinum, har
hann ansaði Heðini á
Lakjuni.
Hetta viðførdi tó, at sakn-
ur var í Marek á miðvøll-
inum, tí hann í ov lítlan
mun slapp at taka lut í
framrættað spælinum hjá
VB. Úrslitið av øllum hes-
um varð, at teir báðir,
Robert og Birgir, sum
spældu á toppinum, høvdu
sera lítið at arbeiða við. Á
miðvøllinum vórðu Krzy-
stof og Tórður Holm sera
væl ansaðir. B36 miðvøll-
urin royndi at leggja trýstið
ovarliga á vøllinum, og til
samans gjørdi hetta, at
spælið fyri tað mesta gekk
fyri seg uppi á VB hálvuni.
Tað gekk heldur ikki long
tíð, áðrenn B36 so spaku-
liga fór at hótt VB málið.
Veruligar málmøguleikar
varð talan tó ikki um, men
fleiri góðar skotroyndir
vóru, eins og tað í fleiri før-
um bert var seinasta send-
ingin, sum restaði í, fyri at
menn gjørdust leysir við
málverjanum.
Skrædnaði
Royndirnar á VB málið
gjørdust alsamt næskari, og
tað tóktist greitt, at fyrr ella
seinni fór at ganga galið hjá
gestunum, og innan tveir
minuttir í fyrra hálvleiki
fekk B36 vekslað yvirvág-
ina á vøllinum til mál. B36
uppspæl
eftir
miðásini
endaði brádliga við, at Jens
Kristian Hansen stóð púra
leysur í brotsteiginum. Skot
hansara var tó ikki nóg
neyvt til at fara í meskar-
nar, men tá Bjarni Johansen
ikki fekk hildið, var Jákup á
Borg fyrstur á returinum.
Løtu seinni var Jákup
aftur upp á spæl. Jens
Kristian
Hansen
hevði
bóltin í vinstru, og milli-
metur neyvt legði hann
bóltin inn um VB verjuna
til Jákup á Borg. Jákup
tamdi bóltin, sneiddi sær
inn um verjuleikara og úr
stuttari fjarstøðu smekkaði
hann til uttan møguleika
hjá Bjarna at verja fyri.
Málini styrktu sum vera
man um sjálvsálitið á B36
liðnum. Var talan um eina
leikliga
yvirvág
fyrsta
korterið, so var hon tað ikki
minni nú. Til tíðir tóktust
vágbingar bert at vera
statistar í B36 maskinuni,
og tá Krzystof so eisini
noyddist skaddur av vøllin-
um, sá rætt og slætt einki
serligt út hjá vágbingum.
B36
miðvøllurin
sat
framhaldandi á øllum, og
álopini meira ella minni
skolaðu oman móti VB
málinum.
Fleiri
ferðir
gjørdist talan eisini um
góðar møguleikar, og tá
farið varð um hálva tíman,
kom B36 aftur á talvuna.
Jan Guttesen, ið sum vant
var við í nógvum á mið-
vøllinum, setti ferð á.
Komin oman móti VB
brotsteiginum, sendi hann
til John Petersen, sum dróg
nakað, áðrenn hann spældi
bóltin til Heðin, sum um-
vegis stólpan sendi bóltin í
málið.
B36 fekk ein hvøkk
Í seinna hálvleiki helt B36
yvirvágin fram. VB hevði
nærum einki sum helst at
siga, og nakað væl meira
enn ta einu ferðina vóru
boð eftir VB verjuni. Jens
Kristian Hansen sendi á
stólpan úr stuttari fjarstøðu,
og einar tvær ferðir hevði
Bjarni
framúrskarandi
bjargingar, men tað tóktist
bert vera ein spurningur um
tíð, áðrenn B36 fór at økja.
Í hinum endanum vóru
vágbingar rárir gestir. Bert
ta einu ferðina í fyrra
hálvleiki hevði veruligur
vandi verið á ferð, men
Tróndur Vatnhamar bjarg-
aði sera væl, tá Tórður
royndi seg.
Burtur sæð frá hesum, so
hevði VB als ikki hótt
málið, men brádliga fingu
teir eitt mál, mest sum
burtur úr ongum. Eftir
B36 spældi í ein tíma
Bæði liðini mistu hvør sín lyklaleikara í dystinum
sunnudagin. Krzystof Popczynski noyddist av vølli longu um
miðjan fyrra hálvleik, og í seinna hálvleiki varð Klæmint
Matras borin av vøllinum. Missurin var tó helst størstur hjá
vágbingum, tí við Krzystof mistu teir eisini stóran part av
kreativitetinum á miðvøllinum
Heðin á Lakjuni hevur júst sent bóltin fram við Bjarna Johansen, og mongu VB-menninir kunnu bert stðafesta, at bólturin fyri
triðju ferð í dystinum er á veg inn um mál linjuna
C
M
Y
K
18