mánadagur 5. mai 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 84 - 5. mai 2008
1000 flutt av skipi
Letlendska vaktar- og bjargingartænastan ger segn ú til
reiðar at flyta knappliga 1000 fólk av ferðamannaskipin-
um Mona Lisa, sum hevur rent seg fast uttanfyri lettisku
strondina. Bjargingarmanning hevur alla nátt roynt at toga
skipið av aftur einum sandbanka 18 kilometrar frá strond-
ini, men teir eru nú givnir við royndunum. Nú skulu so
tey 651 ferðafólkini og partar av 333 mans stóru manning-
ini flytast av skipinum yvir á tvey lettisk herskip, sum
síðani skulu sigla fólkið til Ventspils, skrivar Politiken.
Gazza royndi sjálvmorð
Falna fótbóltslegendan, Paul Gascoigne, royndi í
gjárkvøldið at gera enda á sær sjálvum eftir at hann hevði
skrivað seg inn á eitt hotel í miðbýnum í London. Hann
bílegði ein búff frá room-service, men ringdi síðani niður
í móttøkuna og bað um bert at fáa knívin. Men stúrin
starvsfólk vildu ikki geva honum knívin, tí tey stúrdu
fyri, at hann ætlaði at skera blóðæðrarnar av. Løgreglan
varð boðsend og stutt eftir at hon kom á staðið, royndi
Gascoigne at drukna seg í baðikarinum, skrivar enska
blaðið The Sun.
Landsstýriskvinnan
í vinnumálum sær
stórar møguleikar
í eini veruligari
matvøruvinnu í Før
oyum og tí vil hon
menna kokkaskúlan
í Klaksvík og gera
hann til eitt stovn til
at menna fínan, før
oyskan mat
Matlist
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Er tað nakað, vit eiga at
gera í Føroyum, er tað at
gera fínan mat, sum kann
seljast til allar okkara gestir.
- Tað segði Bjørt Samuel-
sen,
landsstýriskvinna
í
vinnumálum, tá ið fíggjar-
lógin var til viðgerðar í Løg-
tinginum.
Hon sær matvøruvinnuna
sum eina sjálvsagda vinnu
at menna í Føroyum, nú vit
tosa um at fjøltátta okkara
vinnulív, eitt nú at menna
ferðavinnuna.
Tí skjýtur hon upp, at vit
menna
kokkaskúlan
í
Klaksvík og gera hann til
ein veruligan stovn sum
skal menna fínari matgerð í
Føroyum og fínari matvøru-
framleiðslu.
- Hann skal verða ein mið-
depil fyri matlist í Føroyum,
legði hon afturat.
- Tí er tað rætt at menna
kokkaskúlan í Klaksvík til
at útbúgva kokkar og tænar-
ar, sum kunnu arbeiða á
teimum heilt fínu matstov-
unum, tí ferðafólk gjalda
fegin fyri fínan mat, tí tað
er eitt tað týdningarmiklasta
fyri ferðafólk.
Hon sigur, at tað er ein
stórur trupulleiki, at tað
gongst so illa hjá okkara
matstovuvinnu at fáa væl
útbúnar kokkar og tí eiga
vit at menna kokkaskúlan.
- Vit hava allar møguleik-
ar, tí vit hava eitt reint
umhvørvi og vit hava ótrú-
liga góða rávøru og í Klaks-
vík hevði ein matvørustovn-
ur ligið væl, tí har er nógv
fiskivinna.
Fleiri politikarar úr fleiri
fólkum tóku fult undir við
hugskotinum um at menna
ein veruligan matvørudepil.
Menna Føroyar við fínum mati
Matlist er ein sjálvsøgd,
framtíðar vinna í Føroyum,
heldur Bjørt Samuelsen,
landsstýriskvinna í
vinnumálum
Undir oljukreppuni
í 1973 bannaði
landsstýrið koyring
sunnudag, eins og
politisku myndug
leikarnir í nógvum
londum kring okkum,
gjørdu. Í lesarabrævi
í blaðnum í dag
mælir Poul Hansen,
advokatur, til aftur
at innføra bann móti
privatkoyring sunnu
dag, ístaðin fyri at
útbyggja vatnorkuna
Orka
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Fyri at økja el-framleiðsluna
frá verandi orkukeldum úr
45 til 55 prosent hevur SEV
sett sær fyri at útbyggja
vatnorkuna í Dølum og við
Víkavatn á Streymoynni og
allari eystursíðuni á Vág-
oynni. Orsøkin sigst vera at
minka um CO2 útlátið.
