Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juli 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 124 - 3. juli 2001 gult24 cyan24 magenta24 svart24 Nú tykist pólverski málverjin hjá Viborg at standa ovast á listanum hjá leiðsluni í felagnum hjá Toda Jónsson DANMARK Jóannes Hansen Tað er framvegis stórur spenningur um, hvør fer at verja málið hjá FCK, tá teir um knappar tríggjar vikur skulu spæla fyrsta dystin í nýggju landskappingini. Mótstøðuliðið í fyrsta umfarinum verður Viborg, og dysturin skal sambært skránni spælast í Parkini. Málverjin hjá Viborg eitur Arek Onyszko, og tað tyk- ist vera púra greitt, at hann verður annar málverjin í fyrsta dystinum. Sambært donsku fjøl- miðlunum eru teir í FCK leiðsluni sera spentir upp á at fáa 27 ára gamla pól- verska Viborg málverjan knýttan at meistaraliðnum. Men Onyszko, sum um jóltíðir í fjør varð kosin at vera besti málverjin í superliguni, verður ein dýrur harri at fáa fatur í hjá FCK. Í fjør gjørdu Viborg og málverjin av at leingja samstarvið, soleiðis at sátt- málaskeiðið ikki rennur út fyrrenn á sumri í 2004. Í leiðsluni í Viborg siga teir, at allir spælararnir hjá teimum prinsipielt eru til sølu – at keypa og selja spælarar er ein partur av tí at reka eitt fótbóltsfelag – men teir gera samstundis greitt, at tað er eingin møguleiki fyri, at Onyszko kann flyta til FCK, uttan at meistarafelagið skal rinda nógv afturfyri. Í FCK vilja teir ongar viðmerkingar gera til, at teir ætla at keypa pólverska málverjan. Niels Christian Holmstrøm, ítróttarstjóri í felagnum, sigur, at FCK fer at hava ein málverja, tá teir fara at spæla fyrsta lands- kappingardystin, og hann hevur áður sagt, at teir hava tveir málverjar í kikaran- um, nú tað eftir øllum at døma sær út til, at Thomas Myhre ikki fer at halda fram í FCK. Men FCK skal djúpt nið- ur í lumman, um teir so avgjørt vilja hava Arek Onyszko. Sambært leiðsl- uni í Viborg, so kemur tað als ikki upp á tal, at teir fara at umhugsa at selja góða málverjan, um teir ikki fáa í minsta lagið fjúrtan milli- ónir krónur fyri hann. Hetta er so mikið, sum eingin annar spælari nakrantíð áður er keyptur og seldur fyri ímillum tvey donsk feløg. Í sterkari kapping á flatlondum eydnaðist tað føroya fremsta telvara at røkka einum flottum triðja plássi. Eisini hevði Flóvin Tór Næs eina góða kapping TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Føroyingar gera alsamt meira um seg í donskum talvhøpi og útlendskum høpi sum heild. Hetta er sjálvsagt gleðiligt og ikki eigur hesin stimin at steðga. Útlit eru bert fyri at hann betrast enn meir. Í Holbæk hava fýra før- oyingar telvað manniliga á teimum 64 puntunum. Tað gekk sera gott hjá okkara monnum. John Arni Nils- sen skaraði framúr og ogn- aði sær deilt triðja pláss. Hann hevði ikki eitt gott FM í Vestmanna, men fyri góðum mánaða síðani vann hann suvirent eina viku- skiftiskapping, og nú otaði hann seg heilt fram í oddan í sterku Tage Sørensen Memorial. John Arni hevði miðalsterka mótstøðu øll talvini, tað vil siga teir flestu lógu um 2200-2400 í rating, meðan hann sjálvur hevur 2345 í altjóða rating. Flóvin sum hevði eina óhepna kapping