mánadagur 5. mai 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 84 - 5. mai 2008
Samgongan hevur nú lagt
fram uppskot til fíggjarlóg
fyri 2008. Henda fíggjarlóg
er ørðvísi á fleiri mátar. Hon
er í veruleikanum bert gald
andi fyri ½ ár og tí kann
vera ringt at hóma eina
broytta kós í fíggjarpolitikk
inum og raðfestingunum.
Samstundis er hon er
fyrsta fíggjarlógin hjá eini
nýggjari samgongu.
Føroyar partur av altjóða
samfelagnum
Sum tað framgongur av
samgonguskjalinum, so
hevur henda samgongan
sett sær fyri, at Føroyar
skulu vera veruligur partur
av altjóða samfelagnum.
Gongdin í heiminum er, at
búskapurin í øllum londum
verður meira og meira
altjóðagjørdur, hetta merk
ir, at um vit vilja tað ella
ikki, so verða eisini vit í
Føroyum ávirkað av gongd
ini úti í heimi. Stóri prís
vøksturin á olju og órógvi
á heimsins fíggjarmarkn
aðum eru hendingar, ið alt
størri mun eisini ávirka
okkum og hesin ótrygg
leiki ger tað torført at spáa
um hvussu búskapargongd
in fer at vera komandi
árini.Vit hava eitt gott sam
felag við einum vælferðar
støðið ið, er nógv ment
seinasta valskeið. Ferðin á
búskapinum hevur verið
sera stór seinastu árini,
útlit eru ikki til somu ferð í
ár og næsta ár, hóast hetta
er ongin orsøk til at stúra.
Sambært búskaparmeting
landsbankans so verður
roknað við einum búskapar
vøkstri í 2008 á 4,7 % og
metir fíggjarmálaráðið
sama vøkstur. Ein vøkstur
á hesari stødd verður
vanliga roknað sum stórur,
hóast hann er minni enn
árini frammanundan.
Avbjóðingar og støðan í
vinnuni
Seinastu árini hava bæði
tilfongisvinnan og byggi
vinnan víst á, at teimum
væntar arbeiðsmegi. Tí
hevur samgongan lagt
uppskot fram, ið ferð at
gera tað lættari hjá vinnuni
at fáa útlendska arbeiðs
megi. Samstundis hevur
samgongan strongt á part
arnar á arbeiðsmarknaði
num um at fara undir sam
ráðingar um ein fastlønar
sáttmála innan
flakavinnuna.
Eydnast tað at fáa eina
fastlønarskipan, so er hetta
eitt stórt frambrot fyri
føroysku arbeiðarafjøldina.
Tí er tað mín vón, at partar
nir vísa neyðuga viljan og
fáa semju um eina skipan.
Um tað eydnast at fáa
meira skipað viðurskifti
fyri arbeiðsmegina á flaka
virkjunum og lættari at
gongd til útlendska arbeiðs
megi til vinnuna sum heild,
so kunnu hesi tiltøk vera
viðvirkandi til, at væntaði
stígurin í búskapinum ikki
verður so drúgvur, sum
nøkur vænta.
Framtíðarútlit
Hví hevur tað so stóran
týdning, eisini fyri Javnað
arflokkin, at varðveita
vøkstur í búskapinum. Tað
sum er avgerandi er, hvat
vilja vit nýta búskapar
vøksturin til, vilja vit nýta
hann til meira sjálvbjargni,
meira forbrúk hjá tí ein
staka ella meira vælferð.
Javnaðarflokkurin leggir
stórsta dentin á at varðveita
og útbyggja okkara væl
ferð, hetta er ein stór
avbjóðing tí vit vita øll, at
okkara vælferðarskipannir
vera settar alt meira undir
trýst, her heima eins og í
londunum rundanum
okkum. Tí er tað ein
spurningur, sum vit mugu
taka støðu til, hvussu vit
skipa okkara vælferðar
skipannir í framtíðini,
skulu tær vera fyri øll uttan
mun til inntøku ella skulu
vit leggja dent á meira
samhaldsfesti í hesum
skipanum.
