týsdagur 3. juli 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 124 - 3. juli 2001
15
gult15 cyan15 magenta15 svart15
Eftir at sumbingar
vóru frammanfyri við
steðgin, vendi B36
dystinum á høvdið
við tveimum málum.
B36 er nú aftur odda-
lið, meðan sumbingar
fáa torført við at
vinna sæti í bestu
deildini
2. DEILD
Jákup Mørk
B36 vann landskappingar-
dystin á niðurflytarunum úr
Sumba leygardagin. Sigur-
in var sum heild uppiborin,
tá hugt verður eftir reinum
málmøguleikum, tí heima-
liðið hevði fleiri av tí
slagnum.
Við tveimum sigrum á rað
er B36 við aftur í odda-
stríðnum, har trý lið nú
liggja lið um lið. Sumbingar
eru hinvegin fýra stig frá
oddasessinum, og tað verður
torført hjá teimum at
endurvinna plássið í bestu
deildini, nú teir hava tapt
tveir teir seinastu dystirnar.
Sumba betri byrjan
Tað vóru annars sumbingar,
ið vóru skjótari úr start-
blokkinum. Tað fyrsta álop-
ið í dystinum endaði við
máli til Sumba. B36 verjan
beinir bóltin úr verjuni nið-
an á miðjuna, har sumbing-
ar vinna bóltin. Teir gera
skjótt
av,
og
Nebojsa
Veljkovic verður spældur
leysur. Hann sendir framvið
málverjanum fyrstu ferð.
Bara heilt fáir minuttir eru
spældir, og Sumba er
frammanfyri. Stór frøi var á
teimum sumbingum, ið
høvdu leitað sær til Havnar.
B36 verjan var ikki rætti-
liga raknað við, tá málið varð
skotið, og tað kom heima-
liðnum dátt við.
Sumba hevði takið á
dystinum fyrstu minuttir-
nar, men síðani menti
heimaliðið seg. Sum hálv-
leikurin leið var tað alt
meira B36, ið stýrdi hend-
ingunum á vøllinum. B36
spældi seg eisini fram til
nakrar stórar málmøguleik-
ar, men hesir vórðu mis-
nýttir.
Dysturin vendir
Eftir steðgin helt B36 fram
við at trýsta sumbingar aftur
á vøllin. Sumbingar stóðu
tó stinnir, og B36 hevði
torført við bróta ígjøgnum
verjuna.
Miðskeiðis í hálvleikinum
eydnaðist at fáa útjavnandi
málið. Heini í Skorini fekk
eina sending úr verjuni frá
Finn Mørk. Framherjin er
staddur
beint
uttanfyri
brotsteigin í vinstra borði,
og hann dregur síðani tvørt-
urum, framvið fleiri verju-
leikarum hjá Sumba og
setir bóltin í netið.
Hetta gav B36 blóð á
tonna, og teir hildu fram við
at trýsta. Stutt eftir fyrra
málið skýtur Øssur Jacob-
sen vinnandi málið. Eftir
hornaspark fær hann fatur á
einum bólti beint uttanfyri
málteigin. Hann snýtur
verjuna og trillar róliga
bóltin í netið.
Hetta var avgerandi mál-
ið, og B36 megnaði at halda
fast um øll trý stigini, og tað
setir havnarliðið í eina góða
støðu á stigatalvuni.
Sumba gjørdi tó ein vørr
móti endanum av dystinum,
sum kundi givið mál. Í tíð-
ini, sum dómarin hevur lagt
afturat, fær Sumba horna-
spark.
Bólturin
verður
beindur útfrá, har Jan
Poulsen fær fatur á honum.
Jan ger seg til at skjóta,
men snýtir ístaðin B36-
spælarar, sum storma út
ímóti. Jan dettur í vøllin, og
sumbingar
vilja
hava
brotsspark, men dómarin
letur ikki við seg koma og
bríkslar ístaðin dystin av.
