mánadagur 5. mai 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 84 - 5. mai 2008
Bæði Føroya Arbeið
arafelag og Havnar
Arbeiðsmannafelag
eru so misnøgd
við ætlanina hjá
samgonguni um at
fáa útlendingar til
Føroya at arbeiða, at
stórur vandi er fyri, at
alt landið verður lagt
lamið av verkfalli
Útlendingamál
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hetta er at taka sjálvt til
verugrundarlagið
undan
fakfeløgunum og tað var
altso tað síðsta, vit væntaðu
frá eini samgongu við Javn
aðarflokkinum,Tjóðveldin
um og Miðflokkinum, sum
allir tríggir eru tríggir flokk
ar, ið kappast um at kalla
seg fyri sosialar.
Bæði Ingeborg Vinther,
forkvinna í Føroya Arbeið
arafelag og Hans Joensen,
formaður í Havnar Arbeiðs
mannafelag, eru í øðini inn
á ætlanina hjá samgonguni
at gera tað lættari at fáa út
lendska arbeiðsmegi henda
vegin at arbeiða.
Hetta uppskotið, sum
landsstýrið nú hevur lagt
fyri Løgtingið, fer fullkomi
liga at máa grundarlagið
undan fakfeløgunum og tað
kunnu vit undir ongum
umstøðum góðtaka, eru tey
bæði samd um.
Tey bæði siga, at hetta er
so álvarsligt fyri fakfeløgini,
at tað er stórur vandi fyri, at
tey enntá fara í verkfall fyri
at steðga ætlanini.
Eg sigi fyri meg, at fái
eg undirtøku frá mínum
limum til at leggja arbeiðið
niður orsakað av hesum
uppskotinum hjá samgong
uni, so er stórur vandi fyri
at tað verður arbeiðssteðgur,
so alvorligt er hetta, sigur
formaðurin
í
Havnar
Arbeiðsmannafelag.
Eg eri púra samd, sigur
forkvinnan í Føroya Arbeið
arafelag.
Føroyingar
skumpast til viks
Tað hevur verið ein tungur
burður at finna semju um
eina lóg, sum ger tað smid
ligari at fáa útlendska ar
beiðsmegi til Føroyar.
Tað er onki dulsmál, at
ein orsøk til tað er, at arbeið
arafeløgini hava verið ógvu
liga ivingarsom og tað hev
ur verið ein orsøk til, at tað
hevur gingið so striltið at
fáa semju um eina ætlan.
Arbeiðarafeløgini hava
havt fund við Landsstýrið,
har vit hava lagt okkara
krøv fram.
Eftir uppskotinum, sum
nú skal til viðgerðar í Løg
tinginum týsdagin, verður
tað eitt krav, at útlendingar,
sum koma hendavegin at
arbeiða, skulu hava trygd
fyri minst 30 tíma arbeiðs
viku.
Helena Dam á Neystabø
segði, at einasta krav, hon
ikki kundi geva tilsøgn um
at ganga okkum á møti í, er
at føroyingar skuldu fáa
somu trygd, sigur Ingeborg
Vinther.
Men veruleikin er, at
ongi av okkara krøvum eru
gingin á møti, siga Ingeborg
Vinther og Hans Joensen.
Tað, sum arbeiðarafeløg
ini hava kravt, er, at tað skal
bera til at fylgja við í, at
útlendingarnir veruliga fáa
tey rættindi, tey eiga eftir
føroyskum sáttmálum fyri
at tryggja, at teir ikki ar
beiða fyri undirløn og so
statt
skumpa
føroyska
arbeiðsmegi til viks.
Men teir báðir fakfelags
leiðararnir siga, at hvørki
arbeiðsgevarar ella sam
gonga vilja veita trygd fyri
at fakfeløgini kunnu fáa
nakað sum helst eftirlit við,
at útlendingar ikki koma at
arbeiða fyri eina løn, sum
er undir føroyska sáttmála
løn.
Tað skuldi gerast við, at
eftirløn og onnur umsiting
argjøld, sum eru prosent
gjøld av lønini, skulu gjald
ast ígjøgnum fakfeløgini.
Tað sigur seg sjálvt, at
tað kann ein skrivstova í
Havn ikki klára at hava eitt
effektivt eftirlit við.
Samstundis hava fakfeløg
ini kravt at fáa sæti í eini
nevnd, sum skal viðgerða
umsóknir um arbeiðsloyvi
og sum skal taka støðu til,
nær arbeiðsloysið fer upp
um markið, sum ger, at tað
verður stongt fyri útlending
um.
Vit hava eisini kravt, at
arbeiðsmarknaðurin
ikki
skal liggja opin, so at út
lendingar floyma inn yvir
landið, hóast arbeiðsloysið
er.
