Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-05, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. mai 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 84 - 5. mai 2008 ] Síggja ljóst upp á tað B68 venjarin, Bill Jacobsen, iðraði seg um, at tað ikki eydnaðist at fáa fulla úrtøku, men hann segði seg síggja ljóst upp á gongdina soleiðis, sum hon hevur er hjá uppflytarunum á Toftum: - Tað gongur rætta vegin. Nú hava vit spælt tríggjar ferðir á rað uttan at tapa, og nú hava vit skorað mál í tveimum dystum á rað. Nú verður steðgur í tvær vikur, og tað kemur væl við hjá okkum, tí fleiri spælarar eru skaddir. Skaðastøðan hevur givið ungum monnum møguleikan, og tað hevur eitt nú verið hugaligt at sæð, hvussu stinnir vongverjin í høgru, Niklas Joensen, og blaðungi málskjúttin í dag, Jóan Símun Edmundsson, hava staðið seg. Tá ið B68 um tvær vikur skal vitja á Sandi, verður tað vónað, at Kristian Anton Andreasen og Jacob Bymar vera tøkir aftur og eisini Jóhan Petur Poulsen, sum breyt beinið, tá ið toftamenn fyrr í vár vóru á Sandi og spældu steypadyst. Bæði toftamenn og klaksvíkingar iðraðu seg um, at teir ikki høvdu vunnið øll stigini, tí báðir partar høvdu misnýtt upplagdar møguleikar Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tað plagar at vera hips um haps, tá ið B68 hevur vitjan av KÍ. Síðani toftamenn trinu fínasta føroyska fótbóltspallin í 1981, hava teir reyðu og bláu dystast 27 ferðir í landskapping- ardystum á Svangaskarði. Toftamenn hava vunnið tíggju ferðir, klaksvíkingar hava vunnið níggju ferðir, og javnleikurin í gjár var tann áttandi. Hetta var fjórða ferðin, at liðini eru farin av vøllinum við 1-1 úrsliti. Bæði liðini hava í stríð- num fyri at sleppa burtur úr botnstríðnum brúk fyri stigum, og báðir partar høvdu hesa ferð møguleikar at avgera. - Vit áttu at avgjørt í 1. hálvleiki, tá ið vit høvdu gott tak á tí. Kenslan var góð í steðginum, tí avrikið hevði verið á góðari leið, og vit vóru vísir í, at málini fóru at koma, um vit hildu fram, sum vit høvdu gjørt, segði KÍ venjarin Eyðun Klakstein eftir lokið stríð. Rodrigo, sum var fremsti KÍ maðurin og væl upplagdur fyrsta tíman, var púra leysur miðskeiðis í 1. hálvleiki, men Vlada Filipovic vardi væl fyri, og tá ið Rodrigo hevði sneitt seg til baklinjuna í vinstru og legði út frá baklinjuni, sendi Harley Bertholdsen úr góðari støðu bóltin upp um málið. Eisini eftir steðgin var viljin góður hjá báðum pørtum, men alt ov ofta vóru sendingarnar óneyvar, og tað bar við sær, at spentar støður stóðust av, tá ið bólturin varð mistur í roynd at mynda álop. B68 kendist grammari, og ikki minst Ndende og Badara vóru sjónskir á miðvøllinum. Men tað var KÍ, sum legði seg á odda, og aftur hesa ferð skoraðu klaksvíkingar eftir deyð- bóltsstøðu. Símun Joensen sendi fríspark úr vinstru og í brotsteigin, Rodrigo var hægstur og stýrdi við høvdinum bóltin eitt sindur til vinstru, har Heðin á Lakjuni var fremstur og sendi bóltin í málið. Men KÍ megnaði ikki at varðveita leiðsluna. Eftir B68 álop var roydin at skjóta burtur stórkiksað. Badara fekk bóltin í høgru, Keita snittaði innleggið víðari til handara stólpan, har 16 ára gamli og evnaríki Jóan Símun Edmundsson, sum var byrjaður á mið- vøllinum í høgru og seinni var í álopinum, við høvdi- num og umvegis tvørtræið stýrdi bóltin í málið. So var javnt, og síðstu løtuna tevjaði heimaliðið møguleikan at vinna: - Vit høvdu fleiri møgu- leikar at skjóta sigursmálið, men tíverri tóku vit ikki av, staðfesti B68 venjarin, Bill Jacobsen, sum tá ið hann sá aftur á avrikið, helt, at eitt stig í part alt í alt mundi vera á góðari leið. Møguleikarnir, sum B68 venjarin sipaði til, vóru, tá ið fyrst Badara og síðani Keita og Jóan Símun Edmundsson vóru púra leysir í KÍ brotsteiginum. Men Jákup Mikkelsen var stinnur í málinum, og skotroyndirnar hjá heima- monnunum vóru ikki altíð so neyvar. Og í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, bjargaði verjuspælari á strikuni, tá ið Keita hevði roynt seg við stútara. B68-KÍ 1-1 (0-0): Teir kendu ikki sína vitjunartíð Jákup skaddur Síðstu løtuna var tað Jákup Mikkelsen, sum syrgdi fyri, at klaksvíkingarnir høvdu eitt stig við sær norður aftur. Landsliðsmálverjin vann fleiri ferðir tvídystirnar, tá ið toftamenn vóru einsamallir frammanfyri honum. Í síðstu løtu varð Jákup skaddur í lærkrikanum. Í Klaksvík vóna teir, at málverjin verður tøkur, tá ið KÍ annan sunnudag skal í Gundadal at spæla ímóti B36, sum Jákup royndist so væl hjá tey árini, hann var suðuri í Havn. - Steðgurin kemur væl við. Rodrigo fór av vøllinum smáskaddur, og Ove Nysted var ikki við í dag, tí hann er skaddur, staðfesti KÍ venjarin Eyðun Klakstein. - Tað gongur rætta vegin. Nú hava vit spælt tríggjar ferðir á rað uttan at tapa. Fimm stig í trimum dystum er ikki so galið. Vit hava funnið fram til eina uppstilling, sum vit arbeiða við, og tað kennist sum um, at tað gongur rætta vegin, staðfesti KÍ venjarin. Blackpool fekk javnleik Claus Bech Jørgensen spældi við allar 90 minuttirnar, tá ið Blackpool hevði vitjan av Watford í næstbestu ensku fótbóltsdeildini í gjár. Blackpool legði seg á odda longu eftir tveir minuttir, men í seinna hálvleiki javnaði Watford til úrslitið 1-1. Hetta var seinasti dysturin í hesum kapp- ingarárinum, og Blackpool endaði sum nummar 19 av 24 liðum í deildini og heldur fram í Championship næsta kappingarár. Beckham skoraði tvey Amerikanska fótbóltsfelagið LA Galaxy var aftanfyri 2-0 ímóti Real Salt Lake um vikuskiftið, og tá er gott at hava ein David Beckham á liðnum. Beckham skoraði tvey mál við langskoti, og tað var nóg mikið til at tryggja LA Galaxy javnleik í dystinum. - Hugburðurin hjá Beckham gjørdi stóran mun, segði álopsspælarin hjá Galaxy, Landon Donovan, eftir dystin. Kristoffur Jakobsen og liðfelagarnir úr KÍ iðraðu seg um, at teir ikki punkteraðu dystin fyri steðgin, tá teir høvdu sínar møguleikar Savnsmynd/Álvur