Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-05, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. mai 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 [ Nr. 84 - 5. mai 2008 ] SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Tað má vera eitt mark fyri, hvussu tú úttalar teg eftir dyst Sveinur Tróndarson, FSF Aðalfundurin hjá ÍSF um tríggjar vikur verður tann seinasti hjá Heðini Mortensen. Nýggjur forseti skal veljast, og her hava Sølvi Reinert Hansen og Annsy Høghamar tikið við avbjóðingini at stilla upp Ítróttur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Longu á aðalfundinum fyri tveimum árum síðani boð­ aði Heðin Mortensen frá, at talan nú gjørdist um seinasta skeið hansara sum forseti fyri føroyskan ítrótt. Í heyst boðaði Sølvi Rein­ ert Hansen frá, at hann still­ ar upp til komandi forseta­ valið. Sjálvur segði Sølvi tá, at hann var fegin um, at hann í somikið góðari tíð kundi boða frá uppstilling sínari. Ikki minst tí hetta eisini gav øðrum møguleika at stilla upp. Hóast kampval í sjálvum sær kunnu gerast bæði skitin og keðilig, so meinti Sølvi við hesum, at tað tænti ítróttinum best, um fleiri valevni vóru, tí hetta skapti eitt høvi at kjak­ ast um føroysk ítróttaviður­ skifti. Avbjóðari av Eiði Og nú er so greitt, at Sølvi fær sín møguleika at kjak­ ast. Eina løtu ljóðaði, at Heð­ in Mortensen kanska ikki fór at taka seg aftur kortini, men í aðrar mátar hevur lítið verið at frætt um nakað kampval til forsetavalið. Freistin at stilla upp var úti á midnátt fríggjakvøldið, men tá var so enn eitt upp­ skot komið ÍSF­skrivstovuni í hendi. Við stuðuli frá Flogbólts, Svimji­, Fimleika­, Judo­, badminton, Borðtennis­ og Skjótisambandinum hevði Hondbóltssambandið skotið Annsy Høghamar upp sum valevni. Annsy er av Eiði, men best man hon vera kend úr Kyndli, har hon ígjøgnum nógv ár hevur røkt álitis­ sessir í felagnum. Hartil var hon eisini partur av fyrstu oyggjaleikanevndini, sum fyrireikaði ferðina til Man í 1985, umframt at hon eisini hevur verið nevndarlimur í Tórshavnar Ítróttarráð. Og tó at møguleikin stakk seg heldur brádliga upp, so ivaðist hon ikki, tá hesin beyðst. ­ Tað er ikki hvønn dag, at ein slíkur møguleiki kem­ ur. Og eg føli hetta sum eitt veldugt heraklapp fyri tað arbeiði, sum eg havi gjørt gjøgnum árini. Samstundis helt eg at hetta ljóðaði sum ein ótrúliga spennandi av­ bjóðing, so eg skuldi ikki nýta so nógva umhugsunar­ tíð, áðrenn eg segði ja, sigur Annsy. Vil røkka feløgunum Enn vil hon ikki seta orð á, hví feløgini júst skulu velja hana, tá aðalfundurin verður á skránni, men nakrar tank­ ar hevur hon kortini gjørt sær. ­ Nú er hetta framveigs nýtt fyri meg, so eg fari ikki at postulera nakað her og nú. Men eg haldi tað fyrst og fremst vera sera týdn­ ingarmikið, at ÍSF røkkur út til feløgini. Sersambond­ ini koyra sum so rættiliga væl fyri tað mesta, og tí haldi eg, at ÍSF í mest møgu­ ligan mun eigur at røkka út at stuðla feløgunum, sigur hon. ­ Men tað er jú ikki vist, at eg verði vald. Tað er ein støða, sum verður greidd á aðalfundinum, og eg eri samd við Sølva í, at eitt kjak um ítróttin sum heild er sunt. Eg skal avgjørt ikki siga nakað ilt um Heðin Mortensen. Men tá ein for­ seti hevur sitið somikið leingi, er ofta upplagt at venda summum viðurskift­ um. Og so er bara spurn­ ingurin, hvussu hetta verður gjørt. Sjálv ivist eg so ikki í, at bæði Sølvi og eg vilja føroyskum ítrótti tað allar­ besta, og tí eigur eitt slíkt kjak bara at vera mennandi, sigur Annsy. Annsy stillar upp til forsetavalið Onkur hevur kanska hug at rópa hana Mrs. Kyndil. Við hópatals árum í álitissessum hevur hennara partur ikki ligið eftir hjá grøna hondbóltsfelagnum. Nú hevur Annsy Høghamar tikið av tilboðnum um at stilla upp til ÍSF-forsetavalið Mynd: Álvur Haraldsen