Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-05, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. mai 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 84 - 5. mai 2008 Tøkk Hjartaliga takka vit tykkum, sum vístu okkum samkenslu og hjálptu okkum, tá ið góði pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Laurits Henning Abrahamsen Lamba (ættaður úr Mykinesi) andaðist og var jarðaður. Tøkk til tykkum á Vesturskin og B8 fyri stuðul og hjálpsemi. Tøkk til Meinhard Bjartalíð og Hera Joensen fyri góð og troystarrík orð. Tøkk til sangarar, berarar og kirkjutænarar. Tøkk fyri blómur og kransar, og stóra tøkk til tykkum, sum bakaðu og hjálptu til við ervinum. Hjartans tøkk til øll tykkum, sum fylgdu honum til hansara síðsta hvíldarstað. Hervør, Elsa og Edny Tøkk Vit takka hjartaliga fyri hjálpsemi og sýnda samkenslu, tá okkari elskaði maður, sonur, beiggi, mammu- og pápabeiggi og svágur Oliver Hansen andaðist og fór til gravar. Takk fyri forbønir, uppringingar, fjarrit, brøv og vitjanir. Takk fyri kransar, blómur og gávur. Takk til berarar, sangarar, spælarar og talarar. Takk til tykkum, ið hjálptu til í ervinum og øll, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Vegna tey avvarðandi Marita, Oddmar, Súsanna, Jóhan Hendrik, Jolina og Guðrið Tøkk Hjartaliga takka við øllum tykkum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu, hjálpsemi og stuðul, tá elskaði maður, pápi, abbi og svigarpápi okkara Torleif Sigurðsson doyði og varð jarðaður. Vit takka fyri blómur, kransar og heilsanir. Tøkk til tykkum, sum vitjaðu, tykkum mongu, sum hjálptu til við jarðarferðina og ervið, og til tykkum á sjúkrahúsinum. Ein serstøk tøkk til Jógvan Fríðriksson, biskup, Hanus Simonsen, prest, og Elisu Waag. Hjartans tøkk til øll tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Elsa Maria Sofía, Margretha og Erna við familjum Sunnudagin læt ein for­ vitnislig listaframsýning upp í Vága kunningarstovu. Tað eru næmingarnir sum hava gingið a myndlistamál­ araskeiði hjá Pól Skarðenni, undir Miðvágs Sandavágs kvøldskúla. Fyri teir flestu luttakarar­ nar er hetta annað árið, tey ganga á kvøldskúla. ”Tað er imponerandi at síggja, bæði tey stóru framstigini og tað høga støði tey eru á listarliga, sigur Pól Skarðenni um næm­ ingarnar sum sýna fram. Framsýningin er opin hesa vikuna, tá Kunninga­ stovan er opin, frá kl. 8.00 til kl. 16.00 til og við fríggja­ dagin 9. mai. Listaframsýning á Vága kunningarstovu nøvn Góða Elinborg! Mín elskaða systir og góða vinkona. Nú eru skjótt fýra mán­ aðir gingnir, síðan tú doyði, og eg sakni teg. Verðin er blivin minni, síð­ an tú so brádliga fórt frá okkum, kortini havi eg øll minnini um teg og tann varma og tað stórsinni, sum tú umgav okkum við. Sum barn og ung í Vest­ manna vart tú vøkur, stutt­ lig og dugdi altíð at finna uppá bæði í spæli og í ger­ andisdegnum. Tú fylti heim okkara við gleði, og tú varð elskað fyri títt dei­ liga sinni og tín humorist­ iska sans. Seinri fluttu vit til Dan­ markar, har tú bleivst útbúgvin fotografur. Eg minnist teg eisini fyri at hava nøkur góð og gevandi ár í Helsingør saman við manni tínum Debes. Sum tann einasta av okkum valdi tú at fara heim aftur til Føroyar, og fyrst í Fugla­ firði og seinri í Havn skapti tú eitt deiligt heim fyri Debes og tykkara børnum Mariu, Jóhannu og Hákuni. Men tú skapti eisini eisini eitt heim fyri okkum »donsku« bróður og systr­ um og seinri øllum okkara børnum. Har vit hava kunnað glett okkum til tær nógvu góðu summar­ og jólaferiur, sum vit hava hildið hjá tær og tíni fam­ ilju. Øll hesi minnir verða altíð ógloymandi og hava verið við til at gera okkara lív ríkari. Tín blíðskapur var óendaligur, og við glógvandi eygum oyðslaði tú av tínum smittandi látri og hjartavarma. Tú vísti okkara børnum allan tað ríkidømið og ta stórheit, sum Føroyar eiga. ­ Út at dyrgja og burtur í haga, upp á Borgina! Góða, tað var ein stór gáva, sum tey øll elska teg fyri. Títt sinni var so stórt, at tríggir synir hjá systkjum tínum valdu at búgva hjá tær eina tíð, og tú hevur við tíni umsorgan hjálpt teimum á veg í lívinum. Hjá teimum fert tú altíð at hava eitt stórt pláss í hjart­ anum. Eisini mamma okkara var vælkomin til tykkara varma og blíðskap, tá hon sum gomul vildi flyta aftur til Føroyar. Her búði hon hjá tykkum og fekk seks trygg ár, inntil hon doyði sum 90 ára gomul. Tey síðstu árini starvaðist tú sum heimahjálp í Havn, og eisini her kom tín per­ sónligheit í karakter. Sum ein gestur til tína jarðarferð segði: »Tá Elinborg kom inn, var tað, sum ein eingil kom á vitjan.« Góða – eg havi nógvar løtur, tá ið eg ynski, at tú vart her, um ikki annað so eina stund, at vera saman við tær í minnum. Eg eri har, sum Josva skrivar í kap. 10 vers 12: »Sól, statt still í Gibeon, og tú, máni, í Ajalonsdali.« Góða Elinborg! Eg vil siga tøkk. Tøkk fyri okkara barndóm og spæl saman. Tøkk fyri allan góðan látur saman. Tøkk fyri okkara ósemju og semju. Tøkk fyri vreiði og tøkk fyri gleði. Tøkk fyri blíðskap og stór­ sinn. Tøkk fyri humør og kreativitet. Tøkk fyri, at tú hevur elskað okkum, og tøkk fyri fyrigeving. Tøkk fyri at hava kent teg í 66 ár. Eg sendi tær kærastu heils­ anir til øll tíni, Debes, Mariu, Jóhannu og Hákun, og til øll tíni deiligu ommu­ børn, sum tú hevur givið nógv á teirra leið víðari í lívinum. Má Gud styrkja tey í sakninum og sorgini. Systir tín Elsa Elinborg Feilberg fødd í Vestmanna 1. august 1941 – deyð 8. januar 2008