Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juli 2001síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 124 - 3. juli 2001 Nr. 124 - 3. juli 2001 27 gult26 cyan26 magenta26 svart26 gult27 cyan27 magenta27 svart27 liggja óloystar og vaksa seg uppaftur størri. Og júst hetta hevur eyðkent sitandi samgongu, har høgra hond sjáldan hevur vitað, hvat hin hondin hevur tikist við. Hetta má broytast, so at ikki alt verður lagt til síðis og kemur í drag. So sum við málunum um Brimil, Teistan, Fólkaskúlan og Læraraskúlan bert fyri at nevna nøkur dømi. At vit fáa eitt landsstýri, sum tekur avgerðir og avgreiðir mál. Seinastu trý árini hava tó verið merkt av nøkrum slagorðum, taka vit ikki loysingarmálið við. Eitt av hesum hevur verið privati- seringar. Tað er sera stórt ynski hjá hesi høgravendu sam- gongu, at alt sum ber til at privatsiera, verður privati- serað. Við Caragata-álitin- um leggja teir til brots. Okkara landsjørð, okkara fiskitilfeingið, Føroya Banki, Postverkið, Føroya Tele, Atlantsflog, Strand- ferðslan, Fiskavirking, Fiskasølan, Framtaks- grunnurin og JFK-trol. Fólkaflokkurin tí hann trýr upp á liberalismuna, meðan Tjóðveldsiflokkurin tí hann eftirhondini sær, at hetta er kanska einasti møguleiki til at fíggja loysingina. Og tað er tungt at standa ímóti hesum høgrarákið, og serliga tungt, tí vit eru teir einastu, sum eru á varðhaldi. Tí er tað so týdningar- mikið, at vit eru við í hesum orðaskifti, so vit fáa ávirka gongdina. At vit fáa tikið skilagóðar avgerðir, og at vit fáa forða fyri, at tað, sum liggur best hjá okkum øllum, verður latið øðrum, og at eitt nú um- sorgararbeiðið fyri ein- hvønn prís ikki verður privatiserað. Og hvørjir eru hesir potentiellu keypararnir? Tað er avmarkað, hvussu nógvur vágafúsur kapitalur er í Føroyum, og tí verða nógv av hesum virðum, sum teir ynskja at pri- vatisera, seld útlendingum, og føroyingar gerast hús- kallar í egnum landi. Vit síggja gongdina longu nú bæði innan fyri alingina og innan fiskivinnuna. Hví hevur tað slíkan skund at privatiesera bank- an? Hvør átti eitt nú bank- arnar, tá alt fór á heysin? Tað var ikki skattgjaldarin, men teir privatu, og hví allari víðu verð hevur tað slíkan skund, at hesir sleppa fram til trogið aftur longu nú? Og gongdin í okkara fiskivinnu, har landsstýrið annanhvønn dag peikar sínar egnu millióningar út, má steðgast. Fyrst vóru fleir av hesum reiðarunum saneraðir fyri hundraðtals milliónir við tykkara peng- um, og sleppa síðan nú at sita og selja okkara felags tilfeingið til hægstbjóðandi. Hetta má steðgast ongantíð ov skjótt. Og hvørjir sluppu framat oljuna? Vóru tað vanligir føroyingar gjøgnum eitt alment oljufelag? Nei, tað vóru teir við pengum á kistubotninum, sum sluppu. Og so siga teir, at teir vilja børsnoterað hesi privatu føroysku feløgini, sum í onkrum førum er næstan bert útlandsk ogn, soleiðis at útlendingar á henda hátt kunnu fáa enn størri ávirkan. Fólkaflokkurin hevur ongantíð í ævi síni havt so góðar dagar sum seinastu trý árini. Ótarnaðari at reka reindyrkaðan fólkafloks- politikk, meðan tjóðveldis- menn hava spælt við full- veldið og loysing. Hetta má alt steðgast, og vit eru teir einastu, sum kunnu steðga hesi gongdini. Men tað gera vit bert, um vit vinna fólksins álit. Tá hetta er sagt, so er tað eins týdningarmikið, at vit fáa sett ein veruliga poli- tikk út í kortið. At vit fáa eina samgongu, sum veru- liga setur sær mál og fremur tey. At vit taka nøkur av teimum