leygardagur 26. februar 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 40 - 26. februar 2000
13
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 40 - 26. februar 2000
Politisk viðmerking eftir
Hanus Andreassen
Frá tí henda samgonga
varð skipað fyri nú skjótt
tveimum árum síðani hava
bæði samgongan sjálv og
partar av andstøðuni lagt
dent á at finna semju í
teirra stremban fram ímóti
einari meira virðiligari
ríkisrættarligari skipan fyri
Føroyar.
Semja er neyvan altíð
nakað, menniskju eiga at
tráa eftir, og tað hendir seg
meira enn so, at dyggar
niðurstøður spyrjast burtur
úr togan stættanna millum
og samfelagsligum ella
politiskum tvídrátti.
Hinvegin vísir søgan, at tá
ið stórmál leika á í einum
samfelag ella hjá eini tjóð
— eitt nú flagg, mál ella
stýrisskipan — kann
semja vera natúrlig. Hon
ber boð um, at tjóðin er
ein heild, og hon byggir
grund undir góðum grann-
alag, eisini eftir at málið
ella málini eru loyst. Av
hesi orsøk man tann polit-
iska leitanin eftir áralag
hesi tvey árini hava sýntst
mongum føringi skilagóð.
Miðflokkurin hevur
sum kunnugt — við ávís-
um fyrivarni — verið
fúsur at styðja samgong-
una. Møguleikin fyri sam-
starvi við Sambandsflokk-
in er fyribils neyvan meira
enn teoretiskur. Í hesi
viðmerking fari eg serliga
at hefta meg við leikpartin
hjá tí triðja andstøðuflokk-
inum.
Seinasta vikuskifti
boðaði Javnaðarflokkurin
— tann stóri andstøðu-
flokkurin, sum uppruna-
liga er sprottin úr tí gamla
Sjálvstýrisflokkinum —
frá síni støðutakan til sam-
ráðingaruppleggið hjá
samgonguni. Sostatt bend-
ir nógv á, at tann semja,
sum mangur føringur hev-
ur viljað havt, og sum hin
samráðingarparturin —
danska stjórnin — hevur
sæð sum ein dyggan fyri-
mun, er gloppin samgongu
og andstøðu av hondum.
Hóast hetta fer undirrit-
aði at loyva sær at føra
fram, at møguleikin fyri
semju enn er til. Hóast tað
kann tykjast, sum hann
ikki longur er annað enn
teoretiskur, eigur hann at
vera nevndur. Men so
eigur samstundis at verða
nevnt, at skal hesin møgu-
leiki kunna fetta sær á og
gerast annað enn teoretisk-
ur, krevjast til hetta fyri-
treytir, sum viðhvørt sýn-
ast at tróta í føroyskari
politiskari siðvenju: hug-
flog, nýhugsan, stórsinni,
tann strategiska hugbirt-
ingin heldur enn tað takt-
iska smásinnið.
Tað kann vera hóskandi
at byrja við at spyrja,
hvørjar broytingar føringar
sum heild kundu hugsað
sær áttu at verið framdar á
tí ríkisrættarliga økinum -
og síðani at tekna ein
frymil ella eittt modell,
sum hýsir hesum broyt-
ingum. Ynskini kunnu í
høvuðsheitum samanfatast
í trimum greinum:
(1) At blokkstuðulin verð-
ur minkaður á skilagóðan
og realistiskan hátt, til
hann — kanska um 20 ella
25 ár — fellur burtur.
(2) At tað sínámillum
samstarv, sum hesa øldina
hevur verið millum Føroy-
ar og Danmark, heldur
fram. Ella sagt øðrvísi: at
føroyingar varðveita teir
møguleikar og tey rættind-
ir — hvat viðvíkir útbúgv-
ing, heilsu, mentan osfr. -
sum teir higartil hava havt
í Danmark — og at dansk-
ir borgarar varðveita hesi
somu rættindir í Føroyum.
