mánadagur 5. mai 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 84 - 5. mai 2008
Hjá summum er hug
urin at ballast størri
enn evnini og fyri
fyrstu fer í langsami
liga tíð er løgreglan
boðsend til Múla
Løgreglan hevur ikki havt
nógv at gera higartil um
vikuskiftið. Bara okkurt
smávegis herverk, eitt ferðs
luóhapp í Streymnesi við
ongum fólkaskaða og onkr
an smávegis húsaófrið.
Men á løgreglustøðini í
Havn mugu tey meiri enn
so ásanna, at mangan er
hugurin hjá fólki at drekka,
størri enn evnini.
Hetta vikuskiftið hava tey
havt ein mann sovandi á løg
reglustøðini ikki færri enn
fýra ferðir hesar síðstu
tríggjar dagarnar og tað
nærkast nýggjum, føroysk
um meti.
Og tað var ongin ársungi
heldur, tí talan var um ein
tilkomnan mann, sum rætti
liga er farin í býin hetta
vikuskiftið.
Annars hendi tað sjáld
sama, at løgreglan varð boð
send til Múla. Hóast ongin
býr har, eru nøkur hús í
bygdini og har er eisini
bøur, sum verður hoyggjað
ur um summarið. Men veg
ur er til bygdar og tað gera
fólk sær dælt av viðhvørt.
Tað gjørdu tey eisini í
fríggjavøldið, tí tá varð løg
reglan boðsent, tí at onkur
hevði koyrt runt við einum
traktori og hevði rent hann
fastan í bønum.
Kanska meiri álvarsligt
og óumhugsað er tað, at
onkur eisini hevur kappað
eitt neyðbluss burtur úr ein
um
bjargingarkransi
umborð á einum báti undir
Bryggjubakka og tað kann
skjótt gerast alvorligt, tá ið
bjargingarútgerð ikki virk
ar, tá ið brúk er fyri henni. Í
hesum føri var tað tíbetur
uppdagað, áðrenn ólukka
stóðst av.
áki
Higartil eru 33,4
milliónir brúktar
upp á miðnámsskúla
depilin í Hovi og tá ið
hann er liðugur, kost
ar hann 82,4 milliónir
og hann verður klárur
at taka í brúk á nýggj
árinum
miðnámsskúli
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Higartil eru 33,4 milliónir
krónur brúktar upp á arbeið
ið at byggja nýggja skúla
depilin í Hovi.
Tað upplýsir Una Joen
sen, stjóri á vinnu og mið
námsskúladeildini í menta
málaráðnum.
Sostatt avsannar hon tað,
sum varð ført fram í Løg
tinginum fyrr í vikuni, tá ið
fíggjarlógin varð til viðgerð
ar.
Har varð róð framundir,
at skúlin fer at kosta heilar
95 milliónir, tá ið hann verð
ur liðugur.
Og tað var mett sum ein
álvarsom støða, sum hevði
kravt, at kanning varð sett í
verk av peninganýtsluni hjá
mentamálaráðnum.
Men tað er ikki hald í tí,
sum varð ført fram á ting
sins røðarpalli.
Í mentamálaráðnum verð
ur staðfest, at tilsamans eru
játtaðar 74 milliónir til sjál
va byggingina og tá er inn
búgv og útgerð ikki við.
Um ársskiftið høvdu vit
brúkt 33,4 milliónir krónur
og sostatt eru 40,6 milliónir
eftir, sigur Una Joensen.
Samstundis er ætlanin at
játta 8,4 milliónir á fíggjar
lógini í ár til innbúgv og
útgerð. Samtykkir Løgting
ið at játta peningin, fer skúl
in at kosta tilsamans 82,4
milliónir krónur.
Seinkaður eitt
hálvt ár
Samstundis er greitt, at skúl
in fer ikki at verða liðugur
til næsta skúla ár, sum ætlan
in var.
Veðrið hevur verið ringt
í vetur við nógvum ódnum
og tað hevur darvað arbeið
num illa, sigur deildarstjór
in.
Eitt nú fingu tey ikki
arbeitt í einar átta vikur í
vetur fyri veður, men veðrið
hevur eisini ført aðrar seink
ingar við sær.
Nú er ein nýggj tíðarætlan
løgd og eftir henni verður
skúlin liðugur og klárur at
taka í brúk á nýggjárinum.
Tað er Landsverk, sum
stendur fyri byggingini og
haðani verður upplýst, at
sum tað sær út higartil, fara
bæði kostnaður og tíðarætl
an at halda.
Nú er skúlin innilokaður,
so nú darvar veðrið ikki
byggingini longur, sigur
Una Joensen.
Annars varð skúlin reistur
16. apríl og tá var hátíðar
hald í Hovi við røðum, tón
leiki og ábiti.
Svav fýra ferð í brummuni upp á tríggjar dagar
Tíðarætlan og prísur halda
Skúladepilin í Hovi verður
seinkaður eitt hálvt ár
Fyrireikar sinnissjúkuverju
Sakførarin Rudolf Mayer sigur seg halda, at 73ára gamli Josef Fritzl, sum gjøgnum 24
ár hevur hildið dóttir sína innilæsta og ferð eftir ferð hevur neyðtikið hana, er
sinnissjúkur. Mayer segði, at serfrøðingar mugu gera av, hvør mentala støðan hjá Fritzl
er, og um hann er førur fyri at verða rættarsøktur. Løgregluumboð siga, at Josef Fritzl í
síðstu viku viðgekk seg sekan í av hava lokkað dóttir sína niður í kjallaran, har hann
doyvdi hana og neyðtók hana. Síðani leinkjaði hann 18 ára gomlu dóttir sína og læsti
hana inni. Hesi 24 árini neyðtók hann dóttrina minst triðja hvønn dag, og fekk tilsamans
sjey børn saman við henni, harav tað eina doyði stutt eftir føðingina. Men longu tá
Elisabeth Fritzl var 11 ára gomul, byrjaði faðirin at misnýta hana kynsliga og hetta helt
so fram til í síðstu viku, tá Josef Fritzl lat elstu dóttrina, sum er ógvuliga sjúk, sleppa á
sjúkrahús. Har vórðu ræðuleikarnir so avdúkaðir og Josef Fritzl handtikin.