Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juli 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 124 - 3. juli 2001 17 gult17 cyan17 magenta17 svart17 Seðlarnir komu út sama kvøldið, sum GÍ av álvara hevði gjørt av við B71, sum síðstu løtuna bara spældi við átta monnum FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Sunnumorgunin vóru grindaboð. Ein grind var funnin í Søltuvík, og hon varð hildin til heima á Sandi. Henda sama sunnudagin gjørdu gøtumenn land- gongd á Sandoynni, og tað var ikki við mýkindum, at teir fóru fram. B71 var einasta liðið, sum GÍ ikki hevði spælt ímóti og vunnið á. Gongdin var tann sama, sum hon hevði verið í øll- um hinum átta landskapp- ingardystunum. GÍ vann, og málmunurin var øgil- igur. Úrslitið var 7–0. GÍ hevur fult stigatal, og stórsigurin á Sandi ber við sær, at gøtumenn eru heilt væl staddir í kappingini við B36 um besta málmunin. Nakað eftir dystarlok komu seðlarnir út. Einki er at ivast í, at tað kom væl við hjá sandoyingum at kobla frá fótbóltinum, tá teir fóru at skera upp og at fáa góðu Guds gávuna til høldar. Sama uppskriftin Í fleiri av hinum lands- kappingardystunum hevur tað verið javnt rættuliga leingi. So hevur GÍ líka sum fingið meiri týðuliga um endan, teir hava skorað mál, og so hevur tað kopp- að oddaliðnum til fyri- munar. Soleiðis var tað eisini hesa ferð. Í fleiri av hinum dystun- um hevur tað verið soleiðis, at mótstøðuliðið hjá GÍ hevur verið undirmannað ein ikki so lítlan part av tíðini. Soleiðis var tað eisini hesa ferð, og tað var ikki smávegis, at sandoy- ingar vóru undirmannaðir. Eitt stórt korter var farið, tá Jón Brekku sá rreyða kortið. Dómarin metti, at talan var um neyðbremsu ímóti Óla Hansen, og Henning Jarnskor umsetti brotssparkið til 1–0 til GÍ. Í 58. minutti sá tað ógvusligt út, tá ferðmikli Helgi L. Petersen fór um koll. Dómarin metti, at Bjørn Thorsteinsson hevði taklað so mikið ófantaliga á miðjum vølli, at talan skuldi verða um beinleiðis reytt kort. Tað vóru sand- oyingarnir sera misnøgdir við. Teir søgdu seg ivast í, um teirra maður yvirhøvur hevði nortið toppskjúttan. Støðan var tá 3–0, og ósigraða oddaliðið dusaði sær við ellivu monnum ímóti níggju. Og síðstu løtuna var tað uppaftur meiri tvørligt hjá sandoy- ingum. Tað restaðu fimm minuttir, tá dómarin vísti Jógvan Jón Petersen gula kortið. Eftir bókini skal gula kortið gevast fyri at sparka bóltin langt burtur – eisini tá talan er um stóra frustratión ímóti sínum egnu, men støðan var kanska at skilja. Veruleikin var tann, at undirmannaðu sandoyingarnir vóru spæld- ir sundur og saman. Undir øllum umstøðum fleyt bikarið yvir hjá verjuspæl- aranum, sum stakk av! Tað vil siga, at B71 síðstu løtuna stríddist við átta monnum ímóti ellivu gøtu- monnum. At munurin var stórur kom m. a. til sjóndar í, at GÍ málverjin varð skiftur út, tá tað restaði eitt korter. Mortan Joensen kom í málið fyri Hall Hansen, sum bað um so at siga at vera loystur úr starvinum, tí hann var so kaldur! Málini B71 var illa fyri. Eli Hentze var so mikið