týsdagur 3. juli 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult13 cyan13 magenta13 svart13
Nr. 124 • týsdagur • 3. juli 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Nú farið verður til
Oyggjaleikir hevur
Marjun Kalsø leikt 85
landsdystir á føroyska
kvinnulandsliðnum í
flogbólti, og hóast
hon ikki er nakar
ársungi longur, so
hevur hon hug at
halda á, til hon hevur
rokkið hundrað
landsdystir
FLOGBÓLTUR
Leygardagin verða Oyggja-
leikirnir á Isle of Man settir
og sum ikki einaferð eru
føroysku flogbóltskvinn-
urnar við. Málið hjá teim-
um er at verja gullið, sum
tær — eitt sindur óvæntað
— vunnu á Gotlandi, og
saman um tikið má sigast,
at liðið skuldi verið ført fyri
tí. Hetta kvinnulandsliðið
er helst tað sterkasta nakr-
antíð. Kortini ber ikki til at
siga nakað frammanundan
tí eingin veit, hvussu mót-
støðuliðini eru fyri.
Hugurin er drívmegin
Tá hugt verður eftir, hvørjir
leikarar eru á føroyska
kvinnulandsliðnum í flog-
bólti, sæst, at tað er ein
góður blandingur av leik-
arum, sum spæla í heimligu
kappingini og teimum, sum
spæla uttanlands. Harum-
framt er tað eisini ein góður
blandingur av yngri og
eldri, meira royndum leik-
arum.
Tað er uppi í hesum sein-
asta bólkinum vit finna
Marjuna Kalsø. Við sínum
38 árum er hon nógv tann
royndasti leikarin á før-
oyska kvinnulandsliðnum
og tann sum ivast, kann
bara kaga eftir, hvussu
nógvar landsdystir hon
hevur leikt.
Higartil eru teir 85 í tali
og tá Oyggjaleikirnir eru
av, eru teir helst vorðnir 90.
Og tá hugt verður at aldri
og dystartali í senn, so
kundi hugsast, at Marjun
hevur fingið nóg mikið av
flogbólti. Men so er ikki.
- Eg havi onkuntíð sagt at
nú átti eg at lagt frá mær,
men eg havi kortini hildið
fram, og nú eg eri so nær
við teir hundrað dystirnar,
so kann eg eins væl halda á,
til eg eri komin har til, sigur
Marjun Kalsø, sum kortini
leggur afturat, at tað sjálv-
andi er tengt at, um venj-
ararnir halda at hon er nóg
góð til landsliðið.
Góð blanding
Ein onnur orsøk til, at
Marjun heldur á er, at hetta
landsliðið er sera væl
mannað, og tí heldur hon at
tað hevði verið spell ikki at
fingið henda túrin við
eisini.
- Liðið er væl blandað
við leikarum heimanífrá og
føroyingum uttanlands og
tað ger tað sera spennandi
at vera við. Harumframt
hava vit eitt sera gott
samanhald á liðnum og tað
ger sítt til, at vit arbeiða
væl saman sum eitt lið. Tí
vil eg fegin uppliva tað
eisini, sigur Marjun.
Oyggjaleikirnir, sum nú
standa fyri durum, eru teir
níggjundu í røðini, men eru
teir sjeyndu, sum íðkandi,
hjá Marjun. Hon var ikki
við í teimum fyrstu í 1985,
tí hon fekk ikki frí frá
arbeiðsplássi sínum, og hon
var ikki við á Álandi í
1991, tí hon júst hevði átt.
— Eg varð biðin um at
koma við, men eg orkaði
ikki, greiðir Marjun frá.
Spurd, hvørjar vónir hon
hevur til hesa kappingina,
sigur hon, at tað liggur eitt
rættiliga stórt trýst á lið-
num, tí tað vann gull sein-
ast.
- Hóast vit ikki vita,
hvussu hini londini hava
ment seg, so vita vit, at
okkara lið hesaferð er minst
líka gott sum tað, sum vann
seinast. Gamaní eru fleiri
leikarar skiftir út, men í
flestu førum er talan um
eldri leikarar, sum eru
givnir og yngri, sum eru
komnir ístaðin. Tað gevur
nakað at byggja á frameftir,
og tí hava vit gott í væntu
framyvir, sigur Marjun.
Hava fleiri royndir
Hon leggur afturat, at tað
eisini hevur sera stóran
týdning fyri liðið, at út-
lagdu føroyingarnir nú hava
leikt tvey ár afturat í út-
lendskari kapping, og tí eru
tær enn meira royndar enn
tær vóru fyri tveimum
árum síðani.
