mánadagur 5. mai 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 84 - 5. mai 2008
Ein nýggj risa-brenni-
støð fyri allar Føroyar,
kann geva streym
til 2000 húsarhald,
men higartil hevur
Tórshavnar Komm-
una ikki víst ætlanini
áhuga
Burturkast
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað besta fyri búskapin og
umhvørvið, er, at Inter
kommunali Renovatiónsfel
agsskapurin,
IRF,
og
Kommunala
Orku
og
Brennistøðin hjá Tórshavnar
Kommunu, ganga saman
um at byggja eina nýggja
risa brennistøð í felag.
Tað hevur nevndin í IRF
roknað seg fram til.
Brennistøðin hjá IRF í
Leirvík hevur leingi havt ov
lítla brenniorku og tí hevur
IRF loddað dýpið hjá Tórs
havnar kommunu fyri at
vita um áhugi er at byggja
eina stóra, felags brennistøð
fyri alt landið.
Men á aðalfundinum hjá
IRF nú um dagarnar, stað
festi
nevndarformaðurin,
Regin Jacobsen, at higartil
hevur áhugin hjá Tórshavnar
Kommunu verið so lítil, at
fyribils fer IRF ikki at
arbeiða víðari við tí møgu
leikanum.
Streymur til 2000 hús
Regin Jacobsen sigur, at tað
eru stórir fyrimunir við eini
stórari felags brennistøð
fyri alt landið og seinni IRF
at taka hendan spurningin
uppaftur.
Tað verður ein stór av
bjóðing tey næstu árini at
finna ta røttu framtíðar
loysnina fyri hvussu vit
sleppa okkum av við burtur
kastið.
Í hesum sambandi sigur
hann, at ein stór, felags
brennistøð
ber
nógvar
møguleikar í sær, tí hon
kann gera eini 810 mega
watt av streymi burturúr
ruskinum og tað er nóg mik
ið av streymi til eini 2000
húsarhald,
soleiðis
sum
mynstrið er nú.
Og hetta er uttan at nerva
fjarhitan, sum eisini kann
fáast frá henni.
Tað vanliga hevur verið,
at eitt húski brúkar 5000
kilowatt í miðal, men tey,
sum nú hava fingið sær
hitapumpu,
brúka
tvær
ferðir og upp ímóti triggjar
ferðir so nógv.
Men av tí, at ein slík
brennistøð kann gera so
nógvan streym, hevur ein
slík loysn eisini stóran, um
hvørvisligan áhuga.
Regin Jacobsen sigur, at
tað loysir seg ikki at hugsa
um at gera streym við teim
um smáu brennistøðunum,
sum nú eru.
Brennistøðin
hjá
IRF
brennir 2,3 tons um tíman,
men verður nú bygd út til at
brenna trý tons um tíman.
Men gera vit eina felags
brennistøð,
sum
kann
brenna eini átta tons um
tíman, loysir tað seg væl at
gera streym burtur úr rusk
inum, sum eisini kann út
vega brennistøðini stórar
inntøkur.
Ein hálv milliard
Hann viðgongur at talan er
um eina stóra íløgu, tí heilt
runt roknað, kostar ein slík
brennistøð kostar einar 500
milliónir.
At Tórshavnar Kommuna
higartil ikki hevur víst mál
inum áhuga, fær ikki Regin
Jacobsen at fella í fátt, tí
hóast innleiðandi prátið
ikki førdi til nakað, kann
gongd saktans koma á mál
ið, tá ið meiri kjøt kemur á
ætlanina og tá ið brenniork
an aftur verður ov lítil um
eini 10 ár.
Kanska vóru vit góðtrúgv
in at halda, at ein so stór
avgerð kundi takast við so
stuttum skotbrái, men tað
verður neyðugt at hyggja
fram í tíðina.
Hinvegin tekur tað drúgva
tíð at gera eina slíka brenni
støð og tí heldur hann, at
tað er rætt at taka málið upp
nú.
Hann veit ikki, hvar hon
skal vera, men tað skal vera
við okkurt knútapunkt, har
tað er lætt at sleppa av við
streym og fjarhita og har
tað ikki er ov langt at
koyra.