skaddur, at hann var ikki førur fyri at spæla, og tað er altíð ein smeitur hjá nógvu óroyndu monnunum. Kári Nielsen var heldur ikki førur fyri at spæla, og tað var eisini ein smeitur. Men kortini var tað B71, sum fekk fyrsta risastóra málmøguleikan. Johan Nielsen var ikki komin úr húsinum, tá bæði Julian Floresco og Símun Hansen vóru púra leysir við Halli Hansen. Men sandoying- arnir tøvdu so mikið, at tað var GÍ málverjin, sum streyk avstað við bóltinum, og eftir tað vóru teir á heimaliðnum ongantíð vandamiklir. Seks minuttir eftir steðg- in fall avgerðin. Henning Jarnskor, sum aftur hesa ferð var sera eyðsýndur, legði innfyri úr vinstru, og toppskjúttin, Helgi L. Petersen, var púra leysur, tá hann skoraði. Triðja málið skoraði Bartal Eliasen, sum spældi fyri síðstu ferð undan summarsteðginum. Magni Jarnskor sendi horna inn- fyri úr vinstru, og miðverjin var hægstur og stútaði til 3–0. Innskifti pólverjin, Marek, slapp upp í part, tá hann skoraði til 4–0, og Poul Ennigarð, sum var arbeiðsleysur í verjuni, kom ímillum, tá misskiljing stóðst av í sandoyarverjuni, og so var 5–0. Áslakur R. Petersen økti til 6–0 við fínum langskoti, og fyri aðru ferð á rað kom Óli Hansen á málskjúttaralist- an, tá hann í yvirtíðini og umvegis stólpan staðfesti rimmar 7–0 sigurin. B71-GÍ 0-7 (0-1) 0-1: Henning Jarnskor (br.) 17 0-2: Helgi L. Petersen 51 0-3: Bartal Eliasen 56 0-4: Marek Wegiel 69 0-5: Poul Ennigarð 76 0-6: Áslakur R. Petersen 85 0-7: Óli Hansen 90 Dómari: Eiler Rasmussen (Skáli) B71: Valdemar Nowisci – Bergleif Sólsker, Bernhard Petersen, Jógvan Jón Pet- ersen – Peter Ritter, Julian Floresco, Bjørn Thorsteins- son, Jón Brekku, Hans Jørgen Djurhuus – Símun Hansen, Kári Reynheim GÍ: Hallur Hansen – Bartal Eliasen, Poul Ennigarð, Leivur Hansen – Áslakur R. Petersen, Poul Henning Jacobsen, Magni Jarnskor, Zdzislaw Janik, Henning Jarnskor – Helgi L. Petersen, Óli Hansen Leingi fylgdu klaksvíkingar væl við í dystinum, men seinasta hálva tíman gekk orkan undan 2. DEILD Jákup Mørk KÍ skuldi leygardagin til Tvøroyri at spæla, og í sjálvum sær verður hetta altíð mett sum ein tor- førur dystur. Tvørámenn hava kanska ikki somu styrki longur, sum teir onkun- tíð hava havt, men heima á Sevmýru eru tó fá lið, sum veruliga fáa gjørt nakað við teir, og soleiðis var eisini hesa- ferð. Javnt í fyrra Ikki tí, talan var sum so ikki um tann stóra leikliga munin millum liðini bæði. Kansak áttu gestirnir enntá meira spæl í fyrra umfarinum, men talan gjørdist so bert um tað eina málið, sum Zoran Mancic setti í málið eftir brotsspark. Í seinna hálvleiki kom spakuluiga til sjóndar, at tvørámenninir helst eru eitt sindur betri fyri enn klaksvíkingarnir, og spakuliga tóku teir seg longur og longur oman móti KÍ málinum, sum varð vart av John Syder- bø, sum noyddist í handskarnar, tí vanligi málverjin, Karstin Joen- sen, var skaddur. Tað skuldi tó ein verjuvilla til, áðrenn heimaliðið fekk økt um leiðsluna. KÍ verjan helt ivaleyst, at bólturin var á veg út av baklinjuni. Tað hendi tó ongantíð, og ístaðin kundi Jón