- Hatta er galdandi bæði
fyri Alvildu, Hjørdis og
Gudrid, sum framvegis
hoyra til yngra ættarliðið av
føroysku landsliðsleikar-
unum, tí tær skulu skapa
tyngdina í føroyska spælin-
um.
Sum sagt er Marjun helst
tann royndasti føroyski
flogbóltsspælarin yvirhøv-
ur í løtuni, og hóst hon ikki
longur hoyrir til í yngra
endanum, so kennir hon seg
ikki uttanfyri av teirri
orsøk.
- Ein orsøk til at eg tími
at halda fram — og tað er
bæði galdandi fyri Mjølnir
og landsliðið — er, at sam-
anhaldið millum leikarar-
nar er einastandandi gott.
Einki lið stendur uppi av
einstaklingum. Uttan sam-
anhald ber ikki til at hava
eitt gott lið. Soleiðis kenni
eg tað við hesum lands-
liðnum og tá til stykkis
kemur, kann tað fara at vera
tann avgerðandi parturin.
Vit kunnu siga alt hvør við
aðra og tað er neyðugt
viðhvørt, sigur Marjun,
sum fyrstu ferð fór at spæla
flogbólt tá hon var 16 ára
gomul.
Tá hevði hon roynt seg
við badminton og hond-
bólti, men tað skuldi gerast
flogbólturin, sum gjørdist
hennara vørumerkið. Og
uttan nærri kanning kunnu
vit ósmæðin staðfesta at
eingin kemur nærhendis
dystartalinum hjá Marjun í
bræði, sjálvt um hon fyrr
hevur hótt við at gevast.
Men
nú
nærkast
teir
hundrað dystirnir og so
kann hon eins væl halda á.
Vit kunnu siga alt hvør við aðra og tað er neyðugt viðhvørt,
sigur Marjun Kalsø millum annað um tilveruna á
flogbóltslandsliðinum
Málið er at røkka
teimum 100
Føroyski súkklarin
stóð seg væl um
vikuskiftið, tá hann
kappaðist móti
nøkrum av sterkastu
súkklarunum í
Danmark
SÚKKLING
Jákup Mørk
Fríggjdagin varð kappast
um DM í einkultstari, og
millum luttakararnar var
føroyski súkklarin, Rógvi
Johansen.
Tá alt kom til stykkis,
hevði Rógvi vunnið sær eitt
15. pláss, og millum annað
hevur Jyllands Posten í
Århus nøkur sera rósandi
orð til Rógva eftir avrikið.
Ikki minst tí Rógvi eisini
hevði trupulleikar av kerv-
inum á súkklu, men hóast
hetta veruliga megnaði at
leggja trýst á navnframu
mótstøðumenninar.
Umframt at fáa stig til
danska ratinglistan, fekk
Rógvi eisini, sum fyrsti
føroyingurin, stig til altjóða
ratinglistan fyri súkklarar.
Ei undur í, at Rógvi sjálvur
er errin um hetta.
Líkt er til, at sterkasti
súkklari okkara veruliga
hevur rakt toppformin, nú
tað stundar til oyggjaleikir
Rósur til Rógva
13
12
Nr. 124 - 3. juli 2001
gult12 cyan12 magenta12 svart12
Okkurt óregluligt fór
fram í sambandi við
kommunuvalið á Eiði
seinasta heyst. M. a.
var ikki samsvar
ímillum talið á eiðis-
fólki, sum høvdu ver-
ið á valið, og talið á
atkvøðuseðlum í at-
kvøðukassanum, tá
valið var endaliga
uppgjørt
KOMMUNUVAL
Jóanes N. Dalsgaard
Ein atkvøða var meira í at-
kvøðukassanum enn talið á
eiðisfólki, sum høvdu valt,
og fekk hetta tveir eiðis-
menn at kæra valið til
bygdarráðið.
Eftir
at
bygdarráðið hevði burtur-
víst kæruni við teprum
meiriluta, var málið kært til
Føroya Landsstýrið.
Tá eitt mál verður lagt
fyri ein fyrisitingarligan
myndugleika, skal mynd-
ugleikin fyrst av øllum
kanna eftir, at myndugleik-
in hevur heimild til at við-
gera málið, og um so er,
hvussu langt hendan heim-
ild røkkur. Landsstýrið er
ein fyrisitingarligur mynd-
ugleiki – tann ovasti í Før-
oyum – og skal landsstýrið
tí eins og allir aðrir fyrisit-
ingarligir
myndugleikar
støðugt hava heimild til sítt
virksemi.