B36 – Sumba 2-1 (0-1)
0-1: Nebojsa Veljkovic
1-1: Heini í Skorini
2-1: Øssur Jacobsen
Tey bæði niðastu lið-
ini býttu málini javnt
ímillum sín leygar
dagin, og sostatt er
eingin broyting í
botninum
2. DEILD
Jákup Mørk
Sum onnur deild í ár tykist
at hætta sær, so eru øll uttan
GÍ og LÍF við í kappingini
um heiðurskrónurnar.
Leygardagin hittust hesi
bæði liðini í Gøtu, og úrslitið
sum so gav onga ábending
um, hvat av liðunum helst
noyðist tungu gongdina nið-
ur í aðru deild komandi
kappingarár.
Talan gjørdist um ein
málríkan javnleik, og iva-
leyst munnu vertirnir vera
best nøgdir um hendan, tí
tað var alla tíðna LÍF, sum
hevði leiðsluna í dystinum,
tó at GÍ av og á megnaði at
stríða seg upp á javnt.
Mugu vinna
Við javnleikinum verður nú
heldur torført hjá gøtu-
monnum at síggja, hvaðani
neyðugu stigini til bjarg-
ingina skulu koma. Higartil
hevur talan bert verið um
hin eina sigurin – tann móti
B36 – og spurningurin er,
hvørjum liðum GÍ kann
rokna við at taka nakað frá. Í
øllum førum um mett
verður eftir úrslitunum í
fyrru hálvu.
Gøtumenn eru tó kendir
fyri sítt treiskni, og tað kann
eisini væl hugsast, at teir
kortini fara at skava so-
mikið saman, at talan
kortini verður um longda
tilveru í næstbestu deildini.
GÍ-LÍF 3-3 (0-1)
0-1: Sigfríður Olsen
0-2: Tomek Resel
1-2: Páll Rói Poulsen
2-2: Meinhard Joensen
2-3: Fróði Joensen
3-3: Áslakur Nesá
B36 – Sumba 2-1 (0-1)
B36 vendi dystinum
GÍ-LÍF 3-3 (0-1):
Málríkt í Gøtu
Fuglfirðingar hildu
varmakeldu við at
senda HB til hús við
einum tapi
2. DEILD
Jákup Mørk
Eftir eina sera laka byrjan
upp á kappingarárið er nú
líkt til, at fuglfirðingar
veruliga hava fingið ferð á
stigasavnanina.
Á varmakeldustevnuni
um vikuskiftið var odda-
liðið, HB, á vitjan, men teir
noyddist sørir heimaftur.
Gjørdu skjótt av
Avgerðin í dystinum fall
innan nakrar fáar minuttir í
fyrra hálvleiki. Fuglfirðing-
ar skoraðu tá trý mál á rað,
og hetta var meira enn
havnarmenninir megnaðu at
vinna innaftur.
Fyrst var tað Eyðolvur
Petersen, sum tvær ferðir
snýtti Kaj Leo Johannesen
úr stórari fjarstøðu. Fyrst
við einum beinleiðis frí-
sparki, og síðani við einum
fúkandi langskoti.
Løtu seinni átti Jan
Jørgensen seinasta fótin á
eftir hornaspark, og dyst-
urin tóktist tá eisini mest
sum avgjørdur.
Tað var eisini í lagi, at
fuglfirðingarnir høvdu eina
greiða leiðslu í hálvleikin-
um. Teir vóru oman á í so at
siga øllum, og tað var
sjáldan, at HB somikið sum
nærkaðist málinum.
Alt hetta var tó broytt, tá
liðini komu út til seinna
hálvleik. HB hevði nú
veruliga mannað seg upp.
Teir vunnu brádliga fleiri
bóltar, løgdu trýst á ÍF verj-
una, og tað var eisini skjótt,
at Danny Rasmussen hevði
minkað um munin tá hann
stútaði innlegg í kassan.
HB helt á við málsókna
spælinum, men brádliga
svaraði ÍF aftur, tá Bárður á
Lakjuni setti í málið úr
stuttari fjarstøðu.
HB fekk eitt mál afturat,
tá Bogi Midjord royndi seg
úti frá, men hetta var ov
seint og ov lítið til at fáa
nakran spenning í aftur
dystin.