Jo- hannesen seta seinasta fótin á. Klaksvíkingar togaðu seg tó nakað aftur, og teir fingu eisini minkað um munin, tá Erling Fles var fyrstur á einum inn- leggi, men longur enn tað sama komu teir ikki. Triðja málið var úrslit av einum heldur løgnum mistakið. Verjuspælari hjá klaksvíkingum var á veg frameftir, tá bólturin brádliga lá eftir, og við einari einsamallari send- ing varð Dan Mortensen leiktur púra leysur, so hann kundi beina allan iva til viks,. áðrenn Zor- an Mancic móti dystar- enda kundi staðfesta eftir frísparksinnlegg. TB-KÍ 4-1 (1-0) 1-0: Zoran Mancic br. 2-0: Jón Johannesen 2-1: Erling Fles 3-1: Dan Mortensen 4-1: Zoran Mancic TB-KÍ 4-1 (0-1) Moyrir klaksvíkingar Drápið var hesa ferð á Sandi Sandoyingar máttu sunnudagin leggja rygg til stórtap, tá GÍ kom á vitjan. Sandoyingar endaðu dystin við átta monnum á vøllinum Mynd: Jonhard Hammer 17 16 Nr. 124 - 3. juli 2001 gult16 cyan16 magenta16 svart16 Miðvallarin Jóhannes Færø, sum í fjør var ímillum teir bestu á næstbesta KI liðnum, kom sunnudagin á besta liðið, tá HB vann 4–1 í Miðvági FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Tað gongst illa hjá KÍ, men tað gongst væl hjá nógvum klaksvíkingum, sum spæla fótbólt. Vit kenna Heðin á Lakj- uni í B36, og vit kenna All- an Mørkøre og Rógva Jacobsen í HB. Og sunnu- dagin slapp enn ein klaksvíkingur sær upp í part á øðrum av bestu liðun- um í høvuðsstaðnum. Hesa ferð er talan um miðvallaran Jóhannes Færø. Hann varð skiftur inn á HB liðið í Miðvági, tá tað restaðu sekstan minuttir. Ion Geol- gau hevur lagt til merkis, at miðvallarin hevur staðið seg væl á næstbesta HB liðnum, sum hevur verið oddalið í 2. deild, og venjarin gav klaksvíkinginum møgu- leikan í fyrsta dystinum, sum hann sat á beinkinum. Jóhannes Færø, sum er 21 ára gamal, hevur ongan- tíð spælt á besta KÍ liðnum í landskappingini. Í fjør spældi hann fjúrtan dystir í 2. deild, og hann skoraði fimm mál. Í ár høvdu teir ivaleyst havt brúk fyri raska unga manninum í Klaksvík. Men hann er undir útbúgv- ing í høvuðsstaðnum, har hann umframt at arbeiða eisini gongur í skúla. Tískil hevur hann valt at spæla fótbólt í HB í staðin fyri at ferðast til Klaksvíkar at venja, og tað tykjast Ion Geolgau og teir at fegnast um. Nú eru fýra spælarar, sum eru uppaldir í KÍ, og sum ivaleyst høvdu verið sjálvskrivaðir á besta KÍ liðnum, í høvuðsstaðnum, og í løtuni tykist gongdin meiri at vera tann vegin, at talið fer at økjast, heldur enn at onkrir av fyrrverandi KÍ spælarunum aftur fara at umboða barndómsfelagið. Aftur ein KÍ’Íari í høvuðsstaðnum Framgongdin hjá vágamonnum tykist standa við, men enn hevur hetta ikki kast- að stig av sær. Sunnu- dagin hildu teir null- inum í ein hálvleik, men í seinna hálvleiki skrædnaði FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Fótbólturin vesturi í Vág- unum hevur ikki havt tað serliga gott higartil í ár. Felagsliðið hevur lagt rygg til fleiri eyðmýkjandi stór- tap, og hóast leiðslan hevur skift út á venjarapostinum, so hevur hetta enn ikki kastað nøkur stig av