mánadagur 5. mai 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 84 - 5. mai 2008 ]
Sagt í 3. hálvleiki
Ein partur av triðja hálvleiki á Rás2 eru
SMS-boð frá lurtarunum. Í tann mun
at tíðin røkkur, verða hesi boð lisin upp
í sendingini. Og bestu SMS’ini verða
eisini prentað í mánadagsútgávuni av
Sosialinum.
»Nýggjur heilivágur móti svøvnloysi. Bryggjaður í
Gundadali. Navn: B36«
»KÍ var fleiri klassar betur enn Bgyppe60 í dag«
»Eru TB’arar so vánaligir taparar, at teir ikki vilja
úttala seg :-)«
»KÍ manglaði Ova Nysted at skjóta fríspørkini í dag.
Hevði Ove verið við, so høvdu vit vunnið«
»Jens Erik Rasmussen er sum vín. Hann verður betri
við aldrinum«
»Ikki ein góður dystur hjá B36, men vit koma sterkt
aftur. Annars til tykkum, sum havast at dómaranum,
skal eg siga, at teir gera sítt besta. SETIÐ TYKKUM
INN Í FÓTBÓLTSREGLURNAR, ÁÐRENN TIT
BROKKA TYKKUM!«
»Soleiðis gongur tað, tá mann undirmetir Skála
haha:-) go go Skála«
»Óluksáligt at er steðgur nú í 2 vikur fyri ÍF, tað
koyrir bara«
»B68 skuldi vunnið dystin. KÍ løgdu seg heilt inn til
málmannin at verja«
»...Bara ergurligt at liðið dettur aftur á 16-meturin,
tá vit koma framum! B36-dysturin skal vinnast!«
»Kanska er tað ein grund til, at B36 spældi so illa...
Skála forðaði teimum. Veldugt Skála«
»Øll sunnara helvt má koma á Tvøroyri ónskvøldið
at stuðla ogra liði. Tað verður ein sera sera strævin
dystur«
»Gott kempa ÍF :) tit eru bara super:)«
»ÍF vóru undirmettir av øllum, men nú hava tit víst
øllum, hvat tit duga til«
»ÍF er best spælandi liðið í løtuni..., gott kempað ÍF«
»Gott kempa B68!! Men tit kunnu nógv meira enn
hatta :-) Jóan Símun, tillukku við tí fyrsta málinum.
Næstu ferð verða tað fleiri mál. KOYR á B68 :-D«
»ÍF vóru super í dag, og sjeikaligast!«
»Verri enn at síggja smápiltarnar hjá B36, fúl
skomm«
»B36 tímdu ikki at spæla fótbólt í dag. Eingin geistur.
Skála hevði fingið stig, sjálvt um teir ikki møttu upp«
Lyngby nærkast niðurflytingini
Eftir at Lyngby í gjár tapti í superliguni, er liðið komið nærri niðurflytingini
úr superliguni, og hósdagin kann niðurflytingin verða endaliga staðfest.
Christian Lamhauge Holst var ikki við í dystinum ímóti FC Midtjyllandi í
gjár, men hinvegin byrjaði Tem Hansen á miðvøllinum. Hann var útskiftur í
seinna hálvleiki. Dysturin endaði við 2-1 sigri til Lyngby.
Keane ella Hughes í United
Danski málmaðurin Peter Schmeichel, sum í 9 ár var málmaður í
Manchester United, heldur, at serliga tveir venjarar høvdu kunnað
loyst Alex Ferguson av í Manchester United, tá ið hann gevst.
Schmeichel heldur, at fyrrverandi spælararnir í United, Mark
Hughes ella Roy Keane høvdu klárað at loyst Ferguson av.
Ferguson hevur verið venjari hjá United síðani 1986.
Kappingarnevndin
hjá FSF fer at viðgera,
um viðmerkingarnar
hjá Bartali Eliasen
eftir dystin hjá ÍF í
Runavík mikukvøldið
skulu fáa avleiðingar
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað skal fáa avleiðingar, tá
spælarar ella venjarar sýna
ein atburð, sum fer út um
mark.
Tað tykist vera greiða
støðan hjá Kappingarnevnd-
ini hjá Fótbótlssambandin-
um.
Sonevnd disciplinær-leik-
bann hava ikki verið vanlig
í Føroyum, men í ávísum
førum hevur hetta verið
frammi. Eitt nú fekk Sig-
fríður Clementsen leikbann
fyri tveimum árum síðani,
tá táverandi B36-venjarin
endaði orðadrátti við dóm-
ara eftir dyst. Ta ferðina
hevði dómarin annars ikki
viðmerkt hetta í síni frá-
greiðing um dystin, men
leikbannið
varð
kortini
givið av FSF.
Mest merkisvert ta ferð-
ina var tó, at ógvuslig úttal-
ilsi frá øðrum venjara fáar
vikur seinni einki eftirspæl
fingu.
Persónligt mark
Eftir tapið hjá ÍF í Runavík
mikukvøldið, er spurning-
urin tó aftur vorðin aktu-
ellur. Fuglfirðingar vóru alt
annað enn nøgdir um dóm-
araavrikið hjá Rúna Høj-
gaard í dystinum miku-
kvøldið. Somikið stór var
ónøgdir, at felagið sendi
inn kæru um hetta, og tá
Bartal Eliasen eftir dystin
gjørdi sínar viðmerkingar
til Útvarpið, var hetta við
alt annað enn penum orð-
um. Orð, sum eisini fingu
varaforsetan í FSF, Niklas á
Líðarenda, at siga sína hugs-
an á Rás2 fríggjadagin.