Ivasama heimildin
Avgerðin hjá Eiðis bygdar-
ráð um at burturvísa kær-
uni um kommunuvalið,
varð kærd til landsstýrið
við tilvísing til §24, stk. 3 í
kommunuvallógini . Sam-
bært hesi grein skal komm-
unustýrislimur sleppa úr
bygdaráðnum, um hann
vegna ringa heilsu, starv
ella virki sítt ella tílíkt
hevur góða grund til tess. Í
lógargreinini stendur einki
um kærur, sum hava við
sjálvt valið at gera. Eingin
heimild er heldur í hesi
lógargrein til landsstýrið at
viðgera kærur um komm-
unuval.
Kommunuvallógin inni-
heldur heimildir til lands-
stýrið at viðgera kærur í
sambandi við kommunu-
val. Ein tílík heimild er at
finna í §24, stk. 4. Her
verður landsstýrismannin-
um heimilað at viðgera
kærur um avgerðir, sum
bygdaráðið hevur tikið við-
víkjandi umsóknum um at
sleppa
undan
vali
og
áheitanum um at sleppa úr
bygdaráðnum. Men heldur
ikki her er nøkur heimild til
landsstýrið at viðgera kær-
ur um sjálvt valið.
Sambært Løgmansskriv-
stovuni er málið viðgjørt
við heimild í tí danska
tekstinum í kommunuval-
lógini §24, stk. 3. Trupul-
leikin við hesum er tó, at
tann danski teksturin í
kommunuvallógini
varð
ógildaður við lóg 6. oktob-
er 2000 . Tann danski tekst-
urin var sostatt ikki gald-
andi lóg í Føroyum longur,
tá kæran hin 15. desember
2000 var send landsstýri-
num. Kortini nýtir lands-
stýrið danska tekstin sum
heimild. Tað minsta, sum
sigast
kann
um
hesa
mannagongd er, at hon er
óvanlig.
Greiða heimildin
Landsstýrið hevur heimild
til at viðgera kærur um
kommunalar myndugleikar,
og soleiðis eisini eina kæru
um Eiðis bygdarráð. Hend-
an heimild finst í komm-
unustýrislógini. Men heim-
ildin er ikki óavmarkað.
Sambært § 48 í kommunu-
stýrislógini skal lands-
stýrismaðurin í kommunu-
málum hava eftirlit við
kommununum.
Hetta
merkir m.a. at landsstýris-
maðurin skal góðkenna
ávísar
avgerðir,
sum
kommunustýri taka. Hend-
an heimild ber í sær, at ein
kommunal avgerð kann
vera ógildug um so er, at
hon ikki er góðkend av
landstýrismanninum.
Ein onnur heimild er í §
55 í kommunustýrislógini.
Sambært hesi grein kann
landsstýrismaðurin
í
kommunumálum
ógilda
eina avgerð hjá bygdar-
ráðnum, um avgerðin er
ólóglig. Fyri at kunna
ógilda eina avgerð, við
heimild í § 55 skal fyrst av
øllum staðfestast, um av-
gerðin er ólóglig. Í summ-
um førum er einki at ivast í,
og tá kann landsstýris-
maðurin taka avgerðina
sjálvur. Í øðrum førum
kann tað vera trupult at
staðfesta um ein avgerð er
ólóglig ella ikki. Í tílíkum
førum er vanligt um okkara
leiðir at leggja spurningin
fyri rættin. Kemur rætturin
til ta niðurstøðu, at avgerð-
in er ólóglig, so hevur
landsstýrismaðurin heimild
sambært § 55 at ógildað av-
gerðina.
Landsstýrið valdi
ivasemið framum
rættin
Hvat hevði landsstýrið so
heimild til at gera við kær-
una frá Eiðismonnunum
báðum?
Sum sæst omanfyri, so
hevur landsstýrið onga
heimild til at meta um upp-
gerðina av einum komm-
unuvali.
Tað, sum landsstýrið hev-
ur heimild til í hesum máli-
num er at meta um, hvørt
avgerðin hjá Eiðis bygdar-
ráð, um at burturvísa kær-
uni frá Eiðismonnunum
báðum, var lóglig ella ikki.
Talan er um eina fyrisiting-
arliga avgerð, og hendan
má ikki vera ávirka av, um
bygdarráðslimirnir
eru
nøgdir við valúrslitið ella
ikki. Er avgerðin ávirka av
politiskum og/ella persón-
ligum fyrilitum, so er talan
um
valdsbendan,
sum
merkir at avgerðin er ólóg-
lig.
Henda spurning kundi
landsstýrið latið rættin tikið
støðu til. Landsstýrið kundi
so avgjørt kæruna um Eiðis
bygdarráð, við støði í ein-
um rættarúrskurði. Men
landsstýrið nýtti ikki henda
møguleikan. Í staðin valdi
landsstýrið at avgerða mál-
ið við sera ivasamari heim-
ild.
