mánadagur 5. mai 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 84 - 5. mai 2008
13
Norðurlandahúsið er ein
tvørsøgn. Ein av mongum í
heimastýrinum. Húsið er ein
listarmiðdepil í landinum,
men tað kemst fyrst og fremst
av, at tað almenna misrøkir
sínar mentanarligu skyldur,
sigur Carl Jóhan Jensen,
rithøvundur í dagsins
tíðargrein.
Sosialurin varpar hesa vikuna
ljós á Norðurlandahúsið, sum
verður 25 ár hósdagin, við
millum annað fýra
viðkomandi tíðargreinum
I.
Tað mundi vera ein heystardag
í nítjanhundrað og sjey og
hálvfjerðs, hugsi eg, at graml,
sum leingi hevði hoyrst, knapp
liga tók eitt skin av sannlíkind
um um seg, men hetta var gram
lið um, at ein norðurlendskur
mentunarmiðdepil (eins og
tann, ið hevði staðið við
Vatnsmýrina í Reykjavík síðani
seinast í trýssunum) nú skuldi
byggjast onkustaðni í óbygd
unum norðan fyri Havnina á
einum øki, ið rættsiktaðir
skattaborgarar illa dugdu at
staðseta í huganum, hvaðna
minni sóu minsta skil í.
Sum sagt, hetta var ein heyst
ardag og veðrið sum vera man á
gosi. Hvirlur baldraðu í luftini
við gólum, sum mintu um okk
urt yvirvaksið másaslag úr
fyrndini. Niðri á jørðini vóru
allar traðir grivnar á gos frá
Trapputrøðni niðan á Háls. Og
tað tilvitsliga landslagið tók seg
ikki mætari út, rátt og ruskut lá
tað og breiddi seg í heystlýsi
num. Tað geys kalt í samfelag
num. Broytingar (ið ikki kundu
ryggjast) gjørdu, at hin gamla
og góða kenslan av samfeldi í
vinnulívi, av góðum tokka mill
um stættir ridlaði. Valdið var á
gosi bæði heimastýris og himm
alsins vegna. Bløðini skulvu
(sum vóru tað greinarnar, ið
bóru tey) og Guð ikki í bestu
skørum heldur: framlig kvendi
(fleiri donsk) og illmuraðir
kventlar (við akademiskum
prógvum) løgdu ilt fyri bíbliu
fest virði og góðar siðvenjur.
Skjótt mundu bæði trol og
trúgv dragna. Uttan eftir spur
dist einki gott, nakrantíð
uttan danskir pengar.
Henda vindgosna dagin á
heysti í nítjanhundrað og sjey
og hálvfjerðs lá nú fyri at fara
seta eina hurð afturat upp á
gos. Í Listaskálanum (sum óum
hugsið fólk við lítlum penga
skili, høvdu fingið bygdan við
viðarlundsjaðaran í Gundadali)
var boðið til samkomu. Har
skuldi kunngerast, hvør ið
hevði vunnið onkra kapping um
at tekna henda umgramlaða
mentanardepilin í Føroyum og
høvi skuldi vera at síggja
vinnara og onnur innkomin
uppskot.
Umboð fyri bløðini vóru
sjálvandi á staðnum, hvat tá,
við penni og myndatóli, men
annars var tað ein úrvaldur
skari av tignarfólki, ið gjørdi
samankomuna, umboð fyri
danskt og føroyskt vald í heima
stýrinum, onkur útlendskur
gestur ímillum eisini.
Tey donsku (summarbrúnkan
ikki bliknað av teimum enn)
løgdu beinanvegin miðgólvið
undir seg í skálanum, fingu teir
fáu útlendingarnar í tal og stóðu
við sama hálvtóma vínglasinum
og ætlaðu um avrikini hjá arki
tektunum við tilvandum orðum
og tilvandari sjálvvissu. Føroy
ingarnir trunkaðust hinvegin úti
við ymsastaðni. Stóðu í króku
num og otaðust, ymiskt yptu,
ymiskt kveittu um øksl eftir
onkrum upp í gløsini aftur.
Millum føroyingarnar var ein
myrkleittur floksformaður við
politiskum ættarbregði úr
Kirkjubø. Hann sá eitt sindur
avpartaður út, men umboðaði
løgtingið í Norðurlandaráðnum
og tað var hann, segðist, sum í
síni tíð var komin við hugmynd
ini um Norðurlandahús í
Føroyum.