ÍF er nú í hølunum á HB,
sum saman við Skála og
B36, er í oddinum, og við
gongdini seinastu vikurnar
í huganum, er als ikki ó-
hugsandi, at fuglfirðingar
nú kortini kunnu seta seg á
sessin, sum gevur beinleiðis
atgongd til bestu deildina.
ÍF-HB 4-2 (3-0)
1-0: Eyðolvur Petersen
2-0: Eyðolvur Petersen
3-0: Jan Jørgensen
3-1: Danny Rasmussen
4-1: Bárður á Lakjuni
4-2: Bogi Midjord
Í samband við varmakeld-
una varð skipað fyri renni-
kapping í Fuglafirði leygar-
dagin 30. juni.
Tey vaksnu runnu 5 km,
meðan børn í skúlaaldri
runnu 1 km, og børn undir
skúlaaldur runnu 500 m.
Umstøðurnar at renna
vóru góðar, hóast tað smá-
regnaði.
Kappingina hjá kvinnum
vann Sunnuvá Bjarnastein
úr Bragdinum við tíðini
19,45 min. Nummar tvey
gjørdist Ása Poulsen ú
Havn við tíðini 23,46 min,
meðan Maria í Skorini
Jacobsen úr Treystinum
gjørdist nummar trý við tíð-
ini 23,52 min.
Guttorm Sørensen úr
Treystinum vann kapping-
ina hjá monnum við tíðini
16,30 min. Sigurð Justinus-
sen úr Bragdinum bleiv
nummar tvey við 17,41
min. Nummar trý bleiv
Cecil Weihe úr Bragdinum
við tíðini 17,46 min.
Sum sæst á tíðunum hjá
Sigurð og Cecil, vóru teir,
eins og higartil í ár, rætti-
liga javnir. Teir fylgdust all-
an vegin, men Sigurð dróg
longsta stráðið á síðsta kilo-
metrinum.
Úrslit:
Gentur undir skúlaaldur -
500 m
1. Gunnvá Justinussen
Glyvrar 7 ár 1,52 min
2. Gunnrið Fríða Joensen
Klaksvík 6 ár 2,47 min
Dreingir undir skúlaaldur
- 500 m
1. John Viljam Johannesen
Klaksvík 6 ár 1,45 min
2. Jósvein Joensen
Klaksvík 4 ár 2,07 min
3. Beinir Johannesen
Klaksvík 4 ár 2,58 min
Gentur í skúlaaldri til og
við 12 ár - 1 km
1. Helga Djurhuus Hoyvík
12 ár 3,41 min
2. Karina Hansen Klaksvík
12 ár 4,22 min
3. Alexandrina Jacobsen
Klaksvík 11 ár 4,38 min
4. Vár Gregersen Sandavág
8 ár 5,07 min
5. Vilbjørg Johannesen
Klaksvík 9 ár 5,10 min
6. Tanja Sørensen
Hvannasund 7 ár5,33min
7. Guðrið Justinussen
Bragdið 8 ár 5,47 min
Dreingir í skúlaaldri til og
við 12 ár - 1 km
1. Jón Gregersen Sandavág
12 ár 3,37 min
2. Jan Elmar Sørensen
Treysti 9 ár 3,57 min
3. Tummas Justinussen
Bragdið 11 ár 4,19 min
4. Fróði Gregersen Sanda
vág 10 ár 4,37 min
5. Teitur Hansen Treysti 9
ár 4,56 min
Kvinnur - 5 km
1. Sunnuvá Bjarnastein
Bragdið 1968 19,45 min
2. Ása Poulsen Tórshavn
1979 23,46 min
3. Maria í Skorini Jacobsen
Treysti 1987 23,52 min
4. Brindis R. Weihe
Bragdið 1968 24,31 min
Menn - 5 km
1. Guttorm Sørensen
Treysti 1968 16,30 min
2. Sigurð Justinussen
Bragdið 1967 17,41 min
3. Cecil Weihe Bragdið
1965 17,46 min
4. Bogi Joensen Treysti
1968 18,22 min
5. Niels Jákup Jakobsen
Bragdið 1963 18,43 min
6. Sølvi R. Hansen Roysnið
1970 18,45 min
Renning á varmakeldu
Hesar tríggjar vóru fremstar í kappingini fyri gentur í
skúlaaldri
ÍF-HB 4-2 (3-0)
Ferð á ÍF
Á myndini eru tað
fuglfiriðingar, sum fáa
