mánadagur 5. mai 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 84 - 5. mai 2008 ]
Real Madrid
tók gullið
Real Madrid tryggjaði
sær í gjárkvøldið sær
spanska meistaraheitið,
tá ið teir vóru á vitjan
hjá Osasuna. Fyrri
hálvleikur endaði mál
leysur, og vónirnar hjá
Real Madrid at gerast
meistari fingu eitt skot
fyri bógvin, tá ið Fabio
Cannavaro fekk sítt
seinna gula kort og
varð útvístur bara 18
sekund inn í seinna
hálvleik. Dysturin sá
leingi út til at gerast
málfátækur, men í 83.
minutti eydnaðist tað
Francisco Punal at
leggja Osasuna á odda
við brotssparki. Tríggj
ar minuttir fyri leiklok
javnaði Arjen Robben,
og bara tveir minuttir
seinni tryggjaði
Higuain Real Madrid
sítt 31. meistaraheiti,
tá hann skoraði til
endaliga úrslitið, sum
harvið gjørdist 21 til
Real Madrid.
Úrslitini í 1. deild
bera við sær, at tað nú
bara er VB/Sumba,
sum hevur fulla
úrtøku
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hesa ferð vóru fleiri av
úrslitunum
í
næstbestu
fótbóltsdeildini
óvæntað.
Fáur mundi rokna við, at
KÍ skuldi vinna í Gundadali
og at B68 skuldi vinna í
Runavík, og uppaftur færri
mundu
rokna
við,
at
oddaliðið TB einki skuldi
fáa burturúr í Leirvík.
Úrslitini í dag bera við
sær, at VB/Sumba nú er
einasta liðið, sum hevur
fulla úrtøku. VB/Sumba er
oddalið saman við TB, sum
hevur spælt ein dyst fleiri
enn VB/Sumba. Suðuroyar
feløgini hittast á Sevmýri
mikukvøldið, tá ið tað er
fult umfar í næstbestu
deildini. Umframt TBVB/
Sumba sær skráin soleiðis
út: ABNSÍ, 07 Vestur
Víkingur, B68HB og EB/
StreymurKÍ.
Úrslitini bera eisini við
sær, at NSÍ eigur einasta
liðið í 1. deild, sum ikki
hevur vunnið, og sum ikki
hevur fingið stig. Hesa ferð
tapti NSÍ Kristi himmal
ferðardag 50 í Gundadali
ímóti HB, og so tapti NSÍ
heimadystin ímóti B68 41,
eftir at NSÍ í 1. hálvleiki
hevði verið á odda.
Merkisvert í uppgerðini
millum NSÍ og B68 var tað,
at gamla B68 verjukempan
Edmund Jacobsen (46 ár)
var við alla tíðina, og at
Aksel Højgaard (49 ár),
sum skifti seg sjálvan inn
síðstu løtuna. Tá spældi
hann saman við yngra
soninum Artur Højgaard
(18 ár). Eldri sonur hansara,
Jóhan Dávur Højgaard, var
í B68 miðverjuni á Formula
liðnum, sum sunnudagin
spældi ímóti KÍ.
Mest áhugaverdu upp
gerðirnar hesa ferð vóru
suðuroyarliðini partar av. Í
Leirvík tapti TB 10 ímóti
Víkingi. TB spældi nógv
við longum sendingum, og
Víkingur dúvaði upp á
snarálop. Eitt stórt korter
eftir steðgin skoraði heima
liðið sigursmálið. Uppspæl
ið til málið var fínt, og tá ið
bólturin varð lagdur innfyri
av baklinjuni í vinstru,
taklaði Finnur Justinussen
hann í netið við handara
stólpan. Merkisvert var tað,
at hóast talan var um nógvar
tættar støður, so hevði
dómarin bara eina ferð gula
kortið á lofti.
Hóast VB/Sumba hevði
lotið ímóti í 1. hálvleiki, so
eydnaðist tað heimaliðnum
at leggja seg framum ímóti
AB, tá ið tíggju minuttir
vóru farnir. Málskjútti var
Jón Krosslá Poulsen.
Í 1. hálvleiki hevði AB
fleiri hornaspørk, uttan at
tað eydnaðist at fáa nakað
burturúr, og í 2. hálvleiki
eydnaðist tað VB/Sumba at
halda tørn um leiðsluna.
Hetta var onnur ferðin, at
AB spældi á útivølli ímóti
einum av hinum liðunum,
sum hava møguleika at flyta
upp, og hetta var onnur
ferðin, at AB einki fekk
burturúr á útivølli.
Fleiri favorittar snávaðu
AB hevur tvær ferðir tapt
á útivølli móti liðum, sum
argjamenninir kappast við
um uppflyting. Hesa ferð
vann VB/Sumba tepran sigur
á gestunum
Mynd: Fa. Talgilt
Endurlýsing
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, Tórshavn,
Tel 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Landsverk er stovnur undir Vinnumálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleikauppgávur og byggiharrauppgávur.
Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvallarmál, herundir tyrlupallar.
Starvsfólkaleiðari
Av tí at verandi starvsfólkaleiðari fer í annað starv, verður
við hesum søkt eftir nýggjum starvsfólkaleiðara at seta sum
skjótast. Rætta fólkinum kunnu vit bjóða eitt avbjóðandi og
áhugavert starv.
Arbeiðsøki
Uppgávan er at leiða og standa fyri starvsfólkadeildini og
áhaldandi menna starvsfólkaøkið hjá Landsverki. Tað er
somuleiðis uppgávan at syrgja fyri, at vit hjá Landsverki
altíð hava nøktandi HR og KT-amboð.
Starvsfólkadeildin tekur sær av bæði starvsfólkarøkt og
umsiting, herundir øllum tí, sum hevur við setanarviðurskifti
at gera, starvsfólkamenning, skrivstovuumsiting, frítíð,
arbeiðstíð og lønarviðurskifti. Í hesum sambandi er tað
eisini ein uppgáva at gera yvirskipaðar mannagongdir og
reglur. Tú verður partur av leiðslubólkinum, har tíni
sjónarmið kunnu gera seg galdandi.
Førleikakrøv
Sóknast verður eftir fólki við viðkomandi hægri útbúgving
og royndum innan leiðslu og KT. Stórur dentur verður
lagdur á góðar persónligar eginleikar, og vit rokna við, at
viðkomandi hevur góð samstarvsevni, er førur fyri at eggja
øðrum til og at ganga undan, er miðvísur, arbeiðir skipað og
kann geva sítt íkast til at menna arbeiðsplássið.
Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir annars verða sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Umsókn
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (CV) skal vera skrivstovuni í hendi í seinasta lagi 14. mai 2008.
Merkið brævbjálvan „Starvsfólkaleiðari“. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast frá Oyvindi Brimnes, stjóra, á 540 801 ella ob@lv.fo.