Ein fyrrverandi løgmaður
(hárið stóð sum eitt ývið regn
skýggj um høvdið á honum)
nipti í jakkaermina hjá floksfor
manninum og helt fyri: Nógvan
lort hevur tú fingið í lag!
Tey, sum hoyrdu, nikkaðu, og
tóku undir.
Ja, nógvan fanans lort!
II.
Men seks ár seinni í nítjan
hundrað og trý og fýrs var
Norðurlandahúsið fullgildigur
veruleiki (í minsta lagi í Havn)
og stóð klárt at lata upp uppi í
Sortudíki. Ikki tí føroyingar
yptu enn sum fyrr øksl at hesi
glasdubbaðu og flagkrýndu
fáfongdini, men sum ein gamal
sambandsmaður úr Kvívík
segði við danska sjónvarpið, tá
ið tað gjørdi eitt slank frá
upplatingarhaldinum í Havn
og kom norður at forvitnast
um, hvat føroyingar í knæbuks
um og gummiskóm hildu um
nútíðina og kulturin: Vilja onn
ur geva okkum eina sovorðna
høll fyri einki, so sigi eg ikki
neitakk!
Og harvið var tað.
Húsið var eitt umskifti og
hóast umskiftið fyri ein part var
illa kent (helst tí at farrin av
øðrum mentatevi enn donskum
fótasveitta kendist herskin í
summum nasum) og hóast onk
ur vildi súrgast um gras og fjas
í bløðunum, so fekst húsið, sum
sagt, ókeypis (ella tað billaðu
fólk sær inn). Og ókeypis
hevur nógv at siga í Føroyum.
Tað sum er ókeypis, ábyrgir
jú ongan.
Nú eru so fimm og tjúgu ár
liðin. Norðurlandahúsið er langt
síðani vorðin ein samgrógvin
partur av heimastýrinum. Mis
javnt hevur sjálvandi verið,
hvussu nógv skiftandi stjórar
hava lagt fyri hesa fjórðings
øldina og hvørjar áherðslur teir
hava havt í arbeiði sínum.
Gjøgnum árini hevur húsið
kortini bjóðað eina upp á seg
fjølbroytta skrá og borgað fyri
einum støðugum og neyðugum
innsigi av norðurlendskari
mentan. Húsið hevur harum
framt eisini skapt grundarlag
fyri ymsum føroyskum mentan
arframtaki, sum annars hevði
verið óhugsandi, tiltøkum, sum
heilt ella partvíst hava havt
íkomu sína uttanveggja, eitt nú
Jazzfestivalurin, sjónleikir,
konsertir, framsýningar,
ráðstevnur o.s.fr.
Men (og her má lesarin taka
út yvir, at eg týði til hetta
himmiríki fanans sum Luther
kallaði orðið: men), eitt gjald lá
við, eitt dýrt gjald. Ókeypis er
ikki altíð kostnaðarleyst, langt
burturífrá. Hvat gjald var tað
so meðni, ið føroyskt mentanar
lív mátti rinda fyri Norðurlanda
húsið? Íðan, tað gjaldið er
snøgt sagt politiskt tiltaksloysi.
Norðurlandahúsið var ongantíð
heimastýrinum ein eggjan til at
avrika nakað sjálvt, men í
staðin enn eitt høvi hjá myndug
leikunum at breiða upp á seg og
rópa hálvaloysnir, undanførslur
og ábyrgdarfirring upp á
mentanarpolitikk.
Tað er ein sannroynd, so
syndarlig sum hon er tvívend,
at jú meiri Norðurlandahúsið
hevur fingið á skaftið fyri tær
smáu tíggju milliónirnar, ið
húsið fær til rakstur um árið
(nógv størsti parturin norður
lendskir pengar), tí minni hevur
heimastýrið hildið seg havt fyri
neyðini at leggja av til listarligt
virksemi. Eitt gott dømi um tað
var, tá ið Listastevna Føroya
kom fyri fyri nøkrum árum
síðani. Tað var táverandi stjóri í
Norðurlandahúsinum, sum av
sínum eintingum fekk stevnuna
í lag og føroysk listafólk við í
fyrireikingararbeiðið frá byrjan.