ótrúliga nógvum og sera viðkom- andi málum fram, sum so eftirtrykkiliga hava ligið í dvala seinastu trý árini. At vit fáa dagligu trupul- leikarnar hjá føroyinginum inn aftur í politiska orða- skiftið, sum eitt nú: • Eina skjóta útbygging av røktartilboðum til eldri og óhjálpin • Eina skjóta útbygging av tilboðum til sálarliga sjúk • Styrkja heilsu- og heimarøktina • Styrkja heilsuverkið • Eina nýggja pensjóns- skipan • Styrkja rættarsamfelagið • Tryggja brúkaran í van- liga gerandisdegnum • Geva okkara fólkaskúla betri arbeiðsumstøður • Eina endurskoðan av okkara fiskivinnupolitikki, soleiðis at spekulasjónin við fiskidøgum steðgar • Nýggja raðfesting av íløgunum • Orða ein útjaðarapolitikk og fáa henda at virka • Orða ein útoyggjapolitikk og fáa henda at virka • Seta á stovn arbeiðs- marknaðarútbúgvingar • Loysa trupulleikan hjá okkara húsvillu lands- monnum • Mannsømilig viðurskifti aftur millum Føroyar og Danmark • Fáa ein skilagóðan sjálv- stýrispolitikk settan á lunnarnar Gott fundarfólk og góður eysturoyingar. Mest útskeldaði flokkur í hesum valskeiðnum hevur verið Føroya Javnaðar- flokkur. Tað er neyvan tí, at javnaðarmenn eru meira forrendir enn aðrir politikk- arar, men orsøkin er einfalt tann, at okkara mótstøðu- fólk vita, at vit hava eina góða søk at berjast fyri. Eina søk, sum kann savna føroyska fólkið, og okkara uppgáva fram til valið er tí, at vit fáa boðskapin út. Latið okkum saman fara undir hesa uppgávu! Nú ferðast fólk fyri nesini og sigla inn undir Eið - ganga so gjøgnum grønan haga ta longu fundarleið. Ymiskur er tann húsroykur, ið hongur uppi við fólk - og ymisk er gongd og húgvuburður, har tey tyrpast í bólk. Og lyndið er dæmt av heimalívi slíkan dag sum nú - og innan kot og knappatroyggju býr ymisk trá og trú. Mong eru tey í rúgvuni, sum smæðast seg sjálv og øll, tí hetta er vaksna manna spæl ímillum tey høgu fjøll. Tey standa tí sum í kirkjuni rundan um talarastól, smálomb jarma so sunndagsmælt undir heitari fundarsól. Men summi hvørva í ungari ást burtur í grøna lág, - og summir vekja ella drepa dreym við at ganga og smakka sær á. Ein hálvvaksin drongur hentar alt í huga á sínari leið - fundarhátíð og lomb og gras og dreymar við Gøtueið. Seinni fer hann burtur í lond, førdur av lagnu og trá - tá vaknar í onkrari løtu alt, á Gøtueiði hann sá. – Javnaðarflokkurin hevur verið tann mest útskeldaði flokkur hetta valskeiðið. TAð er neyvan tí, at javnaðarmenn eru meira forrendir enn aðrir politikarar, men orsøkin er einfalt tann, at okkara mótstøðufólk vita, at vit hava eina góða søk, segði Jóannes Eidesgaard m. a. í røðuni á summarstevnuni Jóannes Eidesgaard helt, at søkin hjá Javnaðarflokkinum kann savna fólkið, og tí er tað floksins uppgáva fram til vali at fáa boðskapin út Mála og pussa Hví mála og pussa, tá ið tú kanst gera bæði í einari arbeisðgongd. Skalsem puss og máling. Eisini havi eg Skalflex máling á goymslu. Nærri fæst at vita við at ringja til Arni Samuelsen Tlf. 455775 Klaksvík Dagrøktarskipanin Miðvágs kommuna Søkt verður eftir varaleiðara og einum hjálparfólki til at arbeiða 40 tímars viku, í útibarnagarði í Miðvágs kommunu. Byrjað verður 06.august 2001. Umsøkjarar við námsfrøðiligari útbúgving hava fyrimun. Nærri upplýlsingar fáast við at venda sær til Jónhild Jørgensen,tlf.332960. Skrivlig umsókn við avritum av prógvum,viðmælum o.a.skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 06.juli 2001. Dagrøktarskipanin í Miðvágs kommunu