mánadagur 5. mai 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 84 - 5. mai 2008 ]
Tvey met til Bjørk
Fimm heiðursmerki komu burturúr, tá føroyskir íðkar
ar um vikuskiftið tóku lut í Tårnby Games
Bjørk Herup Olsen setti føroyskt met leygardagin,
tá hon rann 800 m uppá 2.22,34 min og fekk silvur.
Gamla metið á teininum, 2.24,90 min, setti Rebekka
Fuglø í fjør.
Sunnudagin setti Bjørk so nýtt føroyskt met á 3.000
m við tíðini 10.24,28 miní eini kapping, sum hon
vann. Gamla metið, 10.48,95 min, setti Bjørk sjálv í
somu kapping í fjør.
Rúni Seloy fekk sera góða tíð á 800 m og 1500 m,
avíkavíst 2.08,38 min og 4.34,25 min. Hesi avrik
rukku til gull og bronsu. Johannes Kristensen fekk
bronsu á 80m forðarenning.
-www.athletics.com
Bjørk Herup Olsen setti tvey føroysk met, og á 3.000 metra
teininum rann hon seg til gull um vikuskiftið. Eisini Rúni
Seloy vann gullmerki í Tårnby
Guttorm vann
hálvt marathon
29 menn og seks kvinnur tóku lut, tá Bragdið leygar
dagin skipaði fyri kapping á hálvum marathonteini.
Favoritturin hjá monnunum, Guttorm Sørensen,
legði seg á odda beinanvegin, og rann á mál sum trygg
ur vinnari við tíðini 1 tíma 14 minuttum. og 40 sekund
um.
Næstur á mál varð Andrias Hansen við tíðini 1.16,53,
og honum á baki kom Henry Olsen, í harðari kapping
við Eirik Hansen, sum eftir ein góðan innsats mátti
lúta fyri rutinuni hjá Henry. Teir runnu teinin uppá
ávíkavist 1.20,03 og 1.20,13.
Kappingina um fyrsta plássið hjá kvinnunum, stóð
millum Árnu Helmsdal og Fridu Poulsen, Árna vísti
seg at verða tann skjótara, og kom hon á mál 1 minutt
og 12 sekund áðrenn Frida. Tíðirnar vóru 1.48,27 og
1.49,39. Karin Kirke kom á mál sum nummar trý við
tíðini 1.55,42.
Kappingina hjá veteranum vann Borgar Biskupstø
úr Treysti við tíðini 1.21,15, frammanfyri Absalon
Hansen. Triður á mál varð Hákun Djurhuus. Majbritt
Vestergaard vann hjá kvinnunum.
Super veteranurin Óli Olsen livir framvegis upp til
heiti. hann vann sína kapping við imponerandi tíðini 1
tími 30 min. og 36 sek.
-www.athletics.com
Fyrsta tapið hjá Hødd
Hødd legði í gjár rygg til sítt fyrsta tap í ár. Hødd tapti 12 ímóti Odd
Grenland á HøddvollLeikvøllinum. Hødd fekk ringast hugsandi byrjanina
uppá fyrireikingarnar í vikuni, tí fleiri spælarar hjá Hødd hava ligið sjúkir
við magasjúku síðstu dagarnar. Odd Grenland legði seg á odda í 16.
minutti við máli, sum Morten Fevang skeyt. Fimm minuttir aftaná steðgin
økti Peter Kovacs til 20. Stutt áðrenn leiklok skoraði Joachim Magnussen
fyri Hødd til endaliga úrslitið 21 til Odd Grenland.
Nedved á veg til Japan
Kekkiski stórspælarin Pavel Nedved sigst nú vera ávegis
til Japan at spæla. Nedved er ein av veteranunum í
Juventus, og nú hann er blivin 35 ára gamal, verður ikki
roknað við, at Nedved heldur fram í Juventus. Japanska
felagið Jubilo Iwata sigur, at tað er í samráðingum við
Nedved um at fáa hann at spæla fyri teir eftir
summarsteðgin.
Hevði væntað meir av B71
Bartal Eliasen, sum skeyt tvey av málunum hjá ÍF ímóti
B71, tók soleiðis saman um dystin.
Vit vóru nógv betra liðið, og skapti nógv fleiri málmøgu
leikar. Teir hava kanska ein málmøguleika í øllum dystin
um, segði Bartal, og leggur afturat, at hann hevði væntað
meir av B71, tí at teir vístu einki.