(3) At ríkisfelagsskapurin
verður broyttur til ein
ríkjafelagsskap millum
tvær javnstaddar tjóðir,
hvør við sínum tingi og
síni stýrisskipan.
Um ein ber hesar tríggjar
greinarnar saman, kann
tað tykjast, sum tann enda-
ligi frymilin fer at hýsa
mótsagnum, sum ikki
kunnu sameinast. Til hetta
er at siga, at í einari sam-
ráðingarstøðu er rætt at
byrja við eini ambitiøsari
stremban. Vit kunnu leggja
aftrat, at summir politikar-
ar — eitt nú í Javnaðar-
flokkinum - sum hava
viðgjørt ta politisku fram-
tíðina, hava ført fram, at
alt ber til, bara tann rætti
hugburðurin er til staðar
— hví so ikki eisini hetta?
Fer ein í staklutir, kann
verða spurt, hvussu tað
skal bera til at einast um
eina skipan, sum tykist at
geva Føroyum størri fyri-
mun enn Danmark. Til
hetta er at siga, at tað at
blokkstuðulin fellur burt-
ur, er í sær sjálvum ein
fyrimunur fyri hin partin.
Hetta eru kortini smá-
mál. Tað, sum veruliga
hevur týdning í hesum
sambandi, er tann søguliga
próvgrundin. Tað ítøkiliga
samstarvið millum Føroy-
ar og Danmark gongur í
hvussu er aftur til o.u.
1620, tá ið Keypmanna-
havn loysti Bergen av sum
handilsbýur hjá føringum,
og Føroya próstadømi
kom inn undir Sælands
biskupsdømi. Hesi sløku
400 árini hevur eitt sam-
starv verið millum hesi
bæði fólkini — av eitt nú
kirkjuligum, mentunarlig-
um, útbúgvingarligum,
heilsuligum og skyldskap-
arligum slag — sum
kanska er eindømi. Út frá
hesum ber til at grundgeva
fyri einari millumríkja-
skipan, sum er eindømi.
Tað, sum brúk er fyri í
hesum sambandi, er visió-
ner hugsan.
Javnaðarflokkurin
hevur valt at halda fast um
ríkisfelagsskapin sum eitt
slag av conditio sine qua
non eina treyt, sum ikki
kann vikast. Tað ber til at
grundgeva fyri, at henda
støðutakan er óneyðuga
ósmidlig. Ein kann í stað-
in fyri hugsa sær henda
felagsskap sum eitt hug-
tak, sum er partur av sjálv-
um samráðingarevninum
— eitt politiskt hugtak,
sum átti at kunnað verið
umdefinerað, so at tað —
innihaldandi somu sína-
millum rættindir, sum tað
ger nú — hereftir var ein
skipan millum tvær sjálv-
støðugar tjóðir. Tað átti at
borið til at hugsa sær, at
ein slík skipan gjørdist
veruleiki — væl at merkja
eftir at blokkstuðulin varð
minkaður burtur og avtik-
in. Í hvussu so er átti tað
at borið til at samráðst við
hesi stremban fyri eyga.
Áðrenn farið verður
víðari, er neyðugt at
spyrja, hvussu tað ber til,
at samgongan og tann
sjálvstýrishugaði and-
støðuflokkurin ikki hava
funnið ta semju, sum báðir
partar siga seg tráa eftir.
Ein av orsøkunum til hetta
tykist at vera tann einfaldi
veruleiki, at Javnaðar-
flokkurin er í andstøðu. Í
hesi støðu er flokkurin
tvingaður til — í tí høv-
uðsmáli, sum leikar á —
at profilera seg í mótsøgn
til samgonguna. Tað er
lutanna speisemi, at sam-
gongan, tá hon valdi at
útihýsa einum potentiell-
um samstarvsparti, sjálv
feldi ein leka inn í ta byrg-
ing, hon fór undir at
byggja.