Svimjivenjari søkist Skeggjar søkja venjara til svimjiárið 2001-2002. Svimjiárið byrjar tann 15. august og endar 30. juni. Løn sambært avtalu. Umsóknir skulu vera okkum í hendi seinast 03. august 2001. Áhugað kunnu venda sær til tlf. 442122. Skeggjar 510 Gøtu Tý Tý T sdagur 3. Juli ýsdagur 3. Juli ý Prisur Norðlýsið 12.00-17.00 Utferð: Conserto Grotto v/ Pia Dahl - Bo Isholm kr. 300 Gongugøtan FK 15.00-16.00 PWCIM Rock´n Soul Band ókeyp. Gongugøtan Vaglið 16.00-17.00 Jassarnir ókeyp. Festival Klubbin 20.00-23.00 Jens Nørholms Orange Jazz Family Hotel Vagar 19.30 Norðurlensk vísukvøld Mikudagur 4. Juli Vesturkirkjan 11.30-12.15 Gospel bólkurin PRAISE ókeyp. Listaskálin 14.00-15.00 Broby Klarinett Orkestur ókeyp. Gongugøtan F.K. 15.00-16.00 UNG STJØRNUSKOT ókeyp. Gongugøtan Vaglið 16.00-17.00 L.S.B. Big Band ókeyp. Hotel Hafnia 19.30-20.30 Grapelli Swing Jazz, Hugnatónar í Rest. Hafnia ókeyp. Norðurlandahúsið Forhøllin 19.00-19.30 Broby Klarinett Orkestur kr. 150 Konserthøllin 19.30-21.00 NHØP & Ole Kock Hansen do Klingran 21.00-22.30 Ulf Fleischer, Kristján Kristjánsson Enqvist/Pensar do Konserthøllin 22.30-23.30 Jens Nørholms Orange Jazz Family do Festival Klubbin Malan Thomsen Band Hósdagur 5. Juli Vesturkirkjan 11.30-12.15 Ledøje-Smørum Harmoniorkestur ókeyp. Listaskálin 14.00-15.00 Pia Dahl og Bo Isholm ókeyp. Gongugøtan F.K. 15.00-16.00 PWCIM Rock´n Soul Band ókeyp. Gongugøtan Vaglið 16.00-17.00 TEIR v/ Jóannes Reinert ókeyp. F.K. Pallurin í Hoyvík 16.30-17.30 Jassarnir ókeyp. Hotel Hafnia 19.30-20.30 Grapelli Swing Jazz, Hugnatónar í Rest. Hafnia ókeyp. Á gamla Meiarínum 20.00-22.00 SLB Big Band - PWCIM Rock´n Soul Band - TANGZ kr. 60 Sjónleikarahúsið 20.00-22.00 UNG STJØRNUSKOT - Gospel PRAISE kr. 80 PLATFORM 21.30-24.00 Marygold - Clickhaze v/ Eivør Pállsdóttir kr. 100 Festival Klubbin Unn Patursson Band Fríggjadagur 6. Juli Listaskálin 14.00-15.00 Ledøje-Smørum Harmoniorkestur ókeyp. Gongugøtan F.K. 15.00-16.00 Faroe Teens ókeyp. Gongugøtan Vaglið 16.00-17.00 PWCIM Rock´n Soul Band ókeyp. F.K. Pallurin í Hoyvík 16.30-17.30 UNG STJØRNUSKOT ókeyp. Festival Klubbin 17.00-18.30 Tórshavnar Saxofon Kvartet - Jassarnir ókeyp. Hotel Hafnia 19.30-20.30 Grapelli Swing Jazz, Hugnatónar í Rest. Hafnia ókeyp. Á gamla Meiarínum 20.00-22.00 TEIR - Gunnar Guttesen - kr. 60 Sjónleikarahúsið 20.00-22.00 DEBAZZ - Ulf Fleischer - Kristján Kristjánsson Enqvist/Pensar kr. 100 PLATFORM 22.00-24.00 Hans Ulrik JAZZ-MAMBO kr. 30 do. 24.00-04.00 Opið sum vanligt. Tónleikur: Kim Hansen kr. 60 Festival Klubbin 24.00-02.00 Markku Rinta-Pollari ókeyp. Leygardagur 7.Juli Dómkirkjan 11.30-12.15 Broby Klarinett Orkestur ókeyp. Gongugøtan F.K. 12.30-13.30 UNG STJØRNUSKOT ókeyp. Gongugøtan Vaglið 12.00-14.00 Tórshavnar Saxofon Kvartet - Broby Klarinett Orkestur ókeyp. Festival Klubbin 17.00-18.30 Pia Dahl og Bo Isholm - Grapelli Swing Jazz ókeyp. Á gamla Meiarínum 20.00-22.00 Unn Patursson Band - Markku Rinta-Pollari kr. 60 PLATFORM 22.00-24.00 Hans Ulirk JAZZ-MAMBO kr. 30 do. 24.00-04.00 Opið sum vanligt. Tónleikur: TANGZ kr. 80 Festival Klubbin 24.00-02.00 DEBAZZ ókeyp. Sunnudagur 8. Juli Norðlýsið 14.00-19.00 Útferð Conserto Grotto v/ Markku Rinta-Pollari kr. 300 Nýggjar TANNPROTESUR Broytingar og umvælingar av gomlum protesum Kliniskur tannteknikari BERGUR Á REYNATRØÐ Børkuvegur, 620 Runavík Tlf. 448480 Opið er mánadag-fríggjadag frá kl. 9-16 LesiÝ Sosialin -taÝ loysir seg! -har tað hendir C M Y K 27 26