Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. mai 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 84 - 5. mai 2008 Í sambandi við umhvørvisvikuna í Tórshavnar komm­ unu er ein endur­ nýtsluhandil latin upp á Hjalla. Tað er kommunan, sum hevur tikið stig til tiltakið, men tað verður ALV, sum rekur handilin ENDURNÝTSLA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Fjórða árið á rað skipar Tórshavnar kommuna fyri umhvørvisviku. Og sum nakað nýtt hesaferð hevur kommunan valt at lata upp ein endurnýtsluhandil í ein­ um bygningi á Hjalla, sum kommunan eigur, og sum umframt handlinum eisini rúmar fyrisitingini hjá brennistøðini og garagu. Handilin lat alment upp í morgun, og til staðar vóru millum onnur borgarstjórin, Heðin Mortensen, og for­ kvinnan í heilsu­ og um­ hvørvisnevndini hjá býráð­ num, Elin Lindenskov. Fyrst bjóðaði Heðin Mort­ ensen vælkomin, og síðani førdi Elin Lindenskov fram røðu. Býráðssamgongan hevur lagt stóran dent á umhvørv­ ið, og tá hon tók við, var brennistøðin í ringum standi. Nú er hon høvuðs­ umvæld. ­ Vit hava ognað okkum bygningin, vit nú eru í, til umhvørvisviðgerð av bil­ um, skrivstovur og endur­ nýtsluhandilin. Nú umstøð­ urnar á brennistøðini eru bøttar og ovnurin umvældur, verður mett, at livitíðin hjá støðini er økt við einum tíggju árum, segði Elin Lindenskov. Verður minkað um burturkastið og meiri verður endurnýtt, kann livitíðin økjast enn meiri. ­ Visjónin í umhvørvis­ vikuni 2008 er at minka um CO2 útlátið. Okkara mál er at hvør einstakur av okkum ger sítt til, fyri at minka um útlátið, segði Elin Linden­ skov. Minka um CO2 útlátið Forkvinnan í heilsu­ og umhvørvisnevndini segði, at brennistøðin er ein týð­ andi partur í ætlanini at minka um CO2 útlátið. ­ Alt burturkast verður viðgjørt og skilt her. Brenni­ støðin er ein høvuðsveitari av fjarhita. Fjarhitafelagið letur í løtuni hita til 720 brúkarar í Hoyvíkshaganum, og tað merkir at 720 brúk­ arar ikki hava oljufýr, men nýta reina orku, segði Elin Lindenskov. Hon vísti á, at orkan frá fjarhitanum svarar til eina minking av CO2 útlátinum við 1% fyri alt landið í mun til, um hesi brúktu olju. ­ Ókeypis bussleið varð fyrstu ferð roynd í umhvørv­ isvikuni 2006. Royndin hepnaðist so væl, at vit nú á øðrum ári koyra ókeypis í bussi. Átakið minkar um bilferðsluna og harvið minka vit enn meira um CO2 útlátið í kommununi, segði Elin Lindenskov. Kloakkætlan er løgd fyri kommununa soleiðis, at hon í 2010 lúkar øll um­ hvørviskvrøv. Tá rennur eingin kloakk í áir, fjøruna ella út á vágna, men allar fara út á streymasjógv. ­ Komandi Ólavsøku rennur eingin kloakk út í Vágsbotn. Í Heysti er kloakkarbeiði liðugt, og komandi ár verða kloakkir­ nar í Nólsoy gjørdar, segði Elin Lindenskov. Umhvørvisstuðul ­ Allir bátar í kommununi skulu hava kjølsvín, hetta fyri at minka um oljudálking frá smábátum. Vit hava heitt á landsmyndugleikar­ nar um at fáa eina bunkr­ ingarkunngerð soleiðis, at vit sleppa undan oljudálking frá skipum, segði Elin Lind­ enskov. Eisini er ætlanin at fáa eina reglugerð fyri húsar­ haldsoljutangar soleiðis, at allir tangar verða kannaðir, áðrenn hol kemur á og har­ við ein oljudálking. ­ Vit hava saman við und­ irvísingarmiðstøðini latið gjørt undirvísingartilfar um rusk. Hetta tilfar verður brúkt á skúlunum. Onkrir skúlar í kommununi arbeiða fram ímóti at gerast grønir skúlar, eins og barnagarðar arbeiða við evninum, segði Elin Lindenskov. Annað árið á rað letur kommunan umhvørvisstuð­ ul. Hesaferð verða 250.000 krónur latnar til átøk á umhvørvisøkinum. ­ Hetta er nakað av tí, sit­ andi samgonga hevur framt á umhvørvisøkinum. Okk­ ara mál er stórt, vit vilja hava eina reina kommunu. Her skal verða so reint, at vit kunnu svimja á vágni, segði Elin Lindenskov. Sálarfrøðistovan við TórSgøTu 17 Kári Leivsson tel: 31 03 35 Súsanna Olafsdóttir Skaale tel: 52 19 76 Kathrina Lindenskov Joensen tel: 21 96 67 Heri Kragesteen tel: 22 72 33 Nenad Michael Elkjær tel: 22 04 06 Bílegging av viðtalu: kl. 12-13 gerandisdagar www.psykolog.fo Endurnýtslu­ handil latin upp á Hjalla Elin Lindenskov royndi hesa endurnýtslu seingina til heiðurs fyri myndamanninum Mynd: Jens Kristian Vang Jóhan Samuelsen frá ALV segði nøkur orð. ALV skal reka handilin og fær eisini ágóðan av søluni. Elin Lindenskov, forkvinna í heilsu- og umhvørvisnevndini og Heðin Mortensen, borgarstjóri, fluttu somuleiðis fram røðu Mynd: Jens Kristian Vang Smábarnalík í frystiboksini Løgreglan í týska býnum Wenden í Nord Rhein­Westphalen hevur funnið trý smábarnalík í eini frystiboks, skrivar Die Welt. Løgreglan hevur handtikið mammuna at børnunum, sum eru myrd, áðrenn tey eru pakkað inn og løgd í frystiboksina. Málið kom undan kavi, tá ein familjulimur var á vitjan og tilvildarliga sá niður í frystiboksins og síðani boðaði løgregluni frá. Hvussu børnini eru myrd og hvussu leingi tey hava ligið í frystiboksini, er ógreitt. Rættarmedisinarar skulu eftir eina spakuliga tining kanna tey trý smábarnalíkini. Carlsberg sleppur CL Slagorðið hjá Carleberg um at verða »part of the game« verður ikki í sambandi við vældámdu Champions League­kappingina í fótbólti. Øl og fótbóltur hanga annars fast saman í Carlsberg, men prísurin gjørdist ov høgur. Carlsberg legði kongin í kappingini um at gerast sponsorur fyri Champions League, tá prísurin fór upp um milliardina. Í staðin fekk størsti kappingarneytin hjá Carlsberg, Heineken, sponsoratið, sum teir skulu gjalda millum 360 og 390 milliónir krónur um árið fyri komandi trý árini.