Ein loysn á hesi støðu
tykist — samsvarandi
hesum bílæti — púra log-
isk. Men hon krevur dirvi
og nýhugsan. Samgongan
kann bjóða tí sjálvstýris-
hugaða andstøðuflokki-
num upp í sítt samstarv og
geva honum ávirkan á
samgongunnar politikk —
eisini á øðrum økjum enn
tí rikisrættarliga. Henda
niðurstøða tykist so sólar-
klár, at ein undrast á, at
hon ikki oftari hevur verið
frammi. Í tí semju, sum
kundi verið gjørd, hevði
Tjóðveldisflokkurin iva-
leyst noyðst at slakað í
raðfestingini — við tí
úrsliti, at nýskipanir vórðu
framdar, eftir at Føroyar
vóru fíggjarliga sjálv-
bjargnar — og Javnaðar-
flokkurin á tí prinsipiella
økinum, soleiðis at skilja
at hugtakið ríkisfelags-
skapur varð endurskoðað.
Fyrimunirnir við eini
slíkari loysn eru fleiri.
Hon kann tryggja ta
breiðu semju, sum allir
partar tráa eftir, og sum
hin samráðingarparturin
leggur so stóran dent á.
Hon kann tryggja sam-
gonguni ein medleikara,
sum frammanundan hevur
gott samstarv við donsku
Ríkjafelagsskapur
og samhaldsfesti
Møguleikin fyri semju millum samgonguna og Javnaðarflokkin er enn til
staðar. Samgongan kann bjóða tí sjálvstýrishugaða andstøðuflokkinum upp
í sítt samstarv og samstundis geva honum ávirkan á tann førda politikkin
stjórnina. Og hon kann
tryggja samgonguni dygg-
ari álit og undirtøku mill-
um føringar og í øðrum
pørtum av andstøðuni, tá
ella um eitt samráðingar-
úrslit verður sent til fólka-
atkvøðu.
Men aðrir fyrimunir eru
eisini við eini slíkari
loysn. Eitt av teimum
hugtøkum, sum hevur
roynst haldgott í farnu øld,
er holisman ella heildar-
spekin: tann hugsan, at
allir tættir í einum likami
— eisini tí politiska lik-
aminum — hanga saman.
Sambært hesi hugsan er
tann ríkisrættarliga
strembanin tvinnað saman
við hugtøkum sum fólka-
ræði, rættartrygd, sámi-
ligum umsitingarligum
atburði mótvegis landsins
borgarum og samhalds-
festi. Tá ið tann føroyski
veljarin skal gera sína
støðu upp ella atkvøða um
tann ríkisrættarliga spurn-
ingin, er tað honum ikki
líka mikið, hvussu sam-
gongan umsitir hugtøk
sum etikk, moral ella sosi-
ala trygd. Sum ábyrgdar-
fullur flokkur kann Javn-
aðarflokkurin — í eini
samgongu — vera við til
at tryggja, at hesi hugtøk
verða vird og røkt og so-
statt eisini vera við til at
tryggja, at borgarin hevur
Sjónarmið:
álit á samgonguni.
Tekin eru um, at rákið
bæði burturi og heima
gongur fram ímóti vaks-
andi stættamuni. Í Føroy-
um er hesin mismunur
grefligur, ikki minst eftir
at samfelagið aftur er á
eini aldu av hákonjunkturi.
Fleirmillióningar dusa sær
við stórum og púra órími-
ligum samfelagsligum
fyrimunum, meðan mong
vanlig fólk nóg illa hava
til mat og klæðir. Týdn-
ingarmikil í hesum sam-
bandi er ætlanin um at
seta í verk eina framtíðar
trygging fyri fólkið. Um
vit hyggja aftur um bak,
minnast vit, at føringar
sum heild - eisini tey
lægst løntu — heftu soli-
dariskt fyri ta veldugu
skuld, sum partar av yvir-
stættini komu sær í í átta-
tiárunum. Hevði tað ikki
verið hóskandi — ikki
minst við hesum í huga —
at samgongan setti í verk
eina samhaldsfasta trygg-
ingarskipan?
