Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. mai 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 84 - 5. mai 2008 Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fer at brúka hetta næsta árið til at leggja lunnar undir ein fiskidagabanka, so at hann kann byrja at virka næsta summar Fiskidagabanki Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Um eitt ár hava vit fingið tann nógv umrødda fiski­ dagabankan. Tað hevur Tórbjørn Jacob­ sen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sett sær sum mál. Hann sigur, at í løtuni sit­ ur ein nevnd og kannar, hvussu veiðitrýstið er í dag afturímóti tá ið fiskidaga­ skipanin varð sett í gildi. ­ Endamálið við fiski­ dagaskipanini var, at hon skuldi vera sjálvregulerandi men nú skal so arbeiðið hjá hesi nevndini vísa, um tað veruliga er so, ella um veiði­ trýstið í veruleikanum er økt. Og tá ið fíggjarlógin fyri í ár er samtykt, fer hann at seta eina nevnd at gera til­ mæli um broytingar í fiski­ dagaskipanina. Ein partur av arbeiðnum hjá teirri nevndini verður at gera eitt ítøkiligt lógarupp­ skot um, hvussu ein fiski­ dagamarknaður kann gerast ein partur í lógini um vinnu­ ligan fiskiskap. Og hansara mál er, at lóg­ in skal verða sett í gildið næsta summar. Men hann leggur dent á, at ætlanin er at byrja í smá­ um. Í fyrstu atløgu er ætlanin bara at leggja øll tey veiði­ rættindini, sum ikki eru fevnd av lógini um vinnulig­ an fiskiskap, inn í fiskidaga­ bankan. Hetta eru tey rættindi, sum føroyinga eiga í fremm­ andum sjógvi. Hinvegin ásannar hann, at fiskiloyvini kunnu ikki vera drigin inn fyrrenn í 2018 og fyrrenn tá ber ikki til at fáa fiskidagabankan at virka álvara. ­ Vit fáa ikki ein effektivan fiskidagabanka, fyrrenn loyvini verða drigin inn í 2018 og tað er endamálið, hóast vit byrja í smáum næsta ár, sigur landsstýris­ maðurin. Annars hevur verið skotið upp at byrja longu í ár við at taka 1% ­ 2% av fiski­ døgunum longu í næsta fiskiári, sum byrjar 1. sep­ tember, og leggja teir inn í ein fiskidagabanka fyri at føla seg fram og vita, hvussu bankin virkar. Men tað verður av ong­ um, sigur landsstýrismaður­ in. ­ Fiskidagabankin skal byggja á klettafast grund­ arlag, tí tað er avgerandi neyðugt, at vinnan altíð hev­ ur tryggar karmar at virka undir og sostatt altíð veit, hvat hon hevur at halda seg til. ­ Tí fara vit undir ongum umstøðum at seta nakað í verk í óðum verkum og sostatt fara vit heldur ikki at gera okkum inn á ta skip­ an, vit hava, leggur hann afturat. Barnasendingin Rógvi og Drekin er besta føroyska barnasending í nýggjari tíð, sigur Sunneva Mohr, pedagoglesandi, ið sambandi við evnisarbeiði barnasending Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Barnasendingin Rógvi og Drekin, sum Páll Dan­ ielsen hevur gjørt í sam­ starvi við Kringvarpið, er eftir mínum tykki besta barnasending, ið er gjørd í Føroyum í nýggjari tíð. Tað heldur Sunneva Mohr, nú flokkur hennara á Føroya Læraraskúla, hev­ ur viðgjørt føroyskar fjøl­ miðlar og samskift millum børn við nútímas tøkni, tað veri seg SMS, tjatt ella blogg. Hetta skrivar Birgir Kruse á www.birkblog. blogspot.com Sunneva Mohr sigur, at nógv viðurskifti gera send­ ingina serliga góða. Hon nevnir hugflogið, litirnar og ferðina á send­ ingini. Men umframt at verða litrík, stuttlig og undirhald­ andi, lærir hon børnini um lívið og ríkidømið í sjó­ num, sum flestu børn í Føroyum kenna nakað til. Litirnir eru sterkir og tað er við til at fanga áhug­ an hjá børnunum. Hon heldur, at eisini er ferðin á sendingini hóskandi til aldursbólkin, tí gongur tað ov seint fyri seg, kann barnið skjótt keðast. Somuleiðis er málburð­ urin góður og orðavalið er hóskandi til aldursbólkin, suim hon heldur, at send­ ingin er ætlað. Hon heldur, at Rógvi og Drekin eru tveir fittir, stutt­ ligir og litríkir “persónar”, ið tú onkursvegna verður hugtikin av. ­ At sendingin er gjørd og upptikin í Føroyum ger hana betri enn aðrar, held­ ur hon. Eitt plettskot í sjónvarpinum Fiskidagabanki veru­ leiki um eitt ár Longu næsta ár kunnu skipini byrja at fyrireika seg til ein fiskidagabanka Sunneva Mohr er serstakliga hugtikin av Rógva og Drekanum Nýggj venjingarstøð í Miðvági Í dag mánadagin letur nýgg venjingarmiðstøð upp í Miðvági. Arbeitt hevur verið í nakrar mánaðir at fáa alt klárt, og er nú loksins komið á mál. VEN eitur miðstøðin, og verður høvið hjá øllum at síggja umstøðurnar og heilsa upp á eigarar og starvsfólk millum kl 15 og 18 í dag mánadagin. VEN letur upp av álvara í morgin týsdagin kl 10, og ber tá til at tekna seg sum lim, og venja av álvara undir uppsýni av lærdum venjara. Hugsjónin hjá VEN er at øll, gomul og ung, løtt og tung, skulu sleppa at venja undir tryggum og góðum umstøðum. Dagligur leiðari verður Tróndur Ravnsfjall, ið eigur miðstøðina saman við John Arnfinn Reynstind. Adamskonsert kanska flytast Ætlaða konsertin við Bryan Adams skal kanska flytast. Sosialurin hevur skilt, at tourmanagarin hjá Bryan Adams ikki góðtekur Skálatrøð sum spælistað, og at konsertin tí skal flytast. Tórsvøllur skal verða nýtt spælistað. Ein av fyrireikarunum, Dennis Holm, sigur tó, at loyvið, teir hava, umfatar Skálatrøð, og so leingi einki annað fyriliggur, fyrihalda teir seg til hetta.