Soleiðis byrjar Poul Han-
sen, advokatur, eitt lesara-
bræv í blaðnum í dag. Poul
Hansen, sum er ivrigur
rossamaður og ferðast nógv
í føroysku náttúruni, heldur
vera skeivt at útbyggja vatn-
orkuna meiri í Føroyum.
»Samstundis sigur nýggi
SEV stjórin í Dimmu nr. 70
frá 11/4-2008 (Punktum.fo)
at vit – Føroyar – eru á ein-
um 5. plássi í Europa, hvat
viðvíkur el-framleiðslu av
varandi orkukeldum. Hetta
prógvar, at okkara el-fram-
leiðsla er ógvuliga ”grøn”
og at einki er at finnast at
henni hesum viðvíkjandi.
Vit skulu minka um CO2
útlátið, men ikki við at
útbyggja vantorkuna og
seta fleiri av okkara fáu døl-
um undir vatn ella turrleggja
okkara fáu eftirverandi vatn-
fátæku áir«, skrivar Poul
Hansen, sum eisini heldur
tað ver vitleyst fíggjarliga
at útbyggja vatnorkuna
»Okkara CO2 útlát skal
minka og tað fer at minka av
sær sjálvum komandi 2
árini, tá heimaflotin verður
noyddur at tillaga veiðuork-
una til tilfeingið. CO2 útlát-
ið fer eisini at minka mun-
andi næstu árini við teimum
frambrotum ið henda innan
sólkyknur, húsarhaldsmyll-
um v.m. og vilja minka upp-
aftur meira um løgtingið frí-
tekur alla slíka útgerð fyri
mvg. Harumframt vilja spar-
ingar í olju/el-nýtslu eisini í
stóran mun minka CO2
útlátið«, skrivar Poul Hansen
og kemur við einum upp-
skoti ístaðin at gera nakað
fyri at avmarka bilkoyring-
ina.
»Lat okkum veruliga seta
Føroyar á heimskortið – ikki
við at hava fyrrverandi USA
forsetar og varaforsetar 1 dag
í Føroyum (einki galið í tí) –
men við at minka CO2
útlátið á tann hátt, at vit
banna allari privatkoyring
sunnudag.
Mær
kunnugt
hava onnur ikki gjørt tað, so
hví ikki vera tey fyrstu at
gera hetta og í verki veruliga
vísa okkara virðing fyri nátt-
úruni í staðin fyri at byrgja
fáu livandi áir og dalar okk-
ara aftanfyri betong og
asfalt«.
Hann heldur, at tað vit
megnaðu undir oljukreppuni
í 1973, megna vit aftur, um
viljin er til tess. Poul Han-
sen, sum var gestur í tíðinda-
sendingini á Rás2 á mid-
degi, vísir á, at tað verður
heldur ikki verri fyri fólka-
heilsuna, at fólk ganga og
ikki koyra sunnudagar.
Stjórin í Sev, Hákun Djur-
huus, sum eisini var gestur
í tíðindasendingin, sigur, at
hann sjálvandi er til reiðar
at taka eitt orðaskifti um
vatnorkuútbyggingina, men
vísir á, at hetta er ein polit-
iskur spurningur at taka
støðu til.
Bannið koyring sunnudag
Fyri 35 árum síðani bannaðu myndugleikarnir í nógvum
londum, eins og í Føroyum, privatkoyring sunnudag orsakað
av umfatandi oljukreppu kring alla heim. Poul Hansen
(t.v.) heldur, at hetta eigur at verða sett í verk aftur ístaðin
fyri at útbyggja vatnorkuna. Her avmyndaður saman við
Hákuni Djurhuus, stjóra í Sev, eftir at teir báðir vóru gestir í
tíðindasendingini á Rás2 á middegi
Mynd: Jens Kristian Vang