Ein slíkur politikkur,
førdur av eini víðkaðari
samgongu, kundi gróður-
sett tað álit, ið er ein fyri-
treyt fyri ríkisrættarligum
nýskipanum.
Hanus Andreassen
Tað er lutanna speisemi, at samgongan, tá hon valdi at útihýsa einum potentiellum sam-
starvsparti, sjálv feldi ein leka inn í ta byrging, hon fór undir at byggja. Ein loysn á hesi
støðu tykist — samsvarandi hesum bílæti — púra logisk. Men hon krevur dirvi og nýhugs-
an. Samgongan kann bjóða tí sjálvstýrishugaða andstøðuflokkinum upp í sítt samstarv og
geva honum ávirkan á samgongunnar politikk — eisini á øðrum økjum enn tí rikisrættar-
liga, skrivar Hanus Andreassen, rithøvundur, m. a. í sjónarmiðnum í dag
EIRIKUR LINDENSKOV
Serstaka byggiráðið fyri bý-
lingin úti á Reyni í Havn
hevur nú skipað seg. Í ráð-
num sita Jórun í Dali, sum
er forkvinna, Ovi Morten-
sen, býararkitektur, sum er
skrivari og Símun Arge
fornfrøðingur, ið er nevnd-
arlimur.
Serstaka byggiráðið fyri
Reyn hevur tríggjar limir,
sum umboða ávikavist í-
búgvarnar í býlinginum,
Tórshavnar býráð og Før-
oya
Landsstýri/Føroya
Fornminnissavn.
Jórun í Dali umboðar í-
búgvarnar, meðan hinir báð-
ir umboða ávikavist Tórs-
havnar býráð og Føroya
Fornminnissavn.
Serstaka byggiráðið hev-
ur til uppgávu at vegleiða
býráðið, tá mál verða við-
gjørd, ið koma inn undir
fyriskipanir í serstøku bygg-
isamtykt nr. 4 fyri Tinganes
og gomlu Havnina. Eisini
skal ráðið serstakliga við-
gera allar spurningar, ið
hava samband við útsjónd
húsanna, stendur í byggi-
samtyktini, sum er samtykt
av Tórshavnar býráð 25. ap-
ríl 1972 og góðkend av
landsstýrinum 25. mars
1973.
Serstaka byggiráðið skal
samstundis hjálpa við leið-
beiningum tá onkur, sum vil
byggja ella umvæla eina
ogn, ið liggur innan fyri
hesa byggisamtykt, leggur
fyrispurningar fyri tað.
Hóast
byggisamtyktin
fyri Reyn hevur verið til í
meira enn fjórðingsøld,
hevur serstaka byggiráðið
ikki virkað eftir ætlan øll
hesi árini. Men fyri nøkrum
árum síðani tóku íbúgvar
stig til at endurreisa ráðið,
og hesum tóku bæði Tórs-
havnar býráð og Fornminn-
ÓLAVUR Í BEITI
– Svartkjaftur í føroyskum
sjógvi hevur verið eitt av
grundarlagnum hjá m. a.
russiskum skipum í 23 ár,
og í býti við henda svart-
kjaft, sum føroysk nótaskip
ikki hava fullnýtt, hava før-
oysk skip fingið eina mun-
agóða kvotu av botnfiski í
Barentshavinum, sum hevur
havt alstóran týdning fyri
føroyska samfelagið hesi
farnu 23 árini. Fiskiveiðiav-
talan millum Føroyar og
Russland verður mett at
vera tann fiskiveiðiavtalu,
sum gevur mest til føroyska
samfelagið.
– Hóast svartkjaftastovn-
urin hevur verið í stórari
menning seinastu árini, so
eru tað bert einstøk skip í
nótaflotanum, sum hava
roynt henda møguleika.
