Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-05, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. mai 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 84 - 5. mai 2008 ] Vit reisast aftur Johan Ellingsgaard fekk møguleikan frá byrjan í gjár. Unglingin var, júst sum hinir á framrættaðu plássunum hjá B36, tannleysur í stórum løt­ um av dystinum, men hann var bjarturskygdur eftir dystarlok. ­ Tað ræður sjálvsagt um at taka av møguleik­ anum. Eg hevði vónað at skoti mál, men so­ leiðis var ikki. Eingin tók ábyrgd hjá tykkum í dag móti liðnum, sum er aftast í Formuladeildini. Er tað øðrvísi, tá tit ikki spæla móti toppliðunum? ­ Vit spældu ikki væl í dag. B36 fer altíð á vøllin fyri at vinna, líka­ mikið hvat mótstøðu­ liðið er. Í dag var talan um ein off­day. Tað er kanska eisini umráð­ andi, at vit royndu hetta. Nú burdu vit vita, hvat tað krevur at vinna ein fótbóltsdyst – um tað so er móti HB ella Skála. Vit reisast aftur til næsta dyst, sigur Johan Ellingsgaard. John trívist í Gundadali Sum framherji hevði John Petersen veruliga viðgongd í sínum árum í Gundadali og hvíta búnanum hjá B36. Í fjør vendi fyrrverandi lands­ liðsleikarin aftur til barndómsfelagið og venjarasessin á Skála, men framvegis tykist hann trívast í Gundadali. Tríggjar ferðir hevur hann staðið við stýris­ vølin hjá Skála á úti­ vølli móti B36 í For­ muladeildini, og tríggj­ ar ferðir eru dysturin endaður við javnleiki. Árstalsfelagið vann á teimum á skálarfjørð­ inum í steypakappingini í ár, men í landskapp­ ingini hevur John Pet­ ersen ikki verið blíður við fyrrverandi felag sítt. Tveir reisur endaði tað við 1­1 í fjør, og í gjár var talan um null­ loysn, tá liðini hittust. Langt síðan hevur avrikið hjá B36 verið so ússaligt sum í Gundadali í gjár. Skála stríddist og vardu væl, og fingu eitt sera óvæntað stig í høvuðsstaðnum. John Petersen var nær við at tryggja gestunum øll stigini seinastu løtuna Fótbóltur Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Lítið umhugsnir. Tápulig mistøk. Als ikki ágrýtnir. Ómotiveraðir. Hetta var tað, sum eyðkendi B36 í Gundadali í gjár, tá hvítu havnarmenninir stóðu fyri ússaligasta avrikinum í langa tíð. Gestirnir av Skála vóru komnir í høvuðsstaðin at verja eina stigi, og hóast árstalsfelagið var á bóltinum so at siga allatíðina, so høvdu teir ikki ein einasta veruliga málmøguleika í samfullar 90 minuttir. Tey flestu høvdu væntað, at úrslitini fóru at sveiggja nógv hjá B36 í hesum kappingarárinum. Tað var tó ein óbrúkilig umbering fyri avrikið eftir dystarlok í gjár. Skaptu lítið Heðin Askham var noyddur at gera broytingar í byrj­ unaruppstillingini. Magnus Olsen legðist sjúkur um vikuskiftið, og røkti Odmar Færø tí plássið sum vongverji í høgru. Johan Ellingsgaard og Patrick Sunday vóru eisini millum teir fyrstu ellivu, men júst sum restin á liðnum, so høvdu teir lítið at bjóða. Gestirnir av Skála lótu B36 hava bóltin, og tað riggaði fyri so vítt. Heimaliðið fekk ongantíð ferð á spælið, og serliga í nærdystunum vóru teir lítið ágrýtnir. Einki skal takast frá gestunum, sum stríddust væl. Fleiri í B36­húsinum stóðu spyrjandi í steðginum viðvíkjandi framherjunum á