Útreiðsluvøksturin hjá tí
almenna síðstu fýra árini
hevur verið stórur. Tað
áhugaverda er, hvat er nýtsl
an farin til, eg kann nevna
skattalætta, rentustuðul, út
bygging av vælferðartæn
astum og skúlaverkinum.
Skattalættan, ið skuldi
kosta 240 mió men vísti
seg at kosta nógv meira.
Rentustuðulin er ein
útreiðsla, ið land og komm
unur bera. Útreiðslurnar
hjá landinum til rentu
stuðul eru nærum tvífald
aðar frá 56 mió í 2004 til
101 mió í 2008. Orsøkirnar
eru hægri renta, fleiri útlán
og longri avdráttartíðir.
Hvørjar tænastur og
skipannir kunnu vit vera
fyriuttan
Viðvíkjandi skattalættanum
kann ein spyrja seg sjálvan,
um tað var rætt ella skeivt
at lata so stóran skatta
lætta. Tað er tó ógvuliga
sannlíkt, at skattalættin, í
hvussu so er tey fyrstu
árini, var viðvirkandi til
økta nýtslu og harvið økt
um inntøkum til landskass
an. Eri sjálv av tí áskoðan,
at hesin lætti seinnu árini
hevði minni positiva ávirk
an á búskapin. Umframt
tað at hann vendi sosialt
skeivt.
Viðvíkjandi rentustuðli
num kunnu vit eisini seta
spurningin, kundu vit verið
hann fyriuttan? Ongin ivi
er um, at rentustuðulin
hevur verið viðvirkandi til
høgu húsaprísirnar og til at
húsarhaldini í nógvum
førum hava longt síni lán
so tey gerast nógv seinni
skuldarfrí enn áður.
Tó kunnu vit ikki síggja
burtur frá, at rentustuðulin
í dag er trygdin fyri at
nógvar familjur kunnu
hava tak yvir høvdið. Hesa
fortreyt kann ein ikki
broyta men spurningurin
er, um vit ikki skulu
hyggja eftir, um tað eru
aðrar óhepnar fylgir av
skipanini, ið kunnu broyt
ast uttan at broyta verandi
fortreytir.
Viðvíkjandi vælferðar
tænastunum er spurning
urin: Vilja vit, ella kunnað
vit, sum eitt nýmótans
samfelag lata vera við
støðugt at útbyggja eldra
røkt, heilsuverk og aðrar
vælferðarskipannir.
Og er tað møguligt at
leggja seg eftir at gerast
eitt samfelag á einum høg
um vitannarstøði uttan
framhaldandi at menna
okkara skúlaverk. Hetta
eru viðkomandi og átroð
kandi spurningar, ið vit
mugu fyrihalda okkum til.
Endurskoða almenna
sektorin
Tá ið hetta er sagt, so er
tað samstundis greitt, at vit
framhaldandi ikki kunnu
hava líka stóran vøkstur í
nýtsluni sum vit hava havt
higartil. Tí mugu vit endur
skoða almennu skipaninar
og broyta tær skipannir, ið
ikki virka eftir ætlan.
At endurskoða almenna
sektorin tekur longri tíð
enn fíggjarárið 2008, vit
mugu síggja hesa endur
skoðan í einum longri per
spektivi, helst øll fýra ár
ini, ið henda samgongan
situr.
Sæð í hesum ljósið er
kanningin av Landssjúkra
húsinum, har útgreinað
verður kostnaður og útreið
slugongd, ein góð byrjan.
Men hon gevur lítla mein
ing, um vit bert hyggja at
Landsjúkrahúsinum. Hetta
eigur at vera ein byrjan, ið
kemur at umfata allan
almenna sektorin. Á henda
hátt kunnu vit fáa staðfest,
hvat ið raksturin av okkara
samfelag veruliga kostar,
og á hvørjum økjum vit
kunnu fáa meira fyri
minni.