Vit hava trúð uppá okkum sjálvar, og vit vita, at vit
hava eitt gott lið. Vit hava eisini fingið nakað av fólki
afturat hópinum, so vit eru styrktir, segði tvífaldi mál
skjúttin.
Hvør er málsetningur tykkara, nú tit liggja somikið væl
fyri?
Málsetningurin er hin sami, sum hann var áðrenn kapp
ingarárið. Fyri meg er málið eitt 5. pláss, segði Bartal
Eliasen at enda.
Ikki nóg uppsettir
Hetta heldur 17 ára gamli Høgni Midjord, sum veruliga
hevur gjørt vart við seg á B71liðnum í ár.
Tað virkar sum vit ikki eru nóg væl uppsettir til dystin.
Venjarin dugir tó væl at seta okkum upp til dystin, men eg
haldi bara at vit vóru móðir. Vit kunnu avgjørt spæla betur,
enn vit gjørdu í dag. Hetta var bara ein offday, heldur
Høgni.
Hann vil tó ikki taka nakað frá ÍF.
ÍF spældi sera væl, teir vinna næstan hvønn bólt. Teir
høvdu bóltin meginpartin av fyrra hálvleiki og skapa
nógvar málmøguleikar. Teir vóru heilt óvæntað góðir í
dag, og hetta vísur bara, at teir vilja nakað í ár, sigur Høgni
Midjord, sum serliga er bergtikin av avrikinum hjá Bartali
Eliasen.
Uppflytararnir úr
Fuglafirði eru í
holt við at byggja
fastan bústað í For
muladeildini. Triðja
sigurin í ár fingu teir
í hús í gjár, tá ið teir
vunnu tryggan 31
sigur á B71
FÓTBÓLTUR
Pætur Albinus
patur@sosialurin.fo
Nýggi venjarin hjá ÍF,
bretski David Jones, hevur
veruliga fingið fótbólts
maskinuna í Fuglafirði í
gongd aftur. Eftir eina
óhepna
kappingarbyrjan,
har ÍF tapti heili 04 fyri
B36 í Gundadali, er gongd
in nú vend. 10. stigið ognaði
ÍF sær í gjár á heimavølli,
tá ið eitt svingandi B71lið
var á vitjan.
Eitt lið á vøllinum
Á Sandoynni harmast við
haldsfólk um, at B71 hevur
trupult við at koma væl frá
byrjan, og nógv taka til, at
liðið bara spælir seinna
hálvleik. Orðini komu til
sín rætt í gjár, tá ið B71 enn
einaferð spældi ein vána
ligan fyrra hálvleik. ÍF vann
sær skjótt takið, og longu
eftir hálvum tíma var ÍF á
odda 20. Bæði málini skeyt
Bartal Eliasen, sum hesa
ferð leikti álopinum, av tí at
Balasz Sinko var leikbann
aður og Jonn Thomsen aftur
var tøkur í miðverjuni.
Fyrsta málið sendi Bartal í
netið skamt frá brotsteigar
markinum, meðan hann
slapp at økja til 20, tá ið
B71verjan ikki fekk beint
bóltin burtur av vandaleið.
Trygg leiðsla
20 sigst at vera vandamesta
leiðslan í fótbólti, men hesa
leiðslu dugdi ÍF væl at
halda. Í seinna hálvleiki var
ÍF eisini greitt omaná, og
eftir
góðum
tíma
økti
Nenad Saric til 30. Gott
smáspæl fór fram í høgru
síðu, áðrenn Nenad trakk
inn í vøllin og sendi bóltin í
netið.
Vellington Soares mink
aði um munin 10 minuttir
seinni, tá ið hann sendi eitt
langskot avstað. Hetta gjørd
ist eisini seinasta málið í
dystinum, sum ÍF trygt
stýrdi og hevði hevði tamar
hald á. ÍF vísti gott smáspæl
allastaðni á vøllinum, og
vóru eisini tolnir at taka av
røttu møguleikunum.
ÍF má sigast at vera kom
ið væl frá byrjan í Formula
deildini, meðan tað ikki
gongur heilt sum ætlað hjá
B71. ÍF hevur nú 10 stig,
meðan B71 verður verandi
á fýra stigum.
ÍF-B71 3-1 (2-0):
ÍF buldrar víðari
Fuglfirðingar sótu á mest sum øllum, tá B71 vitjaði sunnudagin