sær, onnur enn tey, sum liðið fekk á Sandi í triðja umfar- inum. Hjá HB hevur kanska gingið heldur frægari, men tað er helst eingin loyna, at tey í havnarfelagnum fegin vildu havt, at liðið hevði staðið seg betri í kappingini, enn teir hava gjørt higartil. Umskipað HB-lið Tí sóu tey í HB tað helst sum eitt gott høvi, at liðið nú skuldi á vitjan hjá botn- proppinum. Ein trivaligur sigur var kanska í væntu, soleiðis at bronsuplássið um ikki annað kundi vinnast aftur, nú komið var í helvt við kappingarárið.Fyrstu trý korterini var tó lítið, sum bendi á, at talan skuldi gerast um nakran sannfør- andi HB sigur. Spælið var at kall dovisligt frá báðum pørtum, og málmøguleikar- nir vóru fáir í tali. Vága- menn royndu fyrst og fremst at binda fyri í verju- partinum, fyri síðani at nýta skjótleikan hjá Tór-Ingari til at fáa nøkur kontraálop í lag niðan móti HB verjuni, ið aftur sunnudagin var mannað av tveimum leikar- um, sum hava traðkað sínar barnaskógvar har vesturi. Besta møguleikan hesi trý korterini mundi Rói Árting hava, men eftir at vágamenn fyrst høvdu bjargað stútara frá Jón Róa Jacobsen á málstrikuni, sendi veteranurin á stólpan. Rói var við, tí Rúni Nolsøe var leikbannaður til dystin, og yvirhøvur var tað eitt hampuliga nógv um- skipað HB-lið, sum var á vøllinum sunnudagin. Verjuparturin var hin sami, men á miðjuni var nú farið yvir til ein diamant, har Rói skuldi samlað upp, meðan ungi og evnaríki Bjarni Jørgensen hevði framrætt- aða leiklutin. Í borðunum vóru so Rógiv Jacobsen og Hallur Danielsen, meðan Allan Mørkøre var at síggja í álopinum saman við Jón Róa Jaocbsen. Skjótt hol á Við ongum máli í skjáttuni, tá farið varð til hálvleiks, er ikki løgið, um HB’arnir stúrdu eitt sindur fyri dyst- inum, tá farið var út á vøllin til seinna umfarið. Bara tankin um at koma til Havnar uttan ein sigur, var helst fjarður fyri leikarun- um undan dystinum, men nú tóktist greitt, at tóku teir ikki annað skinn um bak, kundi hetta gerast kaldi veruleikin. Tað tók teimum eisini bert tríggjar minuttir í seinna hálvleiki. So høvdu teir fingið málið, sum teim- um longdist eftir, og so var friður aftur á. Talan tóktist annast at vera um vanda- leysa støðu, tá ein høgur bóltur varð sendir inn fyri vágamálið. Jón Rói Jacobsen og Ramoska fóru upp eftir bóltinum, og onkursvegna eydnaðist tað Jón Róa at fáa høvdið hægri enn armarnir hjá málverj- anum. Málið gav HB nakað av friði yvir spælið, samstundis sum vágamenn nú noydd- ust at ota seg eitt sindur longur niðan á vøllin. Eyka plássinum dugdu HB-leik- ararnir væl at gera sær dælt av, og tað gekk ikki long tíð, fyrr enn Hallur Danielsen við einum góðum skoti økti um leiðsluna. Jóhannis Joensen dittaði sær nakað seinni framvið, og hann skeyt kanska vakr- asta málið í dystinum, tá hann smekkaði til upp í trý- kantin. Dysturin var nú at kalla avgjørdur, og hóast báðir partar fingu eitt mál afturat, so var tað á ongan hátt so- leiðis, at HB sigurin stóð til at vika. Vágamenn minkaðu um munin, tá Kim Poulsen skeyt millum beinini á Janus M. Joensen, men