Tann størsti parturin av nót-
askipunum hava havt nóg
mikið av øðrum veiðimøg-
uleikum sum sild, makrel
og lodnu. Svartkjaftaveiðan
hjá føroyskum nótaskipum
hevur verið so lítil, at um
vit bert høvdu hesi veiðitøl
at dúva uppá, so høvdu Før-
oyar ikki stór søgulig veið-
uhagtøl at vísa á, sigur Jørg-
en Nioclasen.
Svartkjafturin
Og viðvíkjandi tí komandi
svartkjaftabýtinum millum
strandalondini, sigur fiski-
málaráðharrin,
Føroyar
hava nógv argumentir fyri,
at vit kunnu krevja ein mun-
andi part av stovninum.
Fyrst tað lívfrøðiliga, ferð-
ingarmynstri hjá fiskinum,
at svartkjaftur er serliga
fiskiligur
í
føroyskum
sjógvi, ST-sáttmálan um
ferðandi fiskastovnar, har
lond, sum liva av fiski eina
fáa fyrimun, at vit nú hava
skip, ið kunnu fiska og ser-
liga grundað á samstarvið
við Russland, hava Føroyar
í dag eisini søguligan fiski-
skap at vísa á.
– Tann væntandi áhugin
frá nótaskipunum hevði við
sær, at ídnaðarskip fingu
fiskiloyvi at veiða svartkjaft
eitt ár í senn av heildarkvotu
í norskum og ES-sjógvi og
at landsstýrismenn undan
mær hava givið 5 føroysk-
um skipum innflutnings- og
veiðiloyvi at veiða svart-
kjaft fram til 1996. Haraftrat
broytti løgtingið lógina um
vinnuligan fiskiskap soleið-
is, at undantak kundi gevast
at veiðiorkan kundi økjast í
hesum veiðiflota til tess at
geva verandi skipaflota
møguleika fyri útskifting-
um. Hesar útskiftingar eru
gjørdar í tíðarskeiðinum
1998/99 og hevur økt um
samlaðu veiðiorkuna hjá
hesum veiðiflota.
– Tá eg tók við sum
landsstýrismaður vóru har-
umframt lætnar 4 tilsagnir
um innflutningsloyvi til
svartkjaftaskip aftrat. Eg tók
beinanvegin ta avgerð, at
ikki fleiri loyvi skuldu gev-
ast. Men hinvegin havi eg
givið loyvi til, at skip eru
skift út við skip við størri
veiðuorku. Eg nýtti serstaka
undantaksgrein, nevniliga
grein 8, til at geva loyvið til
t. d. nýggja Jupiter og til
nýggju Norðborg, tí hesir
høvdu størri veiðuorku enn
teir, sum fóru út. Hetta meti
eg ikki er at geva nýggj
loyvir, tí talan er um útskift-
an, men er tað m.o. hesi
skip, Atli Hansen hugsar
um, so eru nýggj loyvir giv-
in.
Næraberg
Og víðari sigur Jørgen Nicl-
asen, at formaðurin í Fel-
agnum Nótaskip tykist at
hava so ilt av, at „Næra-
berg“ nú er komin inn í
veiðiflotan og leggur lands-
stýrismannin undir at nýta
undanførslugreinir við at
kalla ætlanina eina menn-
ingarætlan og harvið skjóta
seg undir serstaka grein í
lógini um vinnuligan fiski-
skap til tess at økja um talið
av svartkjaftaskipum so ella
so.