Og tað er ikki bara Niklas
á Líðarenda, sum hevur
fingið nokk. Sveinur Trónd-
arson, formaður í Kapping-
arnevndini, er ógvuliga var-
in, tá vit seta honum spurn-
ingin, um FSF við støði í
ítøkiliga málinum fer at
seta discipliner-revsing á
dagsskrá aftur, men hann
váttar, at spurningurin verð-
ur tikin upp.
- Í hesum konkreta førin-
um kann eg siga, at vit taka
málið upp. Vit hava biðið
ÍF um frágreiðing til tað,
sum sagt varð, og síðani
fara vit at viðgera hetta á
fundi, sigur Sveinur Trónd-
arson.
- Hvør niðurstøðan verð-
ur, dugi eg sjálvandi ikki at
siga her og nú. Men eg
haldi, at tað má vera eitt
mark fyri, hvussu tú úttalar
teg eftir dyst. Sjálvandi
skulu venjarar og spælarar
hava loyvi at siga sína hugs-
an. Eisini um dómaraavrikið.
Men tá hetta gevur úrslit í
mest sum persónligari nið-
urgerð av dómara ella
øðrum ábyrgdarfólki, eru
vit farin ov langt, sigur
Sveinur Tróndarson.
Og formaðurin í Kapping-
arnevndini leggur dent á, at
hann fegin sær ein greiða
linju í politikkinum hjá FSF
í so máta.
- Vit mugu ikki enda í
eini støðu, har nakrir per-
sónar verða revsaðir, meðan
aðrir sleppa lættari avstað.
Ein linja má leggjast, og so
er tað okkara uppgáva at
arbeiða kontinuerligt eftir
hesari, sigur hann.
Heimild at revsa
Um so er, at Kappingar-
nevndin tekur støðu til, at
leikbann eigur at gevast,
hevur nevndin fulla heimild
til hetta. Kappingarreglurnar
áseta, at fyri óhøviskan
atburð kann nevndin geva
leikbann upp til tríggjar
dystir.
Verður ramman nýtt fult
út, kann hetta kærast til
Aganevndina. Men velur
nevndin hinvegin, at leik-
bann skal gevast í ein ella
tveir dystir, verður hetta
roknað sum endalig avgerð.
Reglurnar áseta nevnliga,
at tað bert er við leikbanni,
sum fevnir um í minsta lagi
tríggjar dystir, at mál kunnu
kærast víðari til Aganevnd-
ina.
ÍF fekk einki burtur
úr síni kæru um
dómaraavrikið í
dystinum millum
NSÍ og ÍF
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Umframt eitt tap fingu fugl-
firðingar eisini tvey reyð
kort við sær, tá teir vitjaðu í
Runavík mikukvøldið.
Ónøgdin um dómaraav-
rikið var somikið stór, at
fuglfirðingar valdu at kæra
hetta til FSF. ÍF vísti í hes-
um sambandi á, at tey als
ikki mettu talan vera um
brotsspark tær báðar ferð-
irnar, sum dómarin gav NSÍ
møguleikan úr 11 metrum,
og hartil vildu tey í ÍF vera
við, at talan var um tjúkka
rangstøðu, tá Óli Hansen
skoraði sigursmálið í dyst-
inum.
Kravið var í fyrsta umfari,
at FSF ásetti nýggjan dyst,
og í øðrum lagi, at leikbann-
ini hjá Alexander Jovevic
og Balazs Sinko vórðu
strikað.
Dómarans meting
Tá talan var um kæru um
leikbann, boðaði Kappingar-
nevndin hjá FSF alt fyri eitt
frá, at málið skuldi viðger-
ast, áðrenn komandi um-
farið.
Tí hevði nevndin fund
leygardagin,
men
hetta
hjálpti nú ikki ÍF tað stóra.
Ein ófrávíkilig regla innan
ítróttarheimin er, at dómar-
ans meting kann ikki broyt-
ast, og hetta vísti Kappingar-
nevndin eisini á í sínum
svari til ÍF.
»Dómarin og hjálpardóm-
ararnir í nevnda dysti lúka
tær treytir, sum eru kravdar
fyri at døma í Formuladeild-
ini. Í einum fótbóltsdysti er
tað dómarin, sum saman
við
hjálpardómarunum
dømir dystin, og er tað met-
ing dómarans sum ger av,
hvussu dømt verður. Vís-
andi til grein-5 í Fótbólts-
lógini eru avgerðir dómar-
ans endaligar«, sigur Kapp-
ingarnevndin millum annað
í sínum úrskurði í málin-
um.
Bartal kann fáa leikbann
Dómarans meting stendur við
Bartal Eliasen var stóra hetjan í Fuglafirði sunnudagin. Men
tað er ikki óhugsandi, at hann verður leikbannaður, tá ÍF
komandi vikuskifti spælir útidyst móti EB/Streymi
Savnsmynd: Álvur Haraldsen