Eftir ætlan skuldi mentamála
ráðið eiga sín part í listastevn
uni, eitt nú fastan lim í stýri
num o.s.fr. Í tjúguhundrað og
eitt læt ráðið við Hoyvíksvegin
góðar hundraðtúsund krónur av
teirri umleið hálvutriðju
millión, ið til samans varð løgd
í Listastevnu Føroya tað árið.
Síðani hoyrdist valla eitt kis
aftur úr Mentamálaráðnum
uttan knarrið í kjálkunum
viðhvørt, tá ið stjórar og
deildarleiðarar geispaðu.
Ómentanarpolitikkurin, sum
eyðkennir heimastýrið, men
sum Norðurlandahúsið sjálv
andi ikki kann lastast fyri,
hevur telvt stovnin í eina støðu,
sum í mongum er átøk teirri, ið
sjónvarpið (hetta sorgarbarnið)
hevur og helst fer at hava í
nógv ár afturat. Sjónvarp settu
ráðamenn í heimastýrinum á
stovn í tí treysti, at tað var bíligt
(ja, næstan ókeypis) at senda
tilfar, sum føroyskir hyggjarar
ikki bóru kostnaðin av. Í úti við
fimm og tjúgu ár hava danskir
hyggjarar og teirra hyggjara
gjald sostatt loyst heimastýrið
undan allari sjónmiðlaábyrgd.
Og ikki bert tað. Hetta lagið
hevur eisini staðfest heima
stýrið í teirri turkatrúgv, at
næstan alt annað, ið onkurs
vegna nertir við mentan, kann
fáast fyri einki, ja eigur at fáast
fyri einki. Hví skal heimastýrið
t.d. kosta orðabøkur, tá ið dansk
ar eru tøkar? Ella hví skal
heimastýrið lata týðingarstyrkir
til verk, sum góðir danskir
týðarar longu hava ella fara at
týða? Ella hví skal heimastýrið
fíggja gerð av føroyskum undir
vísingartilfari, tá ið gott (og
gamalt) danskt er við hondina?
III.
Norðurlandahúsið er ein tvør
søgn. Ein av mongum í heima
stýrinum. Húsið er ein listar
miðdepil í landinum, men tað
kemst, sum skilst, fyrst og
fremst av, at tað almenna (t.e.
heimastýrið) misrøkir sínar
mentanarligu skyldur (tak
Tjóðpallin t.d.). Og tað
almenna kann snikkaleyst (t.e.
við ongun politiskum váða) lata
mentanina liggja á láni nettupp
tí, at m.a. Norðurlandahúsið við
nærum alútlendskari fígging
hevur ráð at halda uppi einum
lágmarksúrvali av listarligum
tilboðum, sum ikki kosta ella ið
hvussu er ikki sýnast at kosta
borgaranum nevnivert í
krónum roknað. Hartil kemur,
at Norðurlandahúsið av somu
grundum lítla sum onga
kapping hevur á flestu
virkisøkjum sínum.
Samanumtikið kann tí sigast,
at tað ið at byrja við var ein
broyting til bata fyri listarlívið,
við árunum hevur fingið eina
vend til tað verra, til okkurt,
sum lítlan framdrátt hevur í sær
og sum bjóðar fá líkindi til
annað enn somu
mentanarpolitisku pattstøðu
næstu fimm og tjúgu árini.
Hetta er sjálvandi heilt út av
bókini. Ikki tær at siga, góði
lesari, skal føroysk listskapan
nakrantíð kunna taka seg upp í
hædd við tað, sum verður
avrikað aðrastaðni, mugu
nýggir leikir finnast, onnur ráð,
ið kunnu skapa henni øðrvísi og
sigurbærari kor í telvingini um
fólksins ans og áhuga.
So kanska er tíð upp á, at
onkur fær onkran lort í lag
aftur. Og tað ongantíð ov skjótt.
Spyrst so livst.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til dorit@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Um gras frá glasi til
fjas og hinvegin aftur
Næstu ferð:
Sosialurin varpar ljós á Norðurlandahúsið hesa vikuna við
viðkomandi tíðargreinum hvønn dag fram til føðingardagin.
Í morgin: Frits Johannesen - Norðurlandahúsið - ein torva
Tíðargreinin
tíðargreinin
Carl Jóhan Jensen, rithøvundur