herfyri í Svøriki, reistist sanniliga aftur í Holbæk. Hann hevur rættan stríðsvilja, og megn- aði hann at leggja ringu kappingina í Svøriki væl aftur um bak. Hann fekk hálvt stig minni enn John Arni og endaði á deildum sætta plássi, saman við eitt nú altjóða meistara, takkað verið sterkum endaspurti. Hann vann sostatt at kalla alla ratingina hann misti Svøriki aftur. Brøðurnir Martin og Hanus Brekká høvdu eisini góða kapping. Serliga Martin, sjálvt um hann endaði beint aftanfyri yngra bróðurin. Martin hevði nevnliga sera sterka mótstøðu nærum øll talv- ini, og helt eisini sína seeding. 32 luttakarar vóru í kappingini Vinnari bleiv sviin IM Emil Hermansson, sum tó ikki megnaði at koppa Flóvini í níggjunda og sein- asta umfarinum. Talvið er við í blaðnum í dag. Endaliga støðan: 1. IM Hermansson 7,0 stig 2. IM Eriksson 6,5 3. John A. Nilssen 6,0 6. Flóvin T. Næs 5,5 21. Hanus Brekká 4,0 25. Martin Brekká 3,5 Heimsmeistara- javnleikur Í Týsklandi hevur forkunn- ugur kviktalvsdystur verið. Tað vóru nevnliga báðir heimsmeistarnir, HM Vis- wanathan Anand hjá Fide talvsamgonguni og HM Vladimir Kramnik hjá Braingames fyritakinum. Hetta er fyrstu ferð tílíkur dystur er millum tveir heimsmeistarar, men tá teir nú leiktu kviktalv telur hetta ikki sum ein rættur HM dystur. 25. minuttir høvdu teir hvør til talvið. Eftir tígggjunda og sein- asta talvinum stóð á jøvn- um 5-5. Báðir høvdu vunn- ið hvør sítt talv og hini átta vóru allir javnleikir. Tað sigur okkum hvussu ómeta- liga javnir hesir talvmeist- arnir eru, tí so nógvir javn- leikir í kviktalvi er óhoyrt. Neyðugt varð tí við snar- talvsumdysti, og hendan vann Anand 1,5-0,5. Anand og Kramnik lut- taka báðir í krútsterku Dortmund kappingini sam- an við øðrum elitutelvar- um. Kasparov verður tíverri ikki við í hesari SuperGM- kappingini sum byrjar 12. juli. Snar FM 2001 Snarføroyameistarin verður funnin leygardagin 14. juli í Kommunuskúlaskálanum. Teir flestu av okkara talv- útisetum eru tá heima á klettunum og væntandi verða nógvir luttakarir at síggja hendan leygardag. Verandi føroyameistarin eitur Finnbjørn Vang, sum vann sannførandi í fjør. Nærri upplýsingar um kappingina vera at frætta í næstu viku. Talvið hesa vikuna IM Hermansson,E (2400) - Næs,F (2236) Tage Sørensen Memorial (9), 01.07.2001 1.e4 e5 2.Nf3 Nc6 3.Bb5 Nf6 4.0-0 Nxe4 (Flóvin velur vælkendu Berlin verjuna sum Vladimir Kramnik nýtur nógv) 5.d4 Nd6 6.Bxc6 dxc6 7.dxe5 Nf5 8.Qxd8+ Kxd8 9.Nc3 Ke8 10.h3 a5 11.a4 h6 12.b3 Ne7 (Vanligur leikur, við ætlanini Ng6 og møguliga Nf4. Eisini gevur leikurin pláss fyri c8- bispinum) 13.Bb2 Ng6 14.Rad1 Bb4 15.Nd4 Bc5 16.Ne4 Bxd4 17.Bxd4? [17.Rxd4 Bf5 18.g4 Bxe4 19.Rxe4 hevði givið hvítum fyrimun, eftirsum hann fær f4-f5 í gjøgnum uttan hóvasták] 17...Bf5 18.Rde1 (Má nýta leik at verja riddaran) 18...Rd8 (Og Flóvin tykist at hava javnað út) 19.Bc3 Rd5! (Har stendur rókurin sterkt) 20.f4 h5 21.Re2 h4 22.Bb2 [22.e6 f6! og e-finnan verður søga] 22...b6 23.Rf3 Ke7 24.Kf2 Rhd8 (Svarta støðan hongur væl saman) 25.g4 hxg3+ 26.Kxg3? [betri hevði verið: 26.Nxg3 Bxc2 27.Rxc2 Rd2+ er ikki beinleiðis tapt fyri hvítan, men stendur sanniliga í undirkantinum] 26...Rd1! 