Vøksturin í rakstrarút
reiðslunum frá 2007 til
2008 er á 7,4%, er ein
stórur vøkstur, og hóast
tað, siga øll seg fáa ov
lítið. Hesar útsagnir bera
boð um, at endurskoðan er
neyðug. Tamarhald má
fáast á rakstrarútreiðslu
num. Tí mugu allir stovnar
spyrja seg sjálvan, fáa vit
nokk burturúr tí játtan, vit
hava, ella kann meira fáast
burturúr. Eg eri vís í, at
nógva staðni kann meira
fáast fyri minni ella tað
sama. Tað krevur nýhugsan
og umhugsni innan al
menna sektorin.
Hetta er ein langtíðarav
bjóðing sum vit ikki bert
kenna í Føroyum, men eis
ini innan almenna sektorin
í londunum kring okkum.
Skjótari vit taka avbjóðing
ina upp á okkum, betur
vera vit før fyri at loysa
trupulleikan.
Samanumtøka
Henda fíggjarlógin ein
yvirgangsfíggjarlóg, rað
festingarnar hjá hesi sam
gonguni eru bert 23 mió,
restin er framskrivingar av
virksemi samtykt seinasta
valskeið.
Hóast uppraðfestingarnar
hjá samgonguni ikki eru
stórar í krónum og oyrum,
so fata tær í ein stóran mun
um tey økir, ið vit meta
sum nær tengd, um ikki
fortreyt fyri vælferðini.
Millum annað til barsilskip
anina, barnaískoyti til
stakar uppihaldarar, betran
av fyrtíðarpensjónini, ellis
og røktarheimspláss, Pisa
átøk, tiltøk til lesiveik,
eykaflokkar til námsfrøði
og læraraútbúgving.
Øll hesi tiltøk, vísa, at
sjálvt um henda fíggjar
lógin ikki av álvára hevur
fingramerkini hjá nýggju
samgonguni, so eru tó
nøkur peilimerkir at hóma,
ið so avgjørt vísa rætta
vegin.
Stórar avbjóðingar eru
fyri framman, vit eru á veg
inn í ein meira normalan
búskaparvøkstur. Kynstrið
er at varðveita og útbyggja
tað, ið hevur týdning at
varðveita og menna í ein
um nýmótans vælferðar
samfelag og at sleppa
okkum av við, ella broyta
skipanir, ið ikki tæna
vælferðini.
Figgjarlógin 2008
løgtingskvinna
Eyðgunn
SamuElSEn
Helena Dam á Neystabø
heldur meg reka
føroyskan partapolikk á
fólkatingi í samandi við
útlendingalógina. Tað er
skeivt
Tá uppskot um føroysk
viðurskifti eru á skránni á
fólkatingi, venda aðrir
fólkatingslimir sær altíð til
mín og spyrja hvat eg sigi
um tey. Og eg mæli
teimum altíð til at gera tað
sama: Nevniliga at taka
undir við tí, sum føroyskir
myndugleikar ynskja.
Áðrenn fólkatingið
síðsta týsdag viðgjørdi
uppskotið um broytingar í
útlendingalógini fyri
Føroyar, vóru eisini fleiri,
sum bóðu um kunning og
tilmæli frá mær.
Men tá var ikki so lætt at
geva greið tilmæli, tí
løgtingið hevði als ikki
viðgjørt uppskotið.
Hesum greiddi eg teim
um frá. Og tí mælti eg til
at málið varð beint í nevnd,
og at tað ikki verður tikið
fram aftur til 2. viðgerð
fyrr enn løgtingið hevur
avgreitt tað. Síðani skal
fólkatingið samtykkja júst
tað, sum løgtingið hevur
samykt.