nakað seinni endurskapti Allan Mørkøre trý mála leiðsluna, tá hann stýrdi einum innleggi í kassan. Stig skulu til Við sigrinum vann HB seg upp aftur á bronsuplássið, og sum støðan er í løtuni, kunnu teir neyvan seta vón- irnar hægri enn tað sama. Munurin upp til ávíkavist GÍ og B36 er longu vorðin ov stórur at vinna aftur í bræði, og tí fer tað helst at snúgva seg um at halda vágbingar aftan fyri seg komandi umførini. Komandi vikuskifti hava teir torføran útidyst móti B68, sum sunnudagin vístu nakað av tí spæli, sum rokn- að varð við undan kapping- ini, og tí er helst umráðandi hjá HB, at teir tá aftur hava allar mans tøkar. FS Vágar fær tá vitjan av meistarunum úr Vági. Ein dystur sum í fjør endaði javnur, og megnar vágaliðið at fáa sama úrslit aftur í ár, er einki at ivast í, at teir eru nøgdir. Undir øllum um- støðum er umráðandi hjá teimum at nøkur stig koma inn á kontina nakað skjótt, um so er, at teir framhald- andi ætla sær at verða ver- andi í deildini. FS Vágar-HB 1-4 (0-0) 0-1: Jón Rói Jacobsen 48 0-2: Hallur Danielsen 53 0-3: Jóhannis Joensen 65 1-3: Kim Poulsen 67 1-4: Allan Mørkøre 72 Dómari: Petur Erhard Kjærbo (Sumba) HB: Bárður Johannesen – Vagnur M. Mortensen, Jóhannis Joensen, Eyðfinn Fjalsbak, Janus M. Joensen – Rógvi Jacobsen, Rói Árting, Bjarni Jørgensen, Hallur Danielsen – Allan Mørkøre, Jón Rói Jacobsen. FS Vágar-HB 1-4 (0-0) Hildu í ein hálvleik Skála spældi málleys- an javnleik, og sostatt røkist einki fyri, at tað fer at blotna í oddinum 2. DEILD Jákup Mørk Er munurin millum fremstu liðini stórur í bestu før- oysku fótbóltsdeildini, so kann tað sama so avgjørt ikki sigast um næstbestu deildina. Fyrstu umførini hóttu skálamenn kanska við at skræða seg leysar, men nú komið er fram við fyrra helminginum av kapping- ini, eru í øllum førum seks og í veruleikanum átta lið, sum kunnu gera seg gald- andi. Skála trýsti Tvey av hesum eru Skála og NSÍ, og leygardagin hittust hesi á Skála. Úrslitið gjørdist ein málleysur javn- leikur, men á Skála munun tey iðra seg um, at úrtøkan ikki varð betri. Skála var nevnliga við yvirlutan at kalla allan dystin, og málmøguleikar trutu heldur ikki, men eins og í Klaksvík fyri viku síð- ani, so vóru teir púra sørir framman fyri málið. Hinvegin hóttu runavík- ingar í einstøkum førum, men hóast teir eisini høvdu onkra vandamikla roynd á málið, so vildi tað verið alt annað enn rættvíst, um tað skuldi eydnast teimum at stolið sigurin. Javnleikurin hevði við sær, at bæði liðini so at siga hildu tørn í oddinum. Har er Skála framvegis á odda, tó at bæði HB og B36 hava sama stigatal, men helst eru tað ikki hesi liðini, sum skálafólk í størstan mun hyggja at. Heldur munnu tey líta at fuglfirðingum, sum høvdu eina sera laka byrjan upp á árið, men sum nú veruliga hava víst tenn, og nú farið verður í summarfrí er bert eitt stig upp til plássið, sum kann tryggja teimum beinleiðis uppflyting til bestu deildina. Skála-NSÍ 0-0: Javnt í oddinum Tað eydnaðist HB at vinna væntaða sigurin í Miðvági, men leingi stóð kortini nógv á C M Y K 16