kærleikan at kenna, men
yvirhøvur vóru teir kortini
omaná, tá HB vitjaði á
varmakeldu
Mynd: Álvur Haraldsen
15
14
Nr. 124 - 3. juli 2001
gult14 cyan14 magenta14 svart14
B36 tykist vera ein-
asta felagið, sum
roynir at miðja eftir
gøtumonnum, og
EB/Streymur er um at
sleppa sær undan
hóttanini av niður-
flyting
SAMANUM
Jóannes Hansen
Kappingarárið
er
hálv-
runnið, og eingin ivi er um,
hvat lið hevur staðið seg
best. Gøtumenn hava fult
stigatal, og teir stevna mið-
víst ímóti sjeynda FM heit-
inum. Teir vóru meistarar í
1983, 1986, 1993, 1994,
1995 og í 1996. Sjálvandi
ber tað ikki til at siga, at GÍ
verður meistari í ár. Tað eru
framvegis níggju umfør og
harvið 27 stig at spæla um,
men vit kunnu í hvussu so
er staðfesta, at GÍ hevur
gjørt alt tað, sum tað ber til
at gera fyri at gerast
meistarar.
At eitt lið megnar at vinna
øll stigini í fyrru kapp-
ingarhálvu er óhoyrt, síðani
talið av liðum í bestu deild-
ini í 1988 varð økt úr átta og
upp í tíggju.
Styrkirnar
Tað ber ikki til at siga
annað, enn at gøtumenn
hava verið sera dugnaligir.
Ofta hevur verið tikið til, at
teir hava ikki havt so nógv
fólk. Men tað er merkisvert,
at GÍ tey seinastu umførini
hevur vunnið, meðan liðfor-
maðurin, Sámal Joensen,
sum tóktist vera so sera
týdningarmikil, ikki hevur
verið førur fyri at spæla við,
tí hann er ryggskaddur, og
meðan Hans Pauli Petersen,
sum hevði bitið seg fastan í
høgra borði, eisini hevur
verið skaddur. Og so skal
tað leggjast afturat, at
veteranurin Magni Jarnskor
ikki hevur verið førur fyri at
venja, men teir hava pjøssað
hann so mikið, at hann tvær
tær seinastu ferðirnar hevur
verið førur fyri at spæla og
at gera góða nyttu.
Eingin ivi er altso um GÍ
dygdirnar, og tí fer eingin
at fata næsta brotið sum
eina niðurgerðing av GÍ
dygdunum. Men tað er
merkisvert, at mótstøðu-
liðini hjá GÍ í miðal meiri
enn aðru hvørja ferð hava
verið undirmannað, tá dyst-
urin hevur verið liðugur,
meðan gøtumenn hvørja
ferð hava verið fullmannaðir
alla tíðina.
Tað eru ivaleyst fleiri
áskoðanir um, hví hetta
hevur verið so, og tað eru
ivaleyst fleiri orsakir til
henda veruleikan. Ein upp-
løgd orsøk kann vera, at Gí
spælararnir eru í betri venj-
ing enn nógvir av mótstøðu-
monnunum, og ein onnur
kann vera, at fleiri av spæl-
arunum hjá oddaliðnum eru
meiri royndir, enn nógvir
av mótstøðumonnunum eru.
At gøtumenn duga alt tað á
einum vølli, sum flestu
spælarar duga er eingin
loyna, men í ár hava teir
verið sera disiplineraðir. Í
hvussu so er hava dómarar
og hjálpardómarar sæð tað
soleiðis!
Reyðu kortini
Í fyrsta umfarinum var
støðan 1–0 til GÍ, tá Jan
Joensen hjá KÍ varð rikin av
vøllinum. GÍ vann 2–1 í
Klaksvík.
Í næsta umfarinum var
støðan 2–0 til GÍ, tá Soran
Anghel varð rikin av vøllin-
um. GÍ vann á heimavølli
4–0 ímóti EB/Streymi.