Væl stendur í uppskoti
num, at tá ið arbeiðsloysið
fer upp um 3,5%, so verður
stongt fyri útlendingum.
Men hetta er bara upp á
kvamsvís, tí í Útvarpinum
fríggjakvøldið
váttaði
Helena Dam á Neystabø, at
hetta merkti ikki, at útlend
ingar, sum eru komnir til
Føroya, skulu av aftur land
inum.
Vit krevja eisini, at teir
útlendingar, sum koma hig
ar at arbeiða, skulu hava
frítt at melda seg í føroysk
fakfeløg, men tað verður
mótarbeitt við hond og fót.
Fáa undirløn
longu nú
Bæði Hans Joensen og
Ingeborg Vinther staðfesta,
at tey hava dømi um, at út
lendingar arbeiða fyri undir
løn í Føroyum.
Vit hava dømi um út
lendingar,
sum
arbeiða
langt út á kvøldið uttan at
fáa eitt oyra í yvirtíð.
Vit hava eisini dømi um,
at arbeiðsgevarar, sjálvir
lívstryggjað
útlendingar,
sum teir fáa hendavegin at
arbeiða. Av tí sama verða
teir ikki limir í fakfeløg og
fáa heldur ikki eitt oyra í
eftirløn og sostatt arbeiða
teir fyri undirløn.
Og tá ið teir so kravdu
sáttmálaløn, vórðu teir bara
tveittir av landinum aftur.
Bæði Ingeborg Vinther
og Hans Joensen eru púra
sannførd um, at tað, sum alt
hetta snýr seg um, er at vit
skulu fáa bíliga, útlendska
arbeiðsmegi til Føroyar at
arbeiða fyri undirløn og við
ongari trygd, siga Hans
Joensen og Ingeborg Vinth
er.
Tey ásanna, at tað er
ábyrgdarleyst at forða fyri
útlendskari arbeiðsmegi, tá
ið brúk er fyri tí.
Men tað, sum nú fer
fram, er rætt og slætt so
grovur ágangur ímóti fakfe
løgunum, at tað kunnu vit
ikki góðtaka.
Og besti mátin at vísa tað
upp á, er at siga bums nei
og fara í verkfall, fáa vit
ikki okkara sjónarmið ígjøg
num og fái eg stuðul til at
gera tað, er tað ógvuliga
sannlíkt, at tað verður end
in.
Eitt er vist, at hetta er so
álvarsligt, at stendur øll
arbeiðarafjøldin í landinum,
og onnur fakfeløg við, øksl
við øksl í hesum máli, eru
vit liðug sum fakfeløg,
sigur Hans Joensen.
Og Ingeborg Vinther er
púra sannførd um, at hetta
fer at kosta túsundtals føroy
ingum arbeiði, bæði verka
fólki, handverkarum, fiski
monnum og øllum øðrum.
Hon skilir ikki, hví slús
urnar skulu latast upp fyri
útlendingum
hóast
tað
longu nú gongur sjón fyri
søgn, at arbeiðið er farið at
minkað í fiskivinnuni.
- Fær samgongan sín vilja
ígjøgnum er stórur vandi fyri,
at hetta verður avleiðingin.
Bæði Hans Joensen í Havnar
Arbeiðsmannafelag og
Ingeborg Vinther í Føroya
Arbeiðarafelag, eru so
misnøgd við samgonguna, at
tey kunnu føla seg noydd til
at fara í verkfall
Aftur í føroyskan skúla í Århus
Í farnu viku fóru tey aftur í føroyska barnaskúlanum í Áarstovu í Århus. Øll
børn og ung í skúlaaldri eru vælkomin og tað er ongin treyt at vera limur í
Føroyingafelagnum. Í skúlanum sleppa børn og ung at vera saman við øðrum
børnum og ungum, sum hava tilknýti til Føroyar. Tey læra at tosa, lesa og
skriva føroyskt og harafturat spæla tey spøl, syngja, fortelja søgur og mangt
annað. Í døgverðatímanum býðst høvi at eta matpakka. Føroyskur barnaskúli
er hesar leygardagar fram til summarfrítíðina: 10/5, 24/5 og 7/6.
Nógv ljós og ýl, men
ongin skaði
Tíðliga fríggjamorguni vóru tað nógv sum varnaðust, at
tað vóru óvanliga nógv neyðsendarakfør í sving í
Havnini. Nógv blunkandi ljós og nógvar sirenur vóru at
hýra frá klokkan átta til tíggju fríggjamorgunin, so nógv
óttaðust stórskaða. Men tað var tað tíbetur ikki. Talan var
um manningar á sjúkrabilum, sum vóru til venjingar í
neyðsendarkoyring og tí sá tað so ógvusligt út
Álvarsligur vandi fyri
verkfalli um alt landið