liðnum. Karoly Potemkin hevur misnýtt fleiri upp­ lagdar møguleikar í hesum kappingarárinum, og Pat­ rick Sunday hevur – hóast eitt skotið mál – ikki verið serliga eyðsýndur. Har aftrat tykjast framrættaðu Bergur Midjord og Hanus Thorleifsson ikki veruliga at vera komnir fyri seg. Sunday stóð fyri bestu atsóknini hjá B36, tá hann var fyrstur á returbólti, men Predrag Markovic vardi meistarliga. Meira sást ikki meira til nigerianska framherjan. Skála nær við Í eini roynd at fáa meira ferð og hugflog á fram­ rættaða spælið, broytti Heðin Askham uppstilling­ ina til 4­4­2. Skjótt var ungi Róaldur Jacobsen eisini innskiftur, men tað segði tað sama. B36 var á bóltin­ um allatíðina, men teir høvdu ongan upplagdan møguleika. Tamás Nagy royndi ofta sjálvur, men vælleikandi verjuparturin hjá Skála fekk vart fyri atsóknunum. Júst so friða­ ligir sum fjepparafelagið hjá árstalsfelagnum, White Tigers, var á áskoðarapláss­ inum, júst so friðaligir vóru leikararnir á vøllinum. John Petersen, venjari hjá Skála, setti seg sjálvan á vøllin, tá tíggju minuttir restaðu av dystinum. Fyrr­ verandi landsliðsleikarin, sum hevur skotið eina rúgvu av málum fyri B36, var eisini sera nær við at senda sítt fyrrverandi felag heilt út í myrkrið. Pætur Dam Jacobsen royndi seg við langum skoti, sum Meinhardt Joensen á ein ella annan hátt ikki megnaði at halda fast í. Petersen var fyrstur á, men klaksvíking­ urin vardi sera væl. Annan dystin upp í slag fór B36 av vøllinum uttan at hava skotið mál. Talan var um ússaligt avrik hjá árstalsfelagnum, men tað eru tílíkir dystir sum skulu vinnast, um tú ætlar tær í stríðið um heiðursmerkini. B36 hevur higartil bara spælt í Gundadali í lands­ kappingini, men komandi vikurnar skulu teir veruliga standa sína roynd. Fyrst bíðar HB í seinnu hálv­ finaluni í kappingini um løgmanssteypið. Skála fekk eitt sera óvæntað stig, men liðið av skálarfjørðinum er framvegis botnproppur í Formuladeildini. B36-Skála 0-0 Ússaligt Conteh hjálpir Toda Eftir at Fremad Amager hevði tapt 3­0 á heimavølli í gjár, kom tað væl við hjá Toda Jónsson og føroysku spælararnar í felagnum at frætta, at Brønshøj, sum er felagið, sum kann hótta Fremad Amager, tapti 2­1 í Slagelse. Hjá Slagelse var tað fyrrverandi KÍ álopsspælarin Denni Conteh, sum var stóri maðurin. Brønshøj legði seg á odda í 3. minutti, men seinnapartin av 2. hálvleiki skoraði Slagelse tvær ferðir. Í báðum førum var Denni Conteh málskjútti. Sigursmálið skoraði hann í síðsta minutti. Eingin beinleiðis uppflyting Møguleikin hjá Toda Jónsson og hinum í Fremad Amager at tryggja sær beinleiðis uppflyting í næstbestu deildina er eftir dagsins heimadyst ikki stórur. Í gjár hevði Fremad Amager vitjan av FC Roskilde, sum er oddalið í 2. deild eystur. Roskilde vann 3­0, sum eisini var støðan í hálvleikinum. Fyri Fremad Amager kom tað væl við, at Brønshøj, sum er á triðja plássi, tapti 2­1 í Slagelse. Tað ber við sær, at tað framvegis eru seks stig frá Fremad Amager á 2. plássi og aftur til Brønshøj. Skála B36 Passivitetur eyðmerkti fyri tað nógva avrikið hjá heimaliðnum í Gundadali. Her fer Pætur Dam Jacobsen millum tríggjar B36’arar við bóltinum Mynd: Álvur Haraldsen