Prísirnir hjá IRF eru
ikki hækkaðir í fýra
ár, men nú slepst ikki
undan hækkingum
Burturkast
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú verður dýrari hjá okk
um at sleppa av við burtur
kastið.
Interkommunali Renov
atiónsfelagsskapurin, IRF,
hevur avgjørt at hækka
prísirnar 4% frá 1. januar
at rokna.
Í løtuni betala lima
kommunurnar í IRF, 1.290
krónur fyri hvørt fólk í
kommununi fyri at sleppa
av við rusk, men á nýggj
árinum hækkar gjaldið
upp í 1.290 krónur.
Samstundis
hækkar
gjaldið hjá kommununum
fyri at tøma rottangar fyri
húsarhaldini, úr 140 krón
um fyri hvørt fólk í komm
ununi, upp í 190 krónur.
Regin Jacobsen, nevnd
arformaður í IRF, sigur, at
gjøldini fyri at sleppa av
við burturkast, eru ikki
hækkað í fýra ár, men nú
slepst ikki undan eini prís
hækking.
Orsøkin er, at prísvøkst
urin í samfelagnum hevur
verið stórur seinastu árini,
serliga eru lønir og flutn
ingur eru dýrkað, men har
afturat noyðist IRF undir
stórar útbyggingar nú fyri
at klára at brenna undan
og tær eru so dýrar, at tað
er neyðugt at hækka gjald
ið.
At IRF hevur ov lítla
brenniorku, at tað er til
stóran ampa fyri kommun
urnar, virki, handlar og
húsarhald, tí ávísar tíðir
ber ikki til at sleppa av við
burturkast.
Tí
skal
brennistøðin
byggjast út nú fyri at klára
tørvin.
Men tað eru ikki bara
hækkandi gjøld hjá IRF.
Tað er nú ókeypis at
sleppa av papp og pappír
til endurnýtsluna, eru nú
ókeypis og tað kostar næst
an onki at sleppa av við
klárt plast.
Men tað, sum skal til
brenningar, verður dýrari,
sigur Regin Jacobsen.
Hann sigur, at IRF tekur
umhvørvislig atlit, tá ið
prísir verða ásettir.
Prísirnir lækka á øllum
tí, sum verður skilt og end
urnýtt, men teir fara upp á
tí, sum skal brennast.
Nýggj brennistøð kann
geva grøna orku
til 2000 húsarhald
Dýrari at sleppa
av við burturkast
Á nýggjárinum verður tað 4% dýrari at sleppa av við
burturkast, sum skal brennast
IRF sigur, at nógvir fyrimunir eru við eini stórar, felags Brennistøð fyri alt landið, men fyribils er
ongin áhugi frá Tórshavnar Kommunu til at vera við í eini slíkari ætlan
Laksur skal íðka ítrótt
Eins og vit menniskju hevur fiskur gott av at íðka ítrótt. Hetta
hava norskir granskararar funnið útav. Harald Takle, sum
stendur á odda fyri einum granskarabólki, sigur, at sum heild er
alilaksurin í góðum formi, men fyri at styrkja hjartaorkuna, er
laksurin settur í intensiva venjing. Orsøkin til granskingina á
hesum økinum er óttin fyri, at fiskur eins og menniskju skulu
útvikla lívstíðarsjúkur, tí hann ikki rørir so nóg nógv.
Granskararnir hava gjørt royndir við eini plusklokku, sum er
sett á norskan alilaks. Aðrar kanningar hava víst dømi uppá, at
hjørtuni hjá onkrum alilaksi ikki vóru so væl fyri, sum á
villaksi. Kelda: forskning.no
Luktisansur avdúkar strongd
Granskarar á universitetinum í Melbourna í Avstralia hava funnið útav, at
manglandi luktisansur kann koma av posttraumatiskari strongd. Hetta
kemur fram í eini kanning av luktisansinum hjá krígsveteranum.
Granskararnir vísa á, at hendan nýggja vitanin kann brúkast til at viðgera
og fyribyrgja aggressión. Veteranarnir, sum vóru sammettir við 31
vanligar menn, høvdu heilt upp í 25 ár eftir, at teir vóru í eini krígsstøðu,
stórar sosialar og kensluligar trupulleikar. Kelda: forskning.no