27.Rff2 Rh8 28.Ng5 Rh4 29.Bc3 Rg1+ 30.Kh2 Rgg4 (Flóvin hevði her møguleikan at vinna sær finnu og helst eisini talvið: 30...Rxg5! 31.fxg5 Rxh3+ 32.Kg1 Bg4 33.Re4 Bf3] 31.Bd2 Nxf4 32.Bxf4 Rxf4 33.Kg3 (Flóvin avviklar støðuna við skili, og hevur hann nú minst javnleikin við hondum) 33...Rfg4+ 34.hxg4 Rxg4+ 35.Kf3 Rxg5 36.Rg2 Rxg2 37.Rxg2 c5 [37...g5 hevði verið betri, men tó verður ringt at vinna hjá Flóvini] 38.Kf4 DIAGRAM(Flóvin er als ikki í vanda at tapa, og kundi hann um hann vildi hildið fram, men helst er troyttleiki komið í leikin eftir eina harða og drúgva kapping) remis John Arni nummar trý FCK umhugsar málverja fyri 14 milliónir C M Y K 24 Nr. 124 - 3. juli 2001 25 gult25 cyan25 magenta25 svart25 Eina søk, sum kann savna føroyska fólkið, og okkara uppgáva fram til valið er tí, at vit fáa boðskapin út, segði Jóannes Eidesgaard m. a. í røðuni hann helt, á Summarstevnuni hjá Javnaðarflokkinum á Svangaskarði 16. juni SUMMARSTEVNA Jóannes Eidesgaard, for- maður Javnaðarfloksins Fimm dagar frá longsta degi, og vit uppliva oyggj- arnar í summarsins fagrasta ljósi og litum. Summar- tekini eru mong alt frá summardáum, smálomb- um, heiðafuglum, ferða- fólki og summarstevnum. Men eisini Javnaðarflokk- urin hevur sítt egna summartekin - afturvend- andi summarstevnurnar. Vit hava nú í fimm ár á rað skipa fyri summarstevnum, og vónandi er hetta nú vorðið eitt afturvendandi tiltak, sum vit hava tikið til okkkara, og sum vit ætla at halda fast við. Ein stevna, har vit møtast undir øðrum umstøðum enn tær, vit dagliga kenna. Ikki ein rennan millum fundir og telefonir og tíðindafólk, men eitt høvið, har vit koma hvørjum øðrum eitt sindur meira við enn vanligt. Har vit tosa meira persónligt hvør við annan, har vit læra hvønn annan øðrvísið at kenna, har vit saman uppliva nakað, sum vit eru góð við - okkara vøkru náttúru. Og henda fimta summarstevna okk- ara er einki undantak. Tit góðu eysturoyingar hava skipað fyri einari stevnu við blandaðum innihaldi alt frá mentan, har tey lokalu vísa sín dugnaskap, til náttúruupplivilsir, har vit saman leita burtur frá dagliga óljóðinum og nýta okkara stórslignu náttúru, til fólkafund við røðum við politiskum innihaldi til at enda við einari veitslu í góðum lag millum vinir og partafólk. Fræga skald okkara Christian Matras hevur eina yrking, sum hann kallar fólkafundur: Sí næstu síðu! Og Gøtueiði liggur hóast alt ikki so langt burtur frá tí staði, vit nú eru stødd. So kanska kunnu vit finna kenslurnar og stemningin, sum Christian Matras so væl lýsir í hesi yrkingini úr savninum “Úr leikum og loyndum” frá 1940. Innan vónandi ikki alt ov langa tíð, so verður løg- tingsval aftur. Og um ikki so langa tíð, so verður eisini fólkatingsval. Hvat av hesum báðum valum kemur fyrst, er kanska ringt at meta um, men nú er eitt at gera, og tað er at gera seg til reiðar til fara í valstríð. Nú er enn einaferð at bróta upp um ermar og fara í stríð. Og trúgv tí ella ei, men tað eru mong í okkara landi, sum seta sítt álit á, at Føroya Javnaðarflokkur fær eitt gott val. Og tað er ein skylda, um áliggur okkum, at so verður.Men vit fáa einki givið, og mótstøðan, sum