Í triðja umfarinum vann
GÍ 3–2 ímóti HB liði, sum
allar 90 minuttirnar var
fullmannað í Gundadali,
men í fjórða umfarinum var
ostaskorpan aftur á lofti.
B36 vitjaði í Gøtu, og
Arnbjørn
Danielsen
sá
reyða kortið, tá ein tími var
farin. Tá var støðan 2–0, og
GÍ tóktist ikki fáa serligan
fyrimun av útvísingini, tí
endaliga úrslitið gjørdist
3–1.
Í fimta umfarinum vann
GÍ 4–1 á útivølli ímóti VB,
sum alla tíðina hevði ellivu
spælarar á vøllinum. Í sætta
umfarinum vórðu vága-
menn sendir vestur aftur við
8–2 tapi í viðførinum.
Støðan var 4–1, tá Kim
Poulsen í 39. minutti sá
reytt.
Í sjeynda umfarinum var
GÍ á stevnu í Runavík.
Støðan var 1–0 til GÍ, tá
Djóni N. Joensen sá reytt.
Tað var í 35. minutti. GÍ
vann
2–1.
Sigursmálið
fingu teir í síðsta minutti. Í
áttanda umfarinum vóru
ellivu B68 spælarar alla
tíðina á nýggja vøllinum í
Serpigerði. GÍ vann 2–0.
Aðra staðni í blaðnum í
dag er greitt frá, hvussu tað
gekst sandoyingum, tá GÍ
sunnudagin var har suðuri
og vann 7–0. Telja vit
saman, so eru sjey spælarar
útvístir í níggju dystum
ímóti
GÍ
(og
ein
er
rýmdur!).
Klaksvíkingar eru illa
sperdir, tá teir komandi
fríggjakvøld fara til Gøtu.
Dysturin er framskundaður,
tí Sámal Joensen hevur
bjóðað
liðfeløgunum
í
brúdleyp
leygarkvøldið.
Hagtølini omanfyri siga, at
tað er rættuliga sannlíkt, at
onkur KÍ spælari fer at fáa
reytt kort fríggjakvøldið.
Tað hevði ikki verið so gott
hjá KÍ, tí reytt kort í 10.
umfarinum fer at hava við
sær, at spælarin verður
leikbannaður í steypafinal-
uni, sum verður á ólavsøku.
B36 fylgir við
Toppdysturin hetta viku-
skiftið var í Gundadali. B36
vann 3–2 á VB, og harvið
staðfestu teir í árstals-
felagnum, at í løtuni eru
teir einasta veruliga boðið
upp á avbjóðara hjá GÍ.
Munurin ímillum oddaliðini
er fimm stig. Tað ljóðar av
nógvum, og tað er nógv.
Um mett verður út frá
gongdini nógvu tey sein-
astu umførini, so kann
roknast við, at GÍ og B36
fara at vinna hvørja ferð.
Um tey gera tað, so verður
talan um sannan lagnudyst,
tá GÍ sunnudagin 19.
august í trettanda umfari-
num fer at spæla ímóti B36
í Gundadali.
Um GÍ hevur vunnið
hvørja ferð inntil tá, og um
teir vinna ta ferðina, so er
møguleiki fyri, at FM heitið
verður so tíðliga plaserað í
ár, sum tað ongantíð hevur
verið áður. Men nú fáa vit at
síggja. Í B36 og í hinum
feløgunum
kunnu
tey
troysta seg við, at GÍ skal
luttaka í Europa Cup. Tað
skulu teir í B36 ikki.
Bronsuplássið
GÍ er langt burtur, og B36
tykist eisini fjart hjá hinum
feløgunum.
Tí
stendur
kappingin hjá teimum í
fyrstu atløgu fyrst og
fremst um bronsuplássið.
VB kiksaði tvær ferðir
fyrstu løtuna ímóti B36, og
tað megnaðu teir ikki at
vinna á aftur. Vágbingar
skulu luttaka í Europa Cup,
og fyribils mugu vit siga, at
teir eru dotnir úr kappingini
um
tey
bæði
fremstu
plássini.