– Til hetta er vert at leggja
til merkis og skal verða upp-
lýst, at fiskivinnuumsitingin
hevur mett sera gjølla um
hesa verkætlan, sum er ein
menningarætlan, ið skapar
grundarlag fyri um 80 ar-
beiðsplássum aftrat, at før-
oysk fiskivinna fær møgu-
leika at menna seg til eina
meirvirðisvinnu og skapt
verður Føroyum eitt fram-
haldandi
grundarlag
at
Einki nýtt svartkjaftaloyvi latið
— Men hinvegin havi eg givið loyvið til, at skip eru skift út við skip við størri veiðuorku. Eg nýtti ser-
staka undantaksgrein, nevniliga grein 8, til at geva loyvi til eitt nú nýggja Jupiter og til nýggju Norð-
borg, tí hesir høvdu størri veiðuorku enn teir, sum fóru út. Hetta meti eg ikki er at geva nýggj loyvir, tí
talan er um útskiftan, sigur Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri
gagnnýta okkara tilfeingið
(her svartkjafturin) á burð-
adyggan hátt. Virðið verður
fleirfalt fyri sama tonsatal.
2 ár
– Til tess, at verkætlanin
kundi gjøgnumførast, varð
sett sum treyt, at menning-
arætlanin sambært § 20, stk.
3 í lógini um vinnuligan
fiskiskap er avmarkað til 2
ár. Innan skipinum verður
latið fiskiloyvi sum liður í
hesi menningarætlan, so
skuldu eigarnir skjalprógva
fyri Fiskimálastýrinum, at
teir høvdu ræði á einum
verandi veiðiloyvi at fiska
svartkjaft, og sum Fiskimál-
astýrið hevði góðkent sum
grundarlag fyri ætlanini.
Eisini varð kravt, at innan
2 ár eru farin, aftaná at skip-
ið er komið undir føroyskt
flagg (leiguskrásett), skal
skipið verða skrásett í før-
oysku skipaskránni undir
vanligum treytum sam-
stundis sum eigarnir lúka
treytirnar í § 7 (ognarviður-
skiftini).
– Verða hesar treytir ikki
loknar innan 2 ár, so fellur
rætturin til nevnda veiði-
loyvi burtur. Nevnda veiði-
loyvi, sum sipað verður til
er veiðiloyvi hjá „Prest-
land“, sum er heft at hesi
menningarætlan. Sostatt er
heldur einki nýtt svartkjaft-
aloyvi latið í hesi verkætlan,
sum formaðurin í Felagnum
Nótaskip“ og Dimmalætt-
ing hava so ilt av, sigur fisk-
imálaráðharrin at enda til
seinastu skrivingina, sum
verið hevur um hesi mál.
Serstaka byggiráðið fyri Reyn skipað
Ráðið, sum skal vegleiða íbúgvum og myndugleikum um, hvussu farast skal
fram í søguliga umhvørvinum úti á Reyni í Havn, hevur nú skipað seg
– Hóast svartkjaftastovn-
urin hevur verið í stórari
menning seinastu árini, so
eru tað bert einstøk skip í
nótaflotanum, sum hava
roynt henda møguleika,
sigur Jørgen Niclasen,
fiskimálaráðharri
issavnið undir við.
Fleiri byggimál hava
seinastu tíðina verið, har í-
búgvarnir hava verið mis-
nøgdir við mannagongdina
hjá Tórshavnar býráð, sum
ikki hevur fylgt byggisam-
tyktini, sum t. d. tá Sersjant-
ahúsini vórðu flutt út á
Skúlareyn, og nú Tórshavn-
ar býráð játtaði privatper-
sóni at byggja sethús á
neystagrundina úti í Bakka.
Hetta seinna málið varð
steðgað í landsstýrinum,
sum í slíkum føri skal jatta
kommunum at avhenda al-
mennar ognir. Fyrra málið
varð trumfað ígjøgnum, hó-
ast íbúgvarnir mótmæltu.
Nú ráðið er skipað. vænta
íbúgvarnir, at ivaspurningar
kunnu verða greiddir, áðr-
enn myndugleikarnir taka
avgerðir. Teir vænta eisini,
at hetta tryggar, at serstaka
byggisamtyktin
verður
fylgd.