Kommunuvalið á Eiði, fjórði partur:
Landsstýrið arbeiðir eftir ivasamari heimild
Tá aktøvðurnar til bygdarráðsvalið á Eiði vórðu fíntaldar, var ein atkvøða var meira í
atkvøðukassanum enn talið á eiðisfólki, sum høvdu valt. Hetta fekk tveir eiðismenn at kæra
valið til bygdarráðið. Eftir at bygdarráðið hevði burturvíst kæruni við teprum meiriluta, var
málið kært til Føroya Landsstýrið
Bókadeildin hjá Før-
oya Lærarafelag hev-
ur givið út tríggjar
bøkur, »Sløkkibilur-
in« eftir Alex Wilson,
»Tann gramma kan-
inin og aðrar søgur«
eftir Enic Blyton og
»Kurt og fiskurin«
eftir Erlend Loe.
BÓKAÚTGÁVA
Eirikur Lindenskov
»Sløkkibilurin« er stór,
sniðskorin bók um ein
sløkkibil og sløkkiliðsfólk-
ini,
Magnu,
Tummas,
Birnu og Biksbinu. Magna
hevur føðingardag, og føð-
ingardagsútferðin saman
við vinunum verður meira
spennandi enn gávurnar.
Hugtakandi bók, sum tú
kanst hyggja leingi at sam-
an við barninum og støð-
ugt varnast nýggjar smá-
lutir
og
ymsar
søgu-
gongdir.
Bókin er 12 síður í litum,
prentað á haldgott papp.
Hon kostar 75 krónur í bók-
handlunum. Hestprent hev-
ur prenttilgørt.
Bókina »Tann gramma
kaninin og aðrar søgur«
hevu rein hin kendasti
barnabókaritøhvundurin í
Onglandi, Enic Blyton,
skrivað. Fleiri ættarligð
hava lisið barnabókarøðir
hennara, t. d. bøkurnar um
»De fem«, sum ein eitur á
donskum. Eisini er hon
kend fyri smásøgur sínar. Í
hesi bókini er eitt úrval av
smásøgum, 15 í tali. Søgur-
nar eru sera væl egnaðar at
lesa upp fyri børnum.
Nevnast kunnu t. d. »Halin
á Stubba«, »Tá ið kava-
maðurin fór at skelva«,
»Seyðadrongurin og vættr-
arnar«, »Gramma kaninin
og Tríðhjólaði hesturin«.
Nógvar av søgunum hava
verið at hoyrt í Barna-
útvarpinum í vetur. Alex
Sólstein týddi søgurnar úr
enskum.
Bókin er prýdd við nógv-
um svørt/hvítum myndum,
sum Rene Cloke og Brian
Hoskin hava teknað. »Tann
gramma kaninin« er 188
síður, innbundin og kostar
115 krónur. Bókin er
umbrotin og prentað á
Hestprent.
»Kurt og fiskurin« snýr
seg, sum vera man, um
Kurt. Hann koyrir trukk, og
tað hevur hann gjørt í nógv
ár. Næstan heilt síðani hann
var lítil. Fyrst gekk Kurt í
skúla, soleiðis sum øll børn
gera. Tað dámdi honum
illa, men tá ið hann ikki var
noyddur at ganga í skúla
longur, fekk hann sær ein
trukk og fór at koyra.
Hvønn dag koyrir Kurt
trukk niðri á keeini. Hann
lyftir tungar kassar, sum
koma við skipum uttan úr
heimi.
Kurt hevur yvirskegg. Og
so eigur hann eina konu.
Anna Lisa, sum er framúr-
skarandi og fitt, og hon er
arkitektur. Kurt og Anna
Lisa eiga trý børn. Ein
dagin finnur Kurt okkurt
niðri á keiini. Hann finnur
nakað, sum hann ongantíð
hevur sætt fyrr. Okkurt
liggur har, og tað, sum ligg-
ur har, er stórt og svart…
Juli
Fagerland
týddi
skemtiligu bókina um Kurt
og fiskin.
Bókin er prýdd við nógv-
um svørt/hvítum myndum,
sum Kim Hoithøy hevur
teknað.
»Kurt og fiskurin« er 92
síður og kostar 90 krónur.
Bókin er umbrotin og
prentað á Hestprent.
Sløkkibilurin, gramma kaninin og Kurt og fiskurin
Bókin um sløkkibilin er formað sum ein sløkkilbilur, hon er 12
síður, sum eru úr hørðum, haldgóðum tilfari
Nógvar av søgunum í bókini
»Tann gramma kaninin«
hava verið at hoyrt í
Barnaútvarpinum. Bókin er
188 síður, og Alex Sólstein
týddi úr enskum
Juli Fagerland hevur týtt
skemtiligu bókina um »Kurt
og fiskin«
C
M
Y
K
12