Kann verða broytt
Eg haldi tað vera
umráðandi at fólkatingið
bíðar eftir løgtinginum í
hesum máli, tí tað er ikki
ósannlíkt, at løgtingið fer
at broyta uppskotið.
Áðrenn viðgerðina
týsdagin tosaði eg bæði við
føroysk vinnulívsfólk,
politikarar og embætisfólk,
og eg fekk ta púra greiðu
fatan, at tað er stór ónøgd
við ein part av tí uppskoti,
sum Helena Dam á
Neystabø hevur lagt fram.
Sambært uppskotinum
skal tann ætlaða smidliga
atgongdin hjá arbeiðsmegi
úr ES fara úr gildi, um
arbeiðsloysið í Føroyum er
meira enn 3,5% í meira
enn tríggjar mánaðir. Tað
er hetta, sum ónøgdin er
um – og tað er hetta sum
ger, at løgtingið kanska fer
at broyta uppskotið hjá
Helenu.
Tað gjørdi eg vart við
undir viðgerðini á fólka
tingi. Og tað kallaði
Helena í útvarpinum
fríggjakvøldið fyri at nýta
fólkatingsins røðarapall til
at “reka innanhýsis
partapolitikk í Føroyum”.
Hetta er púra misskilt.
Eg segði í talu míni soleið
is um orsøkina til, at eg
gjørdi vart við veikleikar
uppskotinum: “Når jeg
påviser svagheder ved
forslaget så er det fordi jeg
sagtens kan forestille mig,
at lagtinget kommer til at
ændre forslagets nuvær
ende form. Derfor kan
folketinget, ved at vedtage
dette lovforslag i sin
nuværende form, komme
til at gøre noget andet end
det, som lagtinget ønsker.”
Eg førdi altso ikki
”innanhýsis partapolitikk“
á fólkatingi. Eg vildi bert
tryggja, at fólkatingið
samtykkir tað, sum løg
tingið ynskir. Altso at
løgtingið fær sín vilja.
Ger trupulleikan minni
enn hann er
Við útvarpið segði Helena
eisini at arbeiðsloysið í
Føroyum er so lítið, at 3,5
% markið ikki verður ein
trupulleiki fyrr enn langt
úti í framtíðini ”um
yvirhøvur nakrantíð”.
Hetta haldi eg vera sera
bláoygt. At arbeiðsloysi er
so lítið sum nú er púra
óvanligt. Tað kann ógvu
liga skjótt fara uppum 3,5
%. So standa vit aftur við
somu skipan sum nú. Og er
tað nakar sum veit hvussu
vitleys verandi skipan er,
so er tað eg. Dagliga venda
fólk sær til mín um hjálp,
tí tey standa føst í skipan
ini, og hvørki vita út ella
inn. Nógv arbeiðspláss
missa veldugar upphæddir
orsaka av, at skipanin er so
tung.
Tí vóni eg, at løgtingið
broytir uppskotið hjá
Helenu, so markið uppá
3,5% antin verður hækkað
ella tikið burtur.
Men samtykkir løgtingið
uppskotið sum tað fyril
iggur, so fari eg sjálvandi
at atkvøða fyri tí á fólka
tingi. Og eg fari at mæla
øllum øðrum til at gera tað
sama.
Partur av landsstýrinum?
Annars kunngjørdi Finnur
Jensen, útvarpsmaður,
eisini í innslagnum
fríggjakvøldið, at ”Sjúrður
Skaale er partur av
landsstýrinum”.
Veit ikki hvar hann hevur
tað frá. Eg eri hvørki
partur av landsstýrinum
ella løgtinginum. Men tá
løgtingið biður um at fáa
eina danska lóg setta í gildi
fyri Føroyar, so taki eg
sjálvandi undir við tí á
fólkatingi. Eisini, tá eg ikki
eri heilt samdur við
løgtinginum.
Eg vil bara tryggja at løgtingið fær sín vilja
Sjúrður
SkaalE