HB kom við sigrinum í
Miðvági aftur á triðja pláss-
ið, men teir hava á pappír-
inum torførari uppgávu á
skránni hesa ferð, enn
vágbingar hava. VB skal
spæla í Miðvági, meðan HB
skal spæla á Svangaskarði.
B68 sigurin á KÍ bar við
sær, at toftamenn við sigri á
HB kunnu halda summarfrí
á fjórða plássi.
KÍ og NSÍ eru sera óstøð-
ug. KÍ tykist í løtuni ikki at
hava styrki til at blanda seg
í stríðið um heiðursmerkir. Í
fýra dystum hava teir
málmunin 2–14. Tað man
ikki vera komið ofta fyri
áður. Við gongdini seinastu
vikurnar í huga tykjast
avbjóðingarnar tríggjar tær
næstu ferðirnar ógvusligar.
KÍ skal spæla í Gøtu
fríggjakvøldið, so skulu teir
spæla steypafinalu ímóti
B36 á ólavsøku, og í fyrsta
umfarinum eftir summar-
steðgin er HB í Gundadali á
skránni. Men hóast gongd-
in í landskappingini ikki er
góð, so fer sigur í steypa-
finaluni at hava alstóran
týdning fyri hetta kapping-
arárið. Sjálvandi verður B36
stórfavorittur, men bæði í
B36 og í KÍ vita tey, at ein
steypafinala er nakað heilt
serligt.
NSÍ er sum altíð sera
óstøðugt. Hesa ferð taptu
teir á Eiði. Ofta hava teir
gjørt ein vørr í Gundadali.
Sunnudagin skulu teir vitja
B36. Gongdin seinastu vik-
urnar bendir ikki á, at NSÍ
hesa ferð fer at megna nakað
í Gundadali, men, sum
sagt, teir eru óstøðugir.
EB/Streymur dregur
frá
Undan
kappingarbyrjan
varð EB/Streymur mett sum
niðurflytingarevni. Gongdin
tær seinastu vikurnar hevur
víst, at EB/Streymur hevur
megi at standa seg betri í
bestu deildini hesa ferð, enn
teir gjørdu, tá teir i 1993
beinanvegin fluttu niður
aftur.
Sunnudagin fingu teir á
Mølini fyri fyrstu ferð í ár
stig á heimavølli. Komandi
vikuskifti kemur eitt B71
lið, sum er illa fyri, norður
til Eiðis. Tá verður tað
ivaleyst luturin hjá EB-
/Streymi at mynda spælið.
Tað verður øðrvísi, enn tá
teir lúra eftir møguleik-
anum at fara í snarálop.
Men EB/Streymur verður
undan tí dystinum – og fyri
fyrstu ferð í ár – roknað sum
favorittur. Um EB/Streym-
ur fær trý stig ímóti B71
verður tað greitt, at niður-
flytingin og kvalifikatiónin
verður ein spurningur ímill-
um sandoyingar og vága-
menn.
Á Sandi stendur einki
serligt til. Eli Hentze er
skaddur, Kári Nielsen hev-
ur brotið beinið, og tá teir
fara til Eiðis eru tríggir
spælarar leikbannaðir –
Jógvan Jón Petersen, Jón
Brekku og Bjørn Thor-
steinsson.
Á støðutalvuni er FS
Vágar niðast, men B71 er
bara eitt stig undan vága-
monnum. Vit hava í fleiri
vikur sagt, at tað eru ábend-
ingar um, at í FSV gongur
tað rætta vegin. Hesa ferð
megnaðu teir ein málleysan
hálvleik ímóti HB, men enn
tykist tað resta nógv í,
áðrenn teir fara at megna at
fáa stig. Stóra slagið verður
11. august, tá B71 fer vest-
ur til Miðvágs.
GÍ er yvirmannað meiri enn aðru hvørja ferð
Sandoyingar endaðu dystin móti GÍ við átta monnum, og yvirhøvur tykist hetta at gerast vanlig
mannagongd hjá GÍ
B36 staðfesti seg aftur hesa
ferð sum einasti veruligi
avbjóðarin hjá GÍ
C
M
Y
K
14