longu nú er óvanliga hørð, hon verður alt harðari. Vit fáa eitt valstríð, sum ikki er fyri sartar sálir. Men fremst av øllum mugu vit fáa eitt valstríð, har vit sjálvir seta dagsskránna við teimum málum, sum liggja okkara flokki nær. Ikki enn eitt valstríð, sum bert snýr seg um viðurskiftini mill- um Føroyar og Danmark, men eitt valstríð við málum, sum Javnaðar- flokkurin fegin vil hava loyst í einari komandi sam- gongu. Tí vil eg í hesi røðu taka nøkur av teimum høvuðs- evnum fram, sum eg haldi eru av størsta týdningi, at vit fáa umrøtt og gjørt nakað við í komandi val- skeiði. Sjálvandi gevast ikki stundir til at viðgera øll mál, tí bert eitt úrval. Hóast yrkjarin sigur, at tað ikki var okkum givið at standa saman, og hóast gamalt agg og øvund var eins væl kent millum manna, sum tað er í dag, so vóru okkara forfedrar fullgreiðir yvir, at tá stør tøk skuldu takast var neyðugt at standa saman sum ein maður. Báturin var ikki drigin úr neysti, uttan at fleiri vóru um tað, bátur fór ikki til útróðrar uttan við fullari manning, grind var hvørki rikin og enn minni hildin til, uttan at øll bygdin var um tað, og fjøll- ini vóru ikki gingin uttan við fullari rakstrarmanning, og bjørgini vórðu ikki søkt uttan í góðum felagsskapi. Umstøðurnar í bygdini, á sjónum, í haganum og í bjørgunum kravdu felags- skap av okkara forfedrum, meðan tíðin í dag tíverri alt meira er merkt av, at hvør ansar sær og sínum. Felagsskapurin er gjarna nakað, sum verður fyri- reikað av øðrum, og er alt ov lítið náttúrligur partur av tí dagliga. Støðan í Føroyum sein- astu trý árini hevur sett ein kíla niður gjøgnum før- oyska fólkið, niður gjøg- num bygdirnar, niður gjøg- num familjurnar og vina- løgini. Ein kíli, tí vit ikki megnaðu at draga eina lína í sjálvstýrisspurninginum. Og tað verður ein av- bjóðing fyri eina komandi samgongu at fáa saman- sjóvað fólkið aftur. Tað verður ikki lætt - kanska ógjørligt, men royndin skal gerast, soleiðis at vit hóast alt kenna okkum aftur at vera á sama báti. At vit eru felags um hetta landið, og at tað verður ein felags skylda, at vit saman byggja landið. Og nakað ófrættakent merkir tíðina nú. Latið ongantíð nøkur sleppa at taka sær patent upp á tað, sum føroyskt er, okkara flagg, okkara ment- an, okkara mál og okkara søgu. Hetta eru okkara fe- lags virðir, hetta er okkara felags arvur. Seinasta tíðin hevur sátt iva um, hvat ein føroyingur er. Okkara fólkasál er gjørd til ein juridiskan spurning. Menn vilja hava, at tað skal vera hægra løgfrøðin, sum skal gera av, um gamli sluppfiskarin í Fugloy ella gamla fiskagentan á Tvør- oyri eru føroyingar ella okkurt heilt annað? So kaldur kann politikkur gerast. Men vit vita, hvat ein føroyingur er. Okkum nýtist ongan fólka- ella statsrættarkønan at siga okkum slíkt. Hesa tilvitan hava vit í okkum. Og í kjalarvørrinum av hesum í fólkarættinum uppfunnu føroyingunum ella rættari í kjakinum afturvið hevur javnan verið settur spurningur við, um ikki nakrir føroyingur eru betur føroyingar enn aðrir? Hvussu kann ein javn- aðarmaður vera ein rættur føroyingur, spyrja teir? Teir tosa jú um onnur virðir enn tey, sum teir sjálvir de- finera sum tey veruligu virðini. Føroyska síðan er po- litiskt definerað av teimum, sum ráða, sum tey, sum stuðla landsstýrinum og samgonguni. Men hvat er so hin síðan? Eru nøkur okkara meira føroyingar enn onnur? Ella eru tað bert tey, sum vilja hava full- veldið her og nú, sum kunnu kallast rættir føroy- ingar? Og eru tað hesi somu, sum ekslusivt eiga okkara mentan? Eru tað veruliga nakrir superføroy- ingar, og eru tað veruliga nakrir sekundaføroyingar? Nei, sjálvandi ikki, hóast nøkur, hondina á hjartað, halda tað. Alt spurningar, sum lættliga kunnu finna rúmd í einari viðkvamari sál. Spurningar, sum lætlliga kunna festa í nakað, sum vit altíð hava havt andstygd fyri. Spurningar, sum hoyra einari tíð til, sum vit samfeld hava vent bakið. Men hetta eru tó spurn- ingar, sum lættliga koma í slóðini av einum orðaskifti, sum so fullkomiliga fór av kós. Hvussu mangan hevur ikki verið havt á lofti, at teir og teir av okkara lands- monnum eru ikki annað enn landasvíkjarar? Hvussu nógvar røður eru ikki hildnar, har landsins fremstu fíggindar eru peik- aðir út? Í reinari sjálvs- dyrkan hava menn í ekstasulíknandi rúsi brúkt eitthvørt høvið til at peika seg sjálvar út sum landsins sonnu hetjur og so hini, sum tey, sum vit betur vóry fyriuttan. Seinasta dømi er, at tjóðveldispropagandain Fregnir sigur, at Javnaðar- flokkurin vil lata dønum oljupengarnar. Hetta er lygn og er ongantíð sagt. Oljuavtalan frá 1992 sigur, at fáa vit inntøkur frá einari oljuvinnu, so skal hetta føra til eina samráðing um lækking av ríkisstuðulin- um. Og er tað ikki sjálv- sagt. Tað, sum Javnaðar- flokkurin harumframt hevur sagt, at tað er einki í vegin fyri, at hava vit ráð, so skulu vit gjalda fyri tær tænastur, sum danir gera fyri okkum í Danmark sum t.d. uttanríkipolitikk, verju- politikk, útbúgvingar o.l. Og longu sum er, gjalda vit fyri Ríkissjúkrahúsið. Hetta meta vit virðiliga loysn. Føroya fólk stendur í politiska stríðnum í tveim- um næstan eins stórum pørtum, sum hava trupult við at tosa sama mál og somu søk. Í hvørjum bindi- klubba, familjuføðingar- degi og undir neystavegg- inum gongur stríðið. Og hetta stríð skilir okkara fólk meira og meira sundur. Hetta er ein ólukkustøða, og tí er tað ein avbjóðing at fáa føroyingar aftur at kenna seg um eitt fólk. Næsta stóra avbjóðingin verður at fáa eitt arbeiðsført landsstýri og eina arbeiðs- føra samgongu. Ikki eina samgongu sum hesa, har vit bert hoyra um eina ósemju fyri og aðra eftir. Ósemjur millum flokkar, ósemjur innanhýsis í einstøku flokkunum og ósemjur millum landsstýrismenn. Men tó ongantíð meira ósamdir, enn at teir hava lættliga funnið felags fíggjandan - danir og okkum javnaðarfólk. Eitt framkomið rættarsamfelag er eyðkent við, at mál verða fingin frá hondini. At borgarin fær síni mál avgreidd, og at politiskar ósemjur ikki sleppa at Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins á summarstevnu 16. juni: Vit hava eina góða søk at berjast fyri Seinastu fimm árini hevur Javnaðarflokkurin skipa fyri eini summarstevnu. Í ár varð stevnan hildin á Svangaskarði 15. og 16. juni. Skipað varð fyri útferð á Eystnes, og